Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 162 - 27. august 2005 – Ein granskarapark kann samanberast við eitt hotell, har gestir í stytri ella longri tíðarskeið leiga sær eitt kamar og hava atgongd til felags hentleikar, t.d. mat- stovu, sauna og annað. Í parkini eru »gestirnir« eitt nú lesandi, granskarar og fyritøkur, sum í stytri ella longri tíðarskeið leiga sær høli til tess at menna vitanar- grundað hugskot. Hesir »gestir« hava atgongd til felags hentleikar sum kann- ingarstovu, fundar- høli, telefonmóttøku, kantinu og annað, segði Maria Róin við eina framløgu og kunning um føroyska granskarapark GRANSKING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hósdagin bjóðaði lands- stýrismaðurin í vinnumál- um, Bjarni Djurholm, fjøl- miðlum til kunnandi fund um frágreiðingina og til- mælið í sambandi við upp- skotið um stovnsetan av eini granskarapart í Føroy- um. Fundurin var í Sjó- og Vektarbúðini í Tinganesi, og tað vóru umboð fyri tvørfakliga stýringsbólkin við Mariu Róin á odda, sum høvdu framløguna. Umframt Bjarna Djur- holm og Hans Paula Strøm, landsstýrismenn, vóru eis- ini Pál Weihe og Bjørn Har- lou við á fundinum. Pál sit- ur í stýringsbólkinum um- boðandi Almanna- og Heilsumálaráðið, og Bjørn telist millum umboðini hjá Vinnumálaráðnum. Tað var Bjarni Djurholm, sum beyð vælkomin og segði, at landsstýrið fyri góðum ári síðan hevði sett sær fyri at fara í holt við hetta. Hann vísti á, at tætt samstarv hevur verið í landsstýrinum um ætlanina, og serliga hevur nógv sam- starv verið millum lands- stýrismannin í vinnumálum og landsstýrismenninar, Hans Paula Strøm og Jógv- an á Lakjuni, ið situr við gransking sum eitt av sín- um málsøkjum. – Vit eru ógvuliga fegin um álitið – frágreiðingina og tilmælini, og eg kann siga, at landsstýrið tekur undir við høvuðsmálunum, segði Bjarni Djurholm. Hvar er ein granskarapark? Maria Róin greiddi frá arbeiðssetninginum hjá stýringsbólkinum, sum var 1) at lýsa møguleikarnar fyri at seta á stovn granskarapark í Føroy- um, 2) at gera ítøkiligt uppskot um innihald, bygnað og fígging av parkini og 3) at vísa á neyðugar lógar- karmar og møguliga at gera uppskot hesum við- víkjandi. – Tíðin hjá stýringsbólk- inum rakk ikki til at gera uppskotið til lóg um granskaraparkina, segði Maria. Hon greiddi eisini frá, hvat stýringsbólkurin hevði hugsað sær við eini gransk- arapark – og hvat ein granskarapark er. – Ein granskarapark kann samanberast við eitt hotell, har gestir í stytri ella longri tíðarskeið leiga sær eitt kamar og hava atgongd til felags hentleikar, eitt nú matstovu, sauna og annað. Hon segði, at í parkini eru »gestirnir« eitt nú les- andi, granskarar og fyritøk- ur, sum í stytri ella longri tíðarskeið leiga sær høli til tess at menna vitanargrund- að handilshugskot. – Hesir »gestir« hava at- gongd til felags hentleikar sum kanningarstovu, fund- arhøli, telefonmóttøku, kantinu og annað, segði Maria. Hon vísti á, at økini, sum stýringsbólkurin hevur lagt dent á, er lívtøkni ella bio- teknologi og biokunning ella bioinformatik. – Lívtøkni snýr seg um nýtslu av biotøkniligum hættum í samband við mat- vøruframleiðslu (fiskaúr- dráttir), dýraheilsa (alifisk- ur), mannaheilsa (ílegu- gransking og heilivágs- framleiðsla) – og biokunn- ing snýr seg um nýtslu av kunningartøkni innan tey lívfrøðiligu økini, eitt nú at savna og greina stórar mongdir av lívfrøðiligum, patologiskum og genalog- iskum dátum. Men hví júst hesi øki, spurdi Maria. – Vit eru sannførd um, at vit hava potentiellar møgu- leikar, tá ið ræður um gransking og nýskapan inn- an framleiðslu av fiskaúr- dráttum, fiskakaling og ílegugransking. Fjøltátta búskapin Hon segði, at visjónin hjá stýringsbólkinum er, at granskaraparkin skal fjøl- tátta búskapargrundarlagið, fremja umstøður fyri vøkstri, menna nýggjar vit- anartungar vinnur, draga at sær kapital og know-how, draga at sær og halda fast fólki við akademiskum før- leika. - Vit meta, at hetta er neyðugt, um vit skulu yvir- liva í einum globaliserað- um heimi, legði Maria aftrat. Málið er, segði hon, at føroyska granskaraparkin kann hava ein miðsavnandi leiklut í samband við kommersialisering av úr- Føroysk granskarapark eftir s – Tætt samstarv hevur verið í landsstýrinum um ætlaðu granskaraparkina, og vit eru fegin um frágreiðinga og tilmælið, sum fyriliggur, segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður Mynd: Jens Kr. Vang