fríggjadagur 26. august 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
við allari nýmótans tekn-
iskari útgerð, og tað ber
eisini til at senda beinleiðis
úr bussinum sjálvum. Á
sínum mongu ferðum kring
landið í summar hevur
Summarleiðin
í
flestu
førum havt nýggja bussin
við sær, og tað hevur gjørt
tað munandi lættari hjá
manningini á sendingini at
senda til Føroya fólk, tí at
hann er so væl útgjørdur.
Missiónshús og
pappírsskurður
Tá ið tað er farið at nærkast
døgurða henda mikudagin,
vit vitja sendingina, er tíðin
komin til at seta kós móti
bygdini, har sendast skal
frá.
Summarleiðin
hevur
fingið ein bil frá bilasøluni
hjá Meinhard Arge, og í
eyðkenda bilinum verða
seinastu avtalurnar fingnar
upp á pláss, meðan koyrt
verður inn á Toftir.
Skráin fyri vitjanina á
Toftum er fjølbroytt, tí vitj-
ast skal bæði hjá listafólki,
í missiónshúsinum og á
Svangaskarði, har teknikk-
bussurin kemur at standa,
meðan sendingin er í luft-
ini.
Manningin hendan dagin
telur tríggjar útvarpsmenn,
Elis Poulsen, Kára Sólstein
og Øssur Egholm og tøkn-
ingin Suna Selfoss. Teir
báðir Øssur og Suni halda
til
á
Svangaskarði
í
teknikk-bussinum, meðan
Elis og Kári ferðast runt í
Tofta bygd og práta við
fólk.
Vit fara í hølunum á
teimum báðum reportar-
unum, og um tú skalt fylgja
við teimum, ræður um at
skunda sær.
Sent verður beinleiðis, og
tí ræður um at verða klárur
á staðnum við teimum
fólkum, ið prátast skal við,
tá ið farast skal í luftina.
Teir báðir reportararnir
vitja eitt nú í snotuliga
missiónshúsinum á Toftum,
har teir millum annað hava
sett einum parti av kórinum
hjá
missiónshúsinum
stevnu. Kári Sólstein, sum
tekur sær av tekniska part-
inum hjá teimum báðum
reportarunum, skundar sær
at rigga til, soleiðis at
sangurin skal ljóða so væl
sum gjørligt í útvarpinum.
So skjótt innslagið úr
missiónshúsinum er liðugt,
skunda teir báðir report-
ararnir sær út um, har for-
maðurin í teknisku nevnd í
Nes Kommunu, Súni í
Hjøllum, stendur og bíðar.
Eitt stutt lag verður spælt
millum innsløgini bæði, og
tá ið lagið er liðugt verður
tosað við Súna um gongd-
ina í Tofta bygd.
Næsta avtalan hjá Elisi
og Kára er at kalla í hinum
endanum av bygdini, og nú
hava teir av álvara skund
fyri at náa fram á staðið,
áðrenn teir skulu í luftina
aftur. Koyrt verður við
fullari ferð oman á Rætt,
har teir skulu inn á gólvið
hjá Hjalmari Olsen.
Hjalmar er gamal sjó-
maður, sum er upplagstur,
og sum nú brúkar nógva tíð
sum pensionistur við at
skera ymsar myndir úr
pappíri. Tað er ikki sørt, at
teir báðir reportararnir eru
hugtiknir av pappírsskurð-
inum hjá Hjalmar, og
áðrenn leiðin seinni um
dagin gongur aftur til
Havnar, hevur Elis ognað
sær eitt av verkunum hjá
Hjalmari.
Klokkan er farin at nærk-
ast fýra, og Summarleiðin
av Toftum er við at nærkast
endanum. Okkurt innslag
er eftir, áðrenn øll mann-
ingin
aftur
savnast
á
Svangaskarði við bussin,
men tað kennist á monnum,
at nú er tað mest hektiska
farið aftur um bak.
Ótrúligur blíðskapur
Útvarpsmenninir
greiða
frá, at allastaðnis har teir
koma,
er
blíðskapurin
óførur.
- Vit verða javnan bjóð-
aðir til kaffi og køkur, har
vit vitja, og vit royna eftir
besta førimuni at taka av
tilboðunum, um vit hava
møguleika fyri tí, sigur Elis
Poulsen. Hann leggur aftur-
at, at hetta ber illa til, með-
an sendingin er í luftini, og
tí verður mangan farið inn
aftur á gólvið hjá fólki, tá ið
sendingin er liðug at fáa
sær ein kaffimunn.
Teir báðir greiða frá, at
fólk eru ógvuliga hjálpsom,
tá ið teir vitja í bygdunum,
og tey fáa mangan hentar
upplýsningar frá fólki um
onkran í bygdini, sum kann
verða áhugaverdur at práta
við.
Summarleiðin
hevur
verið ógvuliga víða í
summar, og tað er bert
onkur hendinga útoyggj, ið
enn ikki hevur havt vitjan
av
útvarpsmonnunum.
Hvussu leingi sendingin fer
at koyra afturat, var ikki
heilt greitt, tá ið vit vitjaðu
sendingina, men væntandi
steðgar hon um hálvan
september mánað.
Nr. 161 - 26. august 2005
21
Tað ljóðaði sera væl, tá ið limir úr kórinum hjá missións-
húsinum á Toftum sungu beinleiðis í sendingini.
Formaðurin í teknisku nevnd í Nes Kommunu, Súni í
Hjøllum, greiðir Elisi og Kára frá um gongdini í Tofta bygd
Nú ræður um at skunda sær inn til Hjalmar Olsen, áðrenn
teir skulu aftur í luftina
Tað fór at dryppa undan bilinum hjá Summarleiðini, tá ið farast skuldi aftur til Havnar, men
tað vísti seg, at orsøkin var tann, at bilurin hevði koyrt í ein oljuhyl, og tí var einki galið við
sjálvum bilinum
Hóast Elis legði seg á knæ, dugdi hann ikki at finna út av, hví tað dryppaði undan bilinum.