Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 161 - 26. august 2005 Í løgmansrøðu síni á ólavsøku lovaði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, at Fólka- kirkjan verður yvir- tikin 1. januar 2007. Hóast arbeitt hevur verið hesi yvirtøku síðani 1998, væntar løgmaður, at hesaferð fer tíðarætlanin at halda. Ein broyting verður helst, at prest- arnir ikki longur vera tænastumenn FÓLKAKIRKJAN Theodor E. D. Olsen - Fólkakirkjan er stóra yvir- tøkan, sum samgongan hevur sett sær fyri. Fólka- kirkjan verður á føroyskum hondum 1. januar í 2007. Hesi orðini segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, í Løgtinginum ólavsøkudag, tá hann helt ta árligu løg- mansrøðuna. Sum so er tó einki nýtt í hesum. Samgongan, ið nú situr, er nevniliga ikki tann fyrsta, sum hevur sett sær hetta mál. Núverandi sam- gonguskjal er nevniliga tað triðja í røðini, sum hevur sett sær fyri at yvirtaka Fólkakirkjuna. Longu í 1998 setti táverandi sam- gonga við Anfinni Kalls- berg á odda sær fyri at yvirtaka Fólkakirkjuna, og skuldi hetta henda í ár 2000. Eisini tað næsta sam- gonguskjalið, sum Anfinn Kallsberg var við til at undirskriva sum løgmaður í 2002 setti sær fyri at yvir- taka Fólkakirkjuna. Triðju ferð, Fólkakirkjan varð nevnd sum yvirtøka í einum samgonguskjali, var í fjør, tá Jóannes Eides- gaard varð valdur til løg- mann, og hesaferð vildi Sambandsflokkurin vera við til at yvirtaka kirkjuna. Í samrøðu við Sosialin vátta bæði Jóannes Eides- gaard, løgmaður, og Jógvan á Lakjuni, mentamálaráð- harri, ið umsitur kirkjumál, at alt nú "gongur, sum tað skal við hesum máli", og at tað helst fer at eydnast hesaferð at halda ta ásettu tíðarfreistina, sum altso gongur út um einar 16 mánaðar. 1. januar 2007 er dagurin, tá Føroya kirkja verður føroysk. Løgmaður sigur, at hann hevur fult álit á, at alt er, sum tað eigur at vera í hes- um máli. Halda fast við sjálv- boðið arbeiði Í løtuni situr ein trímanna- bólkur við tveimum løg- frøðingum hjá Mentamála- ráðnum og einum løgfrøð- ingi hjá Føroya Stiftsstjórn og arbeiða við at fyrireika lógirnar, sum skulu galda, tá kirkjan skal yvirtakast. Harafturat hevur ein kirkjuligur fylgibólkur, sum er mannaður av bispi, dómprósti, formanninum í Felagnum fyri kirkjuráðs- limir og formanninum í Prestafelagnum fylgt ar- beiðinum, umfram at ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum flokk- um somuleiðis hava verið eygleiðarar. Maria Húsgarð, løgfrøð- ingur og fulltrúi í Menta- málaráðnum, er ein av lim- unum í arbeiðsbólkinum, og hon sigur í samrøðu við Sosialin, at tey eru komin langt við tí lógarfyrireik- andi arbeiðinum, og at hóast eingin lóg er liðug at viðgera enn, so er tað sambært henni sannlíkt, at 1. januar 2007 verður dag- urin, tá Fólkakirkjan verður yvirtikin. Hvussu kirkjan skal fíggjast í framtíðini, sigur Maria Húsgarð, at her verður hugt eftir, hvussu til ber t.d. at krevja inn kirkju- skatt. Í samgonguskjalinum verður sagt, at ein vil gjalda allar útreiðslur hjá kirkjuni, og er hetta tilsamans einar 15 milliónir fyri umvæling- ar og lønir. Fyrireikararnir av yvir- tøkuni vilja ikki siga møgu- leikan frá sær at hækka kirkjuskattin, men ætlanin er ikki, at kirkjan ikki skal løna alt ov nógvum fólkum ella gerast alt ov dýr. Tvs. politiskt er ynskiligt, at hildið verður fram, sum ein ger í Føroyum í dag, har t.d. nógv arbeiði, t.d. kórsang- ur, er sjálvboðið. Í fleiri av okkara grannalondum verða lønir hinvegin rind- aðar til eitt nú kirkjusang- arar. Her kann nevnast, at kirkjuskatturin í Føroyum er 0,4 %, meðan t.d. danir gjalda 0,8 %. Um serligur tørvur er á peningi í onkrari bygd, sókn ella kommunu, ber tó til sambært Toll- og Skat- tstovu Føroya at áseta lokalan kirkjuskatt. Prestar ikki longur tænastumenn Sum nú er, eru prestarnir í Føroyum danskir tænastu- menn, men Maria Húsgarð væntar, at eftir eina møgu- liga yvirtøku fara teir at kunna velja, um teir vilja halda fram sum danskir tænastumenn, ella um teir vilja koma undir eina før- oyska skipan. Slíkt er eisini roynt við øðrum yvirtøk- um. Prestar, sum verða settir í embæti eftir yvirtøkuna fáa tó ikki hendan møguleika. Maria Húsgarð nevnir, at Fólkakirkjan verður ein av teimum st - Fólkakirkjan er stóra yvirtøkan, sum samgongan hevur sett sær fyri. Fólka- kirkjan verður á føroyskum hondum 1. januar í 2007, segði løgmaður í røðu síni á ólavsøku í ár. Men hvør skal avgera, hvat tann føroyska kirkjan skal boða í framtíðini? Tað er ein av teimum stóru spurning- um, nú ein trímannabólkur fyrireikar yvirtøkuna av Fólkakirkjuni Mynd: Bárður