fríggjadagur 26. august 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 161 - 26. august 2005
Jógvan Páll Sevdal
Leirvík, tann 23. august
2005
Løgtingslóg nr. 49 frá 10.
04.2003
"Tá neyðugu forkanning-
ar og projektering eru
gjørdar av atknýttum verk-
ætlanum, og í seinasta lagi
2005 skal landstýrismaðu-
rin leggja fram uppskot til
løgtingslóg um hesar verk-
ætlanir. Uppskotið skal
fevna um ein tunnil undir
Leirvík eysturoyarmegin,
og ein veg frá Oyravegnum
yvir í ætlaðu rundkoyring
borðoyarmegin."
Tað stendur ikki hvar í
hesin tunnils skal liggja -
sjálvt um ein hevði roknað
við tunli omanfyri bygdina.
Hesin er sambært heima-
síðuni hjá Landsverkið
mettur til at kosta 75-130
mió, men sum eftir jarð-
frøðisligari kanning ikki er
væl
egnaður.
Sambært
notati sipað til í niðanfyri
nevndu fundarfrásøgn.
Fyritreytirnar fyri
tunnilsgerð
Harra Bjarni Djúrholm
sigur i Dimmu 11. august
2005: "Vit hava lógina at
halda okkum til......Men
trupulleikin er, at eingin nú
vil kennast við samtyktina
um at gera tunnil undir
Leirvíkar bygd".
Bjarni
Djurholm veit full væl at
soleiðis er tað ikki, tí tá
samtyktin millum Leirvíkar
Bygdarráð og vinnumála-
stýrið varð gjørd, varð als
ikki greitt frá fjarstøðuni ið
skuldi haldast, og hvussu
vidurskiftini annars rundan
um tunnilin skuldu hand-
farast. t.d. tá útgrevstur og
møgulig
spreinging
til
grundstykkir skuldi fara
fram. Afturat tí, skuldi inn-
koyringin leirvíksmegin til
núverandi tunnil steingjast
um annar tunnil undir
bygdini varð gjørdur og
endaði longur inni í núver-
andi tunnli. Við øðrum
orðum blivu nýggju for-
treytirnar als ikki sam-
svarandi áðurnevndu sam-
tykt.
Í fundarfrágreiðing 03.
juni 2003 millum Lands-
verk og Leirvíkar Bygdar-
ráð, har nevndu evnir verða
viðgjørd, staðfestir komm-
unan:
"Kommunan má tí á-
sanna, at grundarlagið fyri
støðutakanini er broytt"
Aðrar tunnilsførðingar
verða í sama fundarreferati
umrøddar og er niðurstøða
Bygdarráðsins:
"Bygdarráðið kann als
ikki góðtaka eina sovorðna
loysn"
Tí seinni nevndu fyri-
treytir varð bygdarráðið als
ikki kunnað um.
Forkanningar
Í
skrivandi
stund
ger
Landsverk kanningar oman
fyri bygdina, sum ikki er í
samljóð við kommununar
ynski. Hoyrt er, at Lands-
verk og norðoyðatunnils
fólk hava allareiða pro-
jekterað vegin ígjøgnum
bygdina og bert við einum
endamáli fyri eyga, nevni-
liga at leggja ein veg oman
fyri bygdina, tað sum vit
leirvíkingar ikki vilja.
Er hetta gjørt, er nakað
heilt ruskandi gali gjørt
aftanvert tjaldið og er onki
minni enn ein skandala.
SAMT (sjálvur hjástadd-
ur) bygdarráð hevur aftaná
almennan bygdarráðs fund
avhendað Bjarna Djurholm
skriv um kanning
av
fjøruloysnini, sum eisini á
fundi hin 08.01.2005 varð
løgd fyri Landsverkið til
kunningar. Spurningurin er,
hvør peningur verður nýttur
til nú omanfyri nevndu
kanningar? Skuldi hann
ikki
verðið
nýttur
til
kannan av fjøruloysnini,
sum eitt samt Leirvíkar
Bygdarráð hevði samtykt?
Bjarni Djurholm sigur:
"Skal hetta verða loysnin,
er neyðugt at biðja um eina
mió. krónur í eykajáttan til
forkanningar"
Áhugavert hevði verið at
fingi at vita hvussu nógvur
peningur varð játtaður til
forkanningar í 2005 og
hvussu nógvur peningur er
nýttur til hesar.
Jú,
Bjarni
Djurholm
steðga borðingini, sum nú
fer fram, og vantar pening-
ur í skal tú bara søkja um
eykajáttan - kundi hent tá,
at kostnaðatmetingin hjá
Landsverkið kom á sama
støði,
sum
niðanfyri
nevndu fyritøkur komu til.
Til gagn fyri leirvíkingar?
Eisini nevnir Bjarni Djur-
holm:
"vegurin kann gagna
bygdini og kann gerast ein
partur eitt nú av komandi
útstykkjum. Eg ivist ikki í at
fyrr ella seinni skal verður
(vegur) kortini gerast oman
fyri bygdina"
Bjarni Djurholm veit
fullvæl, at verður einð 80
km vegur verður gjørdur,
verður neyðugt - hvussu so
víkir og vendir - , at gera
paralell vegir hvørjumegin
landsvegin - so hasum er
einki hald í. Verður tað 50
km vegur, ja, so fer øll
ferðslan bæði tung og
minni tung nátt sum dag
beinleiðis gjøgnum bygd-
ina við øllum sínum vans-
um - So hasum er enn
minni hald í.
Onganlunda til gagns fyri
Leirvíkingar.
Ferðslan í øðrum
bygdum:
Havi spurt meg fyri eitt
sindur um vegaføringarnar
í øðrum bygdum. Skálafyri,
Norðragøtu og Kollafyri og
vóru úttalilsini einælt at
allar bygdir vildu ynskt at
høvðusvegaægrin
hevði
verið løgd út um bygt øki.
Ein tók soleiðis til:
"Tað verður ein vanlukka
fyri bygdina verður ætlaða
vegaføring løgd omanfyri
bygdina."
Tjaktorgið
Á heimasíðini hjá Komm-
ununi er eitt tjaktorg, har
nógv mail eru skrivað inn
fjøruloysnini til fyrimunar.
Vit vilja ikki hava vegin
omanfyri bygdina! Vit vilja
ikki hava alla ferðsluna
gjøgnum bygdina.
Fjørulosysn 1. Senkaður
tunnil
Peninga fyribrigdið!
Alla tíðina hevur verið
merkt eitt slag av trekleika
frá Bjarna Djurholm og
Landsverk
viðvíkjandi
ynskjum Leirvíkar bygdar-
ráðsins. Síðsta vápn, íð nýtt
verður er:"Peninga fyri-
brigdið". Skilagóð uppskot
verða mett so høgt av
Landsverk, at Bjarni Djur-
holm sær bert vegaloysnina
fyri
sær
-
hon
skal
smoyggjast niður yvir leir-
víkingar. Uppskotið við-
víkjandi fjøruloysnini 1. -
loktunnilin - varð av verk-
ætlanar stovninum við ná-
greiniligum
útroknaðum
eindarprísum mett til uml.
75 mill. Tvær aðrar góð-
kendar byggifyritøkur hava
mett verkætlina til umleið
tað sama, men hvat kom so
Landsverk við jú, uml.150
mió. kr. Ein margháttligur
avleiðingsmanøvra,
at
forða fyri, at bygdarráðsins
ynski
um
fjørutunnilin
verður framt.
Fjøruloysn 2. Senkaður
tunnil
Enn skilabetri!
Enn ein onnur senkað tunn-
ils loysn er komin. Henda
loysnin verður soleiðis
framd, at hon byrjar við
rundingi inni við ferju-
leguna og víðari omanfyri
Føroya Bjór húsið, oman
fyri Tævuna og útaftur
niðanfyri á Støð og Innara
Buð og víðari út omanfyri
neystini í Uttara Buð og til
runkoyring á Kráartanga.
Henda loysnin er enn betri
enn Fjøruloysn 1. Tunnilin
verður 100 m stytri og fer at
nærkast einum prísi, sum
verður, sum verður uml. 20
mió. krónur minni enn
omanfyri nevndu prísir hjá
teim trimum fyritøkunum.
Niðurstøða
Bæði í skrivi og umrøðu
manna millum og á bygd-
arfundum hava leirvíkingar
meldað greitt út,
at teir eru ímóti eini vega-
loysn omanfyri bygdina
vegna teir vantandi fyri-
munir nevndir niðanfyri.
Hví er tað so týdningar-
mikið at fjøruloysnin senk-
aður tunnil verður framdur?
Fyrst og fremst: Tí allir
umleið
900
íbúgvarnir
verða skánaðir fyri tí
rúgvismiklu ferðslu og
ferðsluavleiðingunum nátt
sum dag, ið koma at verða,
tá
vegakervið
millum
Norðoyggjar og Eystur-
oyggja meginlandið verður
liðugt.
Í øðrum lagi: Trygg-
leikin, trivnaðurin og bú-
møguleikarnir verða ikki
órógvaðir av samferðslu
ferðsluni viðvíkjandi Norð-
oyðatunnilinum. Ferðslan
verður leidd stystu leið og
til minst ampa fyri bygdina
og tey ferðandi.
Í triðja lagi: Vinnan á
kajuni kemur ótarna at
kunna virka og førðningur
bæði til og frá kajvirkjun-
um verður óskerdur.
Í fjórða lagi: Víst verður
til fyrru grein hjá undir-
ritaða 5. juli 2005 í Sosial-
inum og Dimmalætting.
Í fimta lagi:
Fjøru-
loysnin er støðugt besta
loysnin:
• Stysta farleið gjøgnum
bygdina umleið 500m
stytri enn vegur ella
tunnil omanfyri bygdina.
• Minstur vandi av ferðslu-
óhappum og vanlukkum.
• Minst viðlíkahald tí far-
leiðin verður styst.
• Minstur larmur tí øll
ferðslan verður skjótast
leidd gjøgnum bygdina
• Minst dálking av gass-
útláti, dekkslitið og dekk-
dálking, og tilfarið ið
kann detta/leka av last-
vognum osfrv.
• Størstur tryggleiki fyri
íbúgvarnar og ferðandi -
børnini
og
teimum
gomlu.
• Størsti trivnaður. Ungar
familjur fara at trívast og
ynskja at búðleikast í
bygdini. Og fleiri fara at
biðja um grundstykkir.
• Størst menturnar møgu-
leikar, tí allar listar- og
samfelagshugaðar kreftir
fáa besta umhvørvi at
virka undir
Háttvirdur løgtingsmaður
tók til tá hann sá uppskotið
um fjørutunnilin: "Eitt
genialt uppskot".
NB! Farið staðiliga at heita
á allar háttvirdu løgtings-
menn og landsstýrismann,
at atkvøða fyri fjøruloysn-
ini til gagns fyri alt vegkerv
Føroya og ikki minst fyri
Leirvíkar íbúgvar og ferð-
andi,
Og minst av øllum, at
gera hetta mál til eitt
partapotittiskt mál.
Av sonnum eitt genialt
uppskot. Vit leirvíkingar
vilja hava genialu loysn-
ina.
Vegaføringin í Leirvík - »Geniala« loysnin
VIÐMERKINGAR