Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 161 - 26. august 2005 Pedagogar til Bústovnin og Sambýlið á Mýruvegi, Klaksvík Undir Almanna- og heilsumálaráðnum og stovn- um undir tí við fyribils tænastu á Bústovninum og Sambýlinum á Mýruveg verður søkt eftir 2 pedagogum til setan 1. oktober, ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstørv, og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði. Á Bústovninum búgva 4 fólk við sjúkrageiningini autisma. Á Sambýlinum búgva 6 fólk, sum eru menningartarnað. Endamálið við okkara arbeiði er at skapa tryggar karmar hjá búfólkunum og at seta ígongd og skipa fyri virksemi,sum er til gagn fyri hvønn einstakan. Dentur verður lagdur á, at tann, ið settur verður, er likamliga væl fyri og er áhugaður í at luttaka aktivt í øllum avbjóðingum og er opin fyri ný- hugsan. Haraftrat er neyðugt at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við onnur,umframt at vera førur fyri at taka ábyrgd og avgerðir í arbeiðinum. Løn- og setanartreytir Størvini eru tænastumannastørv, sett sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjar- málaráðið á lønarstigi 24, 25, 27, 28 og 30 til 33. Um eingin pedagogur søkir, verða størvini sett við hjálparfólki sambært sátttmála millum Før- oya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreist Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmæl- um og C.V. skulu vera stovninum í hendi í sein- asta lagi 12. september. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til leiðaran á stovninum á tlf. 456310. Bústovnur og Sambýlið Mýruvegur 13 700 Klaksvík Att: Leiðarin Vit sóknast eftir einum starvs- fólki til verkætlanararbeiði á tí Psykiatriska depilinum Talan er um eitt 30-tíma tíðaravmarkað starv frá 1. november 2005 til 31. desember 2006. Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum fer nú í holt við eina SB-verkætlan. SB er stytting fyri »starvsfólk við brúkarafortreytum«. Endamálið við hesari verkætlan er, at fáa sálarsjúk út aftur á arbeiðsmarknaðin. Hetta er í samstarvi við psykiatriina í Århus Amt og »Videncentret for socialpsykiatri í Kbh.« og er okk- ara verkætlan ein av átta,sum tey eru farin í holt við. Førleikakrøv: • Viðkomandi útbúgving • Hollar royndir innan psykiatri • Teldukunnleiki • Nýhugsandi og skapandi • Kunna geva rúm fyri ótraditionellum loysnum • Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt • Góð samstarvs- og samskiftisevni Arbeiðsuppgávur: • Kunna arbeiðspláss um SB-verkætlanina • Samskifta við SB'ararnar • Luttaka í rundborðssamrøðunum • Gera fundarfrásagnir • Hava samrøður við møguligar SB'arar • Virka fyri, at brúkarasjónarmið koma við í tær nýskapaðu starvslýsingarnar • At kunna kjakast og undirvísa áhugaðum um verkætlanina Til nevnda starv ynskja vit okkum eina eldsál, sum kennir til arbeiðsmarknaðarviðurskifti og dámar væl at samskifta og samstarva við nógv og sera ymisk fólk. Tað hevur stóran týdning, at tann, ið settur verður, dugir at orða seg bæði í skrift og talu og er opin og fyrikomandi. Fyrimunur er, at viðkomandi hevur kunnleika til lógarkarmin um vard størv. Tann, sum settur verður, kemur at arbeiða út frá psykiatriska depilinum. Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Magnus Isaksen, sosialráðgeva á Psykiatriska deplinum á telefon 304500, lokal 4160 ella Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing á Psykiatriska deplinum á telefon 304500, lokal 4102, e-postur: bergitw@lsh.fo Umsóknarfreistin er 9. septembur 2005 kl.12.00 Tað er umsøkjarans ábyrgd,at umsóknin er á lønar- og starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn merkt »umsókn um starv« við avriti av prógvum,CV og viðmælum e.l.skal sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar og starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk«. Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Frá S & K felagnum Eykaaðalfundur hjá S & K verður á Hotel Hafnia 10. september 2005 kl. 19.00. Evni á eykaaðalfundinum, er støðutakan til út- liman úr FA. Skrá: 1) Val av fundarstjóra 2) Formaður felagsins hevur framløgu 3) Umboð frá Føroya Lívstrygging greiðir frá lívstryggingar og eftirlønarskipan 4) Orðið er frítt 5) Atkvøðugreiðsla um útliman úr FA Vinarliga S & K felagið