leygardagur 27. august 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 27. august 2005
5
Føroyski telemarkn-
aðurin er so avmark-
aður, at skal Føroya
Tele halda fram við at
vaksa, má fyritøkan
fáa fleiri inntøkur
uttanlands. Tí hevur
felagið keypt seg inn í
bretska felagið
Telabria
FØROYA TELE
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Føroya Tele hevur keypt
ein part av ensku breið-
bandsfyritøkuni Telabria,
sum verður mett millum
tær fremstu innan tráðleysa
breiðbandstøkni.
Í tíðindaskrivinum, sum
kom frá Føroya Tele um
hetta hósdagin, varð einki
sagt um, hvussu stóran part
av fyritøkuni Føroya Tele
hevur keypt, og hvussu stór
upphæddin fyri keypið.
Sambært menningarstjór-
an hjá Føroya Tele er
orsøkin til hetta, at í løtuni
verður arbeitt við modellin-
um, sum Føroya Tele og
Telabria skulu samstarva
eftir, og tá tað er greitt ber
til at koma við fleiri upp-
lýsingum.
Inntøkur mugu koma
uttanlands
Føroya Tele ger alt meira
við at arbeiða á marknað-
um uttan fyri Føroyar, og
tað er ein greið orsøk til
hesa strategi.
– Føroyar eru ein evarska
lítil telemarknaður, og Før-
oya Tele kann ikki vaksa
nógv meira á hesum markn-
aði. Tí hava vit eitt mál, at
um nøkur ár skal Føroya
Tele fáa munandi inntøkur
av virksemi uttanfyri Før-
oyar, sigur Tróndur Djur-
huus, menningarleiðari.
– Vit hava onkrar loysnir
í Føroyum, sum er áhuga-
verdar uttanlands, og vit
skulu finna tey øki, har vit
eisini kunnu verða við í
øðrum londum.
Samstarvið við Telabria
er tí eitt stig á ta leiðina, og
umframt vónir um at vinna
pengar, snýr tað seg eisini
um at fáa innlit í nýggja
tøkni og finna samstarvs-
felagar uttanlands.
– Tað er stuttur vegur frá
at vera ein profitabul
fyritøka til at steðga upp,
um tú ikki hyggur fram í
tíðina. Vit royna við nýggja
samstarvinum at víðka
okkara virksemið á út-
lendskum marknaði, sigur
Tróndur Djurhuus.
Vilja vinna pengar uttanlands
Europearar læra av Føroya Tele
Fyrireikararnir av
stórari europeiskari
ráðstevnu um digital
sendinet vildu hava
umboð fyri Føroya
Tele at greiða frá,
hvussu felagið hevur
útbygt sítt digitala
net, og framløgan hjá
menningarstjóranum
hjá Føroya Tele skapti
stóra umrøðu
TØKNI
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fyrireikararnir av stóru
DTT-ráðstevnuni,
sum
hevur verið hildin í est-
lendska
høvuðsstaðnum
Tallinn hesa vikuna, høvdu
boðið menningarstjóranum í
Føroya Tele at hava eina
framløgu um digitalt sendi-
net.
Stívliga 100 luttakarar frá
almennum
og
privatum
stovnum og fyritøkum hava
verið savnað at viðgera
broytingina frá analogum til
digitalt sjónvarp í Europa.
Ráðstevnan vendir sær ser-
liga til tey eystureuropeisku
londini, sum mennast nógv í
hesum døgum, men luttak-
arar verða eisini úr fleiri
vestureuropeiskum londum.
Í
flestu
europeiskum
londum verður nú dúgliga
skift orð um, hvussu best er
at talgilda (digitalisera)
sjónvarpssendinetini. Enn
eru flestu londini komin
stutt á leið, men ES-komm-
issiónin hevur gjørt av, at
øll tey analogu sendinetini í
Europa skulu verða sløkt í
seinasta lagi í 2012.
Føroyar spæla við
Í tí stóra prátinum um digi-
talisering kunnu føroyingar
eisini verða við, tí Føroyar
vóru eitt hitt fyrsta landið,
sum fekk talgilt sendinet.
Hetta hendi, tá Televarpið
varð stovnað.
– Televarpið var eisini
fyrsta skipanin, sum var
handilslig
burturav,
og
eisini fyrsta fyritøkan av
sínum slagi, sum gevur av-
lop av rakstrinum. Hetta,
hóast Føroyar eru sera
avbjóðandi sum marknaður
við
sínum
avmarkaða
fólkatali og truplu landa-
frøði, sigur Tróndur Djur-
huus, menningarstjóri.
– Við síni serligu saman-
seting av vanligari og heldur
bíligari tøknifrøði og ikki
minst teirri serligu føroysku
KT-skipanini, sum stýrir
rakstrinum, verður Tele-
varpið tí hildið at vera best
eydnaða
DTT-fyritøkan
higartil, sigur hann.
Vakti ans
Tróndur Djurhuus hevði
sína framløgu hósdagin
undir heitinum: »Success-
ful Commercial Introduc-
tion in a Challenging Envir-
onment - DTT in the Faroe
Islands«.
Og hendan framløgan
fekk sera stóra umrøðu.
– Tað var heilt týðuligt, at
tað var nógv størstur áhugi
fyri okkara framløgu. Okk-
ara loysn varð nógv umrødd,
og fleiri lond vildu hava
møguleikan at fáa fleiri
upplýsingar. Eg havi eisini
havt eitt prát við estlendska
mentamálráðharran
um
okkara
skipan,
sigur
Tróndur Djurhuus.
Umframt Trónd umboð-
aði Edvard í S. Joensen
Føroya Tele, meðan Tele-
varpið varð umboðað av
Lailu Hentze.
– Televarpið var eisini fyrsta
skipanin, sum var handilslig
burturav, og eisini fyrsta
fyritøkan av sínum slagi,
sum gevur avlop av
rakstrinum. Hetta, hóast
Føroyar eru sera avbjóðandi
sum marknaður við sínum
avmarkaða fólkatali og
truplu landafrøði, sigur
Tróndur Djurhuus, menn-
ingarstjóri í Føroya Tele
Tróndur Djurhuus hevur í
vikuni havt framløgu á
stórari europeiskari
ráðstevnu um digitalt
sendinet. Hann greiddi frá
royndunum í Føroyum