fríggjadagur 26. august 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jón Rói skaddur
Hálvan tíma undan
dystarloki noyddist
landsliðsspælarin
skaddur av vølli, tá
Frem vann á Vejle.
Sjálvur roknar hann
tó ikki við, at talan
verður um lands-
liðsavboð
ÚTISETAR
Jákup Mørk
Triðja umfarið í donsku
steypakappingini varð spælt
mikukvøldið, og her vóru
tveir spælarar í føroyska
landsliðshópinum í dysti.
Talan kundi eisini verið
um ein triðja spælara við
tilknýti til føroyskan lands-
liðsfótbólt, men Christian
Holst Lamhauge var tó ikki
í hópinum hjá Lyngby, tá
teir vunnu 3-1 á útivølli
móti Holbæk.
Keikti fótin
Jón Rói Jacobsen var sum
vant millum teir fyrstu ell-
ivu, tá Frem í sínum dysti
vann 2-1 á útivølli móti
Vejle. Sigurin var sjálvandi
nakað, sum spælararnir
fegnaðust um, men við
føroyskum eygum var tað
ein lítil skelkur, tá Jón Rói
noyddist skaddur av vøllin-
um eitt korter eftir steðgin.
- Eg beklaði hampuliga
illa, og fóturin er rættiliga
hovin í dag, staðfesti Jón
Rói, tá vit hósmorgunin
hittu hann á orði.
Og enn tóktist hann ikki
vita, hvussu álvarsligan
skaða talan var um.
- Enn fái eg einki sagt.
Eg skal til fysioterapeut
seinnapartin, og so fáa vit
at síggja, hvussu hetta fer at
spæla av.
Men væntar tú, at talan
verður um avboð til lands-
dystirnar móti Fraklandi og
Ísrael?
- Tað vóni eg ikki. Eg havi
roynt hetta so oftani fyrr, og
tað plagar at vera so, at
pínan er ringast fyrstu tveir
dagarnir. Eg havi so eisini
lært, hvussu tú best bert teg
at í slíkum førum, skilt
soleiðis, at viðgerðin kann
byrja alt fyri eitt. Enn eru
eisini 10 dagar til lands-
dystin, so eg vóni, at tað fer
at ganga, staðfestir Jón Rói.
Um dystin sjálvan helt
hann annars, at tað gav
hópinum eitt veruligt lyft,
nú teir teir vunnu á útivølli.
Ikki minst, tí sigurin kom
til høldar seinastu fimm
minuttirnar, eftir at Vejle
annars hevði verið á odda.
- Vit hava jú verið í eini
heldur óndari ringrás, har
vit fleiri ferðir hava mist
stig seinastu løtuna. Tí var
tað sera týdningarmikið
fyri sjálvsálitið, at vit nú
fingu ein sigur. Og ikki
minst, tá hesin varð tryggj-
aður í seinastu minuttun-
um, segði Jón Rói umvegis
fartelefonina.
Spælarin, sum kom inn
fyri Jón Róa var annars
Jónas Þór Næs, sum hevur
bitið seg alt fastari í besta
hópin hjá Frem, og hartil
sat Gunnar Nielsen á beink-
inum allar 90 minuttirnar.
Andrew og Fremad úti
Meðan Frem og teir tríggir
føroyingarnir
fegnaðust,
var lagið í botni hjá Fremad
Amager. Teir spældu á
útivølli móti HIK, og her
gjørdist talan um greiðan
heimasigur.
Andrew
av
Fløtum
spældi allar 90 minuttirnar
fyri Fremad Amager, men
sambært heimasíðu felags-
ins var talan hesa ferð um
ein dyst, har liðið als ikki
spældi upp til sítt besta.
Soleiðis
er
Fremad
Amager ikki longur partur
av donsku steypakapping-
ini, har teir í fjør vunnu seg
fram í fjórðingsfinaluna.
Leygardagin 10. sep-
tember 2005 verður
aftur skipað fyri
Fólkaheilsurenning í
Tórshavn. Tað eru
landsstýrismaðurin í
almanna- og heilsu-
málum og felagið fyri
frælsan ítrótt í Havn,
Bragdið, sum saman
standa fyri tiltakinum
FÓLKAHEILSU-
RENNING
tíðindaskriv
Fólkaheilsurenningin byrj-
ar uttanfyri Badmintonhøll-
ina
við
stadionøkið
í
Gundadali. Túrurin er væl
merktur allan vegin.
Luttakararnir verða býttir
í tríggjar bólkar: børn (fødd
1992 og yngri), vaksin
(fødd 1991 til 1960) og vet-
eranar (føddir 1959 og
eldri).
Børnini renna 2 kilo-
metrar, vaksin og veteranar
kunnu velja 2 ella 5
kilometrar.
Fólkaheilsurenningin
byrjar klokkan 15, og
byrjanarnummar fæst ðí
Badmintonhøllini 2 tímar
undan renningini. Børn og
vaksin gjalda 20 kr. fyri at
vera við og peningurin
verður goldin, tá byrjanar-
nummarið verður avheint-
að.
Vinnararnir fáa heiðurs-
merki, lutakast verður um
ymiskar vinningar og allir
luttakarar fáa frukt og
okkurt leskiligt at drekka.
Harumframt fáa tey luttak-
andi eina t-shirt við prenti á
til minnis um dagin.
Undir renningini skipa
Fyribyrgingarráðið, Hjarta-
felagið og ymisk áhuga-
feløg fyri tiltøkum, har tað
ber til at fáa upplýsing og
ráðgeving um heilsuna.
Renna ella ganga
Fyri fólk, sum ikki eru von
at renna ella íðka annan
ítrótt, tykjast 5 kilometrar
kanska sum ein ov stórur
biti at gloypa og tískil ber
eisini til at velja 2 kilometr-
ar, so ongin grund er at
halda seg aftur. Endamálið
við fólkaheilsurenningini er
ikki at kappast, men at geva
øllum, bæði yngri og eldri,
eitt gott og hugnaligt høvi at
røra seg. Og tað stendur
sjálvsagt púrasta til tey lut-
takandi, um tey vilja renna
ella ganga teinin. Mest
umráðandi er at vera við.
Tilmelding
Tilmelding fer fram á
www.athletics.fo, á Kunn-
ingardiskinum á flogvøllin-
um og á kunningarstovun-
um kring landið. Freistin
fyri at melda seg til fólka-
heilsurenningina er hós-
kvøldið 8. september.
Rør teg fyri vælveru
Fólkaheilsurenningin er ein
liður í arbeiðinum hjá lands-
stýrinum
at
betra
um
fólkaheilsuna hjá føroyingu-
m. Í Føroyum, sum í øðrum
londum í Vesturheiminum,
økjast
tilburðirnir
av
sjúkum, sum standast av
liviháttinum. Hesar sjúkur
stytta um lívsævina og
minka harumframt munandi
um góðskuna á livium-
støðunum yvirhøvur. Tí er
tað umráðandi, at arbeiðið
fyri eini góðari fólkaheilsu
verður raðfest ovarlaga.
Fólkaheilsurenning verður 10. september
Jón Rói Jacobsen noyddist
skaddur av vøllinum, tá
Frem mikukvøldið vann seg
víðari í donsku steypakapp-
ingini. Sjálvur vónar spæl-
arin, at hann kortini verður
við í landsliðshópinum, sum
komandi mikudag fer til
Fraklands
Hetta er
rutan, sum
skal rennast
ella gangast,
tá
fólkaheilsure
nningin
verður 10.
september
Nr. 161 • fríggjadagur • 26. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo