fríggjadagur 26. august 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 161 - 26. august 2005
Herfyri fingu fólk høvið at
royna seg sum sangara við
Showmonnum á REX, tá
bólkurin var ein livandi
Karaoke bólkur. kvøldið
var øgiliga væl eydna, og
REX endurtekur tí tiltakið
fríggjakvøldið. So um tú
hevur hug at standa á odda
fyri einum av Føroya bestu
bólkum, so hevur tú nú
møguleikan.
Fyri áhoyrararnar verður
høvi at stuttleika sær,
meðan man lurtar eftir
føroyskum songrøddum,
sum royna seg á palli,
kanska onkrar á fyrsta sinni
við livandi tónleiki.
Tiltakið er skipað so, at
ein listi við sangum liggur í
barrini, har eru bæði góð
gomul løg, og tey nýggjasta
nýggju, bæði føroysk og
útlendsk. Showmenn duga
so at siga at spæla alt, so
um júst tín sangur ikki er á
listanum, skulu teir nokk
duga at spæla sangin.
Karaoke tiltakið er frá
kl.01.00 til kl.02.30, aftaná
spæla teir til dans.
nud
Hósdag 1.september kl:18:00 og kl:21:00
Ævintýralegur sjónleikur
um vakrasta kærleika
og ljótasta gand.
Tónlist flytur:
Eivör Pálsdóttir
Atgongumerkjasøla Norðurlandahúsið
tel: +298 317900 nlh@nlh.fo
Karaoke við Showmonnum
verður endurtikið
Vestmanna
Bygdarráð boðar í
tíðindaskrivi frá, at
tað tekur undir við
ætlanini hjá Sp/f Røkt
um at gagnnýta vind-
og vatnorku
ORKUPOLITIKKUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Bygdarráðið í Vestmanna
heitir í tíðindaskrivi sínum
á allar partar um at sam-
starva um verkætlanina, og
bygdarráðið heldur, at sæð
frá einum umhvørvissjón-
armiði er skilabest at royna
at fullnýta verandi vatn-
orku, áðrenn farið verður
undir ætlanir, sum kunnu
hava óhepna ávirkan á
náttúruna.
Sagt verður, at bygdar-
ráðið heldur, at dentur eigur
at verða lagdur á varandi
orkukeldur, serliga nú olju-
prísurin er so høgur, tí tað
er skilabest bæði samfel-
agsbúskaparliga og um-
hvørvisliga, stendur at lesa
í tíðindaskrivinum, sum
Vestmanna
Bygdarráð
sendi út mikudagin.
Bygdarráðið stuðlar Røkt