Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 26. august 2005 19 Tað er at harmast um, at løgmaður nú er so sperdur politiskt, at hann er farin at endurnýta politisku amboð- ini hjá Gomlu Dimmu frá 50’unum og hjá Óla Breck- mann og Dagblaðnum frá 70’unum og 80’unum: Tosa ikki um tíni politisku mál og lær ikki av royndum. Legg heldur bara eftir Tjóðveld- isflokkinum og set spjaldur á hann við ósannindum og gomlum fordómum. So sleppa vit undan at viðgera tann veruliga politikkin. Høgni Hoydal Tá ið ein løgmaður skrivar eitt longri innlegg í bløðunum, er vanliga talan um, at ein polit- isk ætlan verður stungin út í kortið, og roynt verður at eggja til kjak og orðaskifti um eitt týdningarmikið mál fyri sam- felagið. Komið er nú fram, at ávar- ingarnar og politisku tilmælini frá andstøðuflokkunum um tær syndarligu donsku lógir- nar, ið vórðu samtyktar í summar, hava víst seg at verið røtt og beinrakin Tí vónaði eg, at løgmaður nú fór at endur- skoða teir mongu skeivu upp- lýsingar, hann hevur ført fram fyri tinginum og almenning- inum, og at hann fór at taða lendið til tess at skifta polit- iska kós. Og tá eg sá yvirskrivtina: "Afturhaldið fingið nýggjan stavnamann", hugsaði eg, at hetta var rættiliga djarvur sjálvkritikkur frá løgmanni. Higartil hevur samgongan jú ført tann ídnasta afturhalds- politikkin í nýggjari tíð í Før- oyum. Við skattalætta til tey ríkastu. Studningi til vinnulív- ið. Stórum halli á fíggjarlóg- ini, samtundis sum mentan, út- búgving og tey veikastu í sam- felagnum verða skerd. Niður- legging av skúlum. Útlend- ingapolitikki eftir fólkafloks- leisti. Og samgongan hevur góðtikið øll krøv frá donsku stjórnini, so at vit nú fyrstu ferð hava samtykt lógir í Før- oyum, sum staðfesta danskt yvirvald og gera okkum sjálvboðin til eina parantes, ið allernådigst sleppur at umboða Danmark úteftir, um Danmark vil. Men tá eg so fór undir at lesa greinina, ivaðist eg í fyrsta lagi í, um teksturin var komin skeivt fyri. Um hetta ikki mundi vera ein grein hjá Virgari T. Dalsgaard ella Marjusi Dam, sum var sett undir myndina av løgmanni. Ikki hevði eg roknað við, at løgmaður heldur enn at við- gera egna politikkin hjá sam- gonguni og trupulleikarnar í samfelagnum, fór at viðgera undirritaða og Tjóðveldis- flokkin - og gera okkum til trupulleikan. Um Jóannes Eidesgaarc velur at fara í ta grøvina sum Føroya Løgmaður, so haldi eg, at hann hevur uppiborið svar. Tjóðveldisflokkurin verjir heimastýrislógina? Løgmaður førir fram, at Tjóð- veldisflokkurin nú er vorðin afturhaldssinnaður og vil halda seg til Heimastýris- lógina. Vit kunnu spyrja: Nær hevur Tjóðveldisflokkurin nakrantíð sagt tað? Tjóðveldisflokkurin vil stovnseta Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land, og fyrstu og einastu ferð Føroya fólk varð spurt um hetta, valdu vit loysing. Tjóðveldisflokkurin er stovnaður í andstøðu til Heimastýrislógina, hevur ong- antíð góðtikið hana og fer heldur ikki at gera tað. Tjóð- veldisflokkurin hevur higartil megnað at sannført hinar flokkarnar um, at vit skulu ikki góðtaka sjónarmiðini hjá donsku stjórnini um, at føroy- ingar við heimastýrislógini hava játtað at vera undir donskum yvirræði. Nú hevur Løgtingið so í 2005 samtykt tvær danskar lógir - yvirtøkulógina og lóg- ina um uttanríkispolitiskar heimildir - har tað verður sagt, at vit eru undir donsku grund- lógini, at vit ikki hava rættindi sum fólk í heiminum og at vit bert kunnu samskifta við onn- ur lond vegna Danmark sum "Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne". Sjálvandi hevur Tjóðveldis- flokkurin nýtt alla orku at berjast móti hesum stóra aftur- stigi, har vit bæði sum fólk og sum Løgting bakka afturum Heimastýrislógina. Men at vit eru ímóti hesum sambandslógum leggur løg- maður út soleiðis, at vit vilja halda fast um Heimastýris- lógina. Tað er lítið sømiligt av einum løgmanni at nýta so ósaklig uppáhald. Løgmaður kundi tað sama sagt, at eftirsum Tjóðveldis- flokkurin er ímóti Heima- stýrislógini, so vil Tjóðveldis- flokkurin hava Føroyar aftur til danskt amt. Ella at tá javn- aðarflokkurin er ímóti Skúla- depli í Marknagili, so vil hann ikki hava skúlar í Føroyum. Sambandslógirnar - er Tjóðveldisflokkurin trupulleikin? Løgmaður roynir støðugt at føra fram, at yvirtøkulógin og lógin um uttanríkispolitiskar heimildir er eitt framstig, hóast øll prógv longu liggja á borðinum um, at hetta er skeivt. Hesar loysnirnar legði Poul Nyrup Rasmussen longu á borðið í 1999 í eini roynd at forða fullveldisgongdini og binda Føroyar fastari at Dan- mark. Nú seks ár eftir hava løg- maður og samgongan góðtikið øll tey donsku krøvini, uttan at eitt komma er broytt. Hetta verður longu brúkt ímóti okkum, tá talan er um at gera Íslandssáttmála og tá ræður um EFTA-limaskap. Danmark setir treytirnar, og hevur fingið buktina og báðar endarnar - við tøkk afturfyri frá sam- gonguni. Onki av tí, sum løgmaður gyklar fólki fyri at vera sam- ráðingarúrslit, er úrslit av nakrari politiskari samráðing ella telving. Løgmaður hevur bert góðtikið tey uppskotini og tey krøvini, sum danir hava havt á borðinum síðani 1999 og sum undanfarna samgonga stríddist við at fáa broytt. Løgmaður sigur sum rætt er, at sjálvandi menna vit okkum í stigum, men eg havi ongantíð hoyrt um nakað menniskja ella samfelag, ið hevur ment seg í afturstigum. Um eitt skip skal sigla gjøgnum trupult farvatn, so kann skiparin velja at sigla um streingir og millum boðar og sker, til hann kemur aftur í slættari sjógv og víðari á leið- ini. Ella hann kann venda við og sigla aftur haðani hann kom. Tjóðveldisflokkurin vil halda kósina móti fullum sjálvstýri og er til reiðar at sigla truplan sjógv. Tað eru stig á leiðini frameftir. Men Tjóðveldisflokkurin er ikki við til at venda við á hálv- um túri og at leggja seg aftur í danska havn, har skipið verður svínabundið við fleiri endum enn nakrantíð. Tjóðveldisflokkurin - ongi úrslit í fullveldis- samgonguni? Løgmaður endurtekur enda- leysa fólkafloksretorikkin um, at onki kom burturúr á full- veldisleið í undanfarnu sam- gongu. Sanniliga kom nakað burt- urúr - hóast vit gjørdu nógvar villur ,og hóast tað vísti seg, at Fólkaflokkurin ikki vildi nakað fullveldi. Skúlamál, helvtin av al- mannamálum, skipasýn, hav- umhvørvi og fleiri smærri mál vórðu yvirtikin - og vit tóku ábyrgd av meiri enn einum triðingi av donsku fíggingini til Føroya. Samstundis varð blokkstuðulin fastfrystur. Hevði hann hildið fram sum higartil, varð hann í dag komin upp á 1,2 milliardir, so vit hava í veruleikanum gjørt okkum helvtina meiri fíggjarliga sjálvbjargin.Vit spardu eisini meira enn tvær milliardir upp í Landsbankanum og rindaðu almennu skuldina niður í helvt. Harafturat vórðu drúgv- ar fyrireikingar gjørdar til at yvirtaka øll málsøki. At siga, at onki kom burturúr á fullveldisleið, er at reingja veruleikan út um sømiligt mark. Tjóðveldisflokkurin - "Alt ella onki"? Løgmaður setir gamlar for- dómar og gomul spjøldur á Tjóðveldisflokkin: At Tjóð- veldisflokkurin vil "alt ella onki". At tjóðveldisfólk gar- tera í bløðunum og á fólka- fundum og mótmælisgongum. Og at Tjóðveldisflokkurin ongi politisk úrslit fær burtur úr hesum. Hann vil enntá vera við, at Tjóðveldisflokkurin ikki fyrr enn í 70’unum og 80’unum, fekk nakrar semjur og politisk úrslit - og nú er vendur aftur til tað gamla. Hetta er ein grov niðurgerð av Tjóðveldisflokkinum og tjóðveldisfólki sum heild og grov søgufalsan. Hevði ikki trúð, at ein javnaðarløgmaður kundi detta í hesa grøvina, sum vit kenna frá Gomlu Dimmu í 50’unum og 60’unum og frá Gamla Dag- blaðnum í 70’unum og 80’un- um. Tjóðveldisflokkurin hevur, síðani hann varð stovnaður í 1948, stríðst fyri sínum málum á øllum økjum og hevur gingið á odda í stórum og smærri málum, sum allir flokkar og allir føroyingar í dag taka undir við. Og hóast gjøldur varð gjørt burtur úr flokkinum, tá hann tók málini upp - hann varð skírdur bæði rabiatur og lagdur undir "alt ella onki" - so eru stór úrslit rokkin, mill- um annað saman við Javnaðar- flokkinum. Eg skal bert nevna nøkur fá av teimum málum, sum Tjóðveldisflokkurin varð fyrstur at reisa, og sum bert spakuliga fingu undirtøku: - at fáa fiskimarkið út - at krevja ognarætt til undir- grundina - at staðfesta føroyskt sum tjóðarmál - at gera lóg um minstuløn og minstaforvinning til fiskimenn og útróðrarmenn - at stovnseta ein samhalds- fastan eftirlønargrunn (longu í 60’unum) - at skipa landsbanka, tjóðar- roknskap og búskaparráð - at gera vinnuframaskipanir - at byggja út vatn- og vind- orku - at stovna Fróðskaparsetur og føroyskar miðnáms- skúlar - at søkja limaskap í EFTA (longu í 70’unum) - at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum (lagt fram í 1976) - at skipa stovnsrøkt við økisfriðingum og aðrari verju av fiskastovnunum - at stovnseta Útnorðurráðið Undirgrundin sum dømi Tjóðveldisflokkurin hevur sostatt ongantíð sagt "alt ella onki", men hevur hildið fast við síni mál og okkara rætt- indi, so at vit ikki fara av kós- ini móti einum sjálvstøðugum landi ella bakka og læsa okk- um føst í nýggjum bindingum. Eitt gott dømi um hetta er undirgrundarmálið. Vit hava enn ikki fingið staðfest ognar- rættin til undirgrundina, men hava yvirtikið umsitingina av ráevnum í undirgrundini. Har søgdu danir eisini kortanei í mong ár. Men í hesum máli hevur Tjóðveldisflokkurin hildið fast um, at vit ikki skulu gera eina "grønlendska loysn", har Danmark og Grønland umsita í felag og býta inntøkur og útreiðslur helvt um helvt. Tíbetur eydnaðist at sleppa undan einum slíkum afturstigi, men tað var nær við, at Javn- aðarflokkurin og Fólkaflokk- urin valdu at góðtaka eina "grønlendska loysn". Tá fund- urin við Schluter var í 1992 hevði landsstýrið millum ann- að í skjáttuni eitt føroyskt út- spæl til at góðtaka eina grøn- lendska loysn - men Schluter tók teir á bóli. Hetta er eitt týðiligt dømi um, at vit siga ikki "alt ella onki", men vit halda fast við, at vit ikki fremja nøkur aftur- stig ella binda okkum føst. Hernaðarmálið - er Tjóð- veldisflokkurin trupul- leikin? Løgmaður lastar Tjóðveldis- flokkin fyri, at vit ikki hava tikið undir við hernaðarsam- tyktini hjá samgonguni. Hernaðarmálið er enn eitt dømi um, at samgongan hevur selt alt út og hevur skapt split í einum máli, sum Løgtingið higartil hevur verið samt um. Í meira enn hálva øld hava Føroyar verið nýttar sum finna í einum stórpolitiskum talvi, sum Danmark hevur fingið allar fyrimunir av. Allir flokkar á Løgtingi hava higartil sagt, at bert Føroya fólk og før- oyskir myndugleikar kunnu taka avgerð um, hvat Føroyar verða nýttar til hernaðarliga. Við Svørtubók (sum Tjóð- veldisflokkurin við Finnboga Ísakson á odda fekk undir land) og Reyðubók er alt tað vorðið skjalprógvað, sum bæði Tjóðveldisflokkurin og aðrir felagsskapir hava víst á síðani 50’ini: Danmark hevur sagt ósatt og hevur fjalt veruleikan um, at vit vóru eitt bumbumál og um hvør útgerð var í Før- oyum. Danmark hevur fingið fíggjarligar fyrimunir, og tað var USA, ið legði trýst á Danmark um at senda pengar til Føroya til tess at doyva loysingarrørsluna. Nú høvdu vit sostatt gott tilfar og skjalprógv fyri at føra semjuna millum allar flokkar fram: At vit vilja sjálvi hava síðst orðið at siga um hernað- armál í Føroyum. Men hvat ger løgmaður? Hann leggur eitt uppskot fyri tingið, har hann mælir til, at vit nú bara góðtaka og sam- tykkja, at Danmark brúkar Føroyar í hernaðarmálum, og so skulu vit royna at fáa innlit og sleppa til onkran fund saman við Danmark. Danmark hevur nú fingið tøkk afturfyri sín ósømiliga politikk á hernaðarøkinum - og onki er broytt. Sjálvandi er Tjóðveldis- flokkurin hart ímóti, at vit geva Danmark henda rættin eins og allir flokkar hava verið til 2004. Sostatt er tað ikki Tjóðveldisflokkurin, ið hevur slept nakrari semju ella hevur skapt nakran trupulleika. Hin- vegin hava samgonguflokk- arnir slept eini fullari semju og einum rætti hjá føroyingum - uttan at Føroya fólk yvirhøvur er spurt. Norðurlandaráðið - er Tjóðveldisflokkurin trupulleikin? Løgmaður lastar eisini Tjóð- veldisflokkin fyri sína støðu í málinum um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Undiritaði legði málið fram á ting, og uppskotið fekk undirtøku frá einum samdum tingi. Endiliga eitt mál í fullari semju í Føroyum. Men Dan- mark noktar fyri, at uppskotið sleppur til viðgerðar í Norður- landaráðnum og bjóðar ístaðin at gera eina ikki-loysn, sum líkist støðuni vit longu hava í dag. Undanfarna landstýri segði sjálvsagt, at vit halda okkum til semjuna í Føroyum og krevja umsóknina til viðgerð- ar. Men nú tvey ár eftir góð- tekur løgmaður danska kravið. Semjan er burtur. Løgtings- samtyktin sett til viks. Og so sigur løgmaður, at Tjóð-veld- isflokkurin er trupulleikin? Tjóðveldisflokkurin - ikki konstruktivur? Løgmaður heldur Tjóðveldis- flokkin vera lítið konstruk- tivan - og súran og grenjutan, nú vit eru í andstøðu. Mær dámar væl, at eitt sindur av skemti og sjálvironi er í penni løgmans. Hvør skal siga, nú hava vit yvirtikið leiklutin hjá javnaðarflokkinum? Annars hevur Tjóðveldis- flokkurin lagt meira enn 20 konstruktiv uppskot á ting, síðani løgmaður tók við. Vit hava m.a. gingið gingið ímóti skattalættum og skotið upp avgjaldshækkingar og spar- ingar. Vit hava tikið undir við semjum um grundlógarar- beiðið og hava stuðlað lands- stýrinum í fleiri prinsippiellum málum. Um løgmaður kann vísa á, at nakar andstøðuflokkur hev- ur gjørt tað í undanfarnum valskeiðum, so lurti eg fegin. Veit ikki, um vit eru súr og grenjut - soleiðis kennist tað ikki. Vit eru full í virkishugi og hava longu lagt stór og góð mál fyri tingið í hesi tingsetu. Men eg skal erliga viðganga, at um samgongan ikki fer at broyta sín politikk, so fari eg uttan iva at vera bæði súrur og keddur - og illur - í komandi tíðum. Men tað man vera minsti trupulleikin - tað snýr seg um at fáa samfelagið av tí vandakós, ið sigld verður í løtuni. Tá søgan verður falsað so nógv, sum løgmaður ger, tá hann leggur eftir Tjóðveldis- flokkinum, so er stórur vandi fyri, at eisini framtíðin verður til fals hjá hesum landi. Tá søgan er følsk verður framtíðin til fals