Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. oktober 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 193 - 7. oktober 2000 Nr. 193 - 7. oktober 2000 EDVARD JOENSEN Leirvík: Bygdarhúsið í Leirvík verður bygt út, so umstøðurnar í húsinum verða nógv betri, umframt at húsið verður nógv vakrari uttan. Bygdarhúsið eigur eitt sindur av peningi, og restina er ætlanin at fíggja við láni. Tað var eitt áhugafelag, sum eigur bygdarhúsið í Leirvík. Fólk hildu, at tað var ein ávísur tørvur á ein- um slíkum húsi í bygdini, og tí varð húsið bygt. Seinni hevur tað víst seg, at tørv- urin hevur verið aðrastaðni eisini. Húsið hevur verið nógv nýtt av fólki í granna- bygdunum, eins og fólk av Skálafjørðinum eisini hava havt ymisk tiltøk har. Men nú vænta leirvíkingar kapp- ing frá nýggja mentanarhús- inum í Fuglafirði, sum skjótt verður liðugt. Tá húsið varð bygt í 1986, varð tikið eitt lán upp á eina millión í danska fíggingar- grunninum BRF. Hetta lánið verður útgoldið á nýggjárinum, sigur Jógvan Elias Joensen, sum er ein av stuðlunum hjá húsinum. Søkt varð um nýtt lán hað- ani til útbyggingina, sum nú stendur fyri, men svarið frá BRF var, at teir læntu ikki føroyingum pengar meira. Tað verða rættiliga nógv tiltøk av ymsum slagi hildin í bygdarhúsinum í Leirvík. Tað er næstan ikki vika, at ikki okkurt er at frætta um bingo ella annað, sum verð- ur í húsinum. Og veitslur sum brúdleyp og tílíkt hava verið hildnar heilt nógvar har. Umleið 10.000-12.000 fólk eru árliga komin í bygdarhúsið, sigur Jógvan Elias Joensen. Hann leggur dent á, at øll hesi fólkini eru farin óvanliga væl við hús- inum. Ein wc-kumma, eitt vask og ein hurð er tað, neyðugt hevur verið at skift út, hóast øll hesi fólkini hava nýtt húsið í fjúrtan ár. Men umstøðurnar inni hava ikki verið tær bestu til veitslur og dans. Tað hevur verið ov lágt til loftið, so luftin inni hevur verið brúkt rættiliga skjótt. Tað hevur verðið heitt og kvali. Tosað hevur verið um, hvussu gerast skuldi við húsið, tí greitt hevur verið, at okkurt mátti gerast. Okk- urt hugskot hevur verið um at byggja eina hædd aftrat oman á. Men tað hjálpir einki upp á, at hallirnar í neðra eru ov lágar, og so varð mett, at tað fór at verða rættiliga dýrt eisini. Tí varð vald ein heilt onnur loysn. Broyta bygdarhúsið í Leirvík Bygdarhúsið í Leirvík stendur fyri eini umfatandi útbygging, sum fer at kosta umleið hálvatriðju millión kónur. BRF vil ikki fíggja, tí teir lána ikki føroyingum fleiri pengar Nevniliga at lyfta takið, soleiðis at ovara helvt av húsinum gerst umleið dup- ult so høg sum tann niðara. Eftir umbyggingina verð- ur høgt upp í tróðri. Ovara helvtin umleið dupult so høg sum tann niðara. Vind- eygu verða í tí ovara partin- um omaneftir, umframt at nøkur eisini verða norður- eftir. Einir 70-80 fermetrar av gamla takinum verða liggj- andi í gongini og eitt sindur inn í stóru høllina. Har verður ein svali, sum fólk kann sita á, og yvir gongini verður so eitt loftsrúm, sum kann gagnnýtast. Umframt verður eitt sindur bygt upp í køkin, sum verður nógv arbeiðsligari av tí sama, sigur Jógvan Elias Joensen. Slætta takið gjørdi, at vatnið ikki setti so væl av, sum ynskiligt var. Og vatn hevur hatta har við at vilja sleppa niðureftir. So tað var onkur smávegis leki, sum sjálvandi gjørdi skaða á húsini. Hesum skuldi slopp- ist undan, nú hall kemur á takið. Eisini var eitt sindur av fukti av vætu, sum setti inn undir húsið. Hesum ætla tey at sleppa undan við at drena rundan um húsini, sigur Jógvan Elias Joensen. Hnn vónar, at umbygg- ingin verður liðug til nýggjárs. Men tað velst alt um veður og vind. Tað hevði sjálvandi verið betri, um smíðað varð í summar. Men húsið var so nógv um- biðið fyrru helvt av árinum, at valt varð at bíða við um- byggingini, til »brúdleyps- sesongin« var av í summar. Tað eru leirvíkingar, sum smíða. Jógvan Elias Joensen sigur, at fólk hava verið ófør at stuðla bygdarhúsinum. Eitt nú hevur árlig fiski- kapping verið til frama fyi húsið. Í ár var hon fyri um- leið fjúrtan døgum síðan, og 9 bátar luttóku. Samstundis varð skipað fyri køkutom- bola og lutaseðlasølu til frama fyri húsið. Tað komu einar 20.000-25.000 krónur inn í samband við tað tiltakið, sigur hann. EDVARD JOENSEN Við Gøtugjógv: Barnagarð- urin við Gøtugjógv skipar í dag saman við barna- gørðunum í Fuglafirði og Runavík fyi barnafagnaði í fimleikarhøllini í skúlanum við Gøtugjógv. Tiltakið byrjar á middegi og heldur fam til klokkan 16.oo seinnapartin. Endamálið við tiltakinum er, at børnini fáa høvi at royna sansirnar. Ymiskt forvitnisligt, sum børnini hava gjørt og vant, verður at síggja og hoyra. Børnini við Gøtugjógv fara at vera trøll í dag. So- leiðis meira ella minni, siga tey í barnagarðnum. Børn- ini hava síðan í vár arbeitt við at gera eitt trøllahelli, har til ber at koma inn og royna sansirnar. Við Gøtu- gjógv siga tey, at tey vænta vitjan av onkrum smátrøll- um, sum hava lovað at koma í hellið í hjá teimum í dag. Og trøllabørn eru rættiliga fitt, frætta vit. Eisini fara børnini at siga søgur um trøll og tílíkt, sum hevur við trøll at gera. Syngja skjaldur og vísur um millum annað føroysk hús- djór. Alt slíkt, tey hava lært og arbeitt við, meðan tey hava verið í barnagarðinum. Ein pallur verður settur upp, har børnini fara at framføra tað, tey hava lært í barnagarðinum. Framførsl- ur verða hvønn tíma, meðan opið er. Klokkan 13.oo fara børn úr dagstovninum í Fuglafirði á pallin. Klokkan 14.oo verða tað børnini úr barnagarðinum í Runavík, meðan tey, sum ganga við Gøtugjógv verða at síggja og hoyra klokkan 15.oo. Í barnagarðinum við Gøtugjógv siga tey, at møguligt verður at fáa myndir tiknar av børnunum. Fotografur verður í fimleik- arhøllini. Eisini verður loppu- marknaður við klæðum, leikum og øðrum á barna- fagnaðinum, umframt at kaffi, te, køkur, bollar og pylsur verða at fáa til keyps. Og so kann tað eisini vera, siga tey, at okkurt óvæntað fer at henda. Fyrireikararnir biða heilsa og siga, at tað kostar einki at koma til barna- fagnaðin í fimleikarhøllini við Gøtugjógv í dag. Barnafagnaður við Gøtugjógv Tríggir barna- garðar í Eystur- oynni fara í dag at skipa fyri barnafagnaði í fimleikarhøllini við Gøtugjógv. Har verður ymiskt forvitnis- ligt at uppliva Á barnafagnaðinum við Gøtugjógv fara trøll at vitja Mynd: Edvard Joensen Bygdarhúsið í Leirvík verður útbygt fyri hálvatriðju millión Mynd: Edvard Joensen Byggja út fyri 188 milliónir næsta ár Størstu upphæddirnar, sum landsstýrið ætlar at brúka til útbyggingar komandi ár, fara til Landssjúkrahúsið og til ein nýggjan Smyril ÁKI BERTHOLDSEN Næsta ár skal landskassin byggja út fyri 188 milliónur ymsastaðni í Føroyum. Tað er í hvussu so er ætl- anin eftir uppskotinum til fíggjarlóg, sum er lagt fyri tingið. Hetta er eitt lítið sindur meiri, enn landskassin byggir ut fyri í ár, tí tá ið eykajáttanirnar eru taldar uppí, verður útbygt í ár fyri 183 milliónir. Í 1999 varð útbygt fyri 134,7 milliónir, í 1998 fyri 82,6 milliónir og í 1997 fyri 65,8 milliónir. Eftir uppskotinum, sum er lagt fyri tingið til fíggj- arlóg fyri 2001, fara 53,4 milliónir av øllum íløgun- um komandi ár til vegir, havnir, tunlar og tyrlupallar kring landið. Hetta er næstan ein trið- ingur av allari verklagsætl- anini hjá landsstýrinum fyri komandi ár. Hetta virksemið er spjatt kring alt landið. Yvirhøvur eru tær flestu útbyggingarnar, sum skulu gerast, kring um í landinum og lítið og onki skal byggj- ast út í miðstaðarøkinum. Landsstýrið sigur, at tað er nógv virksemið í land- inum, serstakliga í miðstað- arøkinum. – Tí hevur verið roynt at raðfesta verklagsætlanina soleiðis, at hon ikki stimbrar virksemið í landinum ov nógv. –QAv tí sama verða flestu útbyggingarnar úti um land- ið, har virksemið ikki er so nógv, sum í miðstaðarøk- inum og tískil eisini minni vandi fyri at hita búskapin ov nógv. Eitt undantak er Lands- sjúkrahúsið, sum fer við 35 milliónum komandi ár. Men tað er eitt tiltak, sum landsstýrið ikki heldur kann bíða longur, hvussu so víkir og vendir. Hendan talvan vísir, hvørjar almennar útbyggingar, landskassin ætlar sær undir komandi ár. Men nú skal málið fyri løgtingið, sum hevu endaliga orðið. Sum tað sæst, er tað vinnumálastýrið, sum fer við nógv størstu upphæddini, nevniliga 101,4 milliónum, men eisini almanna og heilsumál hava brúk fyri stórum upphæddum, 50,8 milliónum Ein annað stórt tiltak, sum farast skal undir komandi ár, er, at tá skal byrjast upp á arbeiðið at byggja nýggjan Smyril. Landsstýrið skjýtur upp at seta 30 milliónir av til tað endamálið komandi ár. Hvar hetta skipið verður bygt er ikki avgjørt enn. men tað fer neyvan at á- virka, ella skapa nakað virk- semi í Føroyum. Triðstørsta útbyggingin, sum ætlanin er at gera kom- andi ár, er útbyggingin av løgtingshúsinum. 22,4 milliónir eru settar av til tað endamálið. Hetta er nakað, sum landsstýrið lítla og onga á- virkan hevur á, tí formans- skapurin í tinginum ásetur upphæddina sjálvur, sigur landsstýrið. Landsstýrið ætlaði annars ikki at seta meiri enn 4 milliónir av til hetta endamál komandi ár. –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 2000 2001 2002 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Nýggir landsvegir, annlegg Leiðsla og hjálparfunk. 2,5 2,5 2,5 Vág -Lopra Sumba 1,4 1,2 Øravík — Hov 0,8 Tjørnuvík 0,4 Gamlarætt-Tórshavn 3,6 6,5 4,5 Gásadalstunnilin 1,0 8,0 8,0 Skálafjørður-Gøtueiði 2,1 5,0 Oyrareingir 0,4 1,5 Skálabotnur — Strendur 1,0 6,0 6,0 Kalsoy 1,7 1,3 1,7 Trygging av Norðskálatunlinum 4,0 6,0 Kanning berghol Kambsdal/ml. Fjarða 0,5 Seismiskar kanningar av Leirvíksfirð 2,5 2,5 Trygdartiltøk, størri ábøtur og at taka til 0,3 3,2 3,0 ––––––––––––––––––– Íalt 15,1 42,2 34,2 ––––––––––––––––––– Havnir Skopunar Havn 5,2 6,5 6,5 Ferjulega Skopun, G. Rætt, Hest 6,4 Kalsoy ferjulega 0,4 3,1 12,0 Samferðsluhavn á Tvøroyri (kanning) 0,5 ––––––––––––––––––– Íalt 12,0 10,1 18,5 ––––––––––––––––––– avmarkað, so økist trýstið á játtandi myndugleikarnar alsamt. Tað er tí umráðandi, at løgurnar eru partar av rað- festing, sum bæði samgonga og andstøða kunnu semjast um. Hetta er neyðugt, skulu vit ikki missa tamarhaldið á almennu íløgunum. Í Vinnumálastýrinum verð- ur arbeitt eftir málsetn- inginum — ”mest møguligt fyri minst møguligt”. Tí kannar stýrið hvørjar rationaliseringar kunnu gerast í samferðslukervinum og hvørjar uppgávur kunnu bjóðast út. Fyri at sleppa undan mis- skiljingum um íløguupp- skotið frá Vinnumálastýrinum fyri 2001, eru allar verk- ætlanirnar, saman við fíggjarlógina fyri 2000 og ætlanina fyri 2002, lýstar í viðlagda yvirliti. Vinaliga Bjarni Djurholm, landsstýrismaður ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 2000 2001 2002 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Strandfaraskip Landsins Sandoyarskip 36,7 Suðuroyarskip 0,4 30,0 100,0 Rýmingarskipanir (altjóða krøv) 10,0 Ternan, nýggjar motorar 4,0 ––––––––––––––––––– Íalt 41,1 40,0 100,0 ––––––––––––––––––– Flogferðsla-tyrlupallar Tyrlupallur í Koltri 0,6 Tyrlupallur í Gásadali 0,1 Tyrlupallur í Hattarvík 1,0 Tyrlupallur í Dímun 1,0 0,1 Tyrlupallur á Kirkju 0,4 ––––––––––––––––––– Íalt 0,1 1,6 1,5 ––––––––––––––––––– Annað Útvarps- og sjónvarpssendistøðir 1,0 1,0 Umbygging av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni 6,5 6,5 ––––––––––––––––––– Íalt 0,0 7,5 7,5 ––––––––––––––––––– ––––––––––––––––––– Løguætlan íalt §6 68,3 101,4 161,7 ––––––––––––––––––– Vestmannasund 20 20 20 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Løguætlan fyri 2001, samanborið við fíggjarl. 2000 og ætlanina fyri 2002 Eins og undanfarin ár, so eigur Vinnumálastýrið sín part av teimum íløgum, sum landsstýrið setir á løg- tingsfíggjarlógaruppskotið. Sum sæst á yvirlitinum, verður m.a. mælt til, at 42,2 mio verða nýttar til nýggjar landsvegir og 10,1 mio kr til havnir. Samstundis er boðað frá, at arbeiðini sum meginregla verða boðin út. Landsverkfrøðingurin fer tí, sum tekniskur stovnur, at umsita útbodnu uppgávurnar sum byggiharri. Ætlan landsstýrisins er, at íløgumarkið verður uml. 170 mio. kr árliga (uml. 6% av løgtingsfíggjarlógini fyri 2001). Innan henda karm mugu so íløguraðfestingarnar gerast millum ymisku aðalstýrini. Hvussu býtið verður mill- um ymisku løgurnar, er ein politiskur spurningur. Or- sakað av, at mest sum eingin nýíløga var í nítiárunum og viðlíkahaldið í vegakervið, sjúkrahúsverkið osfr. var sera Íløgurnar hjá Vinnumálastýrinum í 2001 - Vinnumálastýrið kannar hvørjar rationali- seringar kunnu gerast og hvørjar uppgávur kunnu bjóðast út