Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 26. august 2005 13 VIÐMERKINGAR Granskarapark í Føroyum og SMS í Svínoy? Bogi Hansen Í síðstani hevur nógv verið tosað og skrivað um eina granskarapark, grundað á frágreiðing og tilmæli frá eini nevnd, sum Vinnumála- ráðið hevði tikið stig til. Aftrat parkini mælir nevnd- in til at seta 3 granskingar- professarar, sum skulu granska innan biotøkni. Endamálið er at hjálpa før- oyskum vinnufyritøkum at standa seg betri í altjóða kapping. Ein av hesum trim- um granskingarprofessarum skal granska í ílegum hjá føroyingum, sum sigast at vera eitt satt gullnám. Eg skal ikki gera so nógv meiri við henda partin; men halda meg til hini bæði gransking- arøkini, sum eru biotøkni- ligir hættir innan ávikavist fiskaaling og matvørufram- leiðslu úr fiski. Tað tykist vera ymiskt, sum fólk halda um, at tað al- menna skal fíggja tílíka vinnuvenda gransking; men sjálvur haldi eg hetta vera eitt ógvuliga gott tiltak. Tað tykist mær heilt løgið, at vit ikki longu hava nógv meiri gransking innan hesi øki, sum hava so stóran týdning fyri okkara útflutnings- vinnu. Mær vitandi hava øll framkomin lond alment fíggjaða gransking í sam- bandi við sínar høvuðs- vinnur, og Vinnumálaráðið eigur alt rós uppiborið fyri at royna at seta nakað í gongd innan hesi øki. Tá tað er sagt, má eg tó viðganga, at fleiri viður- skifti í hesum tilmæli tykjast heldur løgin. Nevndin hevur latið eina frágreiðing uppá 32 síður frá sær; og har stendur nógv áhugavert; men hinvegin er eisini nógv, sum ikki verður viðgjørt, og eg sat eftir við nógvum ósvaraðum spurningum: • Nevnt verður, at "Gen- tøkniligir hættir í aliskip- anum fyri fisk kann geva eina málrættaða og skjót- ari framgongd....". Hetta er óivað rætt, og eg ivist ikki í, at tað ber til at broyta genini (ílegurnar) í alifiski og at økja fram- leiðsluna á tann hátt; men ber tað eisini til at selja tann fiskin ? Mær vitandi er matvøra, sum er "Gen- modificerað" nakað, sum brúkarin í Vesturheimin- um ikki vil vita av. Eg kundi hugsað mær, at bara illgruni um, at Føroyar út- flutti "genmodificeraðar" matvørur var nóg mikið til, at seta okkum á svarta- lista. Tað er løgið, at frá- greiðingin yvirhøvur ikki nevnir henda trupulleika. • Eg hevði eisini nógvar ósvaraðar spurningar um tað granskingarøkið, sum nevndist "Nýtslan av bio- tøkniligum hættum í sam- band við matvørufram- leiðslu (fiskur og fiskaúr- dráttir)". Sum frágreiðing- in nevnir, er hetta í veru- leikanum eitt ógvuliga breitt øki, sum kann fevna um nógv sløg av tøkni. Tí tykist tað løgið, at frá- greiðingin ikki útgreinar, hvat serøki hesin triði granskingar-professarin skal fáast við. Skal hann eisini fáast við ílegu- gransking sum hinir báðir? Tað kundi kanska verið ein grund til at seta henda granskingarprofessaran saman við hinum báðum heldur enn saman við teimum, sum longu nú granska innan júst biotøkni í sambandi við fisk og fiskaúrdráttir; men so átti frágreiðingin at sagt okk- um, hví júst ílegugransk- ing hevur so góðar møgu- leikar á hesum øki. Eg havi ilt við at síggja tað. • Í hesum sambandi undrar tað meg eisini, hvaðan nevndin hevur funnið sær sakkunnleika innan hesi øki. Vit mugu minnast, at her er talan um gransking á høgum tøkniligum støði. Alt gott at siga um fólkini, sum hava gjørt frágreiðingina; men mær vitandi hava tey flestu teirra ikki nógvar gransk- ingarroyndir innan hesi øki. Tað eg havi spurt meg fyri, hava tey ikki gjørt nógv við at spyrja sakkøn fólk í Føroyum, og tað sæst heldur einki í frá- greiðingini um, at tey skulu hava leitað sær ráð- geving frá útlendskum sakkunnleika. • Á síðu 28 í frágreiðingini mælir nevndin til at økja íløgur í verandi gransking- arumhvørvi, serliga fakøki við tilknýti til biotøkni og bioinformatik; men eingi tøl eru sett á, og hetta er ikki við í høvuðstilmælun- um á síðu 6. Eg gangi út frá, at nevndin veit, at ver- andi gransking á hesum øki hevur ógvuliga trongar fíggjarligar karmar, so ætl- anin tykist vera, at vit skulu hava tvey ella fleiri ymisk støð, har fólk sita og granska í tí sama; men politikararnir fara neyvan at økja játtananina til báð- ar partar. Fylgja teir til- mælinum frá nevndini, verður tað granskarapark- in, sum skal stuðlast held- ur enn verandi gransk- ingarumhvørvi, og hetta er ógvuliga løgið, tá tú hugsar um, hvat annað stendur í hesi frágreiðing. Hon endar við nøkrum hugleiðingum, sum leggja dent á, at tað eins og fyri ein urtagarð tekur langa tíð at byggja upp eitt granskingar umhvørvi innan eitthvørt øki; men at tað kann forkomast eftir stuttari tíð. Tað kann neyvan sigast nógv betri, og tí kundi tú kanska væntað, at nevndin skjeyt upp at stuðla verandi granskingarumhvørvi inn- an biotøkni og at tryggja teimum støðuga fígging. Í staðin mæla tey til at brúka peningin til gransk- araparkina, sum sambært definitión er ótrygg. Teir útlendsku granskingarpro- fessararnir skulu sigast upp aftaná 5 ár. So eru teir burturi (um ikki teir eru rýmdir áðrenn), og so eru bara teir føroysku "lær- lingarnir" eftir; men teir skulu nú vera sjálvfíggj- andi. Tað er jú heila ide-in við eini granskarapark. Og teir skulu vera sjálvfíggj- andi hvørt ár. Kemur eitt ár uttan pening frá vinnu ella útlandinum, so hava hesir føroysku granskarar einki at liva av og fara sjálvandi at rýma av landinum. So kunnu vit byrja umaftur. Her eru vit heilt øðrvísi fyri enn onnur lond, sum hava granskara- parkir. Umframt parkirnar hava tey sterk gransking- arumhvørvi, sum eru fíggjað av tí almenna og tryggja stabilitet. Hesir spurningar og fleiri aðrir eru illa lýstir í frá- greiðingini og teir mugu útgreinast, áðrenn Løgting- ið kann viðgera málið skila- gott; men kanska tann størsti spurningurin er eftir: Hvussu skal granskarapark- in fíggjast í framtíðini? Sam- bært frágreiðingini skal parkin skipast sum eitt al- ment partafelag samsvar- andi leistinum fyri "Vága- tunnilin", og frágreiðingin sigur, at aftaná tey fyrstu árini "skal raksturin av granskaraparkini vera sjálv- fíggjaður". Hetta ljóðar sera gott, og eg hugsi mær til, at hetta mann vera ein høv- uðsgrund til, at so nógvir politikarar og vinnulívsfólk eru so fegin um uppskotið. Men hvaðan skulu hasir pengarnir koma? Nú er ikki heilt greitt, um sjálvfíggingin eisini skal umfata teir tríggjar gransk- ingarprofessararnar og teirra arbeiði. Um so er, skal granskaraparkin "tjena" 24 milliónir um árið. Rokna vit hinvegin við, at tað almenna fíggjar tær 20 milliónirnar til teir tríggjar, so at bara granskaraparkin sjálv við stjóra og umsiting skal fíggja seg sjálva, so skulu framvegis 4 milliónir finn- ast hvørt ár. Skal hesin pen- ingur koma frá tí føroyska vinnulívinum? So skal nógv broytast. Var eg vinnulívs- maður og vildi fara í holt við okkurt granskingarpro- jekt til gagns fyri mítt virki, so hevði eg eisini spurt meg sjálvan, hví eg skuldi økt mínar útreiðslur við teimum eykakostnaðum, sum granskaraparkin krevur: Løn til stjóra, stýri, ráðgeva, 2 skrivstovufólk og umsit- ing. Hetta eru heilt óneyð- ugar útreiðslur fyri tey flestu vinnuligu gransking- arprojekt, og eg trúgvi lítið uppá, at vinnan í Føroyum fer at hava so nógv yvirskot, at hon hevur ráð at oyðsla við sínum granskingarpen- ingi. Tosað verður eisini um fígging uttaneftir; men har er kappingin hørð. Vit, sum hava roynt at fáa útlendskar granskingarpengar henda- vegin, vita, at tú mást hava okkurt serligt at bjóða. Tað finnast øki, har Føroyar í so máta eru væl fyri; men hvønn serligan fyrimun hava Føroyar í gransking innan biotøkni í sambandi við matvøruframleiðslu ella djóraheilsu? Fyri tað kann ein dugnaligur granskingar-professari iva- leyst fáa nakað av peningi uttaneftir; men aftur: Hví brúka peningin til at fíggja stjóra og restina av umsit- ingini á granskaraparkini? Tað ljóðar so vakurt at hava eina granskarapark, sum í longdini skal fíggja seg sjálva. Hon skal ikki vera til útreiðslu fyri skatta- borgararnar; men vera ein vinnufyritøka, sum hvílir í sær sjálvum. Men tann, sum vil seta eina vinnufyri- tøku á stovn, má fyrst hugsa um marknaðin. Sum dømi kunnu vit taka SMS í Havn. Eg rokni við, at hetta er ein fyritøka, sum ber seg fíggjarliga; men hevði nakar funnið uppá at bygt eitt SMS í Svínoy, t.d. Nei. Tað hevði eingin funnið uppá, tí har er marknaðurin alt ov lítil. Somuleiðis er við granskaraparkum. Tær kunnu kanska vera fíggjar- liga sunnar fyritøkur aðra- staðni, har tú hevur ein stóran marknað av fyritøk- um og granskarum; men tað hava vit ikki í Føroyum, og frágreiðingin frá nevnd- ini hevur ikki nakað, sum bendir á, at hetta fer at broytast enn um sinn. Sum eg segði í fyrstani, so hevur Vinnumálaráðið alt rós uppiborið fyri at royna at økja um gransk- ingina innan fiskaaling og betri gagnnýtslu av fiski og fiskaúrdráttum; men til- mælið frá nevndini er ikki eitt haldgott grundarlag til at avgera, hvussu hetta best kann gerast. Í staðin vildi eg skotið upp: 1.Gloym alt um gransk- arapark í fyrsta umfari. Hon bara økir um tær al- mennu útreiðslurnar og gevur granskarunum eyka óneyðuga umsiting. 2.Hvat viðvíkur ílegu- gransking í mannaheilsu og heilivágsframleiðslu: Um Føroyar veruliga eru so væl fyri, og um útlendskar stórfyritøkur veruliga eru so áhugaðar í føroyskum ílegum, sum ført hevur verið fram, so skuldi ikki verið neyðugt hjá Landinum at spýta pening í. Ansið eftir, at alt tílíkt virksemi fer fram undir tryggum lógar og etiskum karmum, og latið so milliónirnar streyma inn í landið. Í øllum førum eigur gransking í mannaílegum ikki at vera brúkt til at stýra, hvørji øki skulu granskast í sambandi við okkara høvuðsvinnur: fiskivinnu og aling. 3.Hvat viðvíkir vinnu- gransking í biotøkni í sambandi við fisk og aling: Set endiliga pening av bæði til granskarar og hús; men áðrenn tit fara í holt við at brúka teir, so set eina nýggja nevnd, hesa ferð við fólki, sum hava sakkunnleika innan hesi øki. Nøkur fá tílík fólk eru í Føroyum bæði innan vinnu og tað al- menna; men neyðugt verður ivaleyst at fáa út- lendingar við eisini. Lat hesi fólk meta, hvørji serøki vit kunnu dyrka í Føroyum. Hvar vit hava bestu møguleikarnar til at náa granskingarúrslitum, sum kunnu økja vinnu- møguleikarnar í sam- bandi við matvørufram- leiðslu og aling. 4.Tá tað er gjørt, far so í gongd við at seta gransk- arar, føroyskar ella út- lendskar, og far í gongd við at byggja eini hús, sum hóska til tey gransk- ingarøki, tit hava sett ígongd. Um hetta verður ein nýggjur stovnur, ein deild av onkrum verandi stovni, ella okkurt annað, tað kann støða takast til seinni, tá innihaldið er meiri greitt; men í øllum førum má tryggjast, at granskingin innan hesi øki verður samskipað. Tað er burtur úr vón og viti í einum so lítlum landi sum okkara, at granskarar innan sama øki skulu sita spjaddir runt á ymiskum stovnum. Og hetta má gerast við føstum almennum játt- anum. 5.Onkur vil ivaleyst siga, at hetta uppskotið ikki hjálpir vinnuni. Eg haldi tvørturímóti. Við tí fáa vit ein stovn, deild, institutt, ella hvat tað nú verður, við alment løntum granskarum innan øki, sum hava týdning fyri okkara vinnulív og við kanningarstovum og út- gerð, sum er neyðug. Tá kann vinnan venda sær til teirra við granskingar- og menningarprojektum, og vinnan sleppur undan at rinda tær óneyðugu umsitingarútreiðslurnar til granskaraparkina. Tað ber eisini til at lata ein part av teimum almennu játtanunum til granskar- arnar vera treytaðar av, at vinnan er við í projektun- um. Hetta er vanligt aðra- staðni. Um tað verður hildið vera neyðugt at hava eina serliga umsit- ing til at skipa samstarvið millum vinnu og gransk- arar, so hava vit jú longu eitt granskingarráð við stjóra og umsiting. Kunnu tey ikki gera tað? 6.Skuldi tað so einaferð í framtíðini hent tað gleði- liga, at henda vinnu- granskingin hevði ment seg so nógv, at hon kundi gerast sjálvfíggjandi. So kunnu tit fara at hugsa um granskarapark; men tá hevði kanska eisini verið klókari at gjørt sum aðrastaðni: At lata vinn- una og granskararnar sjálvar fíggja parkina heldur enn tað almenna. Velbastaður 23. august 2005