hósdagur 25. august 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 160 - 25. august 2005
31
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
The Island
Mikudag
24.08
kl. 20.00
kl. 22.30
Hósdag
25.08
kl. 20.00
kl. 22.30
FRA INSTRUKTØREN AF
ARMAGEDDON
OG PEARL HARBOR
Herbie – for fuld udblæsning
Mikudag
24.08
kl. 18.00
kl. 20.15
Hósdag
25.08
kl. 18.00
kl. 20.15
Ensk tala – danskur tekstur
WALT DISNEY PICTURES
PRÆSENTERER
Distribueret af UIP
www.herbiefilmen.dk
www.bio.fo • Telefon 31 19 56
Fantastic 4 Four
Mikudag
24.08
kl. 17.30
Hósdag
25.08
kl. 17.30
Seinasta sýning
Distribueret af UIP
www.uip.dk
UDEN GUIDEN
UDEN GUIDEN
HAR DU IKKE
HAR DU IKKE
EN JORDISK
EN JORDISK
CHANCE
CHANCE
Komandi filmar
Svigermonster FRUMSÝNING
Fríggjadag
26.08
Hitchikers Guide to the Galaxy
Mikudag
24.08
kl. 22.45
Hósdag
25.08
kl. 22.45
Dark Water
FRUMSÝNING
Fríggjadag
26.08
DISTRIBUERET AF UIP
WWW.UIP.DK
UTTAN ÚR HEIMI
Bretska løgreglan vil
vera við, at tað finn-
ast ongar myndir av
tilburðinum, tá ein
løgreglumaður skjeyt
brasilan Jean Charles
de Menezes, tí
myndatólini vóru í
ólagi. Tað er ósatt,
sigur undirgrundar-
beytin í London
BRETLAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Orsakað av einum tekn-
iskum breki við eftirlitstól-
unum finnast ongar myndir
av júst tí økinum, har til-
burðurin var.
Soleiðis skrivar bretska
løgreglan í frágreiðingini
um tilburðin, tá ein løg-
reglumaður skjeyt brasilska
elektrikaran Jean Charles
de Menezes í undirgrundar-
breytini í London. Men tað
avsannar ein talsmaður hjá
undirgrundarbreytini.
– Minst trý av myndatól-
unum har virkaðu, sum tey
skuldu. Tað er einki, sum
bendir á, at tey vóru í ólagi,
sigur hann við blaðið Daily
Mail.
Løgreglan sigur, at hon
hevði tikið bondini úr
myndatólunum dagin fyri
tilburðin, tí hon skuldi
kanna, hvat var á teimum,
og at nýggj bond vóru ikki
sett í. Men eisini tað av-
sannar undirgrundarbreyt-
in. Tey siga, at verður eitt
band tikið úr, kemur eitt
annað í av sær sjálvum.
Jean Charles de Menezes
bleiv skotin í einum undir-
grundarvogni, og sambært
løgregluni finnast ongar
sjónbandsupptøkur av til-
burðinum, tí eingin harð-
diskur var í upptøkutólun-
um. Men felagið Northern
Line, sum rekur undir-
grundarvognarnar, sigur, at
tað er ikki rætt. Talsmaður-
in hjá felagnum sigur við
Daily Mail, at alt var í lagi
við upptøkutólunum.
Mánakvøldið komu tveir
serfrøðingar hjá brasilsku
løgregluni til London at
kanna, hvat veruliga hendi,
tá Jean Charles de Menezes
bleiv skotin.
Í Portugal, Spania og
Fraklandi herja
skógareldar, sam-
stundis sum stór øki í
Sveits, Eysturríki og
Týsklandi standa
undir í vatni
VEÐUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Flogfør úr Fraklandi, Týsk-
landi, Spania og Italia eru
komin til Portugals at
hjálpa
myndugleikunum
har at sløkkja skógareldar,
sum herja stór øki mið-
skeiðis í landinum. Serliga
illa stendur til við býin
Coimbra, har minst tólv
hús í útjaðaranum á býnum
eru brunnin í grund. Í gjár
skuldu fleiri týskar og
niðurlendskar tyrlur koma
til Portugals at takla lut í
sløkkiarbeiðinum.
Eldur er eisini í stórum
skógarøkjum í landspørtun-
um Viana do Castelo og
Viseu har norðuri í Portu-
gal, og sambært myndug-
leikunum hara teir nógvu
skógareldarnir kravt minbst
15 mannalív, og umleið
140.000 hektarar liggja
undir í øsku.
Tað hevur verið rættiliga
fitt av vindi í Portugal teir
seinastu dagarnar, og tað
hevur darvað sløkkiarbeið-
inum nógv. Haraftuimóti er
ikki dropin komin av himli
í longri tíð, men í gjár
søgdu veðurmenninir sseg
vænta regn ein av fyrstu
døgunum.
Frakland og Spania eru
eisini herjað av skógareld-
um. Við franska býin Per-
pignan eru stór skógarøki
farin upp í royk, og í Spania
er umleið 40 skógareldar í
landspartinum Galicia, sum
er í útnyrðingspartinum av
landinum. Nærhendis Va-
lencia á miðjarðarhavs-
strondini er eisini eldur
nógvastaðni.
Vatnflóð
Í Sveits, Eysturríki og týska
landspartinum Bayern eru
tað aðrar náttúrukreftir,
sum gera um seg. Har hev-
ur tað regnað av grimd, so
stór øki standa undir í
vatni, og myndugleikarnir
hava flutt fólk burtur
nógvastaðni.
Í Sveits elvdi regnið til
skriðulop nógvastaðni, og
fleiri vegir hava staðið
undir í vatni, so tað hevur
ikki verið koyrandi til fleiri
bygdir. Í bygdini Ibach
máttu umleið 400 fólk
flytast burtur, tá áin Muota
fór upp um áarbakkarnar.
Í Bayern í Suðurtýsk-
landi hava myndugleikarnir
lýst summi øki í undan-
taksstøðu, og skipaferðslan
á Rhínánni er eisini darvað
av áarførinum. Í Norður-
italia
eru
fleiri
vegir
stongdir, tí teir standa undir
í vatni, og soleiðis er eisini
í Eysturríki.
Løgreglan í London
aftur løgd undir lygn
Eldur og vatn herja Evropa
Soleiðis sær út í sveitsiska býnum Bern, har áin Aare er farin upp um áarbakkarnar. Her er ein bjargingarbátur á veg ígjøgnum
býin
Mynd: Reuters