fríggjadagur 26. august 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 161 - 26. august 2005
Men hann helt lítið
um síni egnu evni, og
tað var neyðugt at
skumpa undir hann
fyri at fáa hann at
sýna tekningarnar
fram. Sangin sá hann
sum andaliga upp-
gávu, ið hann hevði
byrðu fyri at bera
fram, heldur vinmað-
urin, listarligi felagin
og svágurin Eli Smith
ÓLAVUR Á VÁLI
50 ÁRA MINNIS-
FRAMSÝNING OG
FLØGA
Orð: Jóannes Hansen
Tekningar: Ólavur á Váli (úr
heftinum sum fylgir við
nýggju fløgunum)
Ólavur á Váli taldist mill-
um størstu føroysku sang-
ararnar. Tað er eingin ivi
um tað. Einarøddin og
bassrøddin í kórum og
bólkum var framúr, og øll
tey, sum sungu saman við
honum í Ebenezerkórinum,
Kamarkórinum og øllum
øðrum kórum, sum hann
stuðlaði eitt nú á uttan-
landsferðum, eiga at taka
undir við, at tann, sum stóð
undir liðini á honum ella
var bassur saman við Ólavi,
kendi seg lyftan upp. Hans-
ara rødd so at siga fylti
rúmið, og uttan at hann á
nakran hátt ynskti at gera
nakran sum helst háva
burturúr sær sjálvum, so
var hann í miðdeplinum, tá
ið tað um sang og kór ráddi.
– Hann var eitt nátúr-
talent. Tað var hann í sang-
inum, og tað var hann so
sanniligi eisini í at tekna.
Tað er Eli Smith, sum vit
tosa við. Hann og Ólavur
vóru javnaldrar. Eli er gift-
ur Britu, yngru systir
Ólavs. Teir høvdu felags
áhuga í sangi. Teir sungu
saman í kóri og dupult
kvartett, og teir høvdu
eisini felags áhuga í listini
og serliga í at tekna.
– Sum teknari taldist
Ólavur millum teir størstu í
Føroyum. Vit eiga fleiri
góðar teknarar. Í mong ár
havi eg sjálvur fingist vil at
tekna og mála, og harvið
havi eg verið nógv í listar-
liga umhvørvinum. Og tað
hevur aftur og aftur verið
staðfest, at millum teirra,
sum fáast við at mála og
tekna, varð Ólavur mettur
at vera sera evnaríkur.
Ólavur á Váli doyði brád-
liga 19. februar í ár. Á 50
ára føðingardegi hansara,
sum er í dag, fríggjadagin
26. august, verður minnis-
framsýning latin upp í
Snarskivuni hjá Tórshavnar
kommunu, og samstundis
verður tvífløga útgivin.
Eli Smith hevur staðið
fyri at leggja listarframsýn-
ingina til rættis, og saman
við Jóannesi á Váli, beiggja
Ólavs, Maluni Guttesen og
Alexander Samuelsen hev-
ur hann tikið stig til og
samskipað arbeiðið at fáa
fløgurnar útgivnar. Heitið á
fløguhúsanum er Lívsins
land, og tað er EvR studio,
sum er útgevari. Jón Svein
Heinesen hevur ljóðvið-
gjørt og greitt fløgurnar til
framleiðslu. Kári Holm Ol-
sen hevur gjørt umslagið,
repro og sett upp, Rúna
Berghamar, Erla Bergham-
ar Sørensen og Árni av
Reyni hava rættlisið, og
Tocano í Keypmannahavn
hevur framleitt.
Á fløguhúsanum hevur
Svenning av Lofti hugleið-
ingar, sum hann kallar
Ólavur - ein savnandi
miðdepil. Harafturat eru
allir
40
sangtekstirnir
prentaðir, og tað er við-
merkt hvør eigur orðini og
løgini. Tað verður upplýst í
hvørjum sambandi upptøk-
urnar eru gjørdar, og hvørji
tey eru, sum spæla undir.
Teknarin
Ólavur á Váli fekst við at
tekna frá tí, at hann var
smádrongur. Serliga vóru
tað persónsmyndirnar, sum
hann var kringur í, og eisini
fekst hann nógv við at
tekna hús og býlingar og
landsløg.
– Vit vóru á kunstháskúla
saman í Holbæk í fýra
mánaðir í 1982. Tá varð tað
lagt til merkis, hvussu væl
tað lá fyri hjá Ólavi at
tekna. Hetta var honum
íborið. Hjá mær og øðrum
hevur tað verið og er tað
neyðugt at arbeiða og venja
fyri at koma á lagi, um tú
ikki hevur havt blýantin í
hondini í eitt langt skifti, og
ofta eydnast tað ikki meiri
enn passaligt at finna rætta
lagið. Ólavur var so at siga
altíð í rætta lagnum. Tað lá
so ómetaliga væl fyri hjá
honum at tekna, og tað var
so skjótt, at hann var foku-
seraður. Eg havi havt stóra
gleði av at læra tekni-
teknikk av Ólavi. Hann var
fínur eygleiðari, og hann
dugdi so væl at fata ella liva
seg inn í motivið og at fáa
tað á pappírið, greiðir Eli
Smith frá.
Eli Smith og Ólavur á
Váli vóru á mongum ferð-
um saman fyri at fáa listar-
ligan íblástur. Eitt nú vitj-
aðu teir í París, Amsterdam
og Berlin, hagar leiðin gekk
seinastu ferðina, teir vóru
suðuri í Europa í listarlig-
um ørindum. Teir høvdu
eisini fleiri felags framsýn-
ingar í Føroya Sparikassa, í
Smiðjuni í Lítluvík og í
atelierinum hjá Eli Smith.
Ólavur taldist m
Eli Smith hevur lagt
minnis framsýningina
til rættis, og saman við
øðrum hevur hann
skipað fyri fløguútgáv-
uni til minnis um Ólav
á Váli
Líggjas á Váli, pápi Ólavs
Sjálvsmynd, Ólavur á Váli