Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 26. august 2005 23 Hondbólts -landslið í stórari kapping Hósdagin fóru føroysku U-21 landsliðið hjá monnum og kvinnum til Danmarkar. Her skulu tey komandi dagarnar taka lut í Nøvling-Cup, sum er ein stór norðurlendsk kapp- ing, ið verður mett sum hóskandi styrkisroynd hjá føroysku liðunum. Kappinin byrjar fríggjadagin. -jm Regin er ikki formaður Í mikudagsútgávu okkara søgdu vit, at fyrrverandi formaðurin í 12. manni, Regin Egholm, nú aftur skal verða formaður, eftir at Regin Bláhamar hevði sagt seg úr hesum sessi. Hetta var tó ikki heilt rætt. Regin Egholm er nývaldur í nýggju nevnd ina hjá 12. manni, men enn hevur nevndin ikki skipað seg. -jm Kapping- arneyti til Súna AaB hevur skrivað við makedonska Artim Sakiri, sum eisini fer at stríðast um pláss á miðvøllinum 31 ára gamli Sakiri hevur áður spælt við enska West Bromwich Albion, og hann hevur spælt 70 landsdystir fyri Makedonia. Plássið á landsliðnum hevur hann tó mist, tí talan gjørdist um ov fáar dystir í Onglandi, og tað er hetta, sum hann nú vil hava í rættlag aftur. Undan uppihaldinum í Onglandi, hevur Sakiri spælt í CSKA Sofia, Tennis Borussia Berlin, Halmstad og Vardar Skopje, so tað verður ikki bara sum at siga tað, um Súni vil stríða seg fram- um hendan kappingar- neytan í AaB hópinum. -jm Við Jákupi Mikkelsen og Fróða Benjamin- sen aftur í hópinum, skuldu tveir sáldast frá. Hartil hevur Johan Byrial Hansen leikbann, og hann er tí ikki við í ferðalagn- um, sum fer til Frak- lands LANDSLIÐSÚTTØKA Jákup Mørk Bara eina viku eftir vón- brotið móti Kypros hevur Henrik Larsen aftur sett navn á teir 18 spælararnar, sum hann hevur kosið sær til komandi avbjóðingina í Fraklandi. Ein dystur, sum einans tolir sammeting við tann í Hannover fyri tveim- um árum síðani, um tosast skal um størstu avbjóðing- arnar, sum fótbóltslands- liðnum hevur staðið í boði. Sjálvsagdar broytingar Talan er tó hesaferð ikki um tær heilt óvæntaðu broytingar, sum eru í hópinum. Í mun til dystin seinast eru bæði Jákup Mikkelsen og Fróði Benj- minsen nú aftur tøkir eftir leikbann, og tað er mest sum sjálvsagt, at teir báðir aftur hava pláss í hópinum. Út fyri teir báðar eru tveir spælarar úr HB. Nevn- liga Bárður Johannesen og Kári Nielsen. Kári hevur leingi verið at rokna sum ein marginalspælari í hóp- inum, og tí var tað ikki óvæntað, at hann skuldi glíða út. Hinvegin var Bárður annar-málverji til dystin móti Kypros, men við hesum hava venjararin givið týðiligt signal um, at »læruplássið« á málmans- sessinum er ætlað Gunnari Nielsenn, sum uttan iva verður mettur sum fram- tíðar spælarin í plássinum. Eisini hóast Bárður í løtuni verður mettur sum tann, sum er næstur plássinum, skuldi tað hent, at hvørki Jákup Mikkelsen ella Jens Martin Knudsen eru tøkir. Byrial úti Ein triðja broyting er so eisini í hópinum. Johan Byrial Hansen fekk gult kort móti Kypros, og tí er hann leikbannaður til dystin í Fraklandi. Tað er tó merkisvert, at talan er um ein spælarahóp, sum skal spæla móti bæði Fraklandi og Ísrael, og til seinnu avbjóðingina er Johan aftur tøkur. Men fyribils er hann so ikki við í tí hópinum heldur. Tað kundi kanska verið tulkað soleiðis, at Horsens- spælarin er avsettur eftir laka avrikið móti Kypros, men landsliðsvenjarin stað- festir, at hetta ikki er støðan. - At Johan ikki er við í hópinum, kemst eina og aleina av, at hann er leik- bannaður til fyrra dystin. Tá er tað praktiskt lættari hjá okkum, um vit fyribils halda fast í sama hópinum. Tað er ikki soleiðis, at hann er fullkomuliga avsettur, bara tí hann spældi ein minni góðan dyst seinasta mikudag. Og so vita vit sjálvandi heldur ikki, hvussu verður við leik- bannum og skaðum til seinna dystin. Um so er, so skal nýggjur spælari jú takast, og so sigur tað seg sjálvt, at Johan er framm- arliga í røðini. Ikki minst eftir at eg sá hann spæla ein fínan dyst seinasta sunnu- dag, staðfestir Henrik. Tað skerst tó ikki burtur, at hetta í fyrstu atløgu líkist eini lítlari revsing til Johan Byrial. Tað er neyvan nakar ivi um, at var talan um ein av teimum, sum vanliga verða mettir sum lykla- spælarar á liðnum, so vildi hesin í minsta lagi fingið landsliðsboð til seinna dystin. Men tað er so ikki gjørt hesaferð. Fyri Johan hevur lands- liðsvenjarin tikið Jónhard Frederiksberg av Skála. Tað gevur so aftur landsliðsum- boðan til verandi oddaliðið í føroysku landskappingini, og tað má væl metast sum náttúrligt. Hópurin Samanlagt gevur hetta hesa samanseting av hópinum: Jens Martin Knudsen, Christian Høgni Jacobsen NSÍ, Heðin á Lakjuni KÍ, Jákup Mikkelsen, Fró_i Benjaminsen, Ingi Højsted B36, Jákup á Borg HB, Óli Johannesen TB, Jonhard Frederiksberg SKÁLA, Mortan úr Hørg VB, Andrew av Fløtum, Fremad Amager, Jón Rói Jacobsen, Gunnar Nielsen FREM, Todi Jónsson Start, Claus Bech Jørgensen Coventry, Rógvi Jacobsen KR, Símun Samuelsen Keflavík, Súni Olsen AaB, Atli Danielsen Sogndal. Umframt teir báðar landsliðsvenjararnar, telir ferðalagið eisini Jens Erik Magnussen og Magn- us á Stongum frá FSF. John-Reid Skoralíð, fysio- terapeut og teir báðar lið- leiðararnar, Birgir Hansen og Kára Nielsen. Landsliðið fer úr Vágum komandi mikudag kl. 16, og sunnumorgunin verður ferðalagið aftur í Føroyum. Kári og Bárður gliðu út Tað líkist eini avleiðing av avrikinum móti Kypros, at Johan Byrial Hansen als ikki er við í hópinum til teir báðar komandi dystirnar. Men hetta verður tó avsannað av Henrik Larsen Mynd: Álvur Haraldsen Eftir at seinastu dystirnir í undankappingini vórðu spældir mikukvøldið, er nú greitt, hvørji lið verða í pottinum, tá lutakastið til bólkaspælið í UEFA Champions League verður. 16 lið vórðu alt fyri eitt koyrd í pottin, og síðani hava meistarar og næstan meistarar úr limalondunum hjá UEFA stríðst um sein- astu 16 plássini, sum hvørt hava eitt virði, sum fer at nærkast teimum 100 mió kr. Av norðanlondum er tað bara norska Rosenborg, sum er at síggja í bólkaspælinum. Teir høvdu annars sera trupla uppgávu, men hóast vánaligu avrikini í heimligu kappingini, so megnaðu teir at basa rumensika Steaua Bucha- rest. Hivnegin eydnaðist hvørki Våleranga, Brøndby ella Malmö FF at vinna seg víðari, og mugu tey tí taka til takkar við plássi í bólkaspælinum í UEFA- Cup kappingini. Annars verður talan hesa ferð um fimm lið, sum ong- antíð áður hava roynt seg í bólkaspælinum. Tey eru Villarreal og Betis úr Spania. Udinese úr Italia, FC Thun úr Sveis og so FC Artmedia Bratislava úr Slo- vakia, sum hevur verið tann heilt stóra sensatiónin í und- ankappingardystunum í ár. Liðini verða bólkað í fýra styrkisbólkar, og er bert eitt lið úr hvørjum styrkisbólki í hvørjum bólkinum. Hartil er ásett, at lið úr sama landið ikki kunnu koma í bólki við hvørjum øðrum. Undantakið eru tó verjandi meistararnir úr Liverpool, sum soleiðis kunnu koma í bólki við Chelsea, sum enn ikki hevur vunnið sær styrkismeting millum tey átta ovastu. Liðini í ymsu styrkis- bólkunum eru annars hesi. Bólkur 1: Real Madrid CF, AC Milan, FC Barce- lona, Liverpool FC, Man- chester United FC, FC In- ternazionale, FC Bayern München, Arsenal FC. Bólkur 2: FC Porto, Juv- entus FC, PSV Eindhoven, Olympique Lyonnais, Pan- athinaikos FC, Chelsea, Villarreal, AFC Ajac. Bólkur 3: Club Brügge KV, RSC Anderlecht, Ol- ympiacos, FC Schalke 04, AC Sparta Praha, LOSC Lille Métropole, Rangers FC, Werder Bremen. Bólkur 4: SL Benfica, Rosenborg BK, Real Betis Balompié, Udinese Calcio, Fenerbahce SK, SK Rapid Wien, FC Thun, FC Art- media Bratislava. -jm DÓMARASKEIÐ tíðindaskriv ÍSB skal skipa fyri Norður- landameistaraskapi í Boccia 12-14.mai 2006. Til slíka stóra kapping er brúk fyri nógvum dómar- um og hjálparfólki, tí verð- ur eitt dómaraskeið hildið 10.-11.sept. í ár. Boccia er eitt spæl, ið gerst alt meira umtókt, eis- ini her hjá okkum, og so er hetta eitt spæl, ið er sera vælegnað til allar aldurs- bólkar, um so fólk er væl fyri ella ikki. Í kappingar- høpi verður tó lagdur dentur á kapping fyri bólkar, sum eru heldur verri fyri lik- amliga. Spælararnir verða býttir upp í klassar eftir kropsligum førleika, og kappingin kann vera sera hørð. Í ÍSB rokna tey við stóra luttøku til norðurlandameis- taraskapi. Danmark og Svøríki hava longu boðað frá, at tey koma við 12-16 spælarum hvør + hjálparum og venjarum. Til seinasta norðurlandameistaraskapið, sum var í Finlandi í 2004, vóru 60-70 luttakarar, og við venjarum og hjálparum vóru gott 100 fólk savnað um kappingina. Dómaraskeiðið verður hildið á Eysturskúlanum, og byrjað verður kl.9 henda leygarmorgunin 10.sept. Tað vera teir báðir Arne Madsen og Arne Refsgaard úr danska bocciasamband- inum, sum fara at standa fyri skeiðnum. Dómaraskeið í boccia So er klárt til bólkaspælið