Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 161 - 26. august 2005 Um tað gongur sum bygginevndin í felag- num Dansifrøi vænt- ar, stendur ein nýggj dansihøll millum ítróttarhøllina á Hálsi og Gundadalshøllina um tvey ár. Høllin skal eisini nýtast til onnur endamál TÍÐINDASKRIV Felagið Dansifrøi í Havn hevur í nógv ár havt ætlanir um at byggja eina dansihøll til virksemi felagsins. Nú sær tað út til, at nakað er við at henda. Nýggja býráðið hevur stungið út í kortið við sín- um ætlanum kring Gunda- dal. Í hesum sambandi hev- ur felagið Dansifrøi endur- skoðað sína byggiætlan. Undanfarna býráð játtaði Dansifrøi og fimleikafe- lagnum Ljósinum eitt leiguøki í Gundadali um- framt 30 prosent í stuðli av byggikostnaðinum til eina ætlaða felags bygging hjá feløgunum. Hetta var í februar 2004. Ein felags umsókn varð eisini send Mentamálaráð- num í mai 2004, har søkt varð um stuðul. Einasta svar ið kom, var at brævið er móttikið og er til við- gerðar. Síðani er tað hent, at sitandi býráð í 2005 hevur samtykt, at fimleikurin skal samskipast í eini felagshøll við endan av Tórsvølli – niðan fyri Svimjihøllina. Hetta hevur ført við sær, at tað, annars frálíka sam- starvið millum Dansifrøi og Ljósið, er hildið uppat. Bygginevndin hjá Dansi- frøi hevur endurskoðað tekningarnar, soleiðis at kjallarahæddin, har Ljósið eftir ætlan skuldi hava virk- semið sítt, verður tikin burtur, meðan hølini hjá Dansifrøi eru óbroytt. Nýggju broyttu tekningar- nar eru sendar Tórshavnar kommunu saman við nýggjari kostnaðar- og rakstarætlan. Tá endalig góðkenning fyriliggur frá Tórshavnar kommunu og endalig fígg- ing er komin upp á pláss, kann roknast við, at um umleið tvey ár stendur ein nýggj dansihøll í Gunda- dali. Um dansihøllina Gólvvíddin á bygninginum er 820 fermetrar, og er hann innrættaður soleiðis, at tørvurin til virksemið hjá Dansifrøi er nøktaður. Ætl- anin er tó eisini, at Tórs- havnar kommuna, tey ungu og onnur skulu hava møgu- leika at nýta høllina til ymisk endamál sum t.d. annað slag av dansi, veitsl- ur, konsertir, sjónleik og fundarvirksemi. Umframt sjálva dansi- høllina, eru eisini rúm til toilett, atgongumerkjasølu, klædnagoymslu, køk, goymslu, reingerð, v.m. Í bygginevndini hjá Dansifrøi eru: Høgni B. Mikkelsen, formaður, Andreas M. Andreasen og Erling Jørgensen, sum eisini er formaður í felag- num Dansifrøi. Dansifrøi og byggi- nevndin bíða í løtuni við spenningi eftir svari frá bý- ráðnum. Vælumtókt heimasíða kann lokka ungfólk í óføri Føroyskir og danskir ungdómar verða lokkaðir til óvart kynsligt samband við nógvum partnarum á barnachat-staðnum ARTO, ávarar Amts- centret for Under- visning í Herning TELDUR Teldur: Væl umtókta barnachat-síðan hevur om- an fyri 300.000 donsk og føroysk børn og ung sum brúkarar. Og á hesi síðuni verða ung lokkað til óvart kynsligt samband. Soleiðis ljóðar ávaringin frá Amtscentret for Under- visning í Herning. - Ein skal ikki vera logg- aður leingi á hesi síðuni, fyrrenn ein sær, at tað verða gjørdar avtalur millum heilt ung og eldri, sum ikki kenna hvønn annan framm- anundan – og tað gongur eisini fyri seg í skúlatíðini, sigur leiðarin á miðstøðini, Marianne Oksbjerg, sam- bært danska blaðnum Jyl- landsposten. 14-20 ára gomul Miðstøðin, sum framleiðir undirvísingarambið og skipar fyri skeiðum fyri læ- rarar, hevur hesa vikuna boðið til skeið júst um ARTO. Orsøkin til hetta er, at starvsfólk á miðstøðini hava fylgt gongdini á heimasíðuni í seinastuni. Tey hava javnt og samt hugt eftir gestabókunum hjá teimum ungu, har ein kann skriva til hvønn annan og gera avtalur um at hitt- ast. Í kanningararbeiðinum er ein komin fram á fleiri ungdómar, sum kappast um at hava kynsligt samband við so nógvar partnarar sum tilber. Hesi ungu, sum vanliga eru millum 14 og 20 ár, kalla seg sjálvi "players". Greiðar reglur - Vit hava havt samrøður við hesi ungu, sum hava verið limir í player-felags- skapum og har havt kynslig sambond við í hundraðtali av fremmandum, sum tey hittu gjøgnum ARTO. - Tey siga, at tey hava fastar reglur í felagsskap- inum. Ein regla kann t.d. vera, at ein skal vera saman við trimum partnarum ein og sama dag, sigur Mari- anne Oksbjerg. Hon veit eisini um ungar gentur, sum við jøvnum millumbilum verða við- gjørdar fyri kynssjúkur vegna teirra mongu og ó- vardu kunningum á ARTO. - Tað er bert lukka, at eingin teirra enn er vorðin smittað ella smittaður av HIV, sigur hon. Vantandi sjálvsvirði Sálarfrøðingurin, Kuno Sørensen hjá danska Red Barnet er millum tey, sum skulu hava orðið á ráð- stevnuni hesa vikuna. Sambært honum eru millum 1 og 2 prosent av teimum ungu sum vanta sjálvsvirði, orsakað av sosialum treytum og upp- vøkstri. Tey eru tí til reiðar at fara út til ytsta markið fyri at fáa viðurkenning og góðkenn- ing. - Tey kunnu fáa viður- kenning av at mong girnast teirra kropp. Tey halda, at hetta gevur teimum økt sjálvsvirði. - Tað ger tað eisini uppá stutt sikt, men tað er stokk- utur hiti, tí tað minnir um skøkjulevnað og kann seinni geva bakslag, tá tey verða mett sum bíligar skøkjur, sigur Kuno Sørensen. - Hetta er ein stórur trupulleiki, sum rakar ein evarska lítlan bólk. Tað nýggja er kortini, at vit nú hava fingið alnetið, chat- rúm og sonevnd communi- ties, har sambondini lættari koma í lag og verða dyrkað, sigur hann. sb. Dansifrøi nýggja høll í Gundadali Eitt upplagt stað Ein 19 ára gomul genta greiðir frá, at hon brúkti Netið til kynsligt samband við hundraðtals menn í trongdini at fáa viðurkenning. Fyri hana var væl umtókta barna- og ungdómssíðan ARTO eitt upplagt stað til fleiri kynslig sambond. "Tað var einfalt at fatur á dreingjum harinni. Eftir bert tveimum tímum kundi eg fáa eina avtalu um at møta einum persóni, eg beint tá hevði lært at kenna gjøgnum Arto. Vit fóru í song saman, og aftaná sá eg hann aldrin aftur. Trupulleikin var bert, at ein aldrin visti, hvønn eg skuldi hitta. Hetta kundu væl vera ógvuslig fólk, t.d. pedofil við einum følskum profili" Gólvvíddin á bygninginum er 820 fermetrar, og er hann innrættaður soleiðis, at tørvurin til virksemið hjá Dansifrøi er nøktaður Mong ung vitja dagliga inn á heimasíðuna hjá Arto. Seinnapartin mikudagin vóru t.d. 18.292 online á síðuni Modelmynd: Álvur Haraldsen Høllin hjá Dansifrøi verður millum ítróttarhøllina á Hálsi og Gundadalshøllina Møgulig útbygging av Gundadalshøllini Gundadalshøllin Dansi- frøi