Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 162 - 27. august 2005 9 slitum innan nevndu fakøki og fer at viðvirka til, at før- oyskar fyritøkur og vørur verða millum tær fremstu í altjóða høpi. – Málið er eisini, at granskaraparkin verður eitt markamót millum verandi vinnu, hægri nám, gransk- ingarumhvørvi og íverkset- arar. Hon segði, at málið er eisini, at parkin fær góðar umstøður at fáa ment hug- skot og verkætlanir, har nýggjar fyritøkur síggja dagsins ljós og gerast burð- ardyggar, meðan aðrar fyri- tøkur brúka føroysku granskaraparkina til at menna seg og ganga nýggj- ar leiðir. – Granskaraparkin skal draga til sín føroyskar og útlendskar granskarar og onnur við fakligum førleika og útbúgving frá hægri lærustovni, og somuleiðis skal parkin draga til sín váðafúsan kapital, bæði føroyskan og útlendskan, segði Maria. Alment partafelag Ætlanin er, at føroyska granskaraparkin skal skip- ast við lóg sum alment partafelag, ið líkist leistin- um við eitt nú Vágatunlin- um. Mælt verður til, at parkin verður bygd mitt í vitanar- umhvørvinum í Føroyum, nevniliga á Debesartrøð. – Bygningurin verður bygdur í tveimum ella trimum byggistigum, so- leiðis at møguleiki er at leggja nýggj stig aftrat so hvørt, sum tørvur verður á tí. Maria vísti á tilmælið hjá stýringsbólkinum um, hvussu bólkurin metir, at fíggjarligi partur kemur at síggja út. – Vit hava mælt til, at játtaðar verða einar 7 miljónir krónur til forkann- ing og projektering av granskaraparkini, og síðan ávikavist 28, 24 og 18 miljónir krónur yvir trý ár til bygging. Somuleiðis hugsa vit okkum, at játtaðar verða 4 miljónir krónur til rakstur tað fyrsta árið og síðan 3 miljónir krónur um árið yvir trý ár, til raksturin verður sjálvfíggjandi. Ætlanin er nevniliga, at virksemið hjá granskingar- parkini skal verða sjálv- fíggjandi, sum árini ganga. Virksemið í gongd Maria segði, at stýrings- bólkurin mælir til, at lógar- uppskot um parkina verður orðað í næstum og verður lagt fyri løgtingið. – Vit mæla eisini til, at felagið verður stovnað so skjótt til ber, soleiðis at arbeiðið við projektering og bygging kann verða boðið út – og somuleiðis, at stjóri verður settur, so virk- semið fer í gongd sum skjótast. Stýringsbólkurin mælir eisini til, at trý sonevnd granskingarprofessoratir innan lívtøkni verða sett við Fróðskaparsetur Før- oya, og hesi skulu starvast í føroysku granskaraparkini. – At enda mæla vit eisini til, at ílegugranskingin er komin upp á pláss, áðrenn granskaraparkin verður projekterað, tí vit meta, at hesin parturin saman við biotøknini hevur alstóran týdning fyri føroysku granskaraparkina, segði Maria Róin. sama leisti sum Vágatunnilin Hans Pauli Strøm, Bjarni Djurholm, Bjørn Harlou, Pál Weihe og Maria Róin skifta orð við tíðindafólk um eina føroyska granskarapark Mynd: Jens Kr. Vang – Granskaraparkin skal draga til sín føroyskar og útlendskar granskarar og onnur við fakligum førleika og útbúgving frá hægri lærustovni, og somuleiðis skal parkin draga til sín váðafúsan kapital, bæði føroyskan og útlendskan, segði Maria Róin undir framløguni Mynd: Jens Kr. Vang