fríggjadagur 26. august 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 161 - 26. august 2005
Hugskotið at hava ein sjómannadag er eitt
frálíkt hugskot og sjómannadagurin í Klaksvík
gjørdist somuleiðis eitt frálíkt tiltak. Vit liva her
í Føroyum av havinum og tí, sum úr havinum
kemur. Alt okkara lív og øll okkara lagnu eru
tengd at havinum og evnum okkara at fáa sum
mest burturúr havsins livandi tilfeingi væl at
merkja uttan at skaða hetta tilfeingi. Tað hevur
sera stóran týdning at allir føroyingar eru
tilvitandi
um
henda
veruleika.Tað
er
somuleiðis av stórum týdningi, at vit øll eru
tilvitandi um hetta, at uttan okkara dugnaligu
sjómenn var als ikki livandi í Føroyum.
Sjómannadagurin er ein almenn viðurkenning
av tí týdningi sjómaðurin hevur fyri Føroyar og
fyri Føroya fólk. Hesi seinni árini hevur fokus
verðið flutt alt meira frá sjómanninum til fólk í
øðrum vinnum. Vit mugu í hesum visónstíðum
ansa eftir, at vit ikki gloyma ta stættina, sum so
at
siga
ber
øllum
uppi.
Formaður
Fiskimannafelagsins
hevur
í
mong
ár
ótroyttiliga stríðst fyri at bøta um korini hjá
føroyskum fiski- og sjómonnum. Mangir hava
stríðst saman við honum. Mangan tykist, sum
hetta stríð ikki fær ta virðing, sum tað hevur
uppiborið og mangan tykist tað, sum tær
almennu Føroyar hava gloymt sjófók okkara.
Tað er tí í tøkum tíma, at klaksvíkvíkingar hava
sett sjómannadagin á dagskránna. Hvør er
nærri til hetta enn júst klaksvíkingar. Býurin
hevur í eina øld burtur av liva av havinum.
Fiskivinnan í Klaksvík er á odda á øllum økjum
og vinnulív eins væl og sjófólk í Klaksvík hava
skapað sær stóra virðing langt út um
landoddarnar. Nú er bert at vóna, at
sjómannadagurin verður afturvendandi ikki
bara í Klaksvík, men at onnur pláss fara at taka
eftir. Vit hava øll brúk fyri áhaldandi at vera
mint á føroyska sjófólkið og tann týdning
henda stætt hevur fyri land og fólk.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt frálíkt tiltak
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hvítir talibanar
Kenneth Rasmussen
Eru Føroyar ikki vakrast í
verðini? Eru vit ikki fittast
í verðini? Eru vit ikki blíð-
ast í verðini? Eru vit ikki
raskast í verðini? Eru vit
ikki skikkiligast í verðini?
Eru vit ikki tey einastu,
sum gera alt rætt í verðini?
Einki mark er fyri hug-
flognum yvir spurningun-
um frá høgum og lágum,
sum settir verða útlending-
um, ið vitja okkum. Hetta
var tað, sum frægasti teig-
urin í Dimmu, Hinvegin, so
beinrakið nært við í vikuni.
Tíverri eru svarini til allar
spurningarnar
noktandi.
Sannleikin er, at vit eru mest
snævurskygda og nalva-
skoðandi fólk í heiminum,
og at tað gongur við rúkandi
ferð skeiva vegin. Á odda
ganga flestu av landsins
kosnu monnum. Tað er ótrú-
ligt og syndarligt at so nógv
miðaldarhugsan skal verða
savnað á sama staði við
Tinghúsvegin í Havn.
Meira rundstykkir
Nú fingu tingmenn aftur eitt
stórmál í rundstykkjaflokki
at viðgera. Nøkur ung les-
andi í Norðurlondum, sum
eru skapt eftir sama leisti,
komu til Føroya at fundast.
Flestu væntaðu at eldur kom
í skálan, og so varð. Summ-
arferiuavloysararnir
hjá
Várharra vóru tíbetur enn til
arbeiðis, og royndu at bjarga
landi okkara undan syndini.
Tað má verða ómenninskja-
liga strevið hjá hesum neyð-
ars monnum, sum umframt
síni borgarligu størv, eru
noyddir at bera alla heims-
ins synd á sínum herðum.
Onkur átti at sagt teimum, at
ein annar kendur maður
loysti hasa uppgávuna fyri
uml. 1000 árum síðan.
...og so fór skiparin í
Lindina
Allir politisku flokkarnir í
Føroyum - partur av Javn-
arflokkinum tó møguliga
undantikin- royna at liva av
kristiligum atkvøðum. Hjá
tingmonnum, sum lítið og
einki hava uppá hjarta ella
har sum evnini ikki røkka
serliga langt, er einasta
gongda leiðin at vevja eitt
sindur av átrúnaði uppí pol-
itikkin, so er komandi val-
skeið bjargað. Eingin torir
at tala at, tí tað ringasta,
sum kann henda í Føroyum,
er at verða lagdur undir at
verða ókristiligur.
Sjálvt teir, sum halda seg
verða
ímillum
tungu
dreingirnar, royna at skora
kristiligar atkvøður. Botnin
náddu vit tíðliga í summar,
tá kendi skiparin, sum nú
offrar seg 100% fyri trygd-
ina á sjónum og á vegnum,
fór í Lindina at skrifta.
Prátið við læknan fór so
beint í hjartað hjá hópin av
føroyingum, sjálvt um talan
var um eina ta vánaligastu
útvarpssendingina, íð nakr-
antíð hevur verið í luftini
yvir Føroyum.
Visión 2015 (-1000)
Meiningin er góð og málið
ikki minni. Trupulleikin er
bara, at størsta forðingi fyri
ætlanini eru politikararnir
sjálvir. Ringt verður at tosa
um biotøkni og ílegu-
gransking, tá flestu ting-
menn bert góðtaka sínar
egnu ílegur. Løgmaður átti
at trekt eini 1000 ár av yv-
irskriftini, so fer gongd at
koma á.
Áminning
Um vit settu okkum í støð-
una hjá øðrum persónum,
so hevði tað øvund og tað
hatur, sum vit bera mót-
vegis teimum, verið burtur.
Og settu vit onnur í okkara
stað, so hevði okkara stolt-
leiki og sjálvgleði minka
munandi.
(J.W. Goethe segði hesi
sannleiksorðini fyri uml.
200 árum síðan)
Finn Jensen
Í donsku internet encyklo-
pædiuni,
www.dansk-
oss.com/…, verður spanska
inkvisitiónin
soleiðis
greinað (endurgeving):
Den moderne spanske
inkvisition blev oprettet i
henhold til en pavelig bulle,
Exegit sincerae devotionis,
udstedt i Rom af pave
Sixtus IV den 1. november
1478. I bullen imødekomm-
er man en ansøgning fra
Isabella og Ferdinand om at
etablere en domstol til at
forfølge de falske, om-
vendte jøder, fordi mange,
som var genfødt i Jesus
Kristus gennem den hellige
dåb – stod der i det pavelige
dokument – uden at have
været tvunget dertil, har
tilladt sig at fremstå som
kristne, men har alligevel
fortsat med at følge de jød-
iske skikke og sædvaner.
Ifølge tilladelsen bemyndig-
ede Sixtus IV De Katolske
Monarker til at udnævne
inkvisitorer, som skulle
forfølge kætterne; de skulle
være gejstlige, enten læg-
mænd eller religiøse, være
fyldt mindst 40 år og be-
sidde en titel i hellig teologi
eller kanonisk videnskab.
Som det vil være kendt,
eksisterede der allerede en
middelalderlig inkvisition,
som havde fungeret siden
XIII århundrede i forskel-
lige lande i den kristne
verden - mellem dem Ara-
gonien. De Katolske Mon-
arkers inkvisition fulgte,
med enkelte ændringer,
fremgangsmåden i den
ældre inkvisition f.s.v.a.
strafudmåling og bureau-
kratisk og politimæssig
organisering, og den støtt-
ede sig som tidligere på en
pavelig tilladelse. Forskell-
en var, at inkvisitorerne nu
ikke blev udnævnt af pav-
en, men af kongen; de blev
således kongemagtens pol-
itiske redskab.
Det er klart, at domstolen
for det Hellige Embede
havde en dobbelt betydning,
en politisk og en kirkelig.
Det var naturligt for epoken
og samfundets opbygning –
og for dets bevaring. (endur-
geving liðug)
Líkt er til, at vit fram-
vegis hava inkvisitiónistar í
Føroyum, og at tey sam-
kyndu kenna hesa støðuna
aftur.
Líkt er til, at vit framvegis hava
inkvisitiónistar í Føroyum