mikudagur 24. august 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 • mikudagur • 24. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Thyra av Strondum
var aftur hesa ferð
fremsti báturin, og nú
eigur Svend Berg fer-
ðasteypið frá Lions
Club Eysturoy til
ognar
KAPPSIGLING
tíðindaskriv
Eins og gjørt hevur verið
nú í 36 ár, skipaði Lions
Club Eysturoy fyri árligu
kappsiglingini á Skála-
fjørðinum sunnudagin 21.
august. 30 bátar høvdu
meldað seg til siglingina,
men ein meldaði tó avboð.
Av 4/5-mannaførunum
byrjaðu 25 bátar vestanfyri
Flesjarnar at sigla inn móti
Høgabóli, har málið var.
Byrurin var ikki góður,
eitt lot av útsynningi suðri,
men knappar tveir tímar
seinni kom tann seinasti
báturin um málið.
Eitt ferðasteyp hevur
ferðast millum fremstu
bátarnar síðani 1989, uttan
at nakar hevur vunnið tað
til ognar. Treytin er, at tann
báturin, sum er fyrstur á
mál í trý ár, fær steypið til
ognar.
Tríggir bátar høvdu í ár
møguleikan at vinna steyp-
ið, við tað at teir høvdu
vunnið tað tvær reisur fyrr.
Hesir vóru Hoyvíksbáturin,
Miðgerð og Thyra. Fyrstur á
mál var Thyra, sum sostatt
vann ferðasteypið til ognar.
Nummar 2 varð Malli og
nummar 3 Hoyvíkingur.
Hesir fingu allir steyp til
ognar.
Í
matarhølinum
hjá
Fiskavirking í Runavík
komu manningarnar saman
til hugnaligt prát afturvið
kaffi og pannikøkum. Men
fyrst mintust siglararnir og
lionslimir Símun Rasmus-
sen av Strondum, sum
doyði herfyri.
Hann var øll árini við til
at skipa fyri siglingini og
við til at mynda tær sigling-
arreglur, ið enn verða nýtt-
ar.
Umframt 4/5-mannafør-
ini sigldu nakrir størri bát-
ar, og komu teir á mál í hesi
røð:
Nummar 1 Dvørgamoy,
nummar 2 Greipur, numm-
ar 3 Reysti umframt bátur
mannaður við kvinnum.
Lions Club Eysturoy takk-
ar siglarunum fyri luttøkuna.
Seldu lutaseðlarnir verða
drignir 5. september.
Besti kappsiglarin
Endaliga úrslitið varð hetta
Nr Bátur
Eigari/Siglari
Staður
1
Thyra
Svend Berg
Strendur
2
Malli
Oddmar Joensen
Kollafjørður
3
Hoyvíkingur Egil & Johan Simonsen
Hoyvík
4
Jona
Per Mikkelsen
Strendur
5
Svanur
John Mikkelsen
Skála
6
Helga
Kaj Johannesen
Kaldbak
7
Kollsteinur
Mikkjal Hansen
Hósvík
8
Miðgerð
Arngrím Petersen
Kollafjørður
9
Niels í
Nesinum
Alfred Gullbein
Tórshavn
10 Eyðbjørg
Pól Arni Poulsen
Strendur
11 Búgvin
Osvald Hansen
Tórshavn
12 Johanna
Jógvan Páll Hammer
Argir
13 Eið
Atli Leitistein
Runavík
14 Pluto
Meinhardt Christiansen
Skála
15 Nósi
Eli Joensen
Leirvík
16 Vinur
Óli Mikkelsen
Tórshavn
17 Bispurin
Martin Dam
Kaldbak
18 Ternan
Kári Borgarklett
Hósvík
19 Leivur
Jón Nolsøe
Kollafjørður
20 Sildin
Jónsvein Mikkelsen
Toftir
21 Elisabeth
Símun Olsen
Vestmanna
22 Nón
Agnar Olsen
Hósvík
23 Luddi
Dávur Thomassen
Kollafjørður
24 Gjáarbáturin Janus Petersen
Kollafjørður
25 Jóan Pauli
Jóhannus Johannesen
Kollafjørður
Kvinnureningin verður endurtikin
Fyrireikararnir vóru ov-
farnir, tá tað var greitt,
hvussu stór undirtøkan til
kvinnurenningina í Havn
var leygardagin.
Ikki
færri
enn
214
kvinnur vóru møttar upp, tá
farið varð ígongd, og hetta
sýnir helst týðiliga, hvussu
stórur tørvurin á slíkum
tiltøkum er.
Ein hóskandi samanber-
ing kundi í hesum sam-
bandi
verið
drigin
til
heilsurenningina, har ein
rúgva av fólki eisini tók
undir við tiltakinum.
Hóast talan ikki er um
beinleiðis kapping, so er
tað kanska júst hetta sama,
sum ger, at undirtøkan er
somikið
góð.
Her
er
endamálið einans at fáa
gongd í vøddarnar, og tí
koma eisini nógv, sum mest
sum ikki kundi funnið upp
á at tikið lut í vanligari
rennikapping.
Og orðini frá luttakarun-
um eftir kappingina stað-
festu eisini, hvør tørvurin á
hesi er. Flestar vóru kvinn-
urnar á einum máli um, at
ein slík renning sjálvsagt
skal verða afturvendandi
táttur, og sum tað fram-
gongur á lýsing aðra staðni
á síðuni, so eru fyrireikar-
arnir úr Bragdinum eisini
framúr væl nøgd um undir-
tøkuna.
Sum partur av renningini
hava luttakararnir sjálvandi
eisini møguleika at kanna
eftir, hvussu skjótt tær
løgdu teir 4,2 kilometrarnar
aftur um bak. Tey úrslitini
kunnu finnast á heima-
síðuna, www.athletics.fo.
-jm
Fyrireikararnir vórðu púrasta tiknir av bóli, tá tað stóð greitt,
hvussu stórur áhugin fyri kvinnurenningini leygardagin var