hósdagur 25. august 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 160 - 25. august 2005
23
Tekniska deild
heldur til í
miðbýnum í Havn
saman við byggi- og
býarskipanardeildini,
Snarskivuni og
postverkinum.
Tekniska deild
umsitur m.a.
ferðsluviðurskifti og
kommunalar vegir.
Tekniska deild
umsitur harumframt
eisini vatnverkið,
gøtuljós, heilsu- og
umhvørvismál,
kloakkir o.m.a.
Avloysari at arbeiða
við talgildari kortgerð
Í teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu verður søkt eftir
avloysara at arbeiða við talgildari kortgerð í sambandi við
skráseting av leiðingum o.ø. at byrja beinan vegin.
Starvið
er avloysarastarv galdandi til 1. september 2006, og fevnir um
skráseting av m.a. kloakk- , vatn- og gøtuljósleiðingum umframt
vegum og húsanumrum í kommunala partinum av GIS-
samstarvinum innan FDS-skipanini. Øll skráseting verður gjørd
við Microstation. Umráðandi er, at tú hevur kunnleika til hetta
forrit. Harumframt er tað ein fyrimunur, at tú hevur kunnleika til
onnur forrit t.d. AutoCad og forritini í Microsoft Office
pakkanum.
Førleikakrøv
Tú skalt hava útbúgving sum byggifrøðingur ella tekniskt
hjálparfólk við líknandi útbúgvin.
Persónligir eginleikar
Dentur verður lagdur á, at tú:
- kanst arbeiða sjálvstøðugt
- ert fyrikomandi og nærlagdur
- kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar.
Setunarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og lønt sambært sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Boða Haraldson, býarverkfrøðing
ella Janus Isfeldt, leiðara á starvsfólkadeildini
á tlf. 302010.
Umsókn
saman við viðkomandi skjølum skal vera Tórshavnar kommunu í
hendi í seinasta lagi týsdagin 12. september 2006. Viðmerk á
umsóknina "Avloysari til teknisku deild”
bodi@torshavn.fo
janus@torshavn.fo
- onnur leys størv?
Hygg á
www.torshavn.fo
Lesið
- so eru tit við