Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. oktober 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stutt eftir, at Samkoman Rhema alment varð sett á stovn hin 18. sept. 1994, fór hon undir tiltakið at undirhalda INNFØDDAR EVANGELISTAR runt um í heiminum. Hetta arbeiðið er so við og við vaksið, og undirheldur Rhema í dag 30 trúboðarum í ymsum lond- um. Í skrivandi løtu er talið: 15 trúboðarar í India 10 trúboðarar í Kina 1 trúboðara í Pakistan 1 trúboðara í Bangladesh 1 trúboðara í Gaza 2 trúboðarar í Letlandi (eini amerikansk hjún). Ætlanin er, at hetta ar- beiðið skal vaksa enn meira. Viðvíkjandi India og Kina so er visiónin at hava 100 evangelistar í India og 100 í Kina. Hetta hevur Harrin lagt okkum á hjarta. Ætl- anin er at fullføra hesa visión. Í komandi tíð er ætlanin at taka upp arbeiði í nógv- um øðrum londum. Vit kenna, at hetta er bert ein lítil byrjan. Sum tíðin fer, er ætlanin eisini at víðka missiónsarbeiðið, so tað eis- ini umfatar neyðhjálpar- arbeiði o.t. Gjøgnum hetta arbeiðið, luttekur Rhema eisini í barnaarbeiði, við tað, at vit stuðla børnum á Sri Lanka og Filipsoyggjunum. Eisini hetta skal víðkast. Við at stovnseta missi- ónsfelagsskapin: Rhema Global Mission Intern- ational, vóna vit at fáa so nógvar føroyingar og onnur sum yvirhøvur gjørligt, at vera við í missiónsarbeið- inum. Hetta stóra tiltak, nevniliga at náa allan heim- in við evangeliinum um Jesus Kristus – kann ongin gera einsamallur. Standa vit saman, eru vit sterk. at senda onkran fyri teg 1. Sám. 30,24 sigur: … Nei, tann, sum fór við í bar- dagan, skal ikki hava størri part av býtinum enn tann, ið eftir varð hjá viðførinum; teir skulu hava líka part! Vit takka Gudi fyri hvønn føroying, sum vil fara út á missiónsmarkina at arbeiða. Men øll vit, sum eru eftir heima, kunnu eisini vera við í stríðnum, í bønini, í pen- ingaligu hjálpini. Hvussu, sigur tú kanska. Jú, vit kunnu øll biðja og munnu ikki flestu okkara eisini kunna lata ein lítlan part, so tey har úti ikki skulu líða neyð. Fyri at lýsa hetta skal eg tríva í eina hending, sum Aril Edvardsen var úti fyri. Hann sigur: Eg sat í lítlu stovu hennara. Hárið var gránað, ella nærum hvítt. Hon hevði livað í nærum 80 ár, og í mong ár hevði hon nú sitið einkja. Søga henn- ara var hugtakandi, men ikki eindømi. Hon vaks upp í einum kristnum heimi, har Gud hevði fyrstaplássið við andaktum og bøn. Næst Gudi vóru orðini hjá for- eldrunum lóg. Tey vóru bæði gudrøkin. Hon – dóttirin, kom á ungum árum til trúgv á Kristus, og skjótt kendi hon kallið til missi- ónsmarkina. Men tá var fjarstøðan til missiónsmarkina longur enn hon er í dag til Mars. Foreldrini hildu, at hon kundi tæna Gudi heima. Harrin skuldi nokk syrgja fyri heidningunum. Kallið brendi í henni í fleiri ár. Men hon slapp ikki Tíðindaskriv frá Rhema Rhema Global Mission International av stað. Foreldrini vildu hava hana heima. Nøkur ár seinni møtti hon einum ungum manni, sum hon fekk tokka til og tey giftust og fingu fleiri børn. Skjótt var hon so bundin heima, at tað var ómøguligt at fara út á missiónsmark- ina. Sum árini gingu kendi hon hesa pínuna hvørja ferð tosað varð um missión. Hon tók lut í ymiskum missi- ónsfelagsskapum heima. Ein dag druknaði maður hennara og hon sat einkja eftir við stórum barnaflokki. Men Gud hjálpti henni ígjøgnum. Ofta vóru tað trong kor, men í tí heimin- um har Gud er gestur, fattast ikki dagligt breyð. Hon var eydnusom í Harranum. Men tó var tað altíð nakað sum plágaði hana. Sum hon ynskti, at hennara arbeiði fyri heidningarnar hevði verið meira virksamt og persónligt. Men ein dag hoyrdi hon um arbeiðið hjá Troens Bevis við innføddum trú- boðarum. Hon las blaðið og sá rópið: „Øll mugu fara út, ella senda onkran fyri seg“. Ja, – tað var júst hetta henni tørvaði nú. Hon var ov gomul til sjálv at fara út, men hon kundi kortini hjálpa til har úti – við peng- um og bønum sínum, – ígjøgnum ein innføddan trú- boðara sum staðgongu- manni. Í stovu hennara stóð myndin av einum manni. Tað var hennara staðgongu- maður, ein innføddur trú- boðari. Eg dugi ikki at siga frá hvønn týdning hetta hevur fyri meg, segði hon tá ið hon var liðug at siga søgu sína. Tað er sum Harrin nú eftir mong ár hevur latið meg funnið frið í hesum spurninginum. Eg eri nú har úti á missiónsmarkini – ikki í mínum gamla, útlivaða likami, men eg eri har ígjøgnum ein ungan, sterkan og brennandi innføddan evangelist sum mínum staðgongumanni. Hvussu kann ein so stuðla? Ætlanin er, at einstaklingar, samkomur, fyritøkur o. o. skulu fáa høvi at stuðla peningaliga. Hevur hetta tín áhuga og ynskir tú at vita meira um hetta arbeiðið, ert tú vælkomin at ringja til Fríðtór Debes, tel 318016 ella fartel. 217756. Eisini vóna vit, at fólk vilja halda arbeiðinum uppi við at biðja fyri tí! Sum eina viðmerking kann skoytast uppí, at vit arbeiða tætt saman við kenda norska missiónsfe- lagskapinum „Troens Bevis Verdensevangelisering“, ið Aril Edvardsen er leiðari fyri. Eisini koma vit meir og meir at víðka samarbeiði við INTO – international Outreach hjá Jørn Hyld- gaard í Danmark, ið eisini ger eitt stórt missións- og neyðhjálpararbeiði. Bót 3.000,- kr. Eftirkannandi roynd 900,- kr. Undirvísing 2.200,- kr. Koyritímar 700,- kr. Nýggj eftirkannandi roynd 300,- kr. Tilsamans 7.100,- kr. + nakrar vikur uttan koyrikort Hetta roknistykkið er eitt svar uppá, at tað í fjøl- miðlum fleiri ferðir hevur ljóðað, at tú næstan kann koyra so skjótt, sum tú vilt uttan, at tað fær álvarsligar fylgjur. Roknistykkið er grund- að á, at tú koyrir 82 km/t ella 32 km/t skjótari enn loyvda ferðmarkið í bygd- um øki, sum er 50 km/t. Siga vit, at talan ikki er um skerpandi umstøður - og at tú tí „einans“ stendur til at fáa treytaða frádøm- ing av koyrikortinum, so merkir tað, at tú missir ikki koyrikortið upp á staðið. Men í øllum førum fært tú 3.000, - kr. í bót , og áðrenn mánaður er gingin, skalt tú til eftirkannandi roynd hjá Bileftirlitinum, sum til- samans kostar tær 900,- kr. Tað vísir seg, at tey flestu, ið fara upp til roynd uttan at hava fingið undirvísing, standa ikki royndina, men dumpa frá hond. Um tú dumpar til royndina, sleppur tú ikki aftur til nýggja roynd, fyrr enn tú hevur fingið neyð- uga undirvísing, ið kostar um 2.200, - kr. Harumframt mást tú rinda fyri í minsta lagi tveir koyritímar á 350, - kr. Ikki fyrr enn koyrilærarin heldur, at tú ert førur fyri at fara aftur til roynd, ger hann eina royndarinnstilling, ið kostar 300, - kr. 82 km/t = 7.100,- kr. - Eitt keðiligt roknistykki! Tíðinaskriv frá Ferðslutrygd Løgreglan bíðar nú eftir fyrstu dómunum eftir strangari reglunum í nýggju ferðslulógini. Ferð eftir ferð verður endurtikið í fjølmiðlunum, at nú ber til at koyra 150 km/t og meira enn 30 km/t skjótari enn hægst loyvdu ferð, og bara fáa bót og eina ávar- ing ella treytaðan dóm. Hetta hevur sambært Bíða eftir fyrstu dómunum Um vit siga, at tú nú stóð royndina, hevur tú framvegis treytaða dómin hangandi yvir høvdinum á tær tey næstu trý árini, so um tú gert eitt líknandi ferðslubrot - (koyrir við ov nógvari ferð, hevur meiri enn 0,5 promillu av alkoholi í blóðinum, ella fremur eitt álvarsligt koyri- mistak) - áðrenn henda tíð er farin, missir tú koyri- kortið treytaleyst. Frá tí degi, tú komst í hesa „mylluna“, og til tú sleppur úr henni aftur, kunnu ganga fleiri vikur, og fleiri teirra uttan koyri- kort. Men hesir „tvør- leikar“ fána burtur í einki, um bert tú hugsar eitt lítið sindur um, hvat ið kundi hent, um onkur var á vegnum, har tú koyrdi ! Ver tí heldur glaður um, at einki hendi... løgregluni ført til, at fólk koyra skjótari og leggja einki í at vera tikin, tí „tað gongur helst fyrstu ferð“. Men hetta er ikki so. Fyri tað fyrsta gloyma tey, at tey skulu til eina eftiransandi koyriroynd, og kunnu tískil eins væl koma útaftur at Bileftirlitinum uttan koyrikort, og í øðrum lagi er upp til dómsvaldið at leggja støðið fyri, hvat kann rokn- ast sum serliga linnandi umstøður, og hvørji hesi heilt serligu førini eru, har dómsvaldið kann døma ein treytaðan dóm. Løgreglan vónar, at gáttin verður sera høg til tess at fáa treytaðan dóm. 16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 193 - 7. oktober 2000 Nr. 193 - 7. oktober 2000 gult cyan magenta svart Varandi loysnir uppá barnaansing og eldra øki Havi fylgt eitt sindur við í tí skriving, ið hevur verið serliga um barnaansing, og er hettar nakað tað sama, ið ført var fram til seinasta kommunuval. Hvør ið ikki hevur verið sína uppgávu vaksin kann vera líka mikið, tí at val- lyftini hildu í hvussu er ikki. Tann sokallað »discount« barnaansingin, kann sjálv- andi loysa ein trupulleika her og nú fyri nøkur børn, men er ikki nøkur varandi loysn. Tað kann ongantíð verða rætt, at foreldur skulu noyð- ast at fara til hús at ansa sínum egnu børnum og samstundis noyðast at taka onnur børn í dagpleygu, um hettar ikki er tað tey ynskja. Ein og hvør borgari má hava eitt val, eisini barna- familjurnar. Nakað tað sama møta vit tá tað kemur til eldra øki. Í Havn, har 1/3 av Føroya fólki býr, er t.d. bert eitt eldrasambýli. Vísast kann á, at næstan hvør lítil kommuna í land- inum hevur eitt eldra sam- býli. Nú kann onkur møgu- liga siga, at vit hava jú Lág- argarð, Ellisheimið, Um- lættingarheimið o.s.fr.,m en vit hava eisini sum áður nevnt, størsta innbyggjara- tal í Føroyum. Tá tað kemur til tey eldru, so er tað jú tey, ið hava lagt lunnarnar undir okkara samfelag og tann vælstand vit í dag njóta gott av. Viðv. børnunum, so eru tey okkara framtíð, og eigur teirra tørvur at verða settur í hásæti, ikki bert við tóm- um vallyftum, men í verki. Sum valevni fyri Sjálv- stýrisflokkin til býráðsvalið tann 21. november, vil eg gera mítt til, at tað kunnu finnast varandi loysnir á hesum økjum. Ása Olsen valevni Sjálvstýrisfloksins Torshavn kommune!!! I følge oplysninger angåen- de kommunale grundstyk- ker til beboelseshuse er der i kommunen 4 beliggende i Kaldbak. Med en forøgelse af ind- byggerne på ca. 250-300 om året i kommunen – set i relation til det nuværende antal grundstykker må si- ges, at være tegn på et by- råd, som bevidst eller ube- vidst ikke har fulgt med, angående kommunens til- bud eller manglende på samme om grundstykker til borgerne. Som valevni for javnað- arflokkurin til byrådsvalget i Torshavns kommune 21. november kan overstående mangel på grundstykker i kommunen ikke godtages. Undertegnede vil arbejde for, at der bliver sat gang i den kommunale udstykning til beboelseshuse hurtigst muligt efter valget. Henning Christensen valevni fyri javnaðar- flokkin til byrådet i Torshavn Viðmerkingar Ætlanir í føroyskum poli- tikki tykjast at vera, at fleiri og fleiri uppgávur, ið hava verið landspolitiskar, verða lagdar út til kommunurnar at umsita, nevnast kunnu barnaansingarøkið og eldra- røktin. Orsøkin til at slíkar upp- gávur verða lagdar út er tann, at landsins myndug- leikar hava sæð í eyguni, at slíkar uppgávur verða best loystar lokalt. Fortreytir fyri trivnaði Fyri at fáa fólk at støðast og trívast í kommununi mugu fleiri avgerandi við- urskifti, umframt barna- ansing og eldrarøkt, vera í lagi. Nevnast kunnu íbúðar- Lokalt sjálvræði! viðurskifti, skúlaviðurskifti, lækna- og heilsurøktar- viðurskifti, frítíðarviður- skifti sum mentan og ítrótt- ur. Hetta eru tænastur, ið eru nær tengdar at einum sterkum vinnulívi. Blómandi vinnulív = blómandi samfelag Vinnulív og trivnaður eru ringrás, ið treyta hvørt ann- að. Hetta skal skiljast á tann hátt, at nevndu treytir mugu nøktast fyri at fáa støðuga arbeiðsmegi til vinnulívið. Hinvegin má eisini eitt sterkt vinnulív til fyri at uppfylla hesar treytir. Kommunan hevur ábyrgd av at skapa karmar fyri vinnulívi og trivnaði. Karm- ar fyri vinnulívinum eru í hesum føri at syrgja fyri, at burðardygg vinna fær ment seg: At hóskandi byggiøki eru tøk, at havnarviðurskifti eru í lagi osfr. Gull og grønar skógir Undan einum vali verða nógv gylt lyfti givin, fyri síðani at verða brotin. Hetta er ábyrgdarleyst. Komm- unan er tyngd av skuld, tí má íløgupolitikkurin verða skilagóður og rætt priori- teraður. Lappaloysnir og projekt, ið liggja í hálva- kortum, er ikki nóg gott. Vit mugu hava dugnaligar og ábyrgdarfullar politikarar, ið kunnu prioritera skilagott og eisini tora at siga nei tá tað krevst. Jórun Høgnesen, valevni Tjóðveldis- floksins til býráðið í Klaksvík Nú um dagarnar er fíggj- arlógin fyri komandi ár løgd fram, samstundis hoyra vit, at fasta sam- bandið um Lorvíksfjørð er framskundað við tað, at peningur til kanningar er settur av longu kom- andi ár. Eg havi fleiri ferðir lýst, hvørjar avbjóðingar, ið standa fyri framman fyri Norðoyggjar, tá ið fasta sambandið kemur. Tað ið má gerast innan sambandið er veruleiki er, at kjarnufunktiónirnar, ið vit vilja varðveita, mugu styrkjast og fáa pening at arbeiða við, so tær hava karmar fyri at geva eina góða tænastu, helst enn betur enn hon er í dag. Taka vit Klaksvíkar sjúkrahús, ið allir norð- oyapolitikarir siga seg hava sum hjartamál, so er støðan tann, at sjúkra- húsið hesi seinnu árini er afturútsiglt við nógvum milliónum í mun til hini sjúkhúsini. Vilja vit varðveita sjúkrahúsið, tá ið fasta sambandið kemur, má vend koma í her nú!!! Tað minsta, ið vit kunnu gera, er at geva sjúkhúsinum ein møgu- leika at veita eina so góða tænastu, sum gjørligt. Sum øllum kunnugt er játtan til sjúkrahúsið landsmál. Teir somu po- litikarnir, ið seta pening av til fast samband, eru teir, ið ráða yvir, hvørja játtan, ið Klaksvíkar Sjúkrahús fær. Eisini eru teir í ferð við at gera eina langtíðar íløguætlan. Er meiningin, at sjúkrahúsið skal mennast, vænta vit, at tað sæst aftur í fíggj- arlógini fyri komandi ár og sjálvsagt eisini í íløguætlanini. Framtíðar útbyggingar eiga at setast út í kortið nú. Tá ið so fleiri av hesum politikarum ganga aftur til býráðsval, skuldi verið lagað manni. Livst so spyrst. Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins Heilsan til 1. deild hjá V.B. Heilsan til 1. deild hjá V.B. við ynskjum um hjartaliga tillukku við føroyameistaraheitinum. Samstundis sendi eg mynd av dreingjaliðnum hjá V.B., sum vann føroyameistaraheitið fyri 37 árum síðani. Sjálvur var eg í Havn við dreingjunum til hendan dystin og var hetta tá ein stórur dagur hjá V.B. Ynskjandi er, at blaðið samstundis eftirlýsir nøvnunum á dreingjunum á myndini og setur nøvnini í blaðið seinni. Heilsan, Jákup Olsen Klaksvíkar Sjúkrahús og fasta sambandið um Lorvíksfjørð