Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 161 - 26. august 2005 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Jógvan Joensen (Jógvan hjá Bedingsmeistaranum) Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur. Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Kirstin Tøkk Til øll tykkum mongu, sum mintust meg á áttati ára degnum. Tit, sum ringdu, sendu fjarrit og gávur. Øll tit mongu, sum komu og heilsaðu upp á meg. Vita skulu tit, at tit gleddu meg ómetaliga nógv. Harrin signi tykkum. Blíðar heilsanir Halda Takk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi, Jákup Thomsen Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Takk til Niels Paula Danielsen prest, fyri troystarík orð, í kapellinum, og í Christianskirkjuni, takk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Takk til øll ið á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina. Takk fyri blómur, kransar og heilsanir og takk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Ella Ville, Poul, Ásvald, Bjarti og Jákup Eli Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra mamma, vermamma og omma okkara Elin Frederiksberg Klaksvík andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi týsdagin 23. august, 78 ára gomul. Kistan fer úr Kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fríggjakvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður leygardagin 27. august kl. 13.30 úr Christianskirkjuni. Familjunnar vegna Ása, Harald, Elsa og Ebbe. Tey, sum vilja minnast Elin, kunnu lata KFUM og K í Klaksvík eina gávu. Kunngjørt verður at kæra kona mín og mamma okkara Elsuba Jegind fødd Høgnesen, ættað úr Leirvík andaðist í heiminum í Horsens týsdagin 23. august, 58 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Familjunnar vegna Keld, Marie og Niels Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Kathrine Josefine Einarsson Rituvík andaðist og varð jarðað. Tøkk til Meinhard Bjartalíð prest, Jóannes Hansen og Poul Færø fyri vøkur og troystarrík orð í kirkjuni og á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Takk fyri vakran sang. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Tøkk til tykkum, ið hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serlig tøkk til tykkum, sum hava verið um hana hesi seinastu árini. Vegna familjuna Eiler, Hensia, Hanna, Símun og Laura Eg kom at kenna Ólav av Váli fyri skjótt 30 árum síðani, so at siga einki broyttur, nú ið vit hittust, nakrar dagar áðrenn hann doyði. Verumátin var hin sami. Eg kom at hugsa um Orð. 18, 17: Tann, sum tal- ar fyrr í trætumálum, tykist hava rætt, men so kemur mótparturin og granskar hann. Ólavur var ikki skjótur at gera seg vísan, men grund- aði á tað, ið sagt varð, og so kom tað so hugsanarsamt frá honum, altíð væl undir- bygt og leyp ikki fram av. Tað er ringt at koma uttan um tíðina, tá ið tey búðu úti í Jóannes Patursonargøtu. Tað var ein hvíldarstaður fyri ein lesandi at koma inn. Heimið andaði av friði, nøgdsemi, kærleika og gudsótta. Anna stákandi, leggjandi hendurnar varis- liga á bakið á Líggjasi: Babba, flyt teg, tá ið hann var í vegin. Tað fyridømi tit vóru í verki, gav einum nógv at hugsa um, meira enn orð kunnu siga. Virð- ingin fyri hvørjum øðrum var stór, friður valdaði. Nú, ið hesar reglur verða skrivaðar millum lond, set- ur sólin, og sangurin »Skuggar leingjast« kemur fram fyri meg, »langt á mál nú ikki er«. Ólavur er komin fram á mál, »dýra, fagra morgunlandið sálin nú við gleði sær, og ein kemur mær ímóti, eins og sólin skínur hann, sár í hond og sár í fóti, Jesus, sum so dýrt meg vann... Aldri dagur aftna skal, heima har, sum hann er kongur, sálin livir ævigt væl«. Ja, ein góður tilstand- ur. Nú, ið tær síðstu reglurn- ar verða skrivaðar, rísur sólin í eystri yvir landi teirra doyggjandi, hvar sól- in setur og rísur enn, Ólav- ur í landi teirra livandi, Ólavur skoðandi páskasól- ina, sum aldri setur, nei, dagur aldri aftna skal. Stað- urin, lambið er ljós hansara (Op. 21,23). Moody sigur um staðin: Hugsa, ein staður, har gøt- urnar ikki verða fullar av fólki, sum hevur nógv um at vera við keypskapi, og har eingir líkvognar aka spakuliga avstað í kirkju- garðin við syndarliga farmi sínum – ein staður við ong- ari sorg og ongum gravum, við ongari synd, við ongari gremju. Har verða hvørki brúdleyp ella skilnaður, hvørki føðing ella jarðar- ferð. Dýrd staðarins verður, at Jesus er kongur hansara, einglar vaktarmenn hans- ara, hini heilagu íbúgvar hansara. Vit syrgja ikki sum tey, ið onga vón eiga, men sakn- urin er ómetaliga stórur. Símun Jóhan Wolles segði við eina jarðarferð, har hann nevndi, at hann á ungum árum misti besta vin sín, og so skoytti hann uppí: Og eg sakni hann líka nógv enn! Eg kundi tikið mangt fram um vin mín Ólav, men eg síggi hann fyri mær, lítilátin og eins og sigur hann við meg: Sig minst møguligt! Tann, ið leskar onnur, verður leskaður sjálvur (Orð.11, 25). Ja, Anna, Jóannes, Brita og Charlotta við familju! Tit hava við sangi, vitnisburði og gesta- blídni tykkara leskað mong. Eg og konan takka hjar- taliga fyri vinsemi og hjar- talag, tit hava sýnt okkum og biðja, at Harrin skal bera tykkum uppi í komandi tíð. M.S. Minningarorð um Ólav av Váli á 50 ára føðingardegi hansara NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.