Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. oktober 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 193 - 7. oktober 2000 Nr. 193 - 7. oktober 2000 Á heimasíðuni hjá Fiski- rannsóknarstovuni er nú nýtt tilfar lagt út. Hetta eru frágreiðingar frá yvir- litstrolingunum á Føroya Banka í heyst. Tær siga nakað um støðuna hjá toska-, hýsu- og upsa- stovninum á Føroya- banka. Frágreiðingarnar kunnu lesast á www.frs.fo. Hóskvøldið var luta- Sunnudagsskúlin hjá Heimamissiónini hevur hvørt heyst ein talvudag í kirkjunum. Her verður savnað inn til sunnudags- skúlaarbeiðið. Í ár verður talvudagurin komandi sunnudag 15. oktober. Sunnudagsskúlin hjá Heimamissiónini virkar í nærum øllum bygdum í landinum. Har hava sunnu- dagsskúlalærarar boðað boðskapin um Jesus Kristus fyri børnum. Í dag eru 60 sunnudagsskúlar knýttir at Heimamissiónini. Eisini hava fimm sunnudagsskúlar Av røttum skuldi Út- oyggjanevndin havt fund 4. oktober, men av tí at fólk á útoyggjunum eru upptikin av heyst- fjøllunum og fletting, verður hesin fundurin út- settur til mikudagin 18. oktober. Tá kemur álitið í síni heild til viðgerðar, og verður fundurin tí vænt- andi allan dagin. Løgmaður skal eisini hava álitið, men tann handanin er útsett, av tí at kommunuvalið fyrst Talvan gongur fyri Sunnudagsskúlan varð sett at vera 14. november, meðan álitið skuldi handast 15. november. Álitið verður nú latið løgmanni 30. november, sjálvt um val- ið nú er flutt til 21. nov- ember. Ti ber hjá øllum at fylgja við í arbeiðnum hjá Útoyggjanevndini á www.utoyggj.fo SíS kast á Fiskirannsóknar- stovuni um 10.000 krón- ur. Lutaseðlar eru latnir teimum, sum hava sent fiskamerkir inn hetta seinasta árið. Greitt varð eisini frá úrslitunum av merkjaroyndunum hesi seinastu árini. Skurðurin forðar Útoyggjanevndini Handilin letur upp í hølun- um, har Tímamyndir vóru fyrr í Dr. Jakobsens gøtu í Havn. Øll telduútgerðin og framleiðslutólini hjá handl- inum eru nýggj. Tað er sp/f Myndir, sum er eigari av handlinum. Málið er at gera ein handil, sum lýkur øll nútíðar krøv viðvíkjandi myndum. Handilin er limur í donsku ketuni PhotoCare, sum frammanundan er í Klaksvík, og teir báðir handlarnir í Føroyum fara at hava eitt tætt samstarv. Í Danmark eru 70 PhotoCare handlar, og ein er í Nuuk í Grønlandi. SíS Fiskastovnarnir á Føroyabanka Nýggjur fotohandil latin upp í Danmark tilknýti til Heimamissiónina í Før- oyum. Tilsamans eru uml. 3000 børn á hesum sunnudagsskúlum hvørja viku. Ein landsnevnd stýrir sunnudagsskúlunum, og høvuðsuppgávan hjá teim- um er at stuðla arbeiðnum, ráðgeva lærarunum og skipa fyri landsarbeiði kring landið. Ein barnaráðgevi er settur at samskipa øllum arbeiðnum. Í summar skipaði Sunnu- dagsskúlin fyri sjey barnalegum í leguhúsinum í Nesvík, einari í Porkeri og einari í Sørvági. Tær vóru væleydnaðar og eini 1000 børn luttóku umframt leið- ararnar. Eisini hevur sunnudags- skúlin skipað fyri felags sunnudagsskúla í teimum ymsu økjunum runt um í landinum. Tiltakið var í sambandi við, at vit í ár minnast Jesu føðing fyri 2000 árum síðani. Eisini til hesi tiltøk var uppmøtingin góð. SíS Altjóða ráðstevna í Norðurlandahúsinum 24 -25 oktober Ráðstevnan fer at lýsa føroyska luttøku í komandi oljutilgongdini og hvussu vit tryggja okkum veruliga luttøku í leitingarskeiðinum. Fyrilestrahaldarar verða fleiri leiðandi fólk í Føroyum og úr oljuvinnuni. Spurningurin á ráðstevnuni verður, um hvørjar ætlaninar oljufeløgini hava at brúka føroyskar veitarar, og um tær fara at standa mát við vónirnar? Teir 4 loyvishavarnir The Faroes Partnership, BP/amoco, Statoil Group og Agip Group, fara at leggja fram teirra ítøkiligu ætlanir um brúk av føroyskum tænastum. Dentur er lagdur á, at loyvishavararnir greina í hvønn mun teir hvør sær vilja taka lut í virðisøking, førleikamenning og infrastruktur í Føroyum. Hvat verður úrslitið og hvørjar verða niðurstøðurnar? – tak lut á ráðstevnuni og fá nærri at vita. Workshop Á ráðstevnuni verður ein workshop, har føroyskar og útlendskar fyritøkur fáa møguleikan at bjóða seg fram. Kringlan verður karmur um framsýningina, har møguleiki er hjá hvørjum einstøkum virki, at seta upp plakatir og hava eina framsýning á teldu. Workshoppin er eisini ætlað at knýta sambond og menna komandi samstarv millum føroysku og útlendsku fyritøkurnar, ið hava boðað frá luttøku. Offshore Faroes 2000 House of Industry Stephanssons Hús Tekna teg til: Fyri luttøku á ráð- stevnuni báðar dagarnar, er kostnaðurin fyri hvønn kr. 1.500. u/mvg Fyri luttøku í workshop og ráðstevnu, er kostnaðurin fyri hvønn luttakara kr. 6.000 u/mvg Tekningarlisti liggur á heimasíðuni www.offshore.fo Ella vend tær til: Stephanssons Hús Kongabrúgvin, 100 Tórshavn tlf. 31 42 91, fax 31 64 54, e-postur: offshore@offshore.fo Ráðstevnan í Norðurlandahúsinum 24 - 25. oktober, fer at lýsa føroysku luttøkuna í komandi leitiskeiðnum STEPHANSSONS HÚS SVEINUR TRÓNDARSON Nú verður farið undir fjórða byggistig við Løgmanna- breyt í Hoyvík. Fyrrdagin skrivaðu Sp/F Høgni Mikkelsen og JHR Entre- prenørar, úr Rituvík, undir sáttmála, sum hevur við sær, at JHR skal gera alt jørð- og betongarbeiðið í sambandi við fjórða byggi- stig. Sáttmálin partanna mill- um ljóðar upp á góðar tríggjar milliónir, og ar- beiðið skal verða liðugt í mai mánaði næsta ár. Tað skulu gerast 25 nýggj raðhús við Løgmannabreyt, men hóast byggiharrin er tann sami, sum hevur gjørt hini 43, sum standa í høgru síðu, tá koyrt verður niðan- eftir, so verða hesi húsini ikki heilt lík hinum. Niðara hæddin verður heldur størri enn í hinum húsunum, men samstundis verður loftið nakað minni. Høgni Mikkelsen, sigur, at samlaða gólvarealið verður upp á umleið 160 fermetrar tá alt er innrættað, býtt á 100 í niðaru hæddini og 60 á loftinum. Áðrenn langt um líður verið farið undir fjórða byggistig við Løgmanna- breyt. Tá hesi 25 húsini eru liðug, standa ikki færri enn 68 hús í hesum býlinginum Húsini verða kortini bara seld við niðaru hæddini innrættaðari, greiðir Høgni frá. - Orsøkin er nokkso einføld. Vit hava valt at vaksa eitt sindur um tað inn- rættaða økið í niðaru hædd- ini. Á tann hátt fáa vit pláss fyri trimum kømurum ístaðin fyri tveimum, og tí er ikki fyri neyðini at innrættað báðar hæddirnar. Tann møguleika kunnu keypararnir so hava seinni, um so er, at teir meta, at tað verður neyðugt, sigur Høgni Mikkelsen. Tá vit spyrja um hví hann ikki fer at innrætta báðar hæddirnar sigur hann, at hann tímir ikki undir stríðið. - Tað er nógv einfaldari at arbeiða við. Vit selja hesa loysnina, og tað er so tað, sigur hann. Annars greiðir Høgni frá, at gravgangurin eftir rað- húsum er stórur. - Spyr ikki, sigur hann og smílist. - Áhugin er sera stórur. Tað vísti seg longu tá farið varð undir tríðja byggistig. Tá øll tey húsini vóru seld, bóðu fólk um loyvið til at seta seg á bíðilista til fjórða byggistig, so tað er næstan komið av sær sjálvum, greiðir Høgni frá. Og tað merkir, at av teimum 25 húsunum, sum verða gjørd í fjórða byggistigi, eru bert tvey ella trý hús eftir. - Eg skal siga tær, at telefonin kimar alla somlu tíðina, leggur hann afturat. Sum verða man, er áhugin at fáa at vita, hvat húsini kosta, stórur. Húsini í trimum teimum fyrstu byggistigunum, kostaðu um 900 túsund, varð ein hædd innrættað, og knappliga 1,1 um báðar hæddirnar vórðu innrættaðar. Hvussu verður so við hesum? - Av tí at vit bara innrætta ta einu hæddina, so verður bert tann eini prísurin og hann er 1,05 millión fyri húsi, sigur Høgni. Áðrenn fleiri spurningar koma, greiðir hann frá, at orsøkin til, at hesi vera held- ur dýrari eru fleiri. — Fyri tað fyrsta eru hesi húsini størri enn hini og við tí vera tey dýrari av sær sjálvum. So broytast prísirnir eisini, og tað spælir eisini eitt sind- ur inn, sigur Høgni, sum kortini leggur dent á, at tað serliga er tí, at hesi húsini eru størri enn hini, at tey vera dýrari. Tá vit spyrja hann nær ætlanin er, at tey skulu vera liðug, sigur hann: - Málið hjá okkum er, at tey skulu vera liðug næsta ár. Øll somul. Tá er so eisini liðugt at byggja her uppi, sigur hann og smílist, með- an hann hyggur oman móti stykkinum, sum enn liggur heilt og pent. Tað ger tað kortini ikki so leingi afturat, tí um nakrar dagar fer JHR at seta grabbarnar í. Nú verður farið undir 4. byggistig við Løgmannabreyt og tá tey 24 húsini eru liðug, standa ikki færri enn 68 lonir, sum Høgni Mikkelsen hevur bygt Mynd: Jens K. Vang Nú er arbeiðsloysið í Føroyum niðri á 2% ÁKI BERTHOLDSEN Nú er arbeiðsloysið í Før- oyum komið heilt niður á 2%. Hetta sæst á teimum nýggjastu hagtølunum, sum Hagstova Føroya hevur gjørt yvir arbeiðsloysið í Føroyum. Tølini vísa, at í august mánaða í ár fingu 651 fólk útgjald frá ALS. Umroknað til fulltíðar- størv er hetta 604 størv. Hetta er 2% av arbeiðs- styrkini, sum er roknað til at vera 24.250 fólk í august í ár. Men harafturat eru tað 899 fólk, sum fáa stuðul eft- ir fiskavirkisskipanini. Hetta er roknað um til 234 fulltíðarstørv, sum er 1% av arbeiðsstyrkini Nøkur fólk hava verið so leingi í ALS, at tey fáa ikki útgjald longur. Og tilsamans eru nú 694 fólk skrásett í ALS, sum verandi tøk á ar- beiðsmarknaðinum. Men tað eru eisini nøkur, sum fáa stuðul frá Al- mannastovuni tí tey eru ar- beiðsleys. Í august í ár vóru tey 250 í tali og tað er eisini 1% av arbeiðsstyrkini. Sostatt kann staðfestast, at arbeiðsloysið er alsamt minkað hesi seinastu árini. Í august í 1998 vóru 669 fólk í fiskavirkisskipanini, tað vóru 259 fulltíðarstørv. Tey fulltíðararbeiðsleysu vóru 977 í tali, tað eru 846 fulltíðarstørv og tá fingu 463 fólk stuðul vegna arbeiðsloysi frá ALS. Í august í 1998 vóru 1.073 fólk tøk hjá ALS. Tá fingu 463 stuðul frá ALS vegna arbeiðsloysi. Nógv fleiri konufólk Enn sum áður, vísir tað seg, at tað eru nógv fleiri konu- fólk arbeiðsleys, enn tað eru mannfólk. Av teimum 651 fólkun- um, sum fingu arbeiðsloys- isstuðul í august í ár, vóru heili 461 konufólk, ímeðan 190 vóru mannfólk. Og av teimum 694 fólk- unum, sum vóru skrásett hjá ALS tilsamans, vóru 491 konufólk og 203 mannfólk. Sostatt er gongdin ikki broytt, tí hetta hevur verið mynstrið tey seinastu árini. Tey flestu arbeiðsleysu eru í aldrinum 55-66 ár. Tey vóru 181 í tali í august í ár og í hesum aldursbólkinum er ikki heilt so grefligur munur á mannfólkum og konufólkum, tí mannfólkini eru 72 í talið og konufólkini 109. Talan er um 4% av fólkatalinum. Tey næstflestu arbeiðs- leysu eru í aldrinum 25-34 ár og í hesum aldursbólk- inum eru næstan fimm ferð- ir so nógv arbeiðsleys konu- fólk, sum tað eru mannfólk. Tey arbeiðsleysu konu- fólkini í hesum aldrinum vóru 137 í tali og mann- fólkini 28. Tilsamans eru tey 3% av fólkatalinum. Men í hesum aldursbólk- inum eru tey arbeiðsleysu konufólkini 5% av fólka- talinum og mannfólkini bara 1%. Mest í Suðuroy Annars sæst, at upp á seg er arbeiðsloysið størst í Suð- uroyar syðru helvt, tí har eru 4% av fólkatalinum ar- beiðsleys. Har eru 61 fólk tøk hjá ALS. Í Suðuroyar Norðaru helvt er talan um 3%. Minsta arbeiðsloysið er nú í Sandoy, har tað bara er 1% av fólkatalinum, tí har eru bara 13 fólk tøk hjá ALS. –Tað hevur gingið nógv framá í Føroyum seinastu árini og nú er arbeiðsloysið heilt niðri á 2% av. Men nógv fleiri konufólk eru arbeiðsleys, enn mannfólk Fara nú undir fjórða byggistig