fríggjadagur 26. august 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 161 - 26. august 2005
Í alt summar hava teir
tríggir útvarpsmenn-
inir Elis Poulsen, Kári
Sólstein og Øssur
Egholm ferðast kring
landið við sendingini
Summarleiðin, sum
flestallir føroyingar
trúfastir hava lurtað
eftir. Vit vóru við
teimum, tá ið sent var
av Toftum herfyri
FERÐAFRÁSØGN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Øll kenna vit útvarpssend-
ingina Summarleiðin, sum
hevur
verið
í
luftini
seinnapartar í alt summar.
Sendingin hevur verið bygd
upp á tann hátt, at vitjað
hevur verið í einari bygd í
landinum í hvørjari send-
ing, og so hevur sendingin
snúð seg um lív og ger-
andisdagin í tí bygdini.
Summarleiðin hevur havt
stóran áhuga millum før-
oyingar, og vertirnir siga
eisini, at teir bara hava
fingið positivar afturmeld-
ingar frá lurtarunum.
Fólk eru opin
Hendan mikumorgunin, ið
vit vitja Summarleiðina,
hitta vit teir báðar Elis
Poulsen og Kára Sólstein á
einari skrivstovu í út-
varpshúsinum í Sortudíki,
har teir sita og fyrireika
dagsins sending, sum verð-
ur send av Toftum. Nakrar
avtalur eru enn ikki komnar
upp á pláss, og so skal
tekniski parturin eisini fyri-
reikast saman við teknikar-
anum, sum hendan dagin er
Suni Selfoss.
Vit hava gjørt avtalu við
útvarpsmenninar um, at vit
kunnu fylgja teimum, með-
an sendingin er í luftini. At
sendingin verður av Toftum
í dag, er ikki av tilvild, tí
seinni á degnum verður
landsdystur millum Føroy-
ar og Kypros á Svanga-
skarði.
Tað er serliga Elis, sum
tekur sær av at ringja til
fólk í teimum ymsu bygd-
unum og fáa avtalur í lag.
Makkarin hjá honum, Kári
Sólstein, sigur, at Elis er ein
sannur meistari til at tosa
við fólk, og tað stendur
ongantíð á at fáa avtalurnar
upp á pláss.
- Elis hevur eitt ótrúligt
fólkatekki, og av tí at hann
dugir so væl at tosa við
fólk, ber alt til, sigur Kári
Sólstein.
Sjálvur er Elis tó skjótur
at skoyta uppí, at fólk eru
ógvuliga opin, og nú tey
kenna sendingina og stílin í
henni, so smæðast tey ikki
fyri at siga ja til eitt lætt
prát.
Gamalt hugskot
Hugskot um eina slíka
sending sum Summarleið-
ina er gamalt, og tað var
longu
frammi,
áðrenn
Barometrið kom í luftina
fyrstu ferð.
Elis Poulsen sigur, at
málbólkurin, ið teir settu
fyri Summarleiðina, var
fólk úr 35 árum og eldri,
men nú sending hevur verið
í alt summar, kunnu teir
staðfesta, at tað eru fólk í
øllum aldursbólkum, ið
lurta eftir sendingini.
- Vit hava fingið aftur-
meldingar frá fólki kring alt
landið, og tað eru bæði ung
og gomul, sum vit frætta
frá, sigur Kári Sólstein.
- Vit eru eisini fegnir um,
at við eini slíkari sending
koma runt til alt landið, og
tað er jú eisini málsetn-
ingurin hjá útvarpinum, at
vit skulu røkka út kring alt
landið, sigur Elis Poulsen.
Teir báðir siga, at teir
hava lagt stóran dent á, at
tónin í sendingini skal
verða lættur og ikki alt ov
álvarsligur, soleiðis at tað
eisini verður lættari at lurta
eftir.
Ein fastur táttur í send-
ingini er millum annað, at
teir tosa við eitt umboð fyri
bygdarráðið á staðnum, og
vanliga er tað ikki bygdar-
ráðsformaðurin, ið sleppur
framat mikrofonini, men
heldur formaðurin í tekn-
isku nevnd ella okkurt
tílíkt, greiða teir frá.
Nýggj útgerð ger
sendingina møguliga
At tað soleiðis ber til dag-
ligani at senda beinleiðis
ymsastaðnis úr landinum,
er ikki minst takkað verið
einum nýggjum bussi, ið
útvarpið hevur ognað sær.
Hesin bussur er á tremur
Blíðskapurin er óførur
Manningin á Summarleiðini: frá vinstru Øssur Egholm, Kári Sólstein, Suni Selfoss og Elis Poulsen.
Elis Poulsen og Kári Sólstein fyrireika dagsins sending á
skrivstovuni í Sortudíki.
Øssur Egholm situr við mikrofonina í nýggja bussinum hjá
útvarpinum, meðan Elis og Kári eru úti í Tofta bygd.
Hendan dagin á Toftum er tað Suni Selfoss, ið tekur sær av
teknikkinum.
Elis Poulsen og Hjalmar Olsen tosa um ein pappírsskurð, sum Hjalmar hevur gjørt, og sum
Kári vísir fram.