leygardagur 7. oktober 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 193 - 7. oktober 2000
Nr. 193 - 7. oktober 2000
Væl á veg at
røkka málinum
Tað hevur gingist munandi betri enn ætlað
at skapa tilboð um barnagarðspláss í
Tórshavnar Kommunu
Fyri fýra árum síðani
samtykti býráðið, at tað
fór at taka okkum10 ár
til øll børn millum 0 og
10 ár kundu fáa tilboð um
barnagarðspláss. Vit ætl-
aðu at skapa 30 nýggj
pláss um árið.
Komandi ár verða heili
80 nýggj pláss klár at
taka í nýtslu. Og umframt
hesi plássini, verður
fyrsti barnagarðurin hjá
eini fyritøku í býnum
eisini klárur at taka í nýtslu komandi ár. Hesin stovn-
ur kemur at rúma umleið 30 børnum. Hesi plássini
eru øll til børn undir skúlaaldur.
Her sæst eitt yvirlit yvir plássini, sum vit fram til
næsta ár hava megnað at skapt síðani 1. januar 1996
Útibarnagarðurin Spíran
20 børn.
Barnagarðurin inni á Gøtu
42 børn.
Útbygging av Býlingahúsunum
80 børn.
Uppnormering á Argjum
10 børn.
Uppnormering í Lítlaskóg
16 børn.
Uppnormering av Dagrøktini
60 børn.
Útibarnagarður í Gundadali
15 børn.
Ùtibarnagarður á Hvítanesi
14 børn.
Barnagarðurin í Vesturbýnum
60 børn.
Útibarnagarður í SSBhúsinum
20 børn.
Barnagarður hjá eini fyritøku
30 børn.
Tilsamans:
367 børn afturat í 5,5 ár - ella 67 børn um árið
+ Frítíðarskúlin
250 børn 6 - 7 ár
Vit í Javnaðarflokkinum fara framhaldandi at arbeiða
fyri, at øll børn í Tórshavnar Kommunu skulu fáa
ansingarpláss. Bíðilistin skal burtur.
Fyri okkum er treytin fyri einum livandi býi, har
fólkið og vinnulívið mennist og trívist, at rúm er fyri
øllum. Vit skulu hava rúm fyri okkara smæstu borgar-
um, eins og øllum øðrum. Børnini skulu virðast og
hava sama rætt, sum øll onnur. Fyri okkum vaksnu er
tað at fáa arbeiði ein sjálvfylgja. Tað skal eisini vera
ein sjálvfylgja hjá børnunum at fáa mennandi barna-
garðstilboð.
Fyri at nøkta tørvin krevst ein politiskur vilji. Vilji
til at seta pening av og at bjóða øllum borgarum góð
kor at liva og vaksa upp í. Atkvøð fyri einum livandi
býi, atkvøð fyri Javnaðarflokkinum.
Elin Lindenskov, býráðslimur
Valevni Javnaðarfloksins
www.lindenskov.com
elin@lindenskov.com
Tú skalt tann 21. november
avgera, hvør skal stjórna
Tórshavnar
Kommunu
næstu fýra árini, og eg eri
ein teirra, sum bjóði meg
fram sum títt umboð.
Vanliga kemur lands-
politiska flokksbýtið lítið til
sjóndar í kommunalpoli-
tikki,
men
Tóshavnar
Kommuna er vorðin so stór,
at serliga búskaparliga
stevnuskrá politisku flokk-
anna ofta týðiliga kemur til
sjóndar í kommunalpolit-
iska arbeiðinum.
Eg bjóði meg fram saman
við Sambandsflokkinum.
Viðmerkingar
Góði borgari í Havn, í Hoyvík, á Hvítanesi, í Kaldbak,
á Argjum, í Norðradali, í Syðradali og í Kollafirði
Flokkurin er ein liberalur,
borgarligur flokkur, sum
búskaparliga byggir sína
stevnuskrá á, at eitt gott
úrslit hjá einstaklinginum
kemur øllum samfelagnum
til góða. Tann sunna á-
byrgdarkenslan
hjá
tí
einstaka er treytað av, at
tann einstaki sleppur at vísa,
hvat hann dugir.
Í farna valskeiði hevur
Sambandsflokkurin átt 2.
varaformannin í býráðnum.
Flokkurin mátti taka um
stýrisvøl og stýra skútuni
gjøgnum valskeiðið, uttan
at eg skal nýta nógv orð um
hetta. Vit fingu gongd á bý-
ráðsarbeiðið aftur og framt
mong mál, m.a. býarplanin
og fleiri mál á mentanarliga,
sosiala og fíggjarliga økin-
um.
Tí blunka vit ikki við at
geva borgaranum tað lyfti,
at um fýra ár verður Tórs-
havnar Kommuna undir
okkara leiðslu eitt enn betur
stað at búgva í við uppaftur
betri trivnaði, bara vit fáa
ta ávirkan, vit ynskja.
Heðin Mortensen
býráðslimur
og valevni til býráðið
Heimasíðan:
www.hemorten.com
Havnin er ein hugnalig
kulla. Tað er stuttligt at
ganga í havnargøtum og
hugaligt at ferðast í tí gamla
býarpartinum millum Eyst-
aru vág og Vestaru vág.
Tíbetur hevur tað eydnast
Tórshavnar Kommunu at
varðveita mong av teimum
gomlu húsunum og smog-
urnar í Gongini, úti á Reyni,
á Bakkhellu og harumvegir.
Hevði kommunan ikki
havt so hepna hond at bøta
um, hevði hesin fyrr so lív-
ligi og spennandi býlingur
verið rotnaður og brotnaður
niður. Hann hýkur væl og
virðiliga uppi enn og er eitt
virðismikið íkast til trivn-
aðin, men kanska er nakað
deydligt har úti í dag. Har
kundi verið meiri lív.
Tað er í lagi, at fólk hava
fingið nøkur av húsunum at
búgva í. Tað tryggjar eitt
ávíst lív og hugna, men til
tess, at eitt rættiligt lív skal
vera har, er neyðugt at brúka
summi av húsunum til ann-
að enn bústaðir. Tað kann
hóskandi verða gjørt á tann
hátt, at fólk og feløg fáa
møguleika fyri at skipa fyri
virksemi í húsunum, sum
standa tóm.
Har kann onkur café lat-
ast upp við møguleika fyri
tónleiki. Har kann gerast ein
matstova ella fleiri, og hví
ikki loyva eini fittari øl-
stovu í sjálvum Ydun, har
Søgan og gamla Havnin
teir bryggjaðu og drukku øl
í farnum tíðum?
”Tað surrar ein fluga í
Ydun í dag”, yrkti skaldið
Christian Matras á sinni um
ein strævnan mánadag í
Ydun. Flugurnar kundu
kanska farið at surra aftur;
nú saman við ófyribeindum
vespum.
Søvn kunnu eisini vera í
gomlu Havnini. Tórshavnar
Býráð hevur ikki rættiliga
fingið um endan, tá tað snýr
seg um at vísa fram og lýsa
býarsøguna og landssøg-
una.
Grannarnir í Íslandi eru
fleiri rossalongdir framm-
anfyri okkum. Tú kemur
ikki til tann minsta bei, sum
ikki hevur eitt áhugavert
savn um fólk og vinnuvegir
sínar. Mangt og hvat er
varðveitt í Havn, men fáur
veit um tað, og so at siga
ongin sær tað.
Ydun kann hýsa bryggj-
ara- og bakarasavninum,
prentsmiðjusavnið
kann
vera í teimum gomlu húsun-
um hjá Bókhandlinum í
Gongini, elektriska savnið
í húsunum hjá Wellejus,
embætismannasavnið
í
einum gomlum embætis-
mannahúsum, almugusavn-
ið í einum sethúsum ella
fleiri o.s.fr.
Fara vit heilt út á Tinga-
nes, sum framvegis hoyrir
til Havnina, skuldi onki
verið til hindurs fyri, at eitt
savn, sum lýsir tann Kong-
liga Einahandilin úti í Havn,
fær innivist í onkrum av
bygningunum, sum handilin
var í, nú umsitingin kortini
er farin út um allan býin.
Tí søgan hevur stóran
týdning - bæði sum ræðu-
mynd og kveikjari.
Jógvan Arge
valevni tjóðveldisfloksins
til Tórshavnar Býráð
Tað er ikki við sørum kensl-
um ein skrivar enn einaferð
um tørvin at fáa bygdar
alternativar bústaðir til eitt
nú eldri her í høvuðsstaðar-
umráðnum.
Tá eg hoyrdi tíðindini í
Útvarpinum, at nú er skøtil
settur á at fara undir slíka
bygging í Klaksvík, má eg
siga at støðan í løtuni stend-
ur 1 — 0 til Klaksvíkina
og Jógvan við Keldu.
Tað verða ikki smávegis
lovorð, sum uppstillaðu
valevnini fara at koma við,
nú val er í nánd, og fari eg
enn einaferð at heita á
ØLL tykkum at taka
henda spurningin upp í
valstríðnum.
Eitt er so hvat ein lovar
skal gerast, men er tað
sjálvandi mest umráðandi,
at tað verður lagt til brots
við eini miðvísari ætlan,
hvussu hesin spurningurin
verður loystur.
Tað mugu kunna finnast
skilagóðar loysnir, sum bara
skulu umsetast til verk-
ætlanir.
Eg sjálvur eri ikki sørt
argur um, at tað ikki var
farið undir hetta í kreppu-
árunum, fyri at prísirnir
kundu haldast niðri á einum
støði, sum hevði gjørt slíka
bygging kostnaðarliga á
einum lægri støði, enn tað
allarhelst kann gerast fyri í
dag — men tað nyttar sjálv-
andi ikki at hyggja í bak-
spegli.
Jógvan nevndi, at bygg-
ingin var stíla til fólk frá 55
ára aldri, sum eg haldi er
sera skilagott, tí her er talan
um eitt umhvørvi, har tann
einstaki skal trívast og kann
byggja sær eitt otium upp
saman við javnaldrandi.
Eisini til tey ungu
Fyrr havi eg nevnt, at talan
ikki er bert um tørvin hjá
teimum eldru, men eisini at
tey ungu hava møguleika
fyri at koma í eina íbúð
heldur enn at tey eru noydd
at fara í dýr sethús, har
prísurin í flestu førum fer
upp um milliónina.
Tey ungu lesandi
Sum vitiligt er, eru nógvir
av lestrarstovnunum her í
høvuðsstaðnum, men eru
bústaðar-møguleikarnir hjá
teimum ungu langt frá tí,
sum høvuðsstaðurin kann
og eigur at liva við – her
má gerast nakað ítøkiligt
beinanvegin.
Húsalánsgrunnurin
Nú um dagarnar varð nevnt,
at ávíst stríð hevur tikið seg
upp millum peningastovn-
arnar og Húsalánsgrunnin
viðvíkjandi rentuni, sum eg
sjálvandi ikki vil leggja meg
útí, men vil bert senda enn
eina áheitan til tykkum í
grunninum um at fara undir
tær ætlanir, sum tit hava lagt
fram herfyri – eitt er víst,
at tørvurin á alternativari
bygging er og verður stór-
ur frameftir.
Gott val øll somul!
Fríðálvur Jensen
Lesarabræv
Alternativ bygging: 1–0 til Jógvan við Keldu
Vinnumálastýrið gjørdi
fríggjadagin vart við, at
nýggjar kunngerðir og
broytingar í sambandi við
ferðslulógina koma nú. Í
oktober kemur ein veg-
leiðing um fartelefonir í
bili og í november verða
sett tænastugjøld í sjálva
ferðslulógina, t.d. í sam-
bandi við tænastur frá
Bileftirlitinum.
Nýggj
koyrikortar-
Nú koma kunngerðirnar
frá Vinnumálastýrinum
kunngerð
og
nýggj
kunngerð um koyri-
lærarar koma í desember.
Kunngerð um bul-
vognar kemur í januar/
februar, og kunngerð um
sleip av akførum kemur
februar/mars.
Vinnumálastýrið sigur,
at arbeiðið at orða
nýggja ferðslulóg fer at
byrja skjótast møguligt.
Tíðinaskriv frá Ferðslutrygd
Býráðið samtykti hós-
kvøldið, at Tórsgøta 21
— Gamli Føroya Banki
— framyvir skal nýtast til
teir eldru borgararnar í
kommununi, og at Til-
haldið fær brúksrættin til
ávís høli í bygninginum.
Eg taki av fullum hjarta
undir við, at okkara eldru
fáa fyrsta rætt til bygn-
ingin, og at Tilhaldinum
verður tryggjað rímulig
hølisviðurskifti. Kortini
haldi eg ymiskt vera
óheppið. Samtyktin var
ógreitt orðað. Spurnartek-
in kann setast við máls-
viðgerðina. Og orðaskift-
ið í býráðnum var avspor-
að.
Lat meg taka tað síðsta
fyrst. Í býráðssalinum
sótu eini 50 eldri med-
borgarar. Tað er ein
borgararættur at vera til
staðar á opnum býráðs-
fundi, og er tað bara
gleðiligt, at áhugin er
stórur. Tíverri haldi eg, at
politikkararnir lótu seg
merkja av hesum, tí eitt
skilagott orðaskifti fekst
ikki í lag. Hvørki um
orðaljóðið í samtyktini
ella um mannagongdina.
Eingin ivi er um, at tað
ávirkaði, at eitt býráðsval
stendur fyri durum.
Tað sigur seg sjálvt, at
eitt tilmæli frá menta-
málanevndini átti at ligið
í málinum. Nevndin varð-
ar av Kvøldskúlanum,
sum hevur innivist í
bygninginum. Men lat tað
fara, tí niðurstøðan hevði
helst verið tann sama.
Hetta hóast Kvøldskúlin
er í sera trongum skóm
hølum viðvíkjandi.
Mest av øllum harmar
tað meg tó, at samtykt
býráðsins var so ógreið:
“Trivnaðarfyrisitingin
mælir til, at avgerð nú
verður tikin um, at húsini
í Tórsgøtu 21 burturav
verða brúkt til gagns fyri
tey gomlu í Tórshavnar
kommunu. Til hølis-
trupulleikarnir hjá Tórs-
havnar Kvøld- og Ung-
dómsskúla eru endaliga
loystir, verður mælt til, at
Tilhaldið fær brúksrættin
til kjallarahæddina, mið-
hæddina og eitt hampu-
ligt rúm á 1. hædd til
teldu- og lesistovu”.
Hetta var orðaljóðið í
innstillingini.
Sosiala
nevnd tók undir við til-
mælinum 19.9, Fíggjar-
nevndini 28.9 og nú til
síðst Býráðið á fundinum
5.10. Eftir mínum tykki
átti tilmælið at verið
“redigerað”.
Onkur vil kanska kalla
tað orðkloyvarí, men hvat
varð í veruleikanum sam-
tykt? Tað kann ikki vera,
at býráðið hevur samtykt,
at
“Trivnaðarnevndin
mælir til _”. Um vit skera
inngangin burtur, ljóðar
næsta
tulkingarroynd:
“Býráðið samtykkir, at
avgerð nú má takast _” .
Hetta merkir, at býráðið
ikki enn hevur tikið ta
endaligu avgerðina -
neyvan var tað meiningin.
Loyva vit okkum at skera
uppaftur meir, fáa vit
samtyktina:
“Býráðið
avger, at Tórsgøta 21 _”.
Ávísir tulkingarmøgu-
leikar eru sostatt, og tað
er óheppið. Afturat hesum
kemur so spurningurin,
um tað eru tey eldru ella
Tilhaldið,
sum
hava
fingið tillutað bygningin.
Hesin munur kann hava
avgerandi týdning.
Seinna helvt er greiðari.
Har verður sagt, hvørji
høli
Tilhaldið
hevur
brúksrætt
til.
Orðið
“brúksrættur” er tó eitt
løgið orð í hesum sam-
bandi. Tí tað er burturvið
at tosa um, at Tilhaldið
fær brúksrættin til ávísan
part av bygninginum, um
tað er Tilhaldið, sum
“eigur” bygningin. Her
átti at staðið, hvat Kvøld-
skúlin hevur brúksrætt til.
Onkur av teimum, sum
hjástødd vóru á býráðs-
fundinum, kundu fingið
varhugan av, at eg var
ímóti samtyktini. So var
ikki. Samtyktin var ein-
mælt. Eg helt bara, at
ymisk viðurskifti kundu
verið greiðari. Fyrst og
fremst samtyktin. Men
sum onkur býráðslimur
tók til: “Vit vita jú, hvat
vit meina”. Og tað mugu
vit so vóna. Livst so
spyrst.
Enn eina ferð: Hjarta-
liga tillukku við bygning-
inum.
Klæmint Olsen
býráðslimur
Tillukku
Viðmerking
Ein svørt komedia!
Leikárið 2000-2001
er byrjað hjá Grímu á
Gamla Meiaríi, og
tað verður lagt út við
einum nýggjum leiki
hjá einum nýggjum
høvundi
Martin McDonagh er ikki
fyltur tretivu enn, men
fimm leikir hevur hann
aftan fyri seg longu – og
harav tveir, sum hava
vunnið virðislønir. Annar
teirra er Krypilin úr Inish-
maan, sum verður sýndur
fyrstu ferð á Gamla Meia-
rínum leygarkvøldið 7. okt.
kl. 19.00.
Leikur fer fram á pinka-
lítlu oynni Inishmaan við
vesturstrond Írlands. Út-
longsul, sleyg og slatur,
beistagerðir og hjálpsemi
eru partar av gerandis-
degnum í lítlu bygdini. Men
gerandisdagurin
verður
vendur upp og niður, tá teir
knappliga koma úr Holly-
wood at gera film á granna-
oynni!! Hvør sleppur fyrst
framat at verða filmstjørna?
Tann vakra Helen, slags-
bróðurin
Babbybobby,
slatrikellingin Johnnypa-
teenmike,
ella
kanska
krypilin Halti Billy…???
Hugsar onkur um Barbaru
?? – ja, tað er kanska ikki
heilt skeivt...
Írland hevur leingi staðið
á heimskortinum sum sjón-
leikaland, og fleiri írskir
leikir eru eisini syndir í Før-
oyum.
Høvundin
Mc
Donagh brýtur kortini upp
úr nýggjum. Hann gongur
ikki til sjónleik, sigur hann.
Filmurin hevur størri áhuga,
og sum íblástur nevnir hann
m.a. Quentin Tarantino og
Martin Scorsese – og tað er
sanniliga
bæði
svartur
humor, beinraknir persónar
og eitt sløð av harðskapi at
vænta sær. Og kanska fer
onkur at lippa eitt sindur
Lesarabræv
Havi bíðað eftir, at onkur
fór at verja sjónarmiðini hjá
Oddvør Johansen, ið herfyri
skrivaði um, at vit í Føroy-
um sjálvi gjalda fyri viðgerð
á
Ríkssjúkrahúsinum
(R.S.), men einastu við-
merkingar, ið eru at síggja í
bløðunum, eru álop og
ósannindi frá javnaðar-
monnum.
Teimum dámar nevniliga
ikki, at vit føroyingar skulu
gjalda nakað sjálvir, betur
dámar teimum olmussuna
frá dønum.
Nú er tað soleiðis, at eg
arbeiði sum sjúkrasystir á
Landssjúkrahúsinum (L.S.)
og tí síggi eg av og á brøv,
ið eru skrivað av yvirlækna
Ríkissjúkrahúsið, einaferð enn
á L.S. til R.S., tá sjúklingar
verða sendir niður á R.S. til
viðgerðar.
Øll brøvini byrjað við:
»Der er stillet kaution for...«
og so navnið á sjúklinginum
og hví hann verður sendur
niður – so vissuliga gjalda
vit sjálvi. At vit so fáa
blokkstuðul úr Danmark er
ein onnur søga.
Annars havi eg hug at
nevna, at vit í alt ov stóran
mun bert hyggja at R.S. Tað
eru sjúkrahús í øðrum
londum, sum kunnu og
eisini gjarna vilja geva okk-
um líka so góða og í summ-
um førum betri viðgerð enn
vit fáa á R.S. Eg veit um
fólk, sum hava ligið á
sjúkrahúsi í Íslandi og í Ab-
erdeen í Skotlandi, sum
hava verið stak væl nøgd
við viðgerðina, tey hava
fingið. Sjálvi hava vit frá
mínari deild sent sjúkling til
Aberdeen, tí tað var skjótari
enn til Danmarkar – bert ein
tími við flogfari, og har
skuldi handlast skjótt, tað
eydnaðist tíbetur væl, ser-
liga væl lótu tey avvarðandi
at teirri umsorgan og hjarta-
blídni, tey fingu har.
Eisini kann nevnast, at
heilsustovnurin hjá ST –
WHO – hevur mett um
heilsuverkið í heiminum, og
har liggur Danmark í
botninum millum lond í
vesturheiminum, so vit hava
onki at missa við eisini at
søkja okkum heilsubót í
hinum grannalondunum hjá
okkum.
Tað er harmiligt, at
politikarar og onnur, ið
skriva í bløðunum, eru so
blindað av partapolitikki, at
tey ikki klára at halda seg
til sannleikan, og í minsta
lagi royna at vera objektiv í
sínari skriving.
Tað er í lagi, at vit eru
ósamd um samband og
loysing, men, vælsignaði tit,
roynið og skrivið satt.
Vinarliga
Katrin Egholm Isfeld
eisini... um tey leita sær
oman á Meiaríið.
Leikurin verður sýndur í
oktober og so leingi sum
fólk koma. Sýningar verða
týsdag, mikudag og hósdag
kl. 20.00, og leygardag og
sunnudag kl. 16.00.
Tað er Eyðun Johanne-
sen, sum bæði leikstýrir og
ger pallin. Leikarar eru: Egi
Dam,
Páll
Danielsen,
Kristina Hansen, Hallur
Hjalgrímsson, Jógvan Salo-
mon Joensen, Adelborg
Linklett, Birita Mohr, Hans
Tórgarð og Ria Tórgarð.
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
Í kvøld byrjar leikárið hjá Grímu við einum sigandi írskum leiki