Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 160 - 25. august 2005 Fiskirannsóknarstovan Fiskirannsóknarstovan lýsir eftir skipi, minst 50 brt, at filma havbotnin. Verkætlanin snýr seg um at kanna hvar og hvussu nógv er til av korallum kring Føroyar. Talan er um 1 - 2 vikur við upptøkum á Suður- oyarbankanum og á Munkagrunninum. Ætlanin er at byrja seinast í august mánað. Meira fæst at vita við at venda sær til Fiskirann- sóknarstovuna tel. 35 39 00. Reingerð Søkt verður eftir fólki til reingerð á Føroya Brand- skúla, 6 tímar um vikuna. Áhugað kunnu ringja tlf. 422356 Signheðin Davidsen. Føroya Brandskúli Sethús í Fuglafirði til leigu Kjallarahædd: Kamar, vaskirúm og eitt stórt rúm. Miðhædd: Gong við trappum upp á loft, stova og køkur í einum. Loftshædd: úti á loft,baðirúm,hjúnarúm og kamar. Til húsini hoyrir eisini ein góður hjallur. Rundanum húsini er garður við trøum og gras- plenu. Húsini eru í sera góðum standi, kunnu leigast út deilvíst møblerað, um ynskist. Húsini liggja væl fyri mitt í bygdini. Leiga pr. md. kr. 4.000,- uttan ljós og hita, 3 mðr. depositum. Áhugað kunnu ringja á tlf. 441728 ella 221684 PS-Mekling 480 Skála e-postur: pauline@sudurgard.fo Frá S & K felagnum Eykaaðalfundur hjá S & K verður á Hotel Hafnia 10. september 2005 kl. 19.00. Evni á eykaaðalfundinum, er støðutakan til út- liman úr FA. Skrá: 1) Val av fundarstjóra 2) Formaður felagsins hevur framløgu 3) Umboð frá Føroya Lívstrygging greiðir frá lívstryggingar og eftirlønarskipan 4) Orðið er frítt 5) Atkvøðugreiðsla um útliman úr FA Vinarliga S & K felagið Kirkjuráðsvalið Kirkjuráðsval verður týsdagin 8. november 2005. Vallistin fyri Klaksvíkar kirkjusókn liggur frammi í Christianskirkjuni allar gerandisdagar frá 23. til 31. august, kl. 17–18. Er onkur av misgáum ikki á listanum, skal hann ella hon siga frá innan 8. september 2005. Klaksvík hin 22.08.2005 Valstýri fyri Klaksvíkar kirkjusókn