Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Um Ólavur sjálvur hevði átt alla avgerðina, so hevði hann ongantíð havt sýnt fram. Hann var so ógvuliga lítillátin. Hann metti tað ongantíð vera nóg gott, sum hann hevði tekn- að, og tað var ein fyritøka hjá honum, tá ið tað skuldi sýnast alment fram. Eg royndi at skumpa undir. Tá ið so avgerðin var tikin um, at vit skuldu hava framsýn- ing, vóru vit í felagi og teknaðu. Eisini uttandura og bæði her í Havnini og aðra staðni kring landið. Nú eg havi verið ígjøgnum stóru goymsluna, sum ligg- ur eftir hann, er listarliga virðingin fyri Ólavi vorðin uppaftur størri, sigur Eli Smith. 35 listarverk eru á sølu- framsýningini, sum klokk- an fýra seinnapartin í dag letur upp í Snarskivuni. Eli sigur seg hava roynt at velja so fjølbroytt burtur úr savn- inum, sum tað hevur borið til. Hesi verkini eru bara ein brotpartur av tí, sum liggur eftir Ólav á Váli. – Talan er um fjølbroytni í motivum og eisini í tíð. Fyrstu tekningarnar eru frá síðst í sjeyti árunum, og hann tykist hava gjørt ser- liga nógv við tekningina fyrrapartin av níti árunum ella stutt frammanundan, at hann fór at sigla við Norrønu, heldur Eli Smith. Sangarin Ivaleyst eru tað fleiri, sum komast við sangin hjá Ólavi á Váli, enn tey eru, sum komast við tekningar- nar. Ólavur sang, tí hann kendi røddina vera gávuna, sum hann hevði fingið at bera evangeliska boðskapin til onnur við. Ólavur var sonur Annu og Líggjas á Váli, sum vóru stuðlar í sangkórunum í Betesda í Klaksvík og Ebe- nezer í Havnini. Longu í 1946, tá ið Líggjas á Váli var knapp- liga 24 ára gamalur, sang hann Eg eigi hirða ein mær kærur er inn á plátu. Hetta var á songferð í Keyp- mannahavn, og sangurin og plátan gjørdust fólkaogn, og tað kemur framvegis fyri, at sangurin er at hoyra í útvarpinum. Miðskeiðis í seksti árunum varð So langt eg kann minnast, sum Líggjas sjálvur hevði yrkt, upptikin, og tann upptøkan gjørdist ikki minni kend. Øll fýra børnini hjá Onnu og Líggjasi - Jóannes, Charlotta, Ólavur og Brita - hava sungið, og kanska ser- liga Ólavur hevur verið nógv at hoyrt. Umframt í kórum fór hann fyrrapartin av sjeyti árunum at syngja í Nikodemusar sangbólkin- um, og tað hevði verið sær, at Ólavur varð kendur sum sangari. – Hjá Ólavi var tað sum hjá so mongum øðrum við góðum sanggávum. Tað var MC, sum birti uppundir. Í 1978 gav EvR Studio band út, har Ólavur sang solo. MC legði til rættis. Á fløg unum, sum vit nú geva út, eru fleiri upptøkur frá tí útgávuni, og so eru aðrar frá Nikodemusar sangbólk- inum, frá teimum á Váli, dupult kvartettini, og so sangir, sum onkra ferðina hava verið at hoyrt í út- varpinum, og so onkur, sum bara hevur verið sungin í Ebenezer í sambandi við jarðarferðir. Síðsta upptøk- an varð gjørd í sambandi við eina jarðarferð í de- sember í fjør. Tá sungu Ólavur og Jóannes á Váli Tá ið ferðin er endað og eg leggi inn í havn, veit Eli Smith at siga. Í alt eru á fløgunum báð- um 41 upptøkur. Merkis- vert er tað, at ein sangur er í tveimum upptøkum. Tað er Tá tígnandi í undran Harri drottur! Fyrra upp- tøkan er á bandinum, ið varð givið út upp undir jól í 1978, og seinna upptøkan varð gjørd í 2004 í sam- bandi við fløgurnar, ið vórðu givnar út á 90 ára føðingardegnum hjá Peturi W. Háberg. Eli Smith greiðir frá, og frágreiðingin lýsir væl evnini hjá Ólavi sum sang- ara, og hvussu lagaligur, hann var at fáast við: – Vit høvdu tikið upp í Vesturkirkjuni. Ætlanin var, at sangkórið í Ebenezer skuldi syngja Tá tígnandi, sum Petur Háberg í síni tíð føroyskaði úr svenskum. Men tað tóktist bera illa til at savna sangkórið, tí hetta var á sumri. Tá helt Beinta, at vit áttu at sent boð eftir Jóannesi og Ólavi á Váli. Teir komu beinanvegin. Jóannes setti seg við pípu- orglið í Vesturkirkjuni. Ólavur sang. Teir tóku sangin eina ferð ígjøgnum, og so varð upptøkan gjørd. Ein fín og merkisverd upp- tøka av kenda sanginum, sum í hesum førinum varð framførdur í moll, staðfest- ir svágurin, vinmaðurin, samsangarin og listarligi felagin hjá Ólavi á Váli, Eli Smith. Síðani Ólavur á Váli 19. februar brádliga doyði, hava Eli og onnur arbeitt við at fyrireika eina minnis- framsýning og eina minnis- fløgu í sambandi við 50 ára føðingardagin. Dagurin er í dag, og seinnapartin verður framsýningin latin upp av Heðini Mortensen, býráðs- formanni. Jógvan á Lakj- uni, landsstýrismaður í mentamálum, sum í síni tíð undir útbúgving í høvuðs- staðnum plagdi at syngja saman við Ólavi á Váli og øðrum, fer at siga nøkur orð, og so verða savnsfløg- urnar, ið ivaleyst fara at gerast fólkaogn, at verða lagdar fram. Nr. 161 - 26. august 2005 17 millum teir stóru Anna á Vali, móðir Ólavs Jóannes á Vali, bróðir Ólavs Eli Smith, svágur og vinmaður Ólavs