hósdagur 25. august 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Uppgávan er trupul,
men vit spæla heilt
avgjørt fyri møgu-
leikanum, sigur lið-
formaðurin hjá B36,
nú liðið fyrireikar seg
til týdningarmikla
UEFA-Cup dystin
UPPTAKT
Jákup Mørk
Við einum teprum 1-2 tapi í
viðførinum hevur B36 enn
møguleikan at vinna seg
enn eitt umfar fram í
UEFA-Cup kappingini í
fótbólti.
Hóskvøldið verður seinni
dysturin
millum
liðini
spældur, og tó at ein 1-0
sigur kanska ljóðar sum
yvirkomulig uppgávu á
pappírinum, so er eingin ivi
um, at talan er um sera
stóra uppgávu hjá B36.
Nakað sum spælararnir
eisini ásanna sjálvir. Nú liði
fyrireikar seg til dystin,
fingu vit orðið á Pól Thor-
steinsson:
- Vit spæla sjálvandi móti
einum betri liði, og tí skulu
vit vera varnir á vøllinum.
Sammett við til dømis ÍBV,
sum vit vunnu á á ólavsøku,
so er FCM eitt nógv betri
lið, so í útgangsstøðinum
verða vit helst nóg so verju-
kendir.
- Men hinvegin, so skulu
vit bara hava eitt mál, og tí
fara vit sjálvandi eftir. Bara
tað at vit hava møguleikan,
er eisini betri enn hvat
nakar hevði væntað ella
vóna, og tá møguleikin er
har, so fara vit sjálvandi
eftir
honum,
staðfestir
hann.
Grava seg ikki niður
Við einum verjukendum
útgangsstøði meinar Pól tó
ikki, at teir á nakran hátt
fara at grava seg niður í
verjupartinum.
- Tað nyttar so einki.
Gera vit tað, so tapa vit
dystin. Útgangsstøðið verð-
ur helst á leið tað sama,
sum tað var í Danmark, har
vit royna at vera væl
skipaðir í verjupartinum,
fyri síðani at taka kjansin,
tá vit kunnu fáa hann fram-
eftir.
Ta
ferðina
eydnaðist
tykkum at halda FCM frá
nøkrum
opnum
møgu-
leikum rættiliga leingi.
Men teir skoraðu kortini
tvær ferðir eftir deyðbólts-
støður. Hava tit lagt dent á
hetta í fyrireikingunum?
- Ja. Vit hava vant slíkar
støður í vikuni, so vónandi
eru vit betri fyrireikaðir til
tann partin. Og so skuldi
tað eisini bøtt um støðuna í
so máta, at Fróði Benja-
minsen nú er tøkur aftur
eftir leikbann. Hann er ein
av allar bestu føroysku
spælarunum í luftini, so tað
verður heilt víst ein stór
hjálp, at hann aftur er við.
- Hartil, so kann tað
verða ein fyrimunur hjá
okkum, at Tórsvøllur ikki
er so góður at spæla á. Teir
spældu ikki serliga skjótt í
fyrra dystinum, og kann
vøllurin fáa teir at seta
ferðina enn longur niður, so
kann tað væl verða, at tað
talar til okkara fyrimun,
heldur Pól.
Væntar dyggan stuðul
Saman við Fróða Benja-
minsen er Bergur Midjord
nú tøkur aftur hjá B36. Teir
høvdu
báðir
leikbann
seinast, og hesa ferð er tað
so Kenneth Jacobsen, sum
er leikbannaður. Hartil
stendur tað heilt víst, at
Herbert í Lon ikki verður
klárur til dystin, meðan tað
er heldur ivasamt við Inga
Højsted. Ingi var ikki við,
tá B36 sunnudagin tapti
fyri NSÍ, og tað er einki at
ivast í, at hann er ein
ógvuliga týðandi brikkur í
spælinum, um B36 skal
hava møguleika at standa
seg. Ikki minst, tá hugsað
verður um fyrra dystin í
Herning, har Ingi snøgt
sagt var besti maðurin á
vøllinum.
Og so er tað spurningurin
um áskoðararnar. Hesir
vóru nógvir í tali, tá ÍBV
vitjaði ólavsøkuaftan, og
hóast Pól ásannar, at talan
neyvan verður um heilt so
nógv fólk hesaferð, so bæði
vónar og væntar hann, at
talan verður um dyggan
stuðul.
- Á ólavsøku kendu vit
veruliga, at vit vóru á
heimavølli. Tí vóni eg, at
talan aftur hesaferð verður
um eina manssterka fjøld,
sum kemur at stuðla okk-
um. Og her haldi eg eisini,
at felagið hevur handlað
rætt, tá teir ikki hava skrúv-
að atgongumerkjaprísin ov
høgt upp, staðfestir Pól
Thorsteinsson at enda.
Stór Bridge-
kapping
Í eru tað 14 ár síðani at
Bridgehúsið í Havn varð
sett á stovn. Í hesum
sambandinum
skipar
nevndin í Bridgehúsinum
fyri einari stórari al-
mennari
parakapping
leygardagin 27. august
2005. Kappingin byrjar
kl 13.00 og verður hon
skipað sum ein baromet-
ur kapping, tað merkir, at
øll spæla somu kort í
sama umfarið og at gjørt
verður upp eftir hvørt
umfar. Tilmeldin verður
á staðnum.
Tað eru teir báðir Rói á
Rógvu Joensen og Heðin
Mouritsen, ið skipað fyri
kappingini.
-bs
Svend Novrup
havt skeið
Síðst
vikuskiftið
var
navnframi danin Svend
Novrup í Føroyum og
helt nøkur bridgeskeiðir.
Tað
var
nevndin
í
Bridgehúsinum í Havn,
ið hevði fingið Svend
Novrup
hendavegin.
Skeiðini vóru serliga
ætla teimum, ið hava
spælt bridge eina tíð og
sum fegin vilja koma
víðari. Luttakarinir vóru
sera vælnøgdir við skeið-
ini og søgdu seg hava
fingið nógv burturúr.
Nevndin í Bridgehúsin-
um í Havn fer at arbeiða
móti at fáa Svend Nov-
rup aftur til Føroyar at
hava nøkur onnur skeið.
Svend Novrup var sjálv-
ur sera vølnøgdur við
vitjanina. Hann fegnaðist
um, hvussu seriøs og
konsentrerað tey, ið lut-
tóku vóru. Svend Novrup
sigur seg fegnan vilja
koma hendavegin aftur at
hava nøkur skeið.
Leygarkvøldið
varð
skipað fyri einari para-
kapping.
Fimm
borð
luttóku í kappingini.
Nr. 1. Hannis Jacobsen -
Heðin Mouritsen
Nr. 2. Hans Jacob
Petersen - Steinbjørn
Zachariassen
Nr. 3. Allan Dal-
Christiansen - Robert
Langaard
-bs
Bridgetúrur til
Hetlands
Bridgetúrurin til Het-
lands, ið skuldi verða 22
til 24 september er fluttur
eina viku fram, soleiðis,
at farið verður av Havn-
ini hósdagin 15. sep-
tember ístaðin. Hetta tí,
at Norrøna skal í dok
áður lýsta túr.
-bs
Ghanesiskur
landsliðsspælari
til Horsens
Felagið hjá Johan Byrial
Hansen, AC Horsens,
hevur nú styrkt um mið-
vøllin í royndunum at
vinna seg upp um niður-
flytingarstrikuna
í
donsku SAS-liguni.
Nýggjur maður er 31
ára gamli Charles Akon-
nor úr Ghana, og hann er
ikki hvør sum helst.
Hann hevur 51 ferðir
spælt á landsliðnum hjá
Ghana, og á yrkisleið síni
hevur hann í 13 ár spælt
sum yrkisleikari í Týsk-
landi. Her spældi hann
seinast fyri Unterchach-
ing, sum spælir í næst-
bestu týsku røðini, men
hann eisini spælt fyri
Wolfsburg og Fortuna
Köln í bestu røðini.
Charles Akonnor verð-
ur mettur sum ein fram-
rættaður miðvallari, og
vónin er so, at sterka
vinstra bein hansara skal
skjóta neyðugu málini,
sum AC Horsens enn
tykist sakna.
Sáttmálin millum part-
arnar hevur gildið hetta
kappingarárið.
-jm
Verjustyrkur
til FCM
Komandi mótstøðuliðið
hjá B36, FC Midtjylland,
hevur eisini styrkt um
liðið.
Teir hava skriva sátt-
mála við Nicola Gosev-
ski, sum tvær ferður
hevur spælt á vinstra
bakkinum hjá make-
donska landsliðnum.
Gosevski verður tó
ikki í hópinum, sum skal
royna seg á Tórsvølli
hóskvøldið.
Hann
er
nevnliga komin til fe-
lagið eftir evstamark hjá
UEFA fyri skráseting av
spælarum.
-jm
Nr. 160 • hósdagur • 25. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
B36-FC Midtjylland:
B36 trýr upp á tað
Hóast B36 var undir stórum trýsti í Herning, so eydnaðist teimum eisini at skapa fleiri álop. Her er tað Mikkjal Thomassen, sum
brýtir ígjøgnum í síðuni
Mynd: Høgni R. Øster