Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. oktober 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 193 - 7. oktober 2000 Nr. 193 - 7. oktober 2000 JAN MÜLLER Bretski oljurisin BP hevur leigað ein av heimsins mest framkomnu boripallum, Jack Bates til at bora á før- oyska landgrunninum um ólavsøkuleitið ella fyrru helvt av august næsta ár. Gongst eftir ætlan verða tveir brunnar boraðir. Talan er um boring á 1000 metra dýpi og verður borað 5 kilo- metrar niður í undirgrund- ina, har serfrøðingarnir hjá BP halda seg síggja tað, ið líkist eini stórari olju- goymslu. Henda boringin fer at taka einar 60 dagar. Føroyabólkurin hjá BP, serfrøðingar av ymsum slag, hevur júst vitjað í Før- oyum fyri at kunna seg við viðurskiftini her og fyri at gera fyrireikingar til kom- andi leiting. Leiðarin í Før- oyabólkinum, ið telur um- leið 16 fólk, er Brian Mitch- ener. Hann dylur ikki fyri, at ovasta leiðslan í BP rað- festir Føroyaøkið millum fremstu av komandi olju- økjum hjá BP í altjóða høpi. – Vit eru ótrúliga fegnir um, at hava fingið júst tað økið sum vit bóðu um og hava vit longu navngivið tey trý prospektini (øki í undirgrundini, har teir meta olja finst) við føroyskum nøvnum. Navnið á fyrsta prospektinum – økinum – har teir fara at bora mánað- arskiftið juli/august næsta ár er Svínoy. Næsta økið, har enn enn brunnur verður bor- aður er Viðoy, og tiðja økið hevur fingið navnið Kunoy. Alt lisensøkið BP hevur fingið tillutað verður nevnt Borðoy. Um nøvnini eru til- vildarliga vald ella BP hev- ur valt at standa væl um sátt við stýrandi politikarnar úr Norðoyggjum skal standa ósvarað! BP hevur bundið seg til at bora tríggjar brunnar komandi trý árini, men verður rakt við olju í tí fyrsta brunninum, er ætlan- in at bora enn eina brunn næsta heyst. Tosað hevur verið um at skipa ein felagsskap »Faro- ese Operators Organisati- on«, har operatørarnir sam- arbeiða á boriøkinum og á øðrum økjum við. Hetta samstarvið hevur fingið fullan stuðul frá Oljumála- stýrinum. Tað tykist eisini at vera lættari nú hjá operat- ørunum at fáa hendur á hóskandi boripallum til hetta økið, nakað, sum fyri stuttum sá svart út. Brian Mitchener frá BP heldur tað er sera positivt fyri alt Atl- antsmótið, at tað er møgu- ligt at fáa fatur á boripall- um. Einki avgjørt um útgerðarhavn Sosialurin skilur, at hvørki BP ella hinir operatørarnir hava avgjørt, hvørja havn í Føroyum teir vilja brúka til útgerðarhavn. Talan er um tríggjar møguligar havnir og tosa operatørarnir sínámillum um henda spurningin. Ætlanin er so at tosa við Oljumálastýrið m.a. fyri at vita, um tað eru serstøk politisk ynski í hes- um máli. Hóast feløgini skulu leggja fram fyri myndugleikarnar, hvat tey ætla at gera á teimum ymsu økjunum, so hava tey ikki fingið nakað krav um at seta navn á útgerðarhavnina til tann 17. november, tríggjar mánaðir eftir loyvisgeving- ina, tá feløgini skulu leggja sínar arbeiðsskráir fyri myndugleikarnar. Spurningurin um veruliga tørvin á eini útgerðarhavn í sjálvum leititíðarskeiðnum hevur ikki verið nógv um- røddur higartil, og vit spurdu tí Brian Mitchener frá BP, um ein boripallur ikki er so mikið væl út- gjørdur, tá hann kemur í før- oyskan sjógv, at tørvurin á eini føroyskari útgerðar- havn og føroyskum vørum og tænastum er minimalur! -Tað er avmarkað pláss á slíkum palli. Vit hava av- gjørt brúk fyri eini útgerð- arhavn og fyri at kunna keypa vørur og tænatur úr landi í Føroyum so sum brenniolju, mat o.a. Hetta er eisini nakað, sum operatør- arnir tosa um saman. Hann vísir á, at teir í løt- uni eru við at hyggja at øll- um logistikkinum í økinum. Tað er stytri úr Føroyum til oljufeltini í bretskum sjógvi, Foinaven og Schieh- allion enn til Peterhead og fara teir eisini sum ein møguleika at hyggja nærri at, um tað kanska er lættari Svínoy - fyrsta oljukeldan Svínoy fer oljukeldan at eita, tá og um bretska oljufelagið BP rakar við olju á landgrunninum í fyrstu boringini næsta ár. Tað verður boripallurin Jack Bates, sum fer at bora fyrsta brunnin hjá BP á ólavsøku 2001. Møguliga oljukeldan liggur 5000 metrar niðri í undirgrundini. at veita ávísar tænastur til hesi oljufeltini eisini úr Før- oyum. Hetta kann vera ein møguleiki men enn er eing- in avgerð tikin um tað. Annars er ætlanin at flyta øll fólkini til og frá pallinum um føroyskan flogvøll við undantaki av vánaligum umstøðum so sum illveðri og mjørka, tá tað kann hugs- ast at farið verður beinleiðis til Bretlands. Føroyar týðandi leiklut Føroyski landgrunnurin eigur ein týðandi leiklut í framtíðar strategiini hjá BP í Norðurvestureuropa. Framleiðslan hjá felagnum í dag frá hesum økinum er Føroyabólkurin hjá BP roynir seg á sjónum, her umborð á Norðlýsinum við Birgir Enni sum skipara. Mynd: jan Neyvan kundi verið betur valt enn at fáa Tórð Jóansson at greiða bretskum oljufólkum frá føroyskum máli og mentan. Mynd Jens K. Vang uppá 800.000 tunnur um samdøgrið og ætlanin er at fáa økt hana til 1 mill. tunn- ur. Til tess at kunna tryggja hesa øking næstu 10 árini er Føroyaøkið ein týðandi partur. Hjá BP dylja teir ikki fyri, at onnur oljufeløg hava víst stóran áhuga fyri at vera við í tess Føroyalisensi. Talan er m.a. um feløg, sum ikki fingu tillutað nakað loyvi í útbjóðingini. Men BP vil framvegis vera einsamalt um hetta loyvið. Og kann hetta bert skiljast sum at felagið metir góðar møgu- leikar vera at gera fund og tí einki hevur ímóti at standa einsamalt við øllum vágan- um. Vit spurdu Brian Mitch- ener í hvønn mun teir ætla at krevja av borifelagnum teir gera avtalu við um at brúka føroyskar vørur og tænastur og harvið halda seg til grein 6 í oljulógini. Hann sigur, at sum operat- ørur fara teir sjálvandi at fylgja tí, sum álagt verður teimum í føroyskari lóg. Men hvat fara teir at gera, um tað verður dýrari at fáa hesar vørur og tænastur úr Føroyum enn úr eitt nú Bretlandi? – Vit fara at kanna umstøðurnar her og eg trúgvi ikki, at útreiðsl- urnar verða hægri við at brúka føroyska marknaðin. Avbjóðingin verður sjálv- andi ikki at økja útreiðsl- urnar fyri eitt slíkt boriar- beiði við Føroyar í mun til aðrastaðni. Vit royna at fáa føroyingar við, men sjálv- andi ikki fyri ein og hvønn prís. Eg trúgvi eisini, at før- oyingar sjálvir hava áhuga í at vera kappingarførir. BP-stjórin sigur, at teir hava tosað við føroysku myndugleikarnar um hesi viðurskiftini, sum hava gjørt tað púra greitt fyri teimum, at tað skal vera eitt føroyskt element við í ar- beiðinum. – Vit ætla okkum at fylgja hesum soleiðis at føroysk virki vera við í ar- beiðinum. Leita eftir høli og íbúðum Hetta er fyrstu ferð, at Før- oyabólkurin hjá BP vitjar. Føroyski stjórin í føroysku deildini hjá BP, Hjarnar Djurhuus leggur alstóran dent á, at útlendsku oljufel- øgini fáa innlit í føroysk viðurskifti og hesar seinastu dagarnar hava BP-fólkini m.a. sitið á skúlabonki og lært nakað um føroyska málið. Tórður Jóansson, sum er kønur bæði í før- oyskum og enskum og er góður ambassadørur fyri báðar mentaninar hevur undirvíst og er ætlanin, at hann skal halda fram at und- irvísa oljufeløgunum í før- oyska málinum. Eisini fáa tey innlit í føroyska mentan og samfelagsviðurskifti. Higartil hevur BP hildið til í leigaðum hølum á Skansavegi. Nú nærkast leitingini og eini 10 til 16 fólk skulu starvast á skriv- stovuni dagliga er tørvur á meiri plássi og í løtuni verð- ur leitað eftir einum nýggj- um høli til skrivstovu. Eisini verður leitað eftir íbúðum til fleiri av fólkunum. – Vit vilja hava eina nóg stóra skrivstovu, haðani okkara fólk kunnu hava sera góðar samskiftismøguleikar við Aberdeen. Teir kunnu seta upp útgerð her men fara at gera mesta av tí tøkniliga arbeið- inum í Aberdeen. Ætlanin er eisini at skipa so fyri, at føroyingar og her serstak- liga umboð fyri Oljumála- stýrið kunnu sita á skriv- stovuni og fylgja allari bor- ingini »live« á telduskíggj- anum, tá tann tíð kemur sig- BP fer undir fyrstu boring sína á ólavsøku næsta ár í Svínoyar-prospektinum, ið er avmerkt tættast upp at markinum. Næsta boringin verður í Viðoyarprospekt- inum, ið liggur miðskeiðis í loyvisøkinum og triði brunnurin Kunoyar- prospektið liggur longur suðuri. Bretsk oljufólk á skúlabonki á Hotel Hafnia. Mynd Jens K. Vang ur Brian Mitchener. Uppá fyrispurning um tað ikki hevði gagnað eini kom- andi 2. útbjóðing á føroysk- um øki, um feløgini, sum fingu loyvi, pliktaðu seg til eisini at bora inni á basalt- inum sigur Brian Mitchen- er, at rættast er at brúka ork- una uppá at finna olju í bestu økjunum. Teir vita eisini so lítið um økini, har tjúkt basalt er. Men fer tað at ganga væl við leitingini, og teir fara at fáa atgongd til nýggja tøkni, so fer m.a. BP komandi árini at brúka orku uppá at loysa basalt- gátuna tvs. kunna síggja niður gjøgnum basaltið og harvið lata upp fyri einum nógv størri øki til oljuleiting longur inni á landgrunnin- um. Ein partur av peng- unum, sum BP hevur játtað at brúka í Føroyum, er nevniliga eisini til at fíggja víðari kanningar av nettupp økjum við tjúkkum basalti.