leygardagur 7. oktober 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 193 - 7. oktober 2000
Nr. 193 - 7. oktober 2000
MAGNUS DAM
KEYPMANNAHAVN
Hóast teir eru ósamdir um
endaliga málið, so eru Óli
Breckmannn og Jóannes
Eidesgaard samdir um, at
eitt úrslit nú má spyrjast
burturúr samráðingunum
millum
landsstýrið
og
stjórnina.
Óli Breckmannn heldur,
at partarnir nú mugu royna
at fáa greiðu á teimum mál-
unum, sum semja tykist
vera um, og Jóannes Eides-
gaard heldur, at føroyska
fólkið nú má sleppa at taka
støðu til eitt ella annað
úrslit.
Teir umboða ávikavist
samgonguna og andstøðuna
í Føroyum, men hvørgin
teirra er nøgdur við samráð-
ingargongdina.
Óli Breckmann fanst í
røðu sínari serliga at donsku
stjórnini, tí hon ikki hevur
eftirlíkað føroyska ynskin-
um um longri skiftistíð. Og
fólkatingsmaðurin er sera
ónøgdur við, at tað hevur
gingist so striltið hjá pørt-
unum at finna eina semju
um búskaparliga partin.
Tað, sum nú liggur á borð-
inum er ikki nóg gott, held-
ur Óli Breckmann.
– Løgmaður hevur sagt
alment, at hann ikki ætlar
at leypa út í hylin uttan fyrst
at tryggja sær, at vatn er í
hylinum. Og støðan hjá løg-
manni er hervið endurtikin
av Fólkatingsins røðara-
palli. Tað verður altso ikki
nøkur fólkaatkvøða um før-
oyskt fullveldi, um meiri-
lutin ikki frammanundan er
vísur, segði Óli Breckmann.
Óli Breckmann ásannaði,
at tað ikki slepst longur í
spurninginum um skiftistíð-
ina.
– Tríggjar ferðir hevur
landsstýrið samráðst við
stjórnina við sama samráð-
ingarupplegið — og tað var
kanska eina ferð ov nógv.
Men uppleggið er so roynt.
Vit eru nú kroyst til at
boyggja okkum fyri hesum
og taka undir við einari fýra
ára langari skiftistíð, um vit
ynskja fullveldi her og nú.
Á henda hátt hevur forsæt-
isráðharrin í stóran mun
ávirkað tað valið, sum hann
pástendur, at Føroya fólk
einsamalt skal avgera.
Skeiv raðfylgja
Jóannes Eidesgaard minti í
sínari røðu á, at sjálvstsýri
ikki er eitt mál í sjálvum sær
hjá
Javnaðarflokkinum.
Eins og eitt framhald av ver-
andi støðu heldur ikki er eitt
mál í sjálvum sær.
– Tað eru tey samfelags-
ligu áhugamálini – gerand-
isdagurin hjá fólki – sum
upptekur okkum. Harvið er
ikki sagt, at tað ikki eisini í
okkara hjørtum býr eitt
ynski um, at føroyingar taka
fulla ábyrgd av okkara egna
landi. Tað er okkara greiða
mál, at vit útbyggja okkara
sjálvræði á øllum økjum,
men vit síggja eisini fyri-
munir í einum samstarvi,
segði Jóannes Eidesgaard.
Fólkatingsmaðurin
hjá
Javnaðarflokkurin helt, at
gongdin í løtuni er skeiv.
– Um vit siga, at øll hend-
an gongdin hevur tvey stig,
so má fyrsta stig koma áðr-
enn annað stig. Fyrsta stig
er at fyrireika samfelagið at
standa á egnum beinum pol-
itiskt, umsitingarliga og bú-
skaparliga. Annað stig er
fyri okkum sjálvt stigið út
úr ríkisfelagsskapinum, um
føroyingar til ta tíð halda,
at tað er tann besta loysnin.
Stutt sagt, er støðan tann, at
samgongan ætlar at gjøgn-
umføra stig nummar tvey,
meðan vit vilja gjøgnum-
føra stig nummar eitt. Vit
siga fyrst stig eitt, og so má
tíðin vísa, hvat hendir. Ta
avgerðina mugu teir føroy-
ingarnir taka, sum til ta tíð
hava ábyrgdina av samfel-
agnum,
segði
Jóannes
Eidesgaard.
Søguligi møguleikin
Jóannes Eidesgaard kom
eisini inn á søguliga møgu-
leikan, sum nógv hevur ver-
ið tosað um.
– Vit hava eitt søguligt
skeið í føroyskum politikki
júst nú. Allir flokkar taka
undir við broytingum, og tað
er ongantíð hent síðani 1906.
Ósemjan snýr seg um,
hvussu stórar broytingarnar
skulu verða. Men tað finst
eisini ein felagsnevnari.
Hann gongur sjálvsagt ikki
ynskjunum hjá øllum flokk-
um á møti, men hann ger ein
stóran meiriluta av fólkinum
nøgdan.
Og Óli Breckmann helt
eisini, at partarnir eiga at
gera meira fyri at finna eina
semju, sum kann fáa so
breiða undirtøku sum gjørl-
igt.
– Fullveldið her og nú
skilur landsstýrið og stjórn-
ina. Og hetta skilur eisini
samgongu og andstøðu í
Føroyum. Men lat okkum
hyggja at tí, sum í øllum før-
um Javnaðarflokkurin og
samgongan í Føroyum eru
samd um. Partarnir eru
samdir um at fáa eina avtalu
í staðin fyri heimastýrislóg-
ina, sum er fólkarættarliga
bindandi, og sum Fólkating-
ið ikki kann taka aftur. Hetta
er í øllum førum greið tala.
Løgtingið skal verða evsta
vald. Føroyingar og danir
varðveita rættindini hjá
hvørjum øðrum, og ein av-
tala skal gerast um, at blokk-
stuðulin minkar yvir eitt
nærri ásett áramál, sum allir
Fáið nú gongd á
Báðir teir føroysku fólkatingslimirnir heittu hóskvøldið á donsku stjórnina um
at fáa gongd á aftur samráðingarnar um framtíðarstøðu Føroya. Áheitanin var
borin fram í Fólkatinginum undir orðaskiftinum um setanarrøðu forsætisráð-
harrans.
partar kunnu semjast um.
Tómrúm
Óli Breckmann vísti á, at
tað í løtuni er eitt politiskt
tómrúm í Føroyum, sum
millum annað kemst av,
at heimastsýrislógin er út-
brend.
– Tann politiska menn-
ingin er ongantíð liðug,
verður sagt. Men í Før-
oyum er hendan menn-
ingin tíverri steðga upp.
Og hon kemur bert í
gongd aftur, um allar góð-
ar kreftir í Løgtinginum
og Fólkatinginum finna
eina so góða loysn á
ósemjuni, at so nógvir
føroyingar sum gjørligt
halda, at viðurskiftini
millum Føroyar og Dan-
mark aftur eru vorðin góð.
Jóannes
Eidesgaard
heitti somuleiðis á part-
arnar um at fara fram við
virðing fyri hvørjum øðr-
um. Óansæð um partarnir
eru ósamdir um ynskini
hjá hvørjum øðrum.
– Hetta skylda vit okk-
ara søguligu fortíð og
okkara framtíðar sam-
starvið.
At enda heitti Jóannes
Eidesgaard á partarnar
um ikki at lata samráðing-
arnar draga óneyðuga
leingi út.
– Hetta er at kalla tað
einasta málið á politisku
dagsskránni í Føroyum í løt-
uni, hóast vit áttu at verið
upptiknir av at loysa onnur
týdningarmikil mál.
Halda fram
Poul Nyrup Rasmussen end-
urtók á røðarapallinum hós-
kvøldið, at partarnir eru kom-
nir langt í samráðingunum,
men at tað framvegis eru
nógv mál eftir at loysa.
– Eg havi sagt við løg-
mann, at vit eru til reiðar at
halda fram, segði forsætis-
ráðharrin og legði afturat, at
hann hevur fylgt við í orða-
skiftinum í Føroyum seinastu
tíðina og eitt nú lagt til merk-
is, signalini, sum eru komin
frá millum annað samgongu-
limum.
– Tað er avmarkað, hvussu
langt eg kann fara inn í tað
kjakið her, tí tá kann eg koma
at leggja meg útí føroyska
kjakið. Eg vil bara endurtaka,
at vit eru til reiðar at halda
fram við samráðingunum á
tí grundarlagnum, sum Løg-
tingið og landsstýrið hava
samtykt og enn einaferð
vátta, at tað besta fyri Før-
oyar og okkum er, at so breið
semja sum gjørligt er um
endaligu loysnina, segði
danski forsætisráðharrin.
Boðini frá báðum teimum
føroysku fólkatingslimunum
í viðmerkingunum til
setanarrøðu Nyrups vóru
greið. Nú skal glið fáast á
ríkisrættarligu
samráðingarnar
JOHN JOHANNESSEN
Løgtingið hevur allan av-
gerðarrætt á lóggávuøkin-
um, og halda tingfólk, at
ávís mál krevja drúgva við-
gerð árenn tey verða sam-
tykt, skulu tey bara syrgja
fyri, at viðgerðin verður
drúgv.
Hetta heldur Anfinn V.
Hansen, advokatur, sum
hevur verið við til at gera
stýrisskipanarlógina, sum er
galdandi í Føroyum.
Tingfólk hava funnist at,
at løgtingið er vorðið ein
avgreiðslustova hjá lands-
stýrinum, sum bert situr og
samtykkir tey lógaruppskot,
landsstýrið leggur fyri ting-
ið.
Men hesar atfinningar
heldur Anfinn V. Hansen
vera óneyðugar. Tí tað er
løgtingið og eingin annar,
ið ger av, hvussu drúgva
viðgerð, tey ymisku lógar-
uppskotini fáa.
Kommunulógin kundi
bíðað
Eitt tað feskasta dømið um
eitt mál, sum er skundað
ígjøgnum í løgtininum er
broytingin í lógini um
kommunuval.
Løgtingið
samtykti
fríggjadagin endaliga at
broyta lógina um komm-
unuval. Men fyri, at tað
kundi bera til at halda
kommunuval eftir hesari
lógini í november, mátti
løgtingið eisini samtykkja
eina orðing, sum sigur, at í
ár 2000 skal kommunuvalið
haldast 21.november. Lógin
sigur annars, at kommunu-
val skal haldast annan týs-
Orsøkin til, at embætisfólk og landsstýrið hava alt valdið í Føroyum er, at
tingfólk ikki duga nóg væl at brúka síni aboð. Hetta heldur ein av advokatunum,
sum hava gjørt stýrisskipanarlógina
dag í november.
Hetta hava løgtingsmenn
sagt vera at vanvirða tingið.
Men Anfinn V. Hansen hel-
dur ikki hald vera í kritikk-
inum frá tinglimunum.
– Tingið kundi bara svara
landsstýrinum, at tað ikki
bar til at samtykkja lógina
undan kommunuvalinum í
ár, og tí mátti kommunuval-
ið fara fram eftir gomlu lóg-
ini, sum hevur virkað í nógv
ár, sigur advokaturin.
Boðskapurin frá Anfinn V.
Hansen er greiður. Tingið
skal bara gera greitt fyri
landsstýrinum, at tað er tað,
ið er lóggávumyndugleikin
og tískil ger av, hvussu og
nær lógaruppskot verða av-
greidd.
Nýta ikki
serkunnleikan
Tingfólk hava eisini funnist
at, at tey ikki hava somu
møguleikar sum landsstýrið
at leggja fyri tingið væl
gjøgnumarbeidd lógarupp-
skot.
Men hetta heldur Anfinn
V. Hansen eisini vera atfinn-
ingar, sum einki hald er í.
–QLøgtingslimir
kunnu
nýta alla ta ráðgeving, sum
teir ynskja, tá teir skulu
smíða lógaruppskot. Tað
einasta, løgtingið skal gera,
fyri at hetta skal bera til, er
at játta nóg nógvan pening
á fíggjarlógini til ráðgeving
til tingfólk, sigur advokat-
urin.
Og at fáa hendan pening-
in játtaðan, heldur Anfinn V.
Hansen ikki vera nakran
trupulleika, tí tað er jú løg-
tingið, ið skal góðkenna
fíggjarlógina.
Tingfólk eru
óprofessionell
Hava kravt 30-40%
í lønarhækkingum
ÁKI BERTHOLDSEN
Tað er rættiliga stór ósemja
ímillum fíggjarmálastýrið
um, hvussu lønarviðurskift-
ini hjá yvirmonnunum á
nýggja
vaktarskipinum
skulu vera.
Tummas
Magnussen,
leiðari á lønardeildini í
fíggjarmálastýrinum, sigur,
at enn eru samráðingarnar
ongan veg komnar.
Og hetta kemur púra ó-
vart á hann, tí hann hevði
væntað, at hetta fór at verða
ein løtt uppgáva.
Men ístaðin er støðan
tann, at partarnir eru ikki so
frægt sum samdir um, hvat
teir skulu samráðast um.
- Vit hava nokk ymiska
uppfatan av, hvat hesar
samráðingarnar skuldu vera
um, sigur Tummas Magn-
ussen.
Hava kravt 30-40%
Hann sigur, at í Fíggjar-
málastýrinum høvdu tey
væntað, at samráðingarnar
skuldu snúgva seg um, at
finna ein hóskandi bólk í
sáttmálanum, sum er, at seta
manningin á nýggja skipin-
um í.
– Vit hævdu væntað, at
tað skuldi ikki meiri enn ein
stuttur fundur til at semjast
um tað.
– Hinvegin hava manning-
arfeløgini lagt krøv fram,
sum onki hava við nýggja
skipið at gera.
– Teirra krøv byggja á, at
lønin sum heild er ov lág.
Tummas Magnussen sig-
ur, at Skipara- og Naviga-
Tummas Magnussen á Løn-
ardeildini í fíggjarmálastýr-
inum er bilsin av krøvunum
hjá manningarfeløgunum
um, hvussu nógva løn, yvir-
menninir á nýggja vaktar-
skipinum skulu hava
tørfelagið tískil hava lagt
krøv fyri Fíggjarmálastýrið
um lønarhækkingar upp á
millum 30-40%.
Men hetta vil fíggjar-
málastýrið ikki samráðast
um.
– Slík krøv hoyra heima í
teimum vanligu sáttmála-
samráðingunum. Men tað
eru ikki vanligar sáttmála-
samráðingar, vit eru í holt
við nú.
– Tað, sum vit skulu sam-
ráðast um nú, er at finna ein
hóskandi lønarbólk í sátt-
málanum sum er, at seta
yvirmennirnar á nýggja
skipinum í, sigur Tummas
Magnussen.
Vit spurdu hann eisini,
sum hann heldur, at tað er
langt ímillum partarnar.
– Tað mugu vit siga, at
tað er. Nú hava vit havt
tríggjar fundir, uttan at
verða komnir nakran veg,
so nakað er ímillum okkum,
sigur hann.
Anfinn V. Hansen heldur, at tingmenn sjálvir kunnu lóggeva
soleiðis at embætismenn ikki stýra landinum
Í fíggjarmálastýrinum høvdu tey væntað, at tað bleiv lætt at
finna semju fyri yvirmenninar á nýggja vaktarskipinum og
tey eru bilsin av, at tað gongur so illa
-Góðir brúktir frá
REYNI SERVICE
REYNI SERVICE
OpiÝ: Mn.-fr. 8.00-17.00
Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040
AVHEINTINGARTILBOÐ
VØRUVOGNAR
Sosialurin - 311820
TOYOTA CAMRY
2,2 GL AUTOMAT.
Skrás.: 28-06-96
Km.: 78.000
Prísur: 179.600,- Garanti*
TOYOTA AVENSIS
1,8 SOL L/B
Skrás.: 13-01-99
Km.: 28.000
Prísur: 165.600,- Garanti**
TOYOTA CARINA
E 2,0 Gli Aut.gear
Skrás.: 13-06-96
Km.: 82.000
Prísur: 127.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA
2,0 Xli
Skrás.: 19-10-90
Km.: 122.000
Prísur: 57.600,-
TOYOTA CARINA
E 1,8 L/B
Skrás.: 30-12-93
Km.: 140.000
Prísur: 89.600,- Garanti*
FORD ESCORT
1,8 DIESEL
Skrás.: 13-12-95
Km.: 87.000
Prísur: 78.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA
E 1,6 CDX
Skrás.: 16-10-96
Km.: 39.000
Prísur: 117.600,- Garanti*
Sýnaður
01-00
TOYOTA COROLLA
1,6 Aut.gear
Skrás.: 09-08-95
Km.: 60.000
Prísur: 98.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
1,3 H/B
Skrás.: 20-04-99
Km.: 7.000
Prísur: 128.600,- Garanti**
TOYOTA CAMRY 1,8 XL
Skrás.: 30-06-88
Km.: 240.000
Prísur: 15.600,-
TOYOTA COROLLA
1,3 GALLA
Skrás.: 01-05-95
Km.: 139.000
Prísur: 87.600,- Garanti*
Sýnaður
12-99
TOYOTA COROLLA
1,3 GALLA
Skrás.: 20-09-95
Km.: 72.000
Prísur: 85.600,- Garanti*
Sýnaður
06-99
TOYOTA COROLLA
1,3 GLS H/B
Skrás.: 16-10-97
Km.: 52.000
Prísur: 110.600,- Garanti*
Sýnaður
04-99
TOYOTA CARINA 1,6 DS
Skrás.: 09-06-87
Km.: 221.000
Prísur: 15.600,-
Sýnaður
05-00
NISSAN BLUEBIRD
Skrás.: 12-06-87
Km.: 157.000
Prísur: 17.600,-
Sýnaður
08-00
NISSAN BLUEBIRD
Skrás.: 26-03-86
Km.: 192.000
Prísur: 2.000,-
OPEL ASCONA 1,6
Skrás.: 01-01-87
Prísur: 3.600,-
VW TRANSPORTER
Skrás.: 17-02-87
Km.: 190.000
Prísur: 18.600,-
TOYOTA DYNA 150 V/ LAST
Skrás.: 24-02-97
Km.: 100.000
Prísur: 90.600,-
TOYOTA LANDCRUISER
2,4 DIESEL
Skrás.: 05-11-86
Km.: 230.000
Prísur: 48.600,-
VW LT 35 VAN
Skrás.: 30-06-93
Prísur: 39.600,-
Støkkið inn á gólvið!
TOYOTA CARINA
E 2,0 Gli SED.
Skrás.: 30-04-98
Km.: 24.000
Prísur: 167.600,- Garanti**
TOYOTA CARINA
E 1,6 SEDAN
Skrás.: 30-05-94
Km.: 107.000
Prísur: 98.600,- Garanti*
Sýnaður
03-00
TOYOTA CARINA
2,0 Gli
Skrás.: 02-07-90
Km.: 170.000
Prísur: 65.600,-
Sýnaður
03-00
TOYOTA CARINA
1,6 Xli
Skrás.: 11-06-91
Km.: 108.000
Prísur: 48.600,-
Sýnaður
09-00
VOLVO 460
SEDAN
Skrás.: 25-05-90
Km.: 92.000
Prísur: 48.600,-
Sýnaður
06-99
HONDA ACCORD
1,8
Skrás.: 01-11-97
Km.: 53.000
Prísur: 148.600,- Garanti*
FORD MONDEO
2,0 AIR-CON
Skrás.: 02-07-96
Km.: 52.000
Prísur: 120.600,- Garanti*
FORD FIESTA
1,8 DIESEL
Skrás.: 26-01-96
Km.: 115.000
Prísur: 65.600,-
FORD FIESTA
1,8 DIESEL
Skrás.: 27-07-93
Km.: 115.000
Prísur: 58.600,-
KIA SEPHIA
1,5
Skrás.: 17-04-97
Km.: 59.000
Prísur: 62.600,-
SUZUKI BALLENI
1,6 GLX
Skrás.: 26-06-96
Km.: 52.000
Prísur: 87.600,- Garanti*
V/ DUP.
KABINU
* Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða
seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN
** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti
frá fyrstu skrás. dato