leygardagur 7. oktober 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 193 - 7. oktober 2000
gult cyan magenta svart
Nú verður tað!
Vit lata upp leygardagin 14/10 kl. 9.00 við kaffi, rundstykkjum og kakao.
Frá kl. 12.00 til kl. 17.00 borðreiða vit við sandwich, sodavatn o.ø.
STARAVEGUR 5 • 100 TÓRSHAVN • TELEFON 31 49 50
kondensturkitrumla
WTL 5100
• Rúmd: 5.0 kg.
• Lága ljóðstyrki (62 dB)
• Tíðarstýrt instillingsprogramm
• Spariprogramm
• Rustfrí trumla
• Stødd: H:59, 8 B:85 D:58 cm.
ZANUSSI
vaskimaskina
FLS 1072 C
• Sentrifugering 600/1000 u/min.
• Ullvask
• Elektronisk skúmeftirlit
• Mongdarautomatikkur
• Orkusparandi
PHILIPS fønari HP483
• 1600 Watt
• Við føn-nevi
• 3 hita-/
skjótleika
innstillingar
og kalda luft
kaffimaskina TKA 1201
• 750 Watt
• 8 koppar
• Aromabevarandi
glaskanna við loki
• Svingfiltur við
drypp-stopp
VOSS keramiskur
komfýrur ELK 870-1
• 4 dup. kókisonir
• 58 ltr. sjálvreinsandi
multiovnur
• 3 plusheitluftsystem
(200o uppá bert 7 min.)
• Barnatrygd: kalda ovns-
hurð við 3 løgum av glasi
OBH mikroovnur 7510
• 17 ltr. ovnsrúm
• 800 Watt
• Sjálvvirkandi snara-
tallerkur til javna upphiting
• Skjóta upptining
• Stødd: H:31 B:46,5 D:34 cm.
frystiboks SB 400
• 368 ltr.
• Innfrystningsmongd 22 kg.
um samdøgrið
• Stødd. H:85 B:156 D:65
frystiboks SB 300
• 284 ltr.
• Innfrystningsmongd 22 kg.
um samdøgrið
• Stødd· H:85 B:126 D:65
3.295,-
3.295,-
Við útkoyring og uppseting 3.695,-
Við útkoyring og uppseting 5.095,-
4.695,-
4.695,-
149,-
149,-
179,-
179,-
999,-
999,-
3.500,-
3.500,-
Við útkoyring og uppseting 3.700,-
3.100,-
3.100,-
Við útkoyring og uppseting 3.300,-
7.795,-
7.795,-
Við útkoyring og uppseting 8.195,-
Sosialurin - 311820
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Internet: www.sosialurin.fo
Sosialurin
Oddagrein
Kommunuvalið
– eitt einfalt val
NÓGV eru vallyftini, nú kommunuvalið stendur
fyri durum. Fleiri lyfti eru afturvendandi, meðan
onkur nýfikkin politikari roynir seg við onkrum
nýggjum, eitt nú at beina fyri vespunum í Havn,
og uppaftur aðrir royna at taka sær heiðurin av
onkrum góðum máli, har teir halda seg hava
havt ein fingur við í spælinum.
SOLEIÐIS er altíð, tá stundar til val. Men tað
eru ávís mál, ið meira eru kommunal mál, enn
onnur mál. Eftirhondini hava kommunarnar ikki
so nógv at siga til eitt nú skattaprosentið. Ein
orsøk er, at landsmyndugleikin hevur læst fast
eitt skattaprosent á einum ávísum stigi. Annað
er, at kommunurnar sjálvar hava læst seg fastar
so tætt við ovara markið, at har er ikki so nógv
at gera, og fáur kommunupolitikari dittar sær tí
at lova lægri skatt.
MEN ansingartørvurin hevur ein alt størri leiklut
í kommunupolitikkinum. Ikki bara barnaans-
ingartørvurin, men eisini tørvurin á plássum til
eldru medborgarar okkara.
TÓRSHAVNAR býráð samtykti í 1996, at barna-
ansingartørvurin skuldi verða loystur innan 10
ár. Út frá hesum stevnumiði hevur kommunan
virkað, og var ætlanin, at fáast skuldi til vega
30 pláss um árið. Hóast hetta talið hevur hildið,
so hevur barnatalið vaksið nógv meira, enn mett
varð um, og er tørvurin tí framvegis sera stórur.
Á býráðsfundi í Havn hóskvøldið var til viðgerðar
endamálsorðing frá sosialu nevnd um at loysa
allan barnaansingartørvin fyri 2003. Men henda
endamálsorðing varð ikki samtykt - og málið
beint aftur í nevndina.
TAÐ er sjálvandi stórt mál at seta sær hjá
kommununi at binda seg til at loysa allan tørvin
- 100%. Men hvat kunnu borgararnir annað
krevja? Hoyrir tað nakrastaðni heima, at komm-
unan bert vil tryggja tørvin eitt nú 75%?
SPURNINGURIN er púra greiður, tí valið stend-
ur ímillum, um vit vilja velja politikarar at stýra
kommunum okkara, sum vilja varðveita og
stimbra vælferðarsamfelagið, ella um vit velja
politikarar, ið ikki halda, at øll neyðvendigvís
skulu hava somu kor, tí at pengarnir skulu
brúkast til okkurt annað.
EITT kommunuval er ikki at val millum full-
veldispolitikarar ella sambandspolitikar. Valið er
einfalt, og kravið er einfalt. Vit skulu velja fólk at
stýra okkara kommunum, sum taka sosialu
viðurskiftini inn at hjarta. Fólk, sum veruliga vilja
loysa barnaansingartørvin, fólk, sum veruliga
vilja loysa tørvin á røktar- og ellisheimsplássum
og fólk, sum veruliga vilja gera nakað fyri sosialu
neyðina, sum týðiligast er komin til sjóndar í
høvuðsstaðnum.
Av royndum vita vit, at
sera nógv verður skrivað,
tá val er í hondum. Tí hev-
ur blaðleiðslan gjørt av, at
innsent politiskt tilfar í
samband við kommunu-
valið komandi verður av-
markað í longd til eina A4
síðu í vanligari skrift - ella
áleið 3.000 tekn - saman
við andlitsmynd av val-
evninum.
Øll valevni er kortini
vælkomin at skriva í Sos-
ialinum, men tilfar, ið ikki
lýkur treytirnar, kemur
ikki í blaðið.
Blaðleiðslan
Treytir fyri valgreinar
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið mintust okk-
um við vitjanum, uppringingum, hjálp á ymiskan
hátt, blómum og gávum, tá elskaði maður mín,
pápi, verpápi og abbi okkara
TÓRUR ZACHARIASEN
vanliga nevndur Tórur í Hesti
lá sjúkur og andaðist.
Ein serlig tøkk til heimahjálpirnar og heima-
sjúkrasystrarnar, sum gjørdu tað møguligt, at hann
kundi vera heima ta seinastu tíðina.
Hjalgrim Davidsen, Oddmar á Steig og Sverri
Steinhólm, tøkk fyri góð orð í heiminum og í kirkj-
uni. Salli Lognberg, tøkk fyri góðu orðini og sangin
á grøvini, somuleiðis tøkk til Sørin Steinhólm fyri
góða forsangin.
Tøkk, øll tit, ið fylgdu honum úr heiminum og
úr kirkjuni út í kirkjugarðin.
Tøkk tit, sum hjálptu til eftir jarðarferðina.
Stóra tøkk øll somul.
Fyri tey avvarðandi
Esther, Karin, Jónatan, Eyðun og Fríða
Burtur úr likaminum – heima hjá Harranum.
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt mintust
mammu okkara
SIGGU MALENU RASMUSSEN
Søldarfjørður
tá hon doyði og varð jarðað, takka vit hjartaliga.
Børnini
Nýggja føroyska
vaktarskipið verður
kanska lagt beinanvegin
– Fíggjarmálastýrið og
manningarfeløgini hava
nú ikki meiri enn fýra
dagar at fáa sáttmálavið-
urskiftini umborð á
nýggja vaktarskipinum í
rættlag. Annars sleppur
skipið ikki at loysa frá
bryggju í Noregi
ÁKI BERTHOLDSEN
Vandi er fyri, at tað nýggja,
føroysk vaktarskipið verður
lagt, longu áðrenn tað yvir-
høvur sleppur at loysa frá
bryggju í Noregi.
Eftir ætlan skal tað hand-
ast landsstýrinum 21. okt-
ober, men nú er vandi fyri,
at tað verður rakt av verk-
falli beinanvegin, so at tað
ikki sleppur til Føroyar sum
ætlað.
Orsøkin er, at ongin sátt-
máli er fyri teir, sum skulu
sigla við skipinum.
Og fyrrenn sáttmáli eg
gjørdur, kann skipið ikki
loysa.
Í sáttmálunum ímillum
manningarfeløgini
og
Fíggjarmálastýrið stendur,
at fær Vaktar- og Bjarging-
artænastan nýtt skip, skulu
samráðingar
verða
við
manningarfeløgini
um
nýggjar sáttmálar.
Hetta er bæði galdandi
fyri Skipara- og navigatør-
felagið og Maskinmeistara-
felagið, sum hava yvir-
menninar undir sær og fyri
Starvsmannafelagið, sum
hevur dekkararnar undir
sær.
Ein nýggjur sáttmáli er
ein avgjørd treyt fyri, at
nýggja vaktarskipið yvir-
høvur sleppur at loysa í
Noregi.
–Við ongum sáttmála,
sleppur skipið ikki at sigla,
so greitt er tað, sigur Ellint-
ur Abrahamsen, formaður í
Skipara- og navigatørfelag-
num
Gongur ongan veg
Men fyribils má staðfestast,
at tað gongur púra ongan
veg at gera hendan nýggjan
sáttmála.
Ein kunnandi fundur var
mitt í september ímillum
Fíggjarmálastýrið
øðru-
megin og Skipara- og nav-
igatørfelagið og Maskin-
meistarafelagið hinumegin.
Seinni var ein aftur ein
fundur um nýggjan sátt-
mála.
Triði fundurin varð hós-
dagin, og tá høvdu mann-
ingar væntað og vónað, at
ein nýggjur sáttmáli skuldi
koma undir land.
Ellintur Abrahamsen sig-
ur, at tað skuldi ikki verið
nakað til hindurs fyri at
komið undir land tá, tí tær
broytingar, sum skulu ger-
ast eru rættiliga einfaldar.
– Tað snýr seg heilt ein-
falt um at broyta lønina og
ongi annað, sum tekniskt
kundi verið meiri trupult,
sigur hann.
Men formaðurin í Skip-
ara- og Navigatørfelagnum
sigur, at fundurin var eitt
vónbrot, tí tey komu ikki av
fetinum.
–Vit løgdu okkara sjón-
armið fram, men so hendi
ikki meiri, tí vit fingu onki
svar, sigur Ellintur Abra-
hamsen.
Sostatt fóru partarnir frá
hvørjum øðrum og nýggjan
fund ber ikki til at hava fyrr-
enn 16. oktober.
Og tá sansar av álvara at,
tí sostatt hava partarnir bara
fýra dagar at viðurskiftini í
rættlag inntil skipið verður
handað tann 21, oktober.
Ellintur Abrahamsen vil
ikki avdúka krøvini hjá
Skipara- og Navigatørfelag-
num. Men tað skilst kortini,
at kravið er ein nokk so fitt-
lig lønarhækking.
Hann sigur, at tað er av-
gjørt neyðugt at fáa ein
nýggjan sáttmála.
– Yviremnn á vaktarskip-
um í grannalondum okkara
hava líka nógv eftir av løn-
ini, tá ið skatturin er goldin,
sum vit fáa í løn, áðrenn
skatturin er goldin, sigur
Ellintur Abrahamsen
Gunnleiv bíðar
Hinvegin eru samráðingar-
nar við tað triðja av mann-
ingarfeløgunum,
Starvs-
mannafelagið, als ikki byrj-
aðar enn.
Gunnleivur Dalsgarð, for-
maður, sigur, at Starvs-
mannafelagnum hevur gjørt
vart við hjá fíggjarmálastýr-
inum og hann væntar fund-
arboð fyrsta dagin.
Lesið meira á síðu 7
Eftir ætlan skal nýggja
vaktarskipið handast
landsstýrinum 21.oktober.
Men nú er vandi fyri, at
skipið verður lagt og tískil
ikki sleppur at loysa úr
Noregi