Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 160 - 25. august 2005 Í oktober 2005 kemur ein nýggjur VW Jetta á marknaðin, ið av- loysir núverandi VW Bora. Bilurin sær út sum ein minni útgáva av VW Passat og verður eins og VW New Beetle gjørdur í Mexico BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo VW Jetta var upprunaliga sedan útgávan av Golfin- um. Í Evropa bleiv navnið seinni broytt til VW Vento og síðan til VW Bora, men nú verður navnið so aftur Jetta. Í USA hevur bilurin øll árini havt navnið Jetta. VW bilar sum t.d. Passat, Jetta og Bora eru allir upp- kallaðir eftir ymiskum vindum. Bilurin verður gjørdur á eini Volkswagen-verk- smiðju í Mexico. Á verk- smiðjuni arbeiða 15.000 starvsfólk sum í fjør fram- leiddu 225.000 bilar, harav 70 prosent av framleiðsluni fór til útflutnings. Í november 2004 byrjaði Wolkswagen í Mexico framleiðsluna av nýggja Jetta, og bilurin kom á amerikanska marknaðin í januar 2005. Jetta sær meira út sum ein minni útgáva av nýggja VW Passat enn sum sedan útgávan av VW Golf. Bilur- in er munandi størri enn Bora, sum hann avloysir, t.d. er hann 18 cm longri og viðførisrúmið er vaksið við 72 litrum til 527 litrar. Aksilfrástøðan er 6,5 cm størri, og bilurin er rúm- ligari innan. Bilurin er á leið somu stødd sum Skoda Octavia, sum er í somu familju. Frá Bilasøluni í Hoyvík verður sagt, at VW Jetta verður í Føroyum í oktober. So gott sum øll bil- merki hava í hesum døgum ein SUV (Sport Utility Vehicles) í síni skrá, og sjálvt Jaguar, ið eru best kendir fyri sínar luksus- og sportsbilar, arbeiða í loyndum við konseptbilinum XX, ið verður ein 4- hjólsdrivin SUV BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Off-road er vorðin ein mótasøk. So gott sum øll bilmerki hava ein SUV (Sport Utility Vehicles) í síni skrá, sjálvt sportsbilar sum t.d. Porsche, við Cayenne, og Maserati, ið hava sýnt fram kon- septbilin Kubang. Tann næsti nýggi SUV verður helst frá Jaguar, sum í løtuni arbeiða í loyndum við konseptbil- inum XX. Bilurin verður nokk í stíl við Mercedes- Benz R - ein frítíðarbilur ið verður drivin av øllum fýra hjólunum. Tað er Ford-konsernin sum eigur Jaguar, so væntandi verður talan um eitt 4x4 system frá Volvo ella Land Rover, sum eisini hoyra til Ford- konsernina. Ongar tekn- iskar upplýsingar eru komnar fram um bilin, men á spiómyndini líkist hann einum upplyftum Jaguar S-Type stationcar. Jaguar fylgja SUV mótanum Konseptbilurin Jaguar XX líkist mest einum upplyftum Jaguar S-Type stationcar Nýggjur VW Jetta í oktober Peugeot 307, sum kom á marknaðin í 2001, verður nú broyttur nakað við t.d. nýggjum designi framman og nýggjum baklyktum. Bilurin líkist nógv tí størra Peugeot 407 framman BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað hoyrdist einaferð, at tá Peugeot 307 fekk ein av- loysara, skuldi tað vera ein nýggjur við navninum 308. Men tað verður í hvussu so er ikki enn, tí nú fær núver- andi Peugeot 307 eina so- kallaða facelift við t.d. nýggjum designi framman, nýggjum baklyktum. Onk- ur nýggjur motorur verður eisini á skránni, og sótfiltur verður standard í 2,0 litur dieselútgávuni. Viðvíkjandi útgerð verða onkrar broytingar, t.d. verða tokulyktir framman standard á øllum modell- unum og aircondition verð- ur standard í SW- modell- unum. Peugeot 307 hevur ann- ars staðið seg væl í hørðu kappingini í sokallaða Golf -klassanum, har kappingin er sera hørð. Peugeot 307 facelift Nýggi Peugeot 307 líkist nógv tí størra Peugeot 407 framm- an við stórum kølaragittari í kúfangaranum. Tokulyktir framman er standardútgerð VW Jetta líkist nógv nýggja VW Passat. Bilurin er munandi størri enn VW Bora, sum hann avloysir