fríggjadagur 26. august 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 161 - 26. august 2005
11
VIÐMERKINGAR
Bill Justinussen,
løgtingsmaður fyri
Miðflokkin
Í fjør helt løgmaður røðu
fyri teimum homosexuellu í
Grasagarði, har hann há-
lovaði sínum egna tolsemi.
Mánamorgunin setti hin
javnaðarmaðurin í lands-
stýrinum, Hans Pauli Strøm,
ráðstevnu í Norðurlanda-
húsinum fyri homosexuel
lesandi. Sostatt stendur øll-
um í landi okkara púra
greitt, at javnaðarflokkurin
hevur ein almennan polit-
ikk, sum vælsignar homo-
sexuellan livihátt. At hesin
flokkurin skal vera stjórnar-
berandi er ein vanlagna fyri
land okkara, tí tá landsins
leiðarar, teir, sum fólkið skal
fylgja og síggja upp til, seta
slíka kós fyri fólkið, sigla
vit vandasjógv sum tjóð.
Sum landsins leiðarar eiga
teir at sýna virðing fyri
teimum kristnu virðum,
sum fólk okkara hámetir.
Og tey virðini eru fyrst av
øllum ótti (respekt) fyri
Guði og Hansara orði. Seta
vit Guðs orð til síðis fyri ein
næstrakærleika, sum góð-
tekur, at "hvør ger, sum hon-
um lystir", so er næstrakær-
leikin ikki annað enn líka-
sæla fyri næstanum. Lata vit
næsta okkara í blindum
ganga út av eggini, tí honum
lystir tað, so elska vit ikki
næstan. Næstrakærleiki er at
peika á sannleikan. Og
sannleikin um tey homo-
sexuellu er, at tey liva í stríð
við náttúruna, so sum Guð,
skaparin og upphavið til alt
lív í sínum alvísa ráði hevur
skapt hana. Á so nógvum
økjum gera vit almennar
fyriskipanir, sum eru ætlað-
ar til at hjálpa, har borgarin
er farin av kós. Men á hes-
um øki er øvugt. Heldur enn
at hjálpa fara landsins leið-
arar út og gera seg upp við
sínum tolsemi. Men tolsemi
er eitt sera misbrúkt orð.
Tolsemi snýr seg um at
góðtaka, at onnur hava aðra
meining. Tolsemi snýr seg
um at tala seg til rættis held-
ur enn at kríggja seg til rætt-
is. Tolsemi snýr seg ikki um
at sleppa ábyrgdini fyri
næstanum, tí hann má sjálv-
ur um, hvussu hann livir.
Hans Pauli Strøm sigur, at
fólk mugu sjálvi um, hvørj-
um tey sova saman við
heima við hús. Í fyrstu at-
løgu ljóðar tað sera tolsamt,
sera humant. Men er hetta
nú rætt. Hvar gongur markið
fyri hesi líkasælu landsstýr-
ismansins? Kann ein maður
t.d. hava 5 konur, sum vit
kenna frá øðrum londum?
Og hvussu ætlar Hans Pauli
Strøm við sínum tolsemi við
lóg at tryggja tí manni og
teimum 5 konunum teirra
"sjálvsøgdu" rættindi? Skulu
tey ikki sjálvi sleppa at
avgera, hvussu tey vilja liva?
Skylda vit ikki slíkum til ta
tíð eina lóggávu, sum
tryggjar eftirsitandi hjúnar-
feløgum arvarætt? Um kona
nr. 3 doyr fyrst, hvør skal so
arva hana? Maðurin, hinar 4
konurnar ella bara hennara
børn og ikki hini børnini?
Og hvat við teimum 20
børnunum? Skulu vit ikki
hava serligar "avsláttarskip-
anir" til barnagarð, skúlar,
strandferðslu og annað, tá
hesin maðurin við sínum 5
konum kemur til kassa 1 at
biðja um hjálp til uppihald?
Skal
okkara
samfelag
skrotta allar normar? Skulu
vit ongar absoluttar hava?
Eru ongir megin"holdning-
ar" galdandi longur? Skal
hjúnalagið bara vera ein av
mongum samlívsformum at
velja ímillum? Hvat er ein
familja í verðini hjá Hans
Paula? Er tað tveir pápar og
3 ættleidd børn? Ella 1 pápi,
7 mammur og 31 børn?
Hvørja kós ynskir Hans
Pauli og hansara løgmaður,
at okkara samfelag skal
halda og hvar eru vit í 2015?
Hesir javnaðarmenn eru
ikki bangnir fyri at lata børn
vaksa upp við 2 pápum og
ongari mammu og øvugt.
Men samstundis hava javn-
aðarmenn í norðurlanda-
høpi gjørt av at kanna um-
støðurnar hjá børnum, sum
vaksa upp í "nýreligiøsum"
heimum. Og undir teirra
"nýreligiøsa" hugtak kemur
alt, sum ikki kann kallast
etablerað
trúarsamfeløg.
Eisini hvítusunnusamkomur
og líknandi trúarsamkomur
skulu undir lupp norður-
lendsku
sosialdemokrat-
anna. Tí vandi er fyri, at tey
verða heilavaskað, verður
sagt. Men at geva homo-
sexuellum rætt til at uppala
børn, er eitt av fremstu
áhugamálum norðurlendsku
javnaðarmanna. Onki upp-
skot er um at kanna upp-
vakstrar-umstøðurnar hjá
hesum børnum. Ongin veit,
hvussu hesi børn hava tað
og hvørjar kenslur bylgjast í
teirra barnahjarta. Soleiðis
sær politiski veruleikin út
ídag. Ætlanin við miðvíst at
bróta niður kristna grund-
støðið í samfelag okkara
gerst meir og meir sjónlig.
Stig fyri stig er javnaðar-
kósin sett. Eins og í hinum
norðanlondunum.
Takk Gerhard og
Jógvan
Gerhard Lognberg er eitt
undantak. Hann fylgir tíbet-
ur ikki javnaðarkósini. Hann
hevur boðað frá, at hann als
ikki hevur álit á sínum
landsstýrismanni, og at hann
angrar, at hann nakrantíð
hevur valt hann til landsstýr-
ismann. Og Jógvan á Lakj-
uni hevur somuleiðis gjørt
sína støðu greiða fyri lands-
stýrinum. Gott, at vit eiga
slíkar menn, sum ikki tiga,
og tøkk skulu tit hava fyri
tað. Vónandi gera tit tykkara
ávirkan galdandi, næstu ferð
boð verða eftir einum tol-
samum, líkasælum politikk-
ara, sum heldur, at "øll skulu
bara gera, sum teimum
lystir".
Latið okkum standa sam-
an um at verja okkara land,
so vit kunnu tryggja børn-
um okkara eina bjarta
framtíð, har ongin ivi er
um, hvørji virði varða.
Líggjas Olsen
Eg plagi ikki at skriva les-
arabrøv. Men seinasta vik-
an fekk meg at taka fat í
pennin, ella rættari tastat-
urið. Eg haldi tað sum
hendir í politiska orðaskift-
inum viðvíkjandi teimum
samkyndu er vanæriligt og
skomm fyri føroyska sam-
felagið.
Demokratiið í Føroyum
er í vanda. Okkara valdhav-
arir vilja ikki taka støðu til
tey samkyndu, ella eisini
hava teir eina sera greiða
støðu. Hendan greiða støð-
an er Bíblian, sum vil vera
við, at samkyndleiki er ein
synd. Hetta tulka ávísir
limir í føroysku samgong-
uni sum um at vit eiga at
forða fólki, ið reint faktiskt
eru samkynd, at vera til - at
vera seg sjálvi. Man upp-
fordrar til sjálvútslettan frá
ovastu rók í landinum, tí
man heldur at vanlagnan er
yvir okkum! "Tit eru synd-
arar, vend við!!"
Vil Føroya fólk stuðla
hesum?
Nadoyð,
hetta
minnir ikki sørt um mið-
øldina. Nær ætla tit at koma
eftir okkum miðalhampa
syndarum og biða okkum
venda við, tí vit eru sgu
eisini "á skeivari leið"??
Hvat er tað við hesum sam-
kyndu, sum er so nógv
verri? Tey taka hann í reyv-
ina jú, men tað er nú ikki
heilt
óvanligt
millum
miðalhampa heteroseksuell
í "dagsins Sodomu".
Vita tit hvat? Hesi fólkini
hava eisini kenslur (sum
ikki bert eru seksuellar).
Veruligar kenslur. Tey elska
fólk av sama kyni, og vilja
(við fríum vilja) sleppa at
liva saman við fólki av
sama kyni, uttan at okkara
"demokratisku"
leiðarar
skulu koma og kalla hetta
synd, sum jú langtsíðani er
avtikið í vesternlendskum
politikki. At tit váða tykk-
um at gera hettar við sam-
kynd, er yvir mítt høvd.
Halda tit veruliga at sam-
kynd koma í himmalin við
at gevast við at elska fólk
av sama kyni? Kanska?
Tað er líkamikið um tit
halda tey samkyndu vera
sjúk. Tit hava ongan rætt til
at kalla tey sjúk í politisk-
um høpi, tí einki er prógvað
hesum viðvíkjandi. Og í
politikki er man farin frá
Gud og djevlinum (uttan í
Miðeystri), tí man fann
útav at tað var rættari at lata
fólk trúgva tað tey vilja, og
lata tey sleppa at liva har-
eftir. Minnast tit? Eg helt at
tað meir ella minnið var
soleiðis í Føroyum, men nú
ivist eg stórliga. Skal tykk-
ara
"antisamkynd-lata-
standa-til-lóg" veruliga pá-
duttast meg (eri ikki homo-
seksuellur, men kenni nøk-
ur), sjálvt um eg var budd-
hist? Ella atheist? Tí annars
verður "Hann" illur og fer
at sáða? Trúgv er persónlig,
folkens, staturin heldur seg
vekk frá slíkum viðurskift-
um og fortelur ongum
hvørja seksuella orienter-
ing ein eigur at hava. Hetta
er uppíblanding av persón-
ligum viðurskiftum, og tað
vil eg hvørkin hava Jógvan
á Lakjuni, Jenis ella Ger-
hard at gera fyri meg.
Eg veit væl, at tit hava ein
idé um, at Gud vil hava
okkum at liva á ein bestemt-
an hátt. Takið tit í egnan
barm, og liv eftir hesum
reglum. Tað er ikki rætt at
lóggeva ímóti einum minni-
luta, tí at man sjálvur hevur
eina abstrakta, metafysiska
sannføring. At tit demonis-
era tey samkyndu í Føroy-
um, er eitt tekin um, at tit
kanska ikki sjálvir hava eitt
so gott forhold til Hann.
Trúgv mær, samkynd finna
ikki Gud við at tit útihýsa
teimum. Slíkt førir til
minnilutakenslur og tung-
lyndi og til rýman av landin-
um. Tað er kanska júst so-
leiðis tit vilja hava tey at
"finna syndina í sær sjálv-
um"? Ella? Eg kenni ein,
sum vildi gera sjálvmorð, tí
hugburðurin í landinum
gjørdi at hann kendi seg
fremmandagjørdan. Og nú
frá ovastu rók, tí man við
eini ráðstevnu vil seta ljós á
samkyndleika. Stakkalin.
Hann fer at vera landinum
til undirgangs (sic).
Hví taka tit ikki alkohol-
ið av hyllunum, tá hetta jú
er við til so nógvan ólevnað
og skaða fyri samfelagið?
Bíða nú, har eru inntøkur at
heinta. So má synd vera
synd. Ongar inntøkur hjá
teimum homoseksuellu, tí-
verri (Nei búðskapurin fer
kanska beinleiðis at stagn-
era, um tey SAMKYNDU
verða vird) ...Men har eru
stemmur at heinta. Ikki so?
Eftir teimum!!!
Hvat í allari víðu verð
billa tit tykkum inn?? Ger-
hard, Jógvan etc..Tit um-
boða OKKUM, fólkið, og
FÒLKIÐ vil ikki hava nakra
heksajakstran anno 2005.
Antin taka tit tykkum saman
og reka demokratiskan,
fornuftigan politikk (og
fornuft merkir her at brúka
høvdið), ella mugu vit reka
tykkum niður av rókini (við
ikki
at
stemma
uppá
tykkum, vælsaktans). Vit
hava ivaleyst av synd í
samfelagnum sum er, og tað
er ein sjúk fatan at halda, at
Gud fer at "heysta" um vit
vísa
næstakærleika
til
"TEY". "TEY" eru VIT, og
VIT vilja hava líkarætt í
samfelagnum.
Vit
vilja
hava, at fólk hava tað gott,
kenna seg væl her í Føroy-
um, uttan at Løgtingið
soleiðis kallar okkum synd-
arar. Tað líkist akkurát ong-
um! Staturin vendir ongum
við, tað hava vit kirkjur og
samkomur til. Ella hvussu
er? Høvdu tykkum dámt
best teokrati framum demo-
krati? Og er tað ikki nærm-
ari einum teokratii, tá tit
soleiðis "belæra" okkum um
hvat er rætt og hvat er skeivt
úfrá Bíbliuni??
Vit eru farin frá at smíða
lógir
útfrá
abstraktum,
metafysiskum lógum í ein-
ari bók, og tað áttu tit sum
politikkarir at vita. Eg øtist,
at mín mentamálaráharri og
Gerhard Lognberg ditta sær
at demonisera samkynd (tað
er at demonisera, tá man
spáðar vanlagnu fyri sam-
felagið við akksept av ein-
um minniluta), tá tað júst
eru hesi fólk, sum um allan
heim í stóran mun eru við til
at skapa tað, vit kalla
mentan. Tú kanst halda, at
hetta er skeivur mentalitetur
útfrá Bíbliuni, men brúka nú
ikki tína makt uppá slík
persónlig viðurskifti, men
heldur uppá at skapa eitt
vælfungerandi, demokrat-
iskt samfelag, har vit eru frí
at vera sum vit eru, eisini
við teimum "veikleikum"
vit nú einaferð hava. Vit eru
ikki ein stór familja í Før-
oyum longur. Diversitetur er
komin fyri at vera, og tit
gera so væl at arbeiða
soleiðis, at vit øll mega hava
tað gott. Eisini í 2015.
Javnaðarkósin
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Teokrati/demokrati - "genialt"