Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 26. august 2005 5 Føroyskar gentur við í MGP 9 ára gomlu Rebekka og Camilla skulu verða við í danska Barnagrandprixnum, sum verður hildið í næsta mánaði TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tá ið danska Barna- grandprixið – sum gongur undir navninum MGP – verður hildið tann 17. september, verða tvær føroyskar gentur við á pallinum. Ein av bólkunum, sum fer at syngja, er úr Her- lev, og millum tær seks genturnar eru tvær føroyskar. Genturnar, sum syngja, eru Karoline og Zoe, og síðani skulu fýra gentur úr flokkinum hjá teimum dansa. Onnur teirra er Rebekka, og hin er Camilla. Mamma Re- bekku er Sanna Smith, og Camilla er dóttir læknan Jens Paula Marstein. Sangurin hjá gent- unum úr Herlev kallast »Et Stjerneskud«, og tað er einasta ballada í rúgv- uni av nógvum lívligum poppsangum til MGP 2005. Gentubólkurin er Her- lev er yngsti bólkurin, sum er við til MGP í ár. Roskilde vil hava uppskot Fyrireikararnir av Ros- kilde Festivalinum vilja gjarna frætta frá fólki, hvørjar bólkar tey kundu hugsa sær at hoyrt á festivalinum næsta ár. Roskilde Festivalurin ynskir sær bæði uppskot um kend heimsnøvn og um nýggjari bólkar. Føroyingar eru ídnir at vitja festivalin í Ros- kilde, og tað kundi sakt- ans hugsast, at føroy- ingar vildu hoyrt ein før- oyskan bólk á festival- inum næsta ár, sum verður hildin í døgunum frá 29. juni til 2. juli Onkrir føroyingar hava spælt á Roskilde Festivalinum. Millum annað var Clickhaze við fyri nøkrum árum síð- ani, og Teitur Lassen hevur eisini roynt seg á størsta danska festival- inum. Uppskot um bólkar kunnu lata Roskilde Festivalinum umvegis heimasíðuna hjá teimum www.roskildefestival.dk ek Fráfarni hjálparprest- urin í Havn fer í morgin av landinum saman við familjuni hjá sær. Jóannis Fons- dal skal næstu árini starvast í eini kirkju í Keypmannahavn, og hóast ætlanin ongan- tíð var, at hann skuldi av landinum aftur, lagaðu umstøðurnar seg soleiðis, at hetta gjørdist neyðugt, skuldi hann halda fram sum prestur PRESTUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hesa vikuna hava presturin Jóannis Fonsdal og konan Sigrid rokast óført í íbúð teirra Yvir við Strond í Havn. Hóast tey hildu seg vera komin heim til Føroya at búgva fyri well, eftir at tey høvdu verið 10 ár utt- anlands, fara tey nú aftur av landinum. Íbúðin hjá teimum verður tømd, og í morgin fara tey bæði og tey trý smábørnini av landinum. – Tá ið vit fluttu heim eftir 10 ár í útlandinum, var tað eitt stórt umskiftið, og vit skuldu venja okkum við at búgva í Føroyum aftur. Ætlanin var at verða ver- andi her, men nú fara vit til Danmarkar aftur. Hetta krevur eitt sindur av okk- um, sigur Jóannis Fonsdal. Starvið bleiv burtur Orsøkin til, at Jóannis Fonsdal og familjan fara av landinum aftur er, at starvið hjá Jóannisi sum hjálpar- prestur í Havn varð niður- lagt. Almenna grundgev- ingin var, at pengar vóru ikki longur til hetta starv. Aðrir prestar hava tó róð fram undir, at veruliga orsøkin til, at starvið varð tikið burtur, var, at Jóannis Fonsdal segði seg ikki kunna samstarva við tveir aðrar prestar í Havn, tí annar er kvinna og hin er giftur uppaftur. So seint sum í bløðunum í gjár skrivaði Hans Eiler Hammer, sóknarprestur í Klaksvík, at Jóannis Fons- dal hevði fingið eitt asna- spark úr føroysku fólka- kirkjuni, og at veruliga orsøkin til, at hann misti starvið, var, at hann var trúfastur ímóti skriftini. Væntar bleyta lending í Emdrup Tað er í øllum førum greitt, at tíðin hjá Jóannisi Fons- dal sum prestur í Føroyum er av fyribils. Hann hevur fingið starv við Emdrup Kirke, sum liggur í út- nyrðingspartinum av Keyp- mannahavn. – Eg var í praktikk í kirkjuni fyri nøkrum árum síðani, og nú tey søktu eftir einum presti, valdi eg at søkja starvið. Tað vóru fleiri aðrir umsøkjarar, men eg fekk tað, og tað eri eg glaður fyri, sigur Jóannis Fonsdal. Hvussu verður við tínum átrúnaðarligu sjónarmiðum í hesari kirkjuni? – Eg havi hildið eina prædiku í kirkjuni, og aftan á var eg til ein langa sam- røðu, har kirkjuráðið spurdi um alt millum himmal og jørð, og eg svaraði sum frægast. Tey høvdu fleiri umsøkjarar at velja ímill- um, men valdu at seta meg, so eg vænti mær ongar trupulleikar. Noyðist av landinum fyri at fáa starv Prestastarvið í Emdrup Kirke verður eitt sindur øðrvísi, enn tað starvið, sum Jóannis Fonsdal hevur havt í Føroyum. – Í Føroyum snýr tað seg nógv um gudstænastuna sunnudag og so onkrar jarðarferðir mitt í viku. Men í kirkjuni í Emdrup er stórt virksemi alla vikuna. Tey hava góðar umstøður at hýsa øllum hugsandi aktivi- tetum, og har eru fleiri fólk í starvi, sigur Jóannis Fons- dal. Tey, sum hava hug at vita meira um kirkjuna, har Jóannis Fonsdal nú skal starvast, kunnu leita sær inn á heimasíðuna www.emdrupkirke.dk Vónar at koma heimaftur Men hvussu er lagið, nú tit fara av landinum aftur? – Tað var ikki ætlanin, at vit skuldu fara avstað aftur. Vit tosaðu um, at eg skuldi fáa mær eitt starv uttan- lands, áðrenn eg kom heim, men nú vit vóru komin heim, kundu vit hugsa okk- um at verið verðandi. Men eg gleðist hóast alt um, at eg havi fingið eitt nýtt starv. – Skuldi eg halda fram sum prestur, so mátti tað verða uttanlands. Tað er avmarkað við størvum í Føroyum, og í løtuni er einki starv leyst. Men vónar tú at koma heimaftur at verða prestur? – Ja, vit eru føroyingar, og eg vil eisini, at børnini hjá mær verða føroyingar. So eg vóni, at vit innan alt ov leingi kunnu flyta heim- aftur til Føroya. Jóannis má av landinum fyri at verða prestur – Tað var ikki ætlanin, at vit skuldu fara avstað aftur. Vit tosaðu um, at eg skuldi fáa mær eitt starv uttanlands, áðrenn eg kom heim, men nú vit vóru komin heim, kundu vit hugsa okkum at verið verðandi. Men eg gleðist hóast alt um, at eg havi fingið eitt nýtt starv, sigur Jóannis Fonsdal, sum í gjár tømdi íbúðin hjá sær í Havn. Hann skal nú starvast sum prestur í Keypmannahavn. Mynd: Bárður Lydersen