Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 26. august 2005 9 Hvør skal læran vera hjá tí nýggju før- oysku Fólkakirkj- uni? Tað er ein av teimum meira tor- greiddu spurning- unum, sum arbeitt hevur verið við sein- astu árini. Í donsku grundlógini stendur nevniliga, at kirkjan skal vera luthersk, og grundlógin er galdandi fyri alt ríkið FÓLKAKIRKJAN Theodor E. D. Olsen Eins og løgmaður við- gongur í ólavsøkurøðuni, so er yvirtøkan av Fólka- kirkjuni ein av teimum stóru yvirtøkunum, og tað er neyvan av tilvild, at hon stendur á lista B í Heima- stýrislógini saman við t.d. løgreglu, loftferðslu og rávenum í undirgrundini. Hetta eru mál, sum hig- artil bert hava verið gjør- lig at yvirtikið eftir sam- ráðingur millum ta donsku stjórnina og Landsstýrið. Viðurskiftini á hesum øki eru so at siga óbroytt, eftir at tann uttan- ríkispolitiska heimildar- lógin er samtykt í Fólka- tinginum og í Løgting- inum. Maria Húsgarð váttar eisini fyri Sosialinum, at yvirtøkan av Fólkakirkj- uni ikki líkist øðrum yvir- tøkum. Her talan um eitt stórt lógaverk, og so hevur hon ikki minst nógv við kenslur at gera. At yvirtaka Fólkakirkj- una snýr seg nevniliga ikki bara um pening. Kanska snýr hendan yvirtøkan seg allarminst um pening. Hvat skal kirkjan læra? Ein stórur spurningur snýr seg nevniliga um, hvørja læru, føroyska kirkjan skal boða í fram- tíðini, og ikki minst hvør skal avgera hesa læru. Í donsku grundlógini stendur týðiliga í ávika- vist grein 4 og 1, at "Den evangelisk-lutherske kirke er den danske folke- kirke og understøttes som sådan af staten" og at "Denne grundlov gælder for alle dele af Danmarks Rige". Grundlógin er nevniliga fyri alt ríkið, og tí hevur kirkjan eisini higartil verið fyri alt ríkið. Hetta merkir, at ein meiriluti í danska Fólka- tinginum ikki kann av- gera, at kirkjan fram yvir skal vera katólsk ella skal gevast við barnadópi. Sum nú er, er trúarlæran eisini samtykt í Norsku Lóg, sum er galdandi fyri Føroyar. Enn hava føroyingar tó onga grundlóg, og í upp- skotinum um føroyska stjórnarskipanarlóg, sum varð handað løgmanni í fjør, stendur, at "Fólka- kirkjan eigur lut eftir gomlum siði". Og tað er ein orðing, ið kann inni- halda fleiri týdningar. Maria Húsgarð sigur, at læran hjá Fólkakirkjuni kann staðfestast í yvirtøk- uni, tvs. at Landsstýrið bindur seg til at halda eina avtalu við ta donsku stjórnina um, at kirkjan skal vera evangelisk-luth- ersk, tvs. at tann danska og føroyska kirkjan koma at hava somu trúarlæru og trúarjáttanir. Kirkjan verður sostatt ikki meira yvirtikin enn so, at um føroyingar bróta hesa av- talu, kunnu danskir mynd- ugleikar leggja upp í og syrgja fyri, at føroysk kirkjufólk ikki vakna ein morgun sum katolikkar ella okkurt annað. 17 tingfólk skulu ikki avgera læruna Maria Húsgarð nevnir tó eisini aðrar møguleikar, ið kunnu vera við til at skapa ein grundvøll hjá læru kirkjunnar. T.d. sigur hon, at læran kann staðfestast í stýrisskipanarlógini, ið skal samtykkjast av tveimum løgtingum, ella við eini fólkatkvøðu, tí so er tað fólkið, ið avger og er ga-rantur fyri, at 17 tingfólk ikki broyta tað grundleggjandi í Fólka- kirkjuni, nevniliga at hon skal vera evangelisk-luth- ersk. Enn er tó ikki avgjørt, um nakað sokallað "yvir- høvd" ella hægsti persón- ur skal vera í eini kom- andi føroyskari kirkju, eins og t.d. Margreta drotning er tað í donsku fólkakirkjuni. Maria Húsgarð útihýsir ikki møguleikanum fyri, at danska drotningin kann eiga ein leiklut í eini før- oyskari kirkju, men sigur seg tó ivast í, um danir fara at ganga við til hetta. Hinvegin kann hugsast, at eitt ávíst samskifti verður við drotningina, tá talan verður um trúarlæru og bisp. Hóast Fólkakirkjan nú hevur staðið í trimum samgonguskjølum á rað, væntar Maria Húsgarð, at tey fara at náa freistina, sum er 1. januar 2007, men at hetta eisini veldst um, hvussu ætlanin verð- ur móttikin, og um polit- iskur vilji er til staðar at yvirtaka. Ætlanin er at tað lógarfyrireikandi arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum skal leggjast fyri løgtingið næsta vár, og síðani skulu lógirnar samtykkjast á heysti 2006. ørru yvirtøkunum Kirkjan sleppur ikki barna- dópinum tað almenna er við fara frá tænastumannaskipanini og nevnir starvsteytirnar hjá lærarunum sum dømi. Í dag eru tað nevniliga fyri tað mesta bert stjórar, sum eru tænastumenn. Sostatt kann væntast, at prestarnir í Føroyum verða sáttmálasettir í framtíðini, og at teirra lønir verða settir eftir samráðingar millum teirra fakfelag og Landsstýrið. Prestalønirnar verða altso ein samráðing- arspurningur. Tað verður altso Lands- stýrið, sum verður setanar- myndugleiki hjá komandi prestum, men arbeiðsbólk- urin hevur ikki hildið seg til at gera fleiri ásetingar um lønir, av tí at hetta helst fer at hoyra undir lønardeildina í Tinganesi. Tað innihalds- liga í teimum føroysku kirkjulógunum kemur helst at líkjast teimum donsku, men tær verða helst ikki so detailregulerandi, og helst meira fleksiblar enn tær donsku, sigur Maria Hús- garð. Viðvíkjandi kirkjum, prestagørðum og øðrum bygningum verður eisini samráðst við danskar myndugleikar. Nakrir av hesum bygningum skulu nevniliga keypast frá danska myndugleikanum, meðan viðurlag ella sam- sýning helst skal latast frá danskari síðu til aðrar, av tí at hesir eru gamlir og í ringum standi, og her lut- tekur bygningadeildin hjá Fornminnissavninum í ar- beiðinum. Kirkjubygningarnir eru tó føroysk ogn. Sermerkt yvirtøka Í framtíðini verða kirkju- ráðsvalini møguliga tengd at kommunuvalunum, men hetta er semja tó enn ikki fingin um, sigur Maria Húsgarð. Fyrimunurin við hesum kann vera, at fleiri fólk fara luttaka í tí kirkju- liga demokratinum. Maria Húsgarð sigur, at politikararnir fylgja væl við arbeiðinum, hóast teir ikki anda løgfrøðingarnar í nakkan, sum hon tekur til. Hon ivast heldur ikki í, at veljararnir hjá politikar- unum fylgja væl við hesum málinum, og er hetta eisini við til at gera hesa yvirtøk- una so sermerkta. Tí er tað fyrireikandi arbeiðið eisini týdningarmikið, tí hon væntar, at politikararnir fara at fylgja tí, sum breið semja er um. Stutt eftir, at Heimastýr- islógin kom í gildi í 1948, yvirtóku føroyingar næstan alt, sum æt mentan. Men kirkjan, ið var flokkað sum B-mál í somu lóg, varð ikki yvirtikin.