Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 26. august 2005 7 Kolumbus og Nornagestur seldir: Eingin skuld er í skipunum nú tey verða seld - Tað hevur gingið rímiliga væl hesi árini. Tað var ógvuliga hart og trupult at reka skip fyrst í nítiárunum, tá ið kreppa var um alt samfelagið. Tá høvdu vit bara Kolumbus. Virkir vóru stongd, eitt nú í Sandoynni, og tí "reikaðu" vit mill- um ymisk virkir at landa.Vit hóraðu tó undan í øllum góðum. Hava ongantíð fingið nakra hjálp ella nakr- an stuðul frá nøkrum hesi árini, vit hava fingist við skiparakst- ur – og nú vit selja, er eingin skuld í skipun- um, sigur Edvard Nicodemussen SKIPARAKSTUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eftir 1. september í ár verða trolararnir, Nornagestur og Kolumbus, ikki longur heimahoyrandi í Sand- oynni. Tað eru brøðrurnir, Edvard, Birgir og Niels Nicodemussen, sum eiga feløgini aftanfyri skipini, P/F Nornagestur, sum hev- ur átt skipið við sama navni og P/F Orion, sum hevur átt Kolumbus. Sandoyarbrøðr ur nir keyptu Kolumbus í 1982 og Nornagest í 1994. Nýggju eigararnir, sum yvirtaka skipini, 1. septem- ber, eru vestmenningarnir, Dánjal Jacobsen og Tumm- as Christophersen, sum saman hava stovnað fel- agið, P/F Vár. Keypsprísurin er 14,5 miljónir krónur. Tríggjar manningar hava verið við skipunum og teir, sum ynskja tað, kunnu allir halda fram undir nýggju eigarunum. Ein skapandi "familjufyritøka" Teir tríggir brøðrurnir hava allir verið knýttir at skipun- um. Edvard, sum næstu ferð fyllir 62, hevur verið skipari umborð á Kolum- busi síðan 1986. Birgir, sum er yngstur av teimum trimum, hevur siglt við skipunum sum maskin- meistari, fyrst við Kolum- busi og síðan við Norna- gesti, tá ið hann varð keyptur. Niels, sum er mið- lingurin av teimum trimum, hevur verið tað, sum teir rópa "heimahjálp". Hann hevur seinastu árini tikið sær av teimum praktisku viðurskiftunum uppi á landi. Allir tríggir søktu teir sjógvin, áðrenn teir gjørd- ust skipaeigarar, bæði við fiskiskipi og í farmaskipa- sigling. Øll árini hevur kona Ed- vard, Sanna, havt bókhaldið hjá feløgunum um hendi. Eiga skipini - Tá ið vit avgjørdu at keypa Kolumbus í 1982, góvust vit at sigla hjá øðrum og fóru sjálvir undir skiparakstur. Edvard Nicodemussen sigur, at nú skipini verða seld, er eingin skuld í teimum. - Vit eiga skipini; har er eingin skuld. Hann vísir á, at teir alla tíðina hava lagt stóran dent á at gjalda skuldina, sum var í skipunum, men hetta merkir tó ikki, at teir ikki eisini hava brúkt nógvan pening upp á viðlíkahald og nýgerð. - Jú, vit hava brúkt nógv- an pening upp á skipini hesi árini, vit hava havt tey. Um- framt at Kolumbus hevur skift motor, fingu bæði skipini nýggja brúgv í Mar- stal í 1998; tá vórðu eisini ljósmotorarnir skiftir, skip- ini vórðu vatnblást, motor- arnir yvirhálaðir, akslarnir vóru úti, og skúvurnar vóru í Týsklandi, har tær vórðu gjørdar av nýggjum. Edvard sigur, at tá driftin er so hørð, er eisini neyðugt at halda skipini viðlíka. - Skipini eru gomul, men tey hava riggað væl, og vit hava ikki mist nógv tíð vegna trupulleikar, leggur hann aftrat. Kreppan sveið Edvard letur ikki illa at gongdini hesi árini. - Vit halda, at tað hevur gingið rímiliga væl hesi árini. Tað var ógvuliga hart og trupult at reka skip fyrst í nítiárunum, tá ið kreppa var um alt samfelagið. Tá høvdu vit bara Kolumbus. Virkir vóru stongd, eitt nú í Sandoynni, og tí "reikaðu" vit millum ymisk virkir at landa. Vit hóraðu tó undan í øllum góðum. Vit hava ongantíð fingið nakra hjálp ella nakran stuðul frá nøkr- um hesi árini, vit hava fing- ist við skiparakstur. Edvard ásannar, at ein or- søkin til, at teir avgjørdu at fara undir skiparakstur, var, at so lítið virksemið var í Sandoynni. - Jú, vit keyptu Kolum- bus í 1982 við tí endamáli at leggja veiðina upp í Sandoynni, og eisini síðan vit keyptu Nornagest, hava vit lagt flestu lastirnar upp í oynni – undantikið tey ár- ini, tá ið virkini lógu still. Hann vísir tó á, at skipini altíð hava verið "frítt still- aði", sum hann rópar tað, men dylur kortini ikki fyri, at tað alla tíðina hevur ligið teimum frammarliga at stuðlað uppundir vinnu- lívið í oynni. - Eg haldi ikki, at tað kann takast frá okkum, at vit hava hugsað "lokalt", síðan vit fóru undir skipa- rakstur, sigur Edvard Nicodemussen. Tað undrar ikki Ed- vard Nicodemussen so lítið, at sølan av Nornagesti og Kolum- busi hevur gingið so "friðarliga" fyri seg, nú skipini hava havt so stóran týdning fyri virksemið í oynni. – Hvørki arbeiðarafeløg ella kommunur hava latið við seg koma, sigur hann SKIPASØLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Vit keyptu Kolumbus fyri at skapa eitt tryggari grundarlag undir vinnulív- inum í Sandoynni. Hetta merkir tó ikki, at vit ikki hava kunnað gjørt, sum vit hava viljað. Men okkara "hjarta" hevur ligið til oynna og tað virksemi, sum her kundi skapast. Nú vit gevast, letur eingin við seg koma, hvørki arbeið- arafeløg ella kommunur. Hetta sigur Edvard Nico- demussen, sum saman við brøðrunum, Nielsi og Birg- iri, hava átt og rikið trolar- arnar, Kolumbus og Nornagest, seinastu mongu árini. Hann vísir á, at Marner Lisberg, sum er nevndar- formaður í P/F Sandoy Seafood, tó ringdi til hans- ara herfyri og fregnaðist um ætlaðu søluna. - Men hvørki arbeiðara- feløg ella kommunur í oynni hava latið við seg koma. Edvard sigur, at seinastu árini hava skipini fiskað eini 3.500 tons um árið. - Flestu lastirnar eru lagdar upp á Sandi, og hetta hevur skapt nógv virksemi í oynni, bæði á Sandi og í Skopun. Vit eru glaðir fyri at hava verið við til at tryggjað grundarlagið undir virkseminum, sum verið hevur hesi árini, vit hava fingist við skiparakstur, sigur hann. At gevast - Eg dugi ikki enn at ímynda mær, hvussu tað verður hjá okkum at gev- ast, sigur Edvard. Hann hevur havt bát, men tað hevur hann ikki nú. - Kanska fari eg at fáa mær bát aftur og fari at rógva út. Hvussu tað verð- ur at vera leysur av skipun- um eftir so mong ár, veit eg ikki, fyrr enn eg havi roynt tað, sigur hann. Sum skilst, fer ein av brøðrunum, Birgir, ið siglir sum maskinmaður, at sigla við skipunum eina tíð enn. Spurdur, hvussu tað verður við teimum trimum manningunum, sum hava verið knýttar at skipunum, sigur Edvard Nicode- mussen at enda: - Teimum stendur í boði at halda fram undir nýggju eigarunum, og eg vænti, at teir flestu halda fram, sigur hann. Líkasæla ræður í Sandoynni um skipasøluna Fyrst keyptu teir Kolumbus í 1982… Mynd: Skipalistin … og síðan Nornagest í 1994 Mynd: Skipalistin