fríggjadagur 26. august 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 161 - 26. august 2005
VIÐMERKINGAR
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Tað er nógv fyri, at bløðini
skulu leggja síður til kjak á
so lágum støði, sum hetta
kjakið um fartelefonir til
býráðslimir og deildarleið-
arar. Tí harmar tað meg al-
mikið at brúka enn meira
pláss til hetta. Men Beate
hevur, í onkrum sum líkist
poitiskari hjartasorg, ført
líkt og ólíkt fram, sum eg
ikki
kann
lata
standa
ósvarað.
Beate tosar um, at bý-
ráðslimir fáa fartelefonir.
Hetta er ikki so. Eins og
býráðslimir læna teldur frá
kommununi, so fáa teir nú
eisini fartelefonir til láns.
Hetta er ikki ein gáva, men
eitt neyðugt arbeiðsamboð,
sum verður latið til nýtslu.
Kommunan brúkti undir
síðstu samgongu, sum eg
og Beate sótu í, heilt fitt av
peningi til eina sms-skipan,
sum flytir stórar partar av
samskiftinum til sms-boð á
fartelefonum. Boð til teirra,
sum ikki sita bundin við
eina kommunala teldu,
verða í løtuni borin um
hesa skipan t.d. Starvsfólk,
sum arbeiða úti ymsastaðni
í kommununi. Skipanin
verður nú útbygd til eisini
at fevna um fundarboð, av-
boð og aðrar broytingar.
Um Beate vil tað ella ei,
so liva vit í 2005, og far-
telefonin og nú eisini far-
teldan, sum fleiri býráðs-
limir hava valt, er vorðin
gerandiskostur, eitt vanligt
arbeiðsamboð og eitt neyð-
ugt samskiftistól. Við far-
telefonini ert tú ikki longur
bundin av staði og við sms-
boðunum heldur ikki av tíð.
Tórshavnar kommuna er
eitt modernað arbeiðspláss,
og hóast ein einstakur bý-
ráðslimur ikki vil fylgja við
tíðini, kann øll kommunan
ikki steðga upp.
Beate sigur, at hon hevur
sagt frá, at hon ikki vil hava
eina fartelefon. Hetta er
partvíst rætt, men hetta var
sagt í práti, sum eg fataði
meira sum skemt enn álv-
ara. Hon fekk eini skrivlig
boð um at koma eftir
telefonini, men hon hevur
ikki skrivliga sagt nei takk.
Tað hevur eingin býráðs-
limur gjørt, og var tað
hetta, eg meinti við í sam-
røðuni við Dimmalætting.
Eg vóni, at Beate skjótt
aftur fer at nýta sína orku
upp á konstruktivt býráðs-
arbeiði, og at hetta lúnuta
keglið heldur uppat. Tað
tænir ongum endamáli og
byggir einki upp, so heldur
enn at brúka meira blað-
pláss til hetta úttømda
pinkuevni, átti hon at brúkt
sína tíð til tað, hon er vald
til, nevniliga býráðspolit-
ikk, ið røkkur út um fartele-
fonir og onnur smáting.
Politisk hjartasorg eitt haft um beinið
Beinta Løwe Jacobsen
journalistur
Enn einaferð verða vit sam-
kynd forfylgd av umboðum
fyri tær almennu Føroyar.
Haldi tað er ótrúligt, at tað
eru fólkavald, ið ganga á
odda at forfylgja samfelags-
bólkum í einum demokrat-
iskum samfelagi. Trúi bara
at hetta var galdandi í lond-
um uttan demokrati, men
kanska eru føroyskir polit-
ikarar ikki petti betur enn
Saddam Hussein, Pinoché,
Pol Pot, Idi Amin, Stalin
o.s.fr.
Umframt jødar og onnur
vórðu eisini samkynd for-
fylgd av Hitler undir Seinna
Heimsbardaga. Samkynd
vórdu eyðmerkt við einum
ljósareyðum tríkanti, og nú
siti eg bara og bíði eftir at
fáa boð úr Innlendismála-
ráðnum um, at eg skal møta
upp úti í Tinganesi at fáa ein
ljósareyðan tríkant tatover-
aðan á pannuna, tí eg eri
samkynd. Krevst ein løg-
tingssamtykt til at fáa hetta
ígjøgnum, vænti eg ikki, at
tað verður nakar trupulleiki,
tí tað tykist ikki sum um at
nakar av løgtingslimunum
hevur hug ella dirvi at tala
at tí partinum av almennu
Føroyum,
ið
forfylgja
okkum samkyndum.
Føroyska samfelagið
hevur havt skiftandi
stuðlar at rilla á og
nógvar høkjur at lofta
sær við - ein stuðli,
sum ofta verður lopin
um, er donsku kríggs-
veitingarnar, sum
eftirhondini er týð-
andi partur av tí
spinkla føroyska fíggj-
argrundarlagnum
Virgar T. Dalsgaard
Flestøll minnast, hvussu
fullveldismenn beint fyri
hetta aldaskiftið breggjaðu
sær av, at vit skuldu hava
fótað okkum aftur bæði
skjótt og væl eftir kreppuna
fyrst í 90’unum! Men hetta
var ein illusión, ein smink-
aður veruleiki! Sum so ofta
áður vóru tað bara læntar
fjaðrar, teir pyntaðu seg við!
Loysingarliðið tagdi burt-
ur teir framúr góðu kon-
junkturarnar við ovurhonds
fiskaprísum,
umframt
donsku hjálpina við stórum
lániveitingum
og
eina
beinleiðis danska milliard-
forering í sonevnda banka-
málinum! Við slíkum odds
og sovorðnum undanvindi
skuldi verið strævið at
kunna dumma seg.
Kortini eydnaðist tað
fullveldisstýrinum
við
harra H.H. sum ideologi og
Karsteni Hansen sum fin-
ansheysi at forkoma øllum
ríkidømi við hvørki at in-
vestera í nakað vinnuskap-
andi tiltak og heldur ikki
konsolidera seg við at við-
líkahalda bygningar, skip,
amboð og aðrar ognir.
Tvørturímóti _ teir rændu
danska blokkpeningin, sum
varð ætlaður føroyska velj-
aranum og settu hann inn í
láturligar loysingargrunnar
sum steindeyðan kapital,
meðan alt produktiónsapp-
aratið kryplaðist og forfall.
Sjálvt ambulancur steðg-
aðu upp á veg til sjúkrahús-
ini, tí tær ikki kundu fáa
neyðugan umvælingarpen-
ing frá fullveldismonnum!
Teir førdu ein ábyrgdar-
leysan, fantasileysan og
turrgeldan politikk, eiða-
søran fyri aðrar visiónir enn
dagdreymin um eina fják-
uta tjóðveldisrepublikk -
eitt ivingasamt túsundárs-
ríki, sum einki fundament
hevði í veruleikanum. Teir
irrationellu
fantastarnir
stevndu ímóti einum ússa-
ligum, men deyðiliga far-
ligum fata morgana, sum
heldur ikki rationelt hugs-
andi tjóðveldismenn trúðu
uppá sjálvir!
Hesir
ábyrgdarleysu
menn sótu sum passivir
áskoðarar og bara eyg-
leiddu, at vinnan, hóast re-
kordmøguleikar, minkaði; -
virkini stagneraðu, almenn-
ir bygningar forfórust, og
útjaðarin máaðist burtur.
Fyri at leggja stein oman á
byrðu sluppu teir okkara
ringastu konkurrentum, -
íslendingum - at eyðræna
føroyskan marknaða og
føroyskar fyritøkur!
Men við tað, at fyrst og
fremst donsk banka_milli-
ardinnspræning fekk ger-
andisforbrúkið,
sethúsa-
byggingina og innfluttning-
in at bólgna, loyvdu teir
sær kortini við sjáldsomum
frekleika at reypa og lata
væl at fíggjarstandinum.
Ein milliard í
kríggspensión
Men …. Tann «holli»
fíggjarstandurin var ein
hvørvisjón! Hann var ikki
reelt funderaður, og hvíldi á
beinleiðis danskari kreppu-
hjálp! Og tað var ikki nóg-
mikið við tað! Umframt
allar hinar donsku veiting-
arnar, komu krígspensión-
irnar júst fyrst í 90unum -
eisini fíggjaðar beinleiðis
úr Danmark!
Akkurát tá ið kreppan var
allarringast (1993), fingu
teir føroyingar, sum høvdu
siglt undir krígnum og
einkjur teirra fyri fyrstu
ferð útgoldna eftirløn fyri
krigs-siglingina! Og hesar
veitingar hava burtursæð
frá fyrsta árinum (1993)
støðugt ligið omanfyri 80
milliónir um árið líka fram
til 2003, tá ið veitingarnar
komu eitt sindur undir 80
milliónir árliga, tí fleiri av
pensionistunum ikki meira
eru á lívi!
Tá ið økonomar, sum
summir føroyingar eyk-
nevna búskaparfrøðingar,
hava tosað um kapital-
fluttning, hava teir flestu
fulkomuliga
ignorerað
týdningin av kríggspensi-
ónunum! Tær komu í tøk-
um tíma sum lýsi á brota-
sjógv og beinleiðis kvettu
teir negativu amplitudu-
topparnar á fíggjarkurvun-
um miðskeiðis í 90unum,
meðan veitingarnar for-
sterkaðu tær positivu am-
plitudurnar á konjunktur-
kurvunum undir fullveldis-
gonguni! Hetta var reelt ein
substantiel øking av blokk-
inum!
Niðanfyri loyvi eg mær
eftir keldu hjá Ríkisum-
boðnum í Havn at seta upp
eitt yvirlit um kríggspensi-
ónirnar frá 1993 til 2005:
Sostatt geva hesar upp-
hæddir til og við í ár væl
yvir eina milliard krónur,
sum eru beinleiðis sprænd-
ar út í føroyska samfelagið
uppá sløk 13 ár. Fyri Dan-
mark hevði hetta svarað til
at fingið góðar 100 milli-
ardir forerandi ella einar
fýra/fimm stórabeltsbrýr í
senn!
Hesin peningur hevur
ikki verið deyður uppspard-
ur kapitalur á bankabók, tí
hann kom júst til teirra,
sum høvdu brúk fyri pen-
ingi at supplera fólkapensi-
ónina við - hesin peningur
hevur verið til gerandisfor-
brúk og hevur tí verið ein
týðandi konjunktur-útjavn-
ari í føroyska samfelagn-
um, serliga miðskeiðis í 90-
unum!
Men so smáligir vóru teir
ráðandi, at teir skarvaðu
burtur av fólkapensiónini
hjá kríggspensionistunum,
fyri at føroyski landskassin
skuldi spara pening. Skatta-
valdið skar fólkapensiónina
hjá kríggseinkjunum niður
á minimumsupphædd! Ein
ómanslig, óforstáilig og
asocial skemdargerð!
Tey seks árini, fullveldis-
menn sótu við valdi, fingu
teir úr Danmark eina hálva
milliard pumpaða út í
føroyska samfelagið via
kríggspensiónir! Sig so, at
teir ikki hava verið forkel-
aðir av dønum!
Í fíggjarligum
andgletti
Teir menn, sum í síni tíð
fingu danska statin at rinda
kríggspensiónir til føroy-
ingar, eiga stóra tøkk uppi-
borna og sama eiga danskir
skattaborgarar, sum gjalda,
men føroyska skattavaldið,
sum troystar sær at mót-
rokna í fólkapensiónini hjá
fátækum kríggspensiónist-
um, skal onga tøkk eiga!
Og eftirsum onkur hevur
fingið ta løgnu fatan, at tað
eru onglendingar, sum hava
nakað við kríggspensiónir-
nar at gera, so lat tað hervið
verða sligið fast við fimm-
tummaseymi, at onglend-
ingar ikki lata føroyingum
eitt einasta oyra í kríggs-
pensión, - tað gera bara
danskir skattgjaldarar!
Tey komandi árini fer
henda kelda at torna, tí talið
av kríggspensionistum støð-
ugt minkar - hetta fer at
problematisera arbeiðið hjá
núverandi landsstýrissam-
gongu enn meira! Nú ið
konjunkturarnir ikki eru til
vildar og vinnugrundarlagið
rillar, høvdu slakar 85
milliónir um árið verið sum
fíggjarligt
medicin
og
heilsubót fyri okkara sam-
felag! Men longu í næsta ár
er vandi fyri, at pensiónirnar
fara væl undir 70 milliónir!
Føroyingar mugu gera
sær greitt, at hetta lands-
stýrið
hevur
beinleiðis
fíggjarliga mótibrekku á
øllum økjum! Tað er ikki
bara
kombinatiónin
av
vánaligum vinnukonjunkt-
uri
og
ábyrgdarleysum
blokkniðurskurði,
sum
meltar okkum; - men eks-
tremt hækkandi orkuprísir
og harumframt minkandi
kríggspensiónir. Alt má
takast við i samlaðu mynd-
ina av fíggjarligum and-
róðri. Við so vánaligum
útlitum kann eingin krevja
javnvág á fíggjarlógini.
Hon má og skal undirbud-
getterast fyri at fáa sam-
felagið aftur í gongd!
Kærkomin fíggjarligur konjunkturslættari!
1993
35,3 mill.
2000
86,8 mill.
1994
100,5 mill.
2001
84,3 mill.
1995
88,6 mill.
2002
81,8 mill.
1996
85,7 mill.
2003
78,2 mill.
1997
86,9 mill.
2004
75,1 mill.
1998
85,3 mill.
2005 (meting)
72,0 mill.
1999
84,4 mill.
Tilsamans 1.044,9 mill.
Nú bíði eg bara eftir
ljósareyða
trýkantinum!