Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 162 - 27. august 2005 Stór norðurlendsk ráðstevna setir fokus á týdningin av mál- inum hjá børnum. Gestir úr grannatjóð- um okkara verða við, m.a. Britt Hildeng sum situr í norska stórtinginum og er limur í almanna- nevndini, umframt ein hópur av fak- fólkum, sum arbeiða við málmenningini hjá teimum deyvu RÁÐSTEVNA Snorri Brend Havn: – Hvussu verður barnið ment kensluliga og intellektuelt gjøgnum mál- ið? Hetta er evnið á eini ráðstevnu sum verður hildin á Hotel Føroyum teir komandi dagarnar. Hetta er ein stevna við luttakarum úr øllum Norðurlondum. Orsøkin til hetta er, at henda ráðstevnan júst verð- ur skipað sum ein partur av tí samstarvinum, sum longu er millum Norður- lond á hesum øki. Ein líknandi ráðstevna sum henda varð hildin fyri tveimum árum síðani í Noregi, og er nú túrurin komin til Føroyar. Ætlanin er at skipa hesa ráðstevn- una annaðhvørt ár. Felags áhugamál Á ráðstevnuni í ár fáa lut- takararnir atongd til nógvar áhugaverdar fyrilestrar, eins og góð høvi eru til prát og tjak um felags áhugamál millum luttakararnar. Eitt av evnunum, sum fer at fáa nógva umrøðu á ráð- stevnuni er júst hetta nýggja hoyritólið Cochlear Implant. Spurningurin, ið nú verður settur er: Hvussu verður framtíðin hjá tekn- máli, so hvørt sum fleiri deyv fáa sær hetta hoyri- tólið. Rættiliga nógvir danir ganga við hesum hoyritól- inum, eins og 11 ára gamla Bjørt Hvidbro, sum sam- røða er við aðrastaðni í blaðnum Eitt annað áhugavert evni er úrslitið av eini íslendsk- ari kanning. Her hevur ein granskari kannað, hvussu umstøðurnar eru hjá vaksn- um deyvum í einum hoyr- andi samfelagi, har dentur er lagdur á teirra sosialu atferð. Tann eina dagin verður eisini ein pallborðsfundur, har nakrir av fyrilestrahald- arunum saman við Britt Hildeng úr norska stórting- inum, Bente Dahl úr fólka- tinginum, Jógvan á Lakj- uni, landsstýrismanni og Heidi Petersen, løgtings- limi vera við í einum kjaki um, hvussu landsins mynd- ugleikar skapa bestu um- støður og karmar fyri teim deyvu. Ætlanin var eisini at fáa Hans Paula Strøm, lands- stýrismann við á pallborðs- fundin. Hann bar seg kort- ini undan, tí hann helt seg kenna ov lítið til økið, hóast økið er hansara málsøki. Hinvegin so er eisini giv- in tíð til prát og samtalur. Og nógv felags áhugamál skuldu verið at práta um, tá eitt nú rektorar, sálarfrøð- ingar, námsfrøðingar, mál- vísindafólk, teknmálstulkar – og deyv, sjálvandi – hittast á sama staði. Tilsaman vera eini 170 luttakarar á stevnuni, harav 60 teirra eru úr Føroyum. Haldórsvík: Avgerðin, sum Sunda kommuna tók mánakvøldið, fer at koma væl við hjá teimum víka- fólkum, sum dáma væl at sparka. Til fundin í bygdaráðn- um lógu umsóknir frá íalt fýra av bygdunum um smærri fótbóltsvallir – úr Haldórsvík, Hósvík, Norðskála og á Oyri. Men í hesum umfarinum verður kortini bert gjørd- ur vøllurin í Haldórsvík. Kommunan hevur fing- ið játtað stuðul til ein slíkan vøll, men einki øki er gjørt klárt til at hava vøllin á. Trivnaðarnevndin í Sunda kommunu mælti bygdaráðnum til at gera ein vøll í Haldórsvík. Hetta kom av, at frástøð- an til tann nærmasta vøll- in í kommununi er stór, eins og tann veruleika, at ferðasambandið er trup- ult. Bygdaráðið skuldi tí at- kvøða um, at hesin vøll- urin verður gjørdur í Haldórsvík, og at tekn- iska nevndin skal fara undir at gera økið klárt. Og hetta samtykti so bygdaráðið, og tí kunnu tey í Haldórsvík so smátt fara at gleða seg til ein fótbóltsvøll í bygdini. sb. Øll hava rætt at samskifta Tey fótbóltshugaðu í Haldórsvík kunnu nú síggja fram til ein fótbóltsvøll í bygdini Klaksvík: Juni mánaður er tann mánaðurin har flestu bilarnir koyra eftir tunnilsvegnum á Borðoynni. Eitt yvirlit hjá Lands- verki yvir ferðsluna á føroysku vegunum í 2004 vísir, at í juni mánaði koyra væl omanfyri 2600 bilar hvønn einasta dag eftir hesum vegastrekkinum norðanfyri Klaksvík. Ikki óvæntað er minsta ferðslan í januar mánaði, tá bert 2000 bilar um dagin koyrdu hetta strekkið. Í miðal koyra 2.453 bilar her hvønn dag í árinum. sb. Nú kemur fótbóltsvøllurin Vestmanna: Sum kunn- ugt ætlar Vestmanna Talvfelag sær at skipa fyri stórum country- festivali í bygdini 16. til 18. september. Eitt slíkt tiltak kostar sjálvandi pening, og tí vendi felagið sær til kommununa um stuðul til tiltakið. Í fyrstu syftu við ynski um at leiga ítróttarhøllina ókeypis og í øðrum lagi at brúka økið innanfyri brand- støðina til campingvogn- ar og aðrar fasilitetir. Bygdaráðið her til, at stuðla tiltakinum við 5.000 kr., eins og loyvi var givið fyrireikarunum at nýta ítróttarhøllina ókeypis. sb. Stuðul til country-festival Mest ferðsla í juni - Skal eini bygd verða lív lagað, so er neyð- ugt hjá kommununi at skapa forteytir fyri at ungfólk fáa grundøki og børnini sleppa í barnaansing, sigur Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri. SKÚLABØRN Snorri Brend Porkeri: Við bert einum einstøkum næmingi í 1. flokki hetta skúlaárið, er næmingatalið ikki av tí mesta við Porkeris skúla. – Nei, støðan er alt annað enn góð, viðgongur lærarin og borgarstjórin, Eli Frederiksen. Í skúlanum eru nú 29 næmingar í 1. til 7. flokk. Eftir hetta fara teir í fram- haldsdeildina í Vági. Onkutíð vóru munandi fleiri næmingar í Porkeri, men nú er talið altso komið heilt niður á 29 hetta skúla- árið. – Tað er ongatíð gott, tá barnatalið minkar soleiðis. Men vit hava kortini ikki mist vónina enn, tí her í bygdini eru væl av børnum undir skúlaaldur, sigur hann. Sárbæri Suðuroyggin hevur víst seg at vera serliga sárbar mót- vegis búskaparligu støðuni í samfelagnum. Við minkandi arbeiði í oynni hevur tað víst seg at vera trupult at fáa ungfólk at støðast, serliga tað unga fólkið. Og vilja tey ikki seta búgv í oynni, so kemur tað at ávirka fólkatalið tann skeiva vegin. Hinvegin so hava fólk í oynni, og her eisini porken- ingar, kortini góðar vónir fyri framtíðina, nú tað um- síðir røkist fyri at eitt Ellis- og røktarheim verður bygt í sunnaru helvt av oynni. – Tá eitt slíkt heim kem- ur, so verður sjálvandi tørv- ur á starvsfólkum til tey ymsu økini á einum slíkum staði. – Og her vóna vit, at fleiri ungfólk fara at búseta seg í sunnaru helvt av oynni, og sjálvandi eisini her í Porkeri, sigur Eli Frederiksen. Treytir Eli Frederiksen vísir á, at hetta við búsetingina setir krøv til tær einstøku kommunurnar, eisini hana sum hann er borgarstjóri fyri. Ein fyritreyt fyri øktum íbúgvaratali er í fyrstu syftu hon, at grundøki eru at fáa og at dagrøktin er væl útbygd. Og hesar báðar fortreyt- irnar finnast sum er í bygd- ini: Dagrøktin er væl fyri, og kommunan sjálv hevur einstøk grundøki tøk, eins og møguleiki er at keypa øki frá privatfólki. Hann óttast tí ikki fyri, at skúlin í Porkeri verður afturlætin eins og tann á Leiti, har eingin næmingur er longur. – Vit hava fleiri børn undir skúlaaldur, og tí síggja vit framvegis ljóst uppá framtíðina, sigur borgarstjórin. - Ongatíð gott tá barnatalið minkar Næmingar í Porkeri 1. flokkur: 1 næmingur 2. flokkur: 6 næmingar 3. flokkur: 5 næmingar 4. flokkur: 5 næmingar 5. flokkur: 5 næmingar 6. flokkur: 4 næmingar 7. flokkur: 3 næmingar (Kelda: Landsskúlafyrisitingin) FAKTA Hóast skúlabarnatalið í Porkeri er minkandi, so ber borgarstjórin og lærarin, Eli Frederiksen (innfelt) ikki ótta fyri at skúlin fer at lata aftur