fríggjadagur 6. oktober 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
25
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 192 - 6. oktober 2000
Nr. 192 - 6. oktober 2000
Í dag, 6. oktober, eru sjeyti ár liðin,
síðan Poul E. Poulsen, eisini róptur Poul
á Skalla, varð borin í heim á Heyggi í
Hvalba. Av einum systkinaflokki uppá
seks er Poul triðelstur.
Poul er sonur Annu og Jacob Mein-
hard Poulsen. Tað lítla heimið, sum stóð
á Heyggi, kundi ikki sammetast við tað,
sum vit vanliga kalla ein bústað í dag.
Hetta lítla húsið var heimið hjá Poul og
systkjunum, til hann var gott og væl
hálvvaksin, men so mangan havi eg
hoyrt Poul tosað um hvussu tey kláraðu
seg, har kærleikin, trúgvin á hin altvald-
andi og lívstreystið vóru lyklaorð, sum
fingu alt at ganga. Ikki vóru treytirnar
altíð tær bestu, men øll tóku eina hond
í og soleiðis gekk tað. Tað var púra
vanligt, at børnini eftir konfirmatiónina
luttóku í dagliga arbeiðinum.
Miðskeiðis í fýratiárunum flutti
familjan í tey húsini, sum í dag standa
á Skalla í Hvalba. Hesi hús læt Jacob
M. Poulsen byggja, og familjan fekk
meiri pláss, men kortini var húsplássið
ikki so nógv, tá hugsað verður um at
tey vóru átta fólk í húsi.
Sum 17 ára gamal fór Poul sín fyrsta
túr til skips. Hetta var við Drátti, og við
hesum byrjaði lívið hjá Poul sum sjó-
maður. Her var hann við til hann í 1950
fór við Kalsevni at royna undir Íslandi
og Grønlandi. Tíðin við Kalsevni hevur
heilt greitt verið nakað serligt fyri Poul,
mangan hevur hann greitt frá tíðini við
Kalsevni, har hendingar og løtur –
strævnar sum góðar – góvu hesum, tá
unga hvalbinginum, royndir, sum hann
ivaleyst seinni mangan gjørdi nýtslu av.
27. des. 1953 varð brúdleyp hildið í
Hvalba. Tá giftist Poul við Kristinu
Thomsen, ættað úr Sandvík og upp-
fostrað hjá Dánjal og Olinu Thomsen í
Garðsini í Hvalba. Saman fingu tey 5
børn: Gunnhildur, Annolina, Dagbjørt
og tvíburðarnar Johild og Berghild.
Húsið á Skallanum bleiv somuleiðis
teirra barnaheim, har tær vuksu upp, og
hugnin saman við foreldrunum, omm-
uni Annu og abbanum Jacob Meinhard
var í hásætinum. Vit onnur kunnu bara
ímynda okkum tann mennandi og gev-
andi uppvøksturin húsið á Skalla hevur
verið karmur um.
Poul var eisini við, tá føroyingar fyrst í
sekstiárunum leitaðu til Grønlands at
rógva út; við »Skallabrøður« róði hann
út saman við øðrum frá apríl mánaði
og til september frá 1960–63. Honum
dámdi væl umhvørvið í Grønlandi og í
Føroyingahavnini og fyri flest allar teir
føroyingar, sum vóru í Grønlandi, og
familjur teirra, sum vóru eftir heima í
Føroyum, var hetta ein minilig tíð, og
fyri Poul var hetta tíðarskeið nakað heilt
fyri seg; og lítið man vera at ivast í, at
Poul er glaður fyri at hava verið millum
teir føroyingar, sum leitaðu nýggjar
leiðir fyri at vinna sær til dagin og vegin,
og í mangar mátar hava sett varðar eftir
seg, fyri eftirtíðina at líta aftur á.
Um veturin, tá ikki varð róð út í Grøn-
landi, varð arbeitt í kolinum í Hvalba,
og annars alt fyrifallandi, sum var at
gera.
Við áræði og dirvi tók Poul saman við
øðrum stig til at keypa útróðrarbátin,
sum teir nevndu Glyvraberg. Og við
hesum róðu teir út í fleiri ár. Fiski-
eydnuna høvdu hesi royndu menn góða,
og mangan fongin hava teir ført til lands
millum ár og dag.
Poul fór í sjeytiárunum at fiska við
norðmonnum. Var eitt stutt bil við
bátinum Longva, til hann mynstraði við
Sjøvik, har var hann við til hann í 1974
meiðslaði seg so illa, at hann mátti
gevast við sjólívinum og legðist upp á
land.
Hóast hetta var ein sera stór broyting
í lívinum hjá Poul, sum hevði serligan
tokka til sjólívið, misti hann ongantíð
mótið, men byrjaði harafturímóti at
skapa sær eina tilveru á landi.
Lívsmótið og vónin um at framtíðin
altíð lagar seg, hevur altíð sermerkt
Poul, eisini tá tilveran ikki altíð hevur
verið soleiðis sum ein kundi hugsað sær.
Hann er kendur fyri sítt serstakliga
góða hegni at gera prýðislutir, tað veri
seg sluppir, modell av útróðrarbátum,
lampur, veggjaprýði – tað eru ikki so fá
heim í Føroyum, sum eftirhondini hava
eitt nú grindareiðskap hangandi á bróst-
inum og eina lampu standandi á hillini.
Hetta er eitt ítriv, sum pápi hansara
eisini fekst við, og sigast má, at Poul
hevur við sera hepnari hond ført hetta
víðari.
Poul fór upp í nevndararbeiði hjá
Bóltfelagnum Royn, har hann var við í
fleiri ár og royndi at samskipa og leggja
til rættis tiltøk, sum skuldu bera felag-
num fíggjarliga.
Samfelagsmál hava altíð havt tann stóra
áhugan hjá Poul, og mangt kjakið hava
vit báðir verið ígjøgnum, og hóast vit
kanska ikki hava verið so samdir polit-
iskt, so hevur kjakið altíð verið gott og
gevandi, og meira enn einaferð mátti
eg ásanna, at aldursmunurin og lívs-
royndirnar vóru Poul til fyrimuns.
Hansara nærmastu hava altíð staðið
hjarta hansara næst. Børnunum hevur
hann altíð veitt stuðul og hjálp, bæði á
ein og annan hátt, hann er glaður, tá tað
gongst teimum væl og er altíð til reiðar,
um okkurt ikki gongur eftir vild, og
konuni hevur hann verið ein góður
maður.
Tá mamma hansara gjørdist lamin,
umbygdi Poul húsini, soleiðis at hann
kundi hava mammu sína heima og vera
um hana.
Abbabørnini hava øll sum ein havt
sítt serliga pláss í hjartanum hjá Poul,
og eg meti ikki eg fari skeivur, tá eg
sigi, at tað altíð hevur verið nakað serligt
hjá ommubørnunum og abbabørnunum
at hava verið hjá ommuni og abbanum
í Hvalba.
Við hesi kvøðu vil eg enn einaferð
ynskja Poul hjartaliga tillukku við sjeyti
ára degnum við ynskjum um alla góða
eydnu og harrans signing í framtíðini.
Áki
Ein føðingardagsheilsan til
Poul E. Poulsen
á sjeyti ára degnum
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
GEVIÐ GÆTUR:
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 25,- kr. pr. mynd í krossaðum
kekki fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata
okkum lepan og gjalda í avgreiðsluni á Argjavegi
26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á
miðdegi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið
annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið
ávísan dag.
❑ Týsd. ❑ Mikud. ❑ Hósd. ❑ Fríggjad. ❑ Leygard.
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Tekstur: ……………………………………………………
………………………………………………………………
………………………………………………………………
………………………………………………………………
………………………………………………………………
………………………………………………………………
MYNDINA AFTUR: Minnist til at skriva navn og
bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein
frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn
tann ynskta.
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: …………………………………………………
Bústaður: ……………………………………………
Bygd/býur: ……………………… Tlf.: ……………
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Tíðindablaðið Sosialurin
Postsmoga 76, 110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »NØVN NÚ«
✁
✃
25,- kr.
Gó›a Randi
Hjartaliga tillukku vi› 50
ára
fø›ingardegnum
og
gó›a veitslu leygarkvøldi›
ynskja
vit á Argjum
Gó›u abbi og omma!
Eg ynski tykkum hjartaliga tillukku vi› fø›ingardøgunum
5. okt. og 23. okt., og alt ta› besta í framtí›ini.
Kærastu heilsanir Ó›in
Gó›a, elska›a Tóra
Hjartaliga tillukku vi› 4 ára
degnum tann 3.10.
Kærar heilsanir frá ommu
og abba í Uppsalagøtu
Elska›a Tóra
Hjartaliga tillukku vi› 4 ára
degnum.
Muss og klemm frá Fró›a
Gó›i Reidar
Hjartaliga tillukku á 11 ára
degnum í dag.
Bestu ynski frá ommuni,
abbanum og Óla gubbanum
Gó›i Torfinn og Johannes Groth
Hjartaliga tillukku vi› 4 og 5 ára fø›ingardøgunum ynskja
vit í Stoffalág
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett ni›anfyri
standandi frábo›an:
Skrásetingar-nr. Sp/f 673,
Sp/f R. Rasmussen Eftf.,
360 Sandavágur.
Vi›tøkur broyttar:
03.08.2000.
Kapitalur: Hækking vi›
kr. 1.000,00 til kr.
101.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 1.000,00 til
kurs 7000
Skráseting Føroya tann 4.
oktober 2000
Kristin Balle
______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett ni›anfyri
standandi frábo›an:
Skrásetingar-nr. P/F 2409,
P/F Va›horn Seafood, 490
Strendur.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri:
Hjørleif Dahl, 460
Nor›skáli.
Innkomin sum stjóri: Ingun
Olsen, 600 Saltangará.
Skráseting Føroya tann 4.
oktober 2000
Kristin Balle
______________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett ni›anfyri
standandi frábo›an:
Skrásetingar-nr. P/F 2039,
P/F Krossbrekka, 513
Sy›rugøta.
Nevnd:
Farin úr nevndini:
Jallgrímur Atli Hansen,
510 Gøta (forma›ur) og
Ragnar Simonsen, 510
Gøta.
Innkomin í nevndina:
Jógvan David Jacobsen,
512 Nor›agøta (forma›ur),
Tummas Thomsen, 513
Sy›rugøta, Jógvan Hentze,
512 Nor›agøta og Frits
Thomsen, 513 Sy›rugøta.
Skráseting Føroya tann 4.
oktober 2000
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett ni›anfyri
standandi frábo›an:
Skrásetingar-nr. P/F 1202,
P/F H.A. Danielsen, 100
Tórshavn.
Vi›tøkur broyttar:
02.06.2000
N‡tt navn: Sp/f H. A.
Danielsen
Lækkan av P/F-peningi til
útgjalding til partaeigarar
vi›tiki› 02.06.2000 er nú
gjøgnumførd.
Kapitalur: Kr.
290.000,00.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Jóhanna
Beata Sólrun Nor›foss,
Noregsvegur 10, 100
Tórshavn (forma›ur),
Hans Andrias Danielsen,
490 Strendur og Poul
Gothard Danielsen, 490
Strendur.
Tekningarreglur: Felagi›
ver›ur tekna› av stjórnini.
Skráseting Føroya tann 4.
oktober 2000
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett ni›anfyri
standandi frábo›an:
Skrásetingar-nr. P/F 1277,
P/F Kári Johannesen
Maskinverksta›ur, 530
Fuglafjør›rur.
Vi›tøkur broyttar:
03.08.2000.
Nevnd:
Farin frá sum forma›ur:
Lillian Johannesen, 530
Fuglafjør›ur.
Innkomin í nevndina sum
forma›ur: Óli Samró,
Marinargøta 9, 188
Hoyvík.
Tekningarreglur: Felagi›
ver›ur bundi› vi›
undirskrift av
nevndarformanni ella av
felagsins stjóra.
Skráseting Føroya tann 4.
oktober 2000
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett ni›anfyri
standandi frábo›an:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2768,
Sp/f Pure Water, 700
Klaksvík.
Vi›tøkur broyttar:
29.08.2000.
N‡tt navn: Sp/f Onyx
Skráseting Føroya tann 4.
oktober 2000
Kristin Balle
_____________________
Fáast í tínum klædnahandli
Tel. 319591
Tann breiði elastikkanturin
forðar fyri merkjum á beinunum
og ger at sokkurin passar perfekt
Knæsokkar fra DIM
Vit útvega eisini:
Plastbakkar
Pakkibond, tape
Merkir, etikettir
Knívar
Kitlar, húgvur,
handskar, svintur o.l.
Ymisk tól til ídnaðin
Reingerðisevnir
Tilsetningsevnir
Plattar
Ráðgeving í tilevning
av pakkitilfari
...sjálvandi til besta prísin!!
Staravegur 5, P.O. Box 3099
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 35 30 00
Fax +298 35 30 10
E-mail: farpack@farpack.com
Føroya størsta
úrval av
PAKKITILFARI
úr karton,
bylgjupapp og plast
innan øll vinnuøkir
*
*
*
*
*
*
*
*
*
*
Tiltøk í
oktober 2000
Fríggjadagur 06.-14.
kl. 13.00-
Talvkapping
20.00
»3rd Tórshavn International Open«
Týsdagur 17.
kl. 19.30
Konsert v/ Føroya Jazztónleikarafelagi
Hósdagur 19.
kl. 09.30
»Granskingarverkætlan fyri Økismenning«
skipar fyri fyrilestri um økismenning
Fríggjadagur 20.
kl. 20.00
Barnadansur v/ Dansifelagnum í Havn
Leygardagur 21.
kl. 16.00
Hornorkesturkonsert
v/ Langelandsgarden, Danmark
Finsk/donsk listaframsýning letur upp
kl. 18.00
Á framsýningini kunnu síggjast fotomyndir
hjá Britt Mari Friberg, Finnland, málningar
hjá Pia Mesterton Graa, Danmark
og skurðmyndir hjá Tiina Laasonen, Finnland.
(Framsýningin er í húsinum til og við 19. nov.)
Jassarnir spæla í sambandi við upplatingina.
Sunnudagur 22.
kl. 16.00
Konsert v/ Føroya Symfoniorkestri
Á skránni verða m.a. verk eftir:
Mendelsohn og Johan Straus.
Hósdagur 26.
kl. 19.30
Orfeus. Musikkfelag Norðurlandahúsins.
Klassiks konsert. Á skránni verður:
Duo v/ Nikolaos Kapnas, viólaleikari
og Stamen Stantchev, klaverleikari.
Spæld verða verk eftir Bach, Chopin
og Zimbalist
Fríggjadagur 27.
kl. 20.00
Barnadansur v/ Dansifelagnum í Havn
Sunnudagur 29.
kl. 16.00
Kórkonsert við útisetakórinum MPIRI
Framførd verða verk eftir Trónda Bogasyni.
Norðurlandahúsið í Føroyum
Telefon 317900 • Fax 319790
E-mail: nlh@nlh.fo http://www.nlh.fo
Norðurlandahúsið inkl.
kaffistovan hevur opið
yrkadagar kl. 10-18 sunnudagar kl. 14-18.
Broytingar kunnu koma fyri. Hoyrið tí ÚF-
lýsingar og sí skránna á tekstvarpi í
SVF frá s. 650
NORÐURLANDAHÚSIÐ
Sig okkum frá
Hendir okkurt, sum
er hugvert hj ¿Ýrum at vita,
eru vit til reiÝar at bera tÝindini vÝari.
Sosialurin leggur seg eftir at bera
tÝindi r ¿llum landinum.
Vit koyra runt t kenda, gra Toyota
bilinum viÝ eyÝkendu frmerkjunum.
FerÝandi blaÝstjrnin er dagliga ti kring landiÝ.
Vit eru at hitta telefon nr. 31 18 20.
Telefax nr. 31 47 20.
Edvard Joensen mannar l¿tuni ferÝandi
blaÝstjrnina. Hann er at hitta telefon nr.
42 36 17 ella fartelefon nr. 22 33 37.
Eisini ber til at senda teldupost til:
edvard@sosialurin.fo
ella post@sosialurin.fo
Sandvíkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008
Tosið við okkum!
Leverandørurin til entreprenørar í 28 ár...
Hydraulikkhamarar
10-30 kg
Mobilar drívstøðir
Lítlar og handingar
Høgan effektivitet
Ristast lítið
Fleksibul íbinding
Sosialurin - 311820