leygardagur 27. august 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 27. august 2005
7
BÚSKAPUR
Theodor E. D. Olsen
Magni Laksáfoss er komin
í minniluta í Búskapar-
ráðnum. Hann er ikki
samdur við øllum í stendur
í nýggju frágreiðingini hjá
ráðnum. M..a heldur hann,
at ráðið skuldi tikið broyt-
ingar í fólkasamanseting og
oljuprísum, tá ein strategi
skal leggjast fyri, hvussu
vit verða eitt av heimsins
ríkastu londum í 2015.
Á síðu 5 í "Tøknilig
menning
og
vælferð"
stendur í eini undirgrein, at
Magni Laksáfoss, sum er
ein teimum sjey limunum í
Búskaparráðnum, ikki tek-
ur undir við frágreiðingini,
tí hann er ósamdur við
grundleggjandi partar av
henni.
Magni Laksáfoss sigur,
at hann og restin av ráðnum
eru samd um 80 % av frá-
greiðingini, men at vit
ongantíð fáa eina eintýðuga
frágreiðing um búskapar-
frøði. Tí ætlaði hann at
skriva eina hálva A4-síðu
aftast í frágreiðingini, har
hann kundi greiða frá
sínum sjonarmiðum, men
at hetta varð noktað av
formansskapinum, Johnny í
Grótinum, Óla Samró og
Unu Joensen.
- Hetta hava tey rætt til,
men tað er óvanligt at gera,
sigur Magni Laksáfoss við
Sosialin.
Magni Laksáfoss sigur,
at frágreiðingin fær tað at
ljóða, sum tað, hon kemur
við, ið skal til fyri at rækka
2015-visiónini, men tað
heldur hann vera í so lítið.
Serliga er tað parturin um
tað sokallaða vinnutyssið,
ið hann er ósamdur við.
Magni Laksáfoss heldur
tað vera spell, at hansara
sjónarmið ikki sluppu við í
frágreiðingina,
tí
hann
heldur tað vera harmiligt, at
fokusera upp á 20 % í
fjølmiðlunum, tá hann og
meirilutin eru samd um 80
prosent av nýútkomnu frá-
greiðingini. Í einum skrivi
til fjølmiðlarnar, sum verð-
ur prentað í næstu viku,
sigur Magni Laksáfoss
m.a.:
"Sjálvsagt eru nógvar av-
bjóðingar fram til 2015,
men av tí at tað einans eru
10 ár fram til 2015 kunnu
nakrar av stóru avbjóðing-
unum síggjast longu í dag.
Tískil er neyðugt at hyggja
eitt sindur eftir hvørjar
avbjóðingar eru fyri at
kunna gera eina meting av
hvørji tiltøk skulu til fyri at
hava eitt enn meiri fram-
komið samfelag í 2015.
Serliga sær undirritaði
fylgjandi stórar avbjóðing-
ar fram til 2015:
1. Globaliseringin
2. D e m o g r a f i s k u
broytingarnar
3. Oljuprísurin
Í frágreiðingini frá Búskap-
arráðnum er einans globali-
seringin viðgjørd".
Skrivið hjá Magna Laksá-
foss
verður
prentað
í
Sosialinum í næstu viku,
men kann longu nú lesast á
Internet-Sosialinum.
høvuðsniðurstøðan í frá-
greiðingini
"Tøknilig
menning og vælferð" sum
Búskaparráðið legði fram
fyri almenningin í gjár.
Johnny í Grótinum, for-
maður í Búskaparráðnum,
tók í gjár ímóti fjølmiðlun-
um í Fíggjarmálaráðnum,
har hann greiddi frá høv-
uðsboðskapinum
í
tí
nýggju frágreiðingini, og
hann er rættiliga greiður:
Tað almenna skal skapa
fortreytir fyri at búskapurin
kann vaksa, men tað al-
menna skal ikki blanda seg
ov nógv upp í vinnulívið.
Sum dømi nevndi formað-
urin svartkjafta- og kemi-
kaliuflotan í áttatiárunum,
ið hann metti sum eina
forðing fyri at búskapurin
kundi vaksa, eins og tann
politiska skipanin í Føroy-
um hevur lyndi til at stýra
og varðveita ov nógv í
vinnuni.
Í frágreiðingini verður
nevniliga staðfest, at enda-
málið við øllum búskapar-
ligum virksemi er at veita
størsta møguliga vælferð
hjá borgarunum. Í einum
ríkum búskapi hava borgar-
arnir fleiri valmøguleikar,
og av tí sama verður lættari
at verja umhvørvið, veita
útbúgving o.s.fr. Stutt sagt,
verður rásarúmið størri.
Hetta munnu tey flestu vera
samd um. Spurningurin er
so, hvussu vit skapa bú-
skaparvøkstur.
Føroyar á 20. plássi
Sambært
hagtølum
hjá
OECD frá 2002 liggja
Føroyar á einum tjúgunda
plássi, tá BTÙ pr. íbúgva
verður roknað út, og er
hetta kanska ikki so galið,
men staðfestast má, at vit
ikki eru eins rík og okkara
grannalond.
Nýggja frágreiðingin hjá
Búskaparráðnum er ætlað
sum framhald av temafrá-
greiðingini hjá Buskapar-
ráðnum frá 2004. Saman
við tí frágreiðingini kann
hon síggjast sum ein eind,
ið er ætlað sum eitt íkast til
Visión 2015 hjá Landsstýr-
inum, ið eisini snýr seg um
búskaparvøkstur.
Búskaparráðið
leggur
dent á, at eingin kennir
framtíðina, og tí leggur
frágreiðingin upp til eina
satsing.
Ráðið metir, at munurin
millum ta strategi, ið kemur
fram í frágreiðingini og
aðrar strategiir, ið stundum
hava verið at sæð í føroyska
kjakinum, er, at henda er
búskaparfrøðiliga
undir-
bygd.
Frágreiðingin vísir sum
nevnt á, at størsta styrkin
hjá føroyska búskapinum er
ein væl mentur førleiki at
innflyta og tillaga útlendskt
uppfunna tøkni til fram-
leiðslu. Sum dømi nevnir
Johnny í Grótinum m.a.
teldu- og skipsútgerð, ið vit
ikki sjálvi hava uppfunnið,
men kortini duga at brúka.
Búskaparráðið grundgevur
fyri hesum við at siga, at
hóast vit ikki hava upp-
funnið stórvegis í Føroyum,
so er inntøkustøðið her á
landi hóast alt sera høgt
samanborið
við
flestu
onnur lond í heiminum.
Samfelagsliga uppgávan at
økja
ta
búskaparligu
menningina merkir tí tað
sama sum at halda fram við
at menna førleikan til at
tillaga útlendska tøkni í
okkara framleiðslu.
Írland ein fyrimynd
Johnny í Grótinum sigur, at
altjóðagerðin er ein eina-
standi kjansur hjá pinkubú-
skapum sum tí føroyska at
náa øktari virðisskapan, tí
samskiftisprísirnir við út-
heimin eru lækkandi, og
tær handlisligu forðingar-
nar eru minkandi, og tað
skuldi ført til økta altjóða
samvinnu.
Uppgávan hjá tí almenna
er tí týdningarmikil, tí hon
inniber at stuðla skifti av
vinnubygnaði til vitanar-
tyngri framleiðslur. Tað
merkir, at neyðugt er at fara
burtur frá handamegi. Sum
dømi um búskaparvøkstur
ger frágreiðingin fitt burtur
úr "tí írska undrinum".
Stóri framleiðsluvøksturin í
Írlandi seinastu 40 árini er
sambært
frágreiðingini
bæði orsøk til og ein fylgja
av, at vinnubygnaðurin í Ír-
landi er broyttur sera skjótt.
Í 1960 arbeiddu 40 prosent
av írsku arbeiðarafjøldini í
tilfeingisvinnuni, sum er
landbúnaðurin. Í dag starv-
ast 9 prosent í hesi vinnu í
Írlandi og 1,5 prosent í
Danmark starvast í til-
feingisvinnuni.
Hinvegin kann vansin við
at liva av at framleiða
tøknilig tól, sum jú ikki eru
tilfeingi, kann tó eisini
merkjast við, at prísurin á
hesum vørum kann falla.
Eitt nú hevur Finnland við
Nokia á odda merkt til
hetta, tá prísurin á t.d. far-
telefonum er fallin.
Fólk skulu lesa tað,
tey hava hug til
Búskapaðarráðið
mælir
staðiliga frá, at tað almenna
fer inn í útbúgvingarverkið
og roynir at stýra, hvørja
útbúgving fólk skulu velja.
Sum dømi verða úrslit úr
Danmark í áttatiárunum
nevnd, har ein politiskt
royndi at beina fólk inn á
ávísar útbúgvingar. Danir
merkja enn neilig árin av
hesum, staðfestir frágreið-
ingin Tøknilig menning og
vælferð.
Heldur mælir Búskapar-
ráðið til tað, ið tey kalla
"krativt kaos", tí sum tey
siga, so ganga tey, sum
hava tey veruliga góðu
uppskotini, Føroyar skulu
liva av, í onkrum skúlagarði
og spæla bólt ella band.
Bæði kynini sleppa nevni-
liga við í rapportina, sigur
Jóhnny í Grótinum. Tvs. at
landið skal ikki avgera, at
nú skulu vit útbúgva nógvar
skiparar ella læknar, tí tað
er ungdómurin sum hyggur
eftir MTV í dag, ið skal
skapa og koma við hug-
skotum, sum skulu styrkja
búskapin í framtíðini, stað-
festir Johnny í Grótinum.
Hetta krevur, at vit góð-
taka og royna at tillaga okk-
um til broytingar, sam-
stundis sum tað krevur, at
tað almenna veitir hjálp-
andi hond í tillagingini.
Búskaparráðið mælir tí
til, at ta nágreiniligu sats-
ingina mugu einstaklingar
og fyritøkur finna útav,
meðan tað almenna endi-
liga ikki má seinka tillag-
ingini av vinnubygnaði ella
velja at stuðla serliga út-
valdum
vitanartungum
vinnugreinum, og Johnny í
Grótinum dylir ikki fyri, at
tann ætlaða granskara-
parkin fyri 90 milliónir
kann fatast sum ein partur
av hesum, ið Búskapar-
ráðið ávarar ímóti.
Føroyingar sibbar
Tá tosað verður um kreativt
kaos í einum dynamiskum
marknaðarbúskapi, skulu
vit eisini rokna við, at
arbeiðspláss
og
vinnu-
greinir skifta. Í Danmark
hvørva ein stórur partur av
nýstovnaðum
fyritøkum
eftir 7 árum, og 20 prosent
av arbeiðsmegini verður
útskift.
Í hesum sambandi at er
týdningarmikið at útbúgva
fólkið, og Búskaparráðið
himprast ikki við at seta
Føroyar á eitt sokallað
sibbapláss í nøkrum av
teirra talvum og hagtølum.
Eitt nú eru bert 39,6 pro-
sent av føroyingum millum
10 og 24 ár í læru ella inn-
skrivaðir í onkrum skúla,
meðan talið hjá tí norður-
lenska toppskoraranum á
hesum øki, Svørík, er 55
prosent. Somuleiðis eru vit
aftast, tá talan er um
gransking.
Spurningurin um tað er
ein trupulleiki ella eitt ekin,
at tann privati sektorurin
granskar so lítið í Føroyum,
skal helst svarast við, at tað
er eitt tekin, sigur Johnny í
Grótinum. Hann metir tað
nevniliga vera eitt tekin
um, at vit hava tøkni og
innflyta tøkni til okkum
sjálvi at brúka.
Sum dømi nevnir for-
maðurin í Búskaparráð-
num, at Føroya Tele júst
hevur keypt ein part av
ensku breiðbandsfyritøkuni
Telabria. Eitt av argument-
unum fyri at keypa seg inn
í ta ensku fyritøkuna, er at
menna føroyskar skipanir
til útflutnings, og tí fer
hetta ikki at síggjast aftur í
teimum føroysku gransk-
ingarhagtølunum,
hóast
hetta verður gransking,
sum Føroya Tele fær gagn
av.
Vinnutyssi
Loysnunarorðini í nýggju
frágreiðingini eru útbúgv-
ing og gransking, opinleiki
og kapping. Eitt nú er opin-
leiki neyðugur, tí føroy-
ingar gera ikki nógvar
íløgur
uttanlands,
og
útlendingar investera enn
minni í Føroyum. Haraftur-
at er kapping á heima-
marknaðinum gagnlig, tí
annars verður talan um
einstáttaðar vørur, sigur
Búskaparráðið í frágreið-
ingini, og nevnir føroyskar
bókmentir, har fáir rit-
høvundar hava møguleika
at liva av at skriva, og tí
gerst fjølbroytnið og fram-
leiðslan so lítil. Hinvegin
eru Silicon Valley við sínu-
m telduídnaði. Milano við
sínum
mótaídnaði
og
Hollywwod
við
sínum
filmsídnaði
dømi
um
heimamarknaðir, har tann
lokala kappingin er avger-
andi fyri hesi støð. Hetta
verður kallað vinnutyssi.
Eitt vinnutyssi er ein savn-
an av fyritøkum innan
somu vinnugrein á sama
stað, sum ikki kann for-
klárast við eginleikum hjá
staðnum sjálvum. Tað er
serliga búskaparfrøðing-
urin Michael Porter, ið hev-
ur skrivað um hetta evnið.
Tí mælir Búskaparráðið
til at styrkja kappingar-
ráðið, at einskilja almennar
fyritøkur og at avtaka
stuðulsskipanir, so kapp-
ingin í føroyskari fram-
leiðslu gerst só stór sum
gjørligt. Her krevst eisini
meira tøkni, og tí eisini
meira útbúgvið fólk. Nið-
urstøðan hjá Búskaparrað-
num er tí, at skulu vit
fjølgast í Føroyum við
hægri livistøði, er einki
annað at gera enn at satsa
upp á hægri produktivitet
gjøgnum og útbúgving.
Hetta merkir eisini, at skulu
vit vera eitt av heimsins
ríkastu londum í 2015, so
hongur hetta heilt einfalt
ikki saman við, at vit verja
ófaklærdu arbeiðsplássini í
fiskivinnuni.
Framhald av síðu 3
Johnny í Grótinum legði nýggju frágreiðinga fram á tíðindafundi í Fíggjarmálastýrinum
fríggjamorgunin
Mynd: Jens Kristian Vang
Magni Laksáfoss ósamdur við hini í Búskaparráðnum