Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. oktober 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 193 - 7. oktober 2000 Nr. 193 - 7. oktober 2000 Eyðun Klakstein Merkið flaggar í hálvari stong á Skarvanesi. Einasta flaggið í bygdini veitrar so lívliga í nógva vindinum, sum fýkur avstað millum húsini. Nú er eingin eftir á Skarvanesi at fara upp ein vindharðan hósdag sum hendan, stara út gjøgnum vindeygað, út á Skúvoyar- fjørð ella inn á Sand, har gerandisdagurin gongur sína vanligu gongd. Hetta er dagurin, tá Christoffur á Fjallinum fer til gravar úr kirkjuni í grannabygdini, Húsavík. Hann doyði mánadagin, og Farvæl til teir seinastu á Skarvanesi Náttúruljóðini spæla hart hendan dag- in, tá Skarvanes sigur farvæl til sein- asta fastbúgvandi mannin í bygdini Brøðurnir Olivur og Christoffur doyðu so at siga dag um dag, og tá teir fóru til gravar í Húsavik, segði Skarvanes samstundis farvæl til seinasta íbúgvan í bygdini. Mynd: Jens Kristian Vang Bygdarvegurin smýgur sær millum húsini og hjallarnar, sum standa tøtt lið undir lið í lítlu bygdini, haðani seinasti fastbúgvandi maðurin nú er farin. Mynd: Jens Kristian Vang nú hann er farin úr bygdini, er eingin fastbúgvandi eftir á Skarvanesi. Lítla bygdin hevur sæð betri dagar, tá umræður fólkatal, men seinasti mað- urin, sum so trúliga hevur hildið til á Skarvanesi – einsamallur seinnu árini – hevur nú lagt árarnar inn. Eitt lítið orkestur Gamli og slitnið bygdarveg- urin smýgur sær millum húsini og hjallarnar, sum standa tøtt lið undir lið í lítlu bygdini. Náttúruljóðini spæla hart hendan dagin. Støðuga dun- ið frá briminum spælir fyrstu violin í einum líltum orkestri, har eisini ein á tutl- ar, og vindurin hvínur. Ein skirvisligur postkassi hongur á einum av húsun- um, men tað tykist eyðsýnt, har verður eingin postur tveittur niður í longur. Nøvnini standa framvegis á kassanum, men hann hong- ur í klønum trái og tykist kunna fara í vindinum, nær tað skal vera. Skaldini stara Skúlin stendur so eina og aleina har norðuri í bygdini. Skitnu vindeyguni lata ljós- ið koma inn í stovuna, har borð og benkur av træi framvegis standa. Næming- arnir eru langt síðani rýmd- ir, og har kemur ikki lív í aftur, hóast gamla innbúgv- ið framvegis stendur, sum tað stóð. Við rygginum til Skúvoy- arfjørð plagdi lærarin at sita og líta børnini í eyguni, og stólurin hjá honum stendur eisini har enn. Á vegginum aftan fyri hanga framvegis myndir av eldri føroyskum rithøvund- um, skøldum og mentafólki oman fyri svørtu talvuna. Teir stara út í skúlastovuna. Hvørki uppgevandi ella keddir, men júst soleiðis sum teir gjørdu, tá tað ikki kom upp á tal, at ein hálv- tóm fløska kundi standa á einum av borðunum, soleið- is sum hon ger tað í dag. Seinasta heilsan Samanbresturin millum gomlu tíðina og framstigið er hvørki dramatiskur ella eyðsýndur, men hann er har. Ein gomul rustað mina stendur millum húsini, og tað gera eisini nøkur elskáp og ein almennur bláur post- kassi. Elsteyrarnir eru ikki tiknir niður, sum so nógva aðra- staðni, og el-kaðalarnir hanga framvegis yvir bygd- ini. Í túninum við eitt av hús- unum stendur ein eldri traktorur, sum boðar frá ar- beiði og stríði, og einar 50 metrar longri norðuri í bygdini stendur ein grønur spælitraktorur, sum onkur smádrongur ivaleyst plagar at sita á, tá kjansurin er har. Skýggini eru myrk og reka yvir Skarvanesi sum fyri at boða frá, at nú er eitt tíðarskeið liðugt í bygdini. Men tá sólin so alt í einum kagar fram millum skýgg- ini, er tað antin fyri at lata eina seinastu heilsu til sein- asta íbúgvan ella kanska eisini fyri at boða frá, at onkur glotti ivaleyst verður fyri bygdina í framtíðini. Farvæl Í grannabygdini fyri eystan savnast nógv fólk hendan seinnapartin. Brøðurnir Olivur og Christoffur á Fjallinum fara til gravar úr kirkjuni í Húsavík, og longu rúma tíð áðrenn jarðarferð- ina er hvíta kirkjan á tremur við fólki. Nógv fólk savnast eisini uttan fyri kirkjuna, har tein- urin er stuttur yvir í kirkju- garðin, har tvær gravir standa opnar. Fyri mong er hetta helst ein vanligur hósdagur, men í Sandoynni er hetta eisini dagurin, tá familjan sigur farvæl við teir báðar eldru beiggjarnar, sum doyðu so at siga dag um dag. Og hetta er eisini dagurin, tá Skarvanes sigur farvæl til seinasta fastbúgvandi mannin í bygdini.