Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

75 ár Í dag, 26. august verður Ísak Bjarnaskor á Viðareiði 75 ár. Dagurin verður hildin hjá soninum Kristian. Øll eru hjartaliga vælkomin. 85 ár Í dag, fríggjadagin fyllir Ludvig Jacobsen, Miðvágur, 85 ár. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 26. august. Líradagur. Áðrenn farið varð eftir líra, lósu teir hetta ørindi: Inni liggja heitir og feitir tit gráu í dúni; ofta munnu vit snakka um tykkum heima í túni. Vit eru komnir at taka, men ikki at keypa, ikki mugu tit undan okkum í avkrók leypa. Dagurin verður eisini róptur líramariumessa, men tað hevur ongan kristiligan ella kirkjuligan týdning; navnið hevur dagurin fingið bara av teimum mongu mariumessunum um heystið. 26. august eitur eisini Ireneus til minnis um ein halgan munk úr Lyon, sum doyði umleið 258. Mikudagin 24. august fylti Tummas Thomassen 60 ár. Hann er ættaður úr Svínoy, men hann hevur nógv tann størsta partin av lívinum búð í høvuðsstaðnum. Føð- ingardagin helt hann heima við hús í Stoffalág. Foreldrini hjá Tummasi vóru Jenny, fødd Lind, og Kaj Thomassen. Tey vóru bæði svínoyingar, og tey vóru bæði uppvaksin úti á Bø. Húsini hjá foreldrunum hjá Jenny – Christina og Poul Fr. Lind – eru heiman- fyri húsini, sum foreldrini hjá Kaj – Thomas og Fredrikka – bygdu. Kaj yvirtók húsini eftir foreldr- ini, og inn hagar giftist Jenny. Jenny var fødd 29. juni í 1921, og hon doyði 17. mai í 1999. Kaj var føddur 19. oktober í 1907, og hann andaðist 21. apríl í 2003. Jenny og Kaj fingu sjey børn. Tummas var tvíburði, men tvíburðarbeiggin doyði tveir dagar gamalur. Hini systkini eru Kristina og Páll, sum búgva í høv- uðsstaðnum, Fróði sum býr í Klaksvík og Bjarti og Ólavur sum búgva úti á Bø í Svínoy. Tá ið Tummas vaks upp úti í Svínoy vóru fleiri dreingir, sum vóru javn- aldrar hjá honum. Teir fingu holla frálæru í bygd- arskúlanum, har Karl Justinussen var lærari øll skúlaárini hjá Tummasi. Tummas var skipsmaður í eini trý ár, áðrenn hann miðskeiðis í seksti árunum flutti til Havnar. Har ar- beiddi hann fyrst í Lands- handlinum, sum Rósing Rasmussen átti. Seinni fór Tummas til Marstein, og har var hann bókhaldari, inntil Elding yvirtók tað mesta av tí, sum Marstein hevði umboðað og selt. Síðani hevur Tummas verið bókhaldari hjá Elding. Harafturat hevur hann havt onkur onnur bókhald. Eitt nú hevur hann havt og hevur framvegis bókhaldið hjá Einars Prent, sum systkinabarn hansara, Sóley Lind, sum vaks upp saman við Tummasi, er stjóri fyri. Tummas hoyrir avgjørt til tey stillu í landinum. Hann ger lítlan háva burturúr sær sjálvum, men hann er áhug- aður í tí sum fyriferst, fylg- ir væl við og er fryntligur at koma á tal við. Hóast hann hevur verið burturi frá heimbygdini í út ímóti fjøruti árum, so er Tummas framvegis ógvu- liga áhugaður í og góður við Svínoy og svínoyingar. Hann vitjar javnan úti í Svínoy. Um sumrarnar fæst hann við at hoyggja, og um heystarnar eru tað fjøllini, sum eru fyri. Í 1967 giftist Tummas við Ruth Petersen, sum er ættað úr Kaldbak. Tey eiga tvær døtrar – Ingvør og Jenny, og Tummas eigur trý abbabørn – tvær gentur og ein drong. Tummas Thomassen 60 ár Emmely Forná, Tórshavn andaðist á Landssjúkra- húsinum sunnudagin 21. august, 74 ára gomul. Bønarhald verður í Havnar kirkju fríggjadagin klokkan 18. Jarðarferðin verður leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Emmely, kunnu lata Krabbameinsfelagnum eina gávu. Konto í peningastovninum. Brian Vang fer til gravar úr Ringe kirke leygardag- in 27. august klokkan 11. Elin Frederiksberg, Klaksvík, andaðist á Klaks- víkar Sjúkrahúsi týsmorgunin, 78 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fríggjakvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni leygardagin klokkan 13.30. Tey, ið vilja minnast Elin kunnu lata KFUM og K í Klaksvík eina peningagávu. Elspa Jegind, fødd Høgnesen, úr Leirvík, andaðist í heiminum í Horsens týsdagin 23. august, 58 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Else Kofod, vanliga nevnd Elsa undir Varða, Tórs- havn andaðist á Lágagarði týsdagin 23. august, 84 ára gomul. Bønarhald verður á Lágargarði fríggja- dagin klokkan 19. Jarðarferðin verður úr Kirkju- garðskapellinum leygardagin klokkan 15. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Elsu, kunnu lata Lágargarði eina gávu. Konto í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Mikudagin 24.august fylti Meinhard Petersen í Klaks- vík 50 ár. Hann var í mong ár stýrimaður og seinni skipari á Norrønu, og nú er hann havnarumsjónarmað- ur í Klaksvík. Meinhard er uppvaksin í Víkunum í Klaksvík. For- eldrini eru Ella, sum er ætt- að úr Víkunum, og Mathias Petersen, sum var ættaður av Selatrað. Hann doyði í 1997. Tey eiga seks børn – Karl Jákup, Emma, Mein- hard, Erling og Lyon, sum búgva í Klaksvík, og Finn, sum er yngstur, býr í Ran- ders. Meinhard hevur altíð havt góðan hug til sjógvin. Skúlaárini var hann fleiri ferðir í summarfrítíðini á snelluveiðu við Háenni, sum Frits Olsen førdi. Eftir tíggju ára skúlagongd var Meinhard á fyrsta sjó- vinnuflokkinum, sum gekk á Klaksvíkar Sjómans- skúla. Westward Ho var nýtt sum undirvísingar- karmur, og næmingarnir vóru umborð frá mána- morgni og til fríggjadag seinnapart. Síðani fór Meinhard við línuskipinum Norðalduni, sum Norðoya Samvinnufel- ag átti, og sum Andrass hjá Stellu Pól førdi. Teir royndu á Flemmish Cap, og har var Meinhard, inntil hann hevði fingið siglings- tíðina. Tá fór hann á Føroya Sjómansskúla, hagani hann leyk skipsføraraprógv í 1979. Síðani sigldi Meinhard seks ár við DFDS. Í 1985 fór hann at sigla við Nor- rønu, og Meinhard var hjá Smyril Line inntil í fjør. Tá ið hann segði upp og fór í land, hevði Meinhard verið stýrimaður og síðani skip- ari á gomlu og nýggju Nor- rønu í nítjan ár. Seinasta árið hevur Meinhard verið havnarum- sjónarmaður í Klaksvík. Meinhard er fyrikomandi álitismaður, og honum dámar framvegis væl at flóta. Tað ger hann eitt nú saman við verfaðirinum, sum altíð hevur verið nógv á floti. Meinhard er giftur Lydiu. Hon er eldra dóttur Elin og Otto Joensen í Klaksvík. Tey bæði – Lydia og Mein- hard – eru javngomul og fóru bæði í skúla í Klaksvík í 1962. Lydia, sum er frisør og eisini arbeiðir sum lit- ráðgevi, fór um tey hálvt hundrað 7. februar í ár. Lydia og Meinhard eiga hugnaligt heim á vestara arminum í Klaksvík ella á Hamarssniði, sum tað verð- ur nevnt. Har varð 50 ára føðingardagurin hildin mikukvøldið. Lydia og Meinhard eiga fýra børn – Oddur, Erla, Lilja og Mathias. Meinhard Petersen 50 ár Meinhard og Lydia Petersen, sum bæði eru farin um tey hálvt hundrað Lesið - so eru tit við