mikudagur 24. august 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 159 - 24. august 2005
Týski búskapurin
framleiðir umleið ein
triðing av samlaðu
framleiðsluni í ES-
samtakinum. Tað
hevur tí týdning, ikki
bert fyri sjálvt Týsk-
land, men eisini fyri
grannalondini, alt
Europa og heims-
búskapin, hvussu
hesin motorur virkar
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Men ferðin á hesum motori
hevur ikki verið so stór sum
ynskiligt í fleiri ár. Bú-
skaparligi vøksturin hevur
verið lítil, til tíðir at kalla
eingin. Nógvar álvarsligar
og til tíðir skakandi hend-
ingar hava rakt landið sein-
astu árini. Týski gransking-
arstovnurin IFO í München
(ifo-Standpunkt nr 67) vísir
á hesar hendingar:
• Umfatandi globalisering
og størri kapping frá lág-
lønarlondum
• Sameiningin av Europa
og avtøku av handilsforð-
ingum.
• Umbýting av D-mark við
Euro
• Nýggj ES-limalond í
Eystureuropa
• Sameiningin av Týsk-
landi
Hesar
broytingar
hava
møguliga gagnað Europa
sum heild, men tær hava
volt týskarunum serligar
trupulleikar.
Globaliseringin
Hesa gongd hava flestøll
lond følt á onkran hátt. Ser-
liga er tað Kina, sum við
ferð er komið inn á heims-
marknaðin, sum merktiskt í
Europa. Kina er 10 ferðir
størri enn Japan, og nettup
Japan var í mong ár landið
sum framleiddi bíligar vør-
ur til europeiska marknað-
in. Týskland misti tí nógv
av tí optiska og fín-mekan-
iska ídnaðinum til Japan.
Nú fer onnur framleiðsla til
Kina.
Tey smáu londini
fingu atgongd til ein
risastóran marknað
Sameiningin av Europa
hevur ført suður- og norð-
urpartin saman, men fe-
lagsmarknaðurin
hevur
virkað ymiskt í stórum og
smáum londum. Smálond-
ini hava generelt havt
størstar
fyrimunir.
Tey
smáu londini fingu atgongd
til ein risastóran marknað,
meðan fyrimunurin hjá
teim stóru, eitt nú Týsk-
landi, var minni. Í mun til
heimamarknaðin gav polit-
iska- og búskaparliga víðk-
anin bert atgongd til lut-
fallsligar smáar marknaðir.
Til dømis fekk finska
Nokia, sum framleiðir far-
telefonir (mobilos) fría at-
gongd til allan ES-markn-
aðin og fekk stórar fyri-
munir av tí. Týska Siemens
fekk ikki tilsvarandi stórar
fyrimunir av at koma inn á
lítla finska marknaðin.
Siemens framleiðir í dag
ikki fleiri fartelefonir
Euro fyri D-Mark
Euro hevur nú verið gjald-
oyra í flestu ES-londum í 6
ár, og hevur sum heild verið
ein succes. Tó hava einstøk
lond havt trupulleikar av, at
tað nú er ECB, Europeiski
CentralBankin, sum stýrir
rentuni óheft av politisku
stjórnunum í teim einstøku
londunum í økinum.
Hetta felags gjaldoyra
førdi til eina samanrenning
(konvergens) av rentuni á
longum lánum. Fleiri lond
høvdu eina rentu, sum var
5, 6 ella 7 % hægri enn tann
týska. Við felags gjaldoyra,
Euro, minkaði risikoin í
smálondunum. Hetta gjørd-
ist so ein fyrimunur hjá
smálondum í kappingini at
draga kapital og vinnulív til
sín. Tað kann sigast, at
kapitalurin
fekk
sama
tryggleika at arbeiða undir,
sum hann fyrr eina hevði
haft í Týsklandi.
Fyri Europa sum heild
var tað ein fyrimunur, men
arbeiðandi
í Týsklandi
føldu tað helst ikki sum
nakran fyrimun.
Grundarlagið undur eur-
uni er ein stabilitetsavtala,
sum forðar londum í at
hava ov stórt hall á fíggjar-
lógini. Tó hava fleiri lond í
longri tíð havt trupulleikar
við at halda seg innan hesar
karmar. Stabilitetsavtalan
forðar londunum at læna ov
nógvan pening til at seta
gongd
í
framleiðsluna.
Politikkurin hjá ECB gong-
ur í fyrsta lagi út uppá at
sleppa undan inflatión.
Null-vøkstur er einki bú-
skaparligt problem, men
politiskt gongur tað ikki í
longdini.
Eystureuropeisk lond
koma aftrat
Nýggir ES-limir eru kom-
nir til og tað hevur givið
ein størri marknað, bæði tá
vørur skulu keypast og
seljast, men eisini arbeiðs-
marknaðurin
er
blivin
størri. Men hetta eru lág-
lønarøkir, sum eru komin
aftrat. Í meðal var lønin í
teim 10 nýggju limalond-
unum uppá 14% av týsku
meðallønini. Tað hevur
givið týskarum trupulleikar
á fleiri økjum. Eitt nú
íBerlin, har nógv byggi-
arbeiði er farið fram.
Innlimingin av DDR
kostaði
Um tað skal kallast inn-
liming ella sameining eru
týskarar ósamdir um. Men
processin hevur kostað
pengar, nógvar D-markar
og seinni Euros. Men tann
veruliga sameiningin gong-
ur sera illa. Tað sæst eina-
best á arbeiðsloysistalinum,
sum er 10% í Vesturtýsk-
landi, men er 20% í øllum
Eysturtýsklandi.
Bruttoframleiðslan
pr.
arbeiðandi var í 1996 í
Eysturtýsklandi uppá 61%
av framleiðsluni hjá einum
meðal vesturtýskara, men í
2005 er hetta tal minkað til
59%. Munurin er sostatt
vaksin! Ymsar metingar
benda á, at "die neue Länd-
er", sum eystaru londini
kallast, kanska um 15-20 ár
eru á sama støði sum Bay-
ern er í dag.
Politisk gjógv millum
eystara og vestara
part?
Munurin millum eyst og
vest er eisini politiskt sjón-
ligur. Komandi valið til
Bundestag, týska tingið í
Berlin, sum verður 18. sep-
tember, vísir markantar
munir millum eyst og vest.
Eystanfyri eru tey fram-
vegis sosialistar, og PDS
(vinstrasosialistar) og SPD
(sosialdemokratar)
hav
næstan 60% av atkvøðun-
um har, samsvarandi sein-
astu kanningarnar. Teir
stóru flokkarnir í Týsklandi
CDU (kristiligir demokrat-
ar) og SPD hava hvør 27-
28%, men Linkspartei PDS
hevur 29% og er sostatt í
løtuni størsti flokkur har
eysturi.
Tað er annars hend ein
nýskapan í týskum poli-
tikki. Oscar Lafontaine,
fyrrverandi SPD-leiðari og
ráðharri úr Saar, fór burt-
urúr flokkinum og stovnaði
WASG, Wahlalternative,
Arbeit
und
Soziale
Gerechtigkeit. Nú hava
WASG, sum hevði eina
vissa undirtøku vestanfyri,
og PDS, sum stóð sterkt
eystanfyri lagt saman og
stilla upp í felag, sum
Linkspartei. PDS.
Møguleikar eru fyri at
hesin nýggi flokkur fer at
fáa 8-9% av atkvøðunum,
sum gevur pláss í Bundes-
tag í Berlin. Men hvørja
rollu flokkurin kemur at
spæla, er óvist.
Týski búskapurin
kemur fyri seg
Globaliseringin og seini
vøksturin í Týsklandi hevur
lagt eitt stórt trýst á stóru
virkini í týsku framleiðsl-
uni. Tey hava nú minkað
um kostnaðarstøðið. Pro-
duktiviteturin er øktur, og
harvið kappingarførið. Og
tað hevur gingið skjótari og
betri enn í øðrum europe-
iskum londum, sum talvan
vísir
Týskland er nú tað landið í
Verðini sum hevur størstan
útflutning, og harvið eisini
stórt avlop á handilsjavnan-
um, næstan 200$ milliardir
seinastu 12 mánaðirnar
(uppgjørt pr. juni 05). Í
negativa endanum liggur
USA framvegis, sum hevur
eitt hall uppá yvir 700$
milliardir. Virkini hava
góðan profitt, og virðis-
brævamarknaðirnir (børs-
arnir) vísa framgongs.
Hinvegin eru tvey ting,
sum enn standa í stað. Tað
er forbrúkið ella nýtslan hjá
teim privatu. Hon stendur í
stað, tí fólk eru varin og
óttast arbeiðsloysið. Tó vísa
nýggjar
kanningar,
at
bjartskygnið í sjálvari vinn-
uni er skjótt vaksandi.
Hitt talið, sum stendur í
stað, eru húsaprísirnir. Í
flestu europeisku londun-
um, USA og Australia hava
prísirnir á fastari ogn verið
skjótt hækkandi í longri tíð.
Týskland er einasta undan-
takið. Orsøkin man eisini
vera, at fólk í eini krepputíð
eru varin varin at keypa
stórt. Tí er eftirspurning-
urin í Týsklandi lágur.
Samanumtikið
At enda sigur ’The Eco-
nomist’ í eini oddagrein:
"The story from Germany is
about to become surpris-
ingly good", (søgan úr
Týsklandi
kann
gerast
óvæntað góð), men leggur
so aftrat, at tað krevur, at
politikkararnir ikki spilla
spælið aftaná næsta val.
Størsti búskapur í Europa, tann týski,
er nú á rættari leið
Gongdin í nøkrum lyklatølum
í stórum ES-londum
(Kelda: The Economist, OECD, ES-commission)
Index-tøl
Kostnaður pr.
Útflutningur av
1999=100
arbeiðseind
vøru og service
2005
2005
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Týskland
88
146
Frankaríki
99
122
Italia
107
108
Spania
108
130
Dollarin var í síðstu viku stuðlaður av inn-floyminum av valuta til USA, sum gott og væl
fyllir ta hol upp, sum hallið á handilsjavnanum vísir. Útlendskur kapitalur brúkar tann
fyrimun tað er at seta peningin í amerikansk statsvirðisbrøv, sum geva eina góða og høga
rentu. So leingi hetta stendur við, at útlendingar hava fyrimun av amerikansku rentuni,
ber til at liva av "lántum pengum" í USA. Búskapartølini, sum komu í vikuni, væntast at
geva amerikanska centralbankanum, The Fed, argumentir fyri at hækka rentuna í smáum
bitum, eins og teir hava gjørt alt farna árið. Rentuhækkingin í USA væntast at halda fram
árið út, og kanska væl inn í 2006.
Í Eurolandi er støðan nakað tann sama "treka", sum er lýst fleiri ferðir í hesum teigi. Men
kanska er ljós fyri stavn í Týsklandi (sí grein aðrastaðni í blaðnum í dag). Franska
framleiðslan vaks bert við 0,1% í seinasta mánaða. Men virkir, sum flyta vørur út til triðja
land, hava havt fyrimun av lága euro-kursinum. ES hevði eitt avlop á handilsjavnanum
uppá 6,6 milliardir í seinasta mánaða. Tað er nógv, eisini í mun til USA, sum hevur stórt
hall.
RG