Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 162 - 27. august 2005 Tað er ikki hissini kjak, ið hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum av rástevnuni hjá samkyndum lesandi í Norðurlandahúsinum í hesum døgum. Ikki minst vegna tess, at ein landsstýrismaður valdi at siga nøkur orð og seta ráðstevnuna. Sum vit hava sæð í blaðnum seinastu tíðina, so argar hetta illa ávsís fólk í samfelagnum _ ið síggja hetta sum nakað andstyggiligt _ við próvgrundum úr Halgubók. Øll hava rætt at hava sína hugsan um hesi mál. Fólk í øllum politiskum flokkum hava sjálvandi eisini rætt at meina tað, tey vilja. Allir flokkar á tingi siga, at tað stendur limunum frítt at meina tað, tey vilja um etisk mál - tí her eru tey ikki floksbundin. So kann verða sagt, at tað er ein veikleiki, at politisku flokkarnir ikki vilja taka upp hesi mál - ella kanska ikki tora ella kunna, tí ósemjan er so stór. Løgmaður segði í blaðnum týsdagin, at tað var hugaligt at síggja tveir landsstýrismenn vera so ósamdar, sum Jógvan á Lakjuni og Hans Paula Strøm, men kortini kunna taka í hondina á hvør øðum og góðtaka, at teir vóru so ósamdir, fyri síðani at halda fram við dagliga politiska arbeiðinum. Og tað er eisini gott, at so er. Men tað má vera eitt sjúkutekin, at eitt so lítið mál, sum tilveran hjá teimum samkyndu skal fáa so nógv fólk og so nógvar politikarar at øsa seg til skýggja. Álvaratos. Vaksnir menn (bara menn hava ført hesi sjónarmið fram!?) leggja eftir hesum, samstundis sum teir bedýra, at teir einki hava ímóti fólkunum? Hví nýta hesi somu menn so nógva orku upp á eitt so lítið mál, tá teir tiga, tá onnur tung politisk mál eru á skránni? Hvi er tað so umráðandi hjá teimum at »meina« nakað um hetta málið? Tað tykist, sum um hesir menn royna at trúgva, at samkyndleiki er eitt nýuppfunnið fyri- brigdið, ið skal týnast. Veruleikin er kortini, at ein ávísur partur av heimsins fólki eru samkynd _ og soleiðis hevur tað altíð verið. Hetta er ein veruleiki, sum ikki kann broytast - ella »lekjast«, sum onkur vil verða við. Vit skulu ikki á hesum teigi gera okkum til dómarar - hvørki yvir samkyndum ella hins- kyndum. Vit vilja bara staðiliga vísa á, at rætt- ast er at vísa tolsemi _ vísa næstrarkærleika fyri øllum borgarum, tí vit hava øll rætt til eitt virðiligt lív DAGSINS MEINING Sosialurin Øll hava rættin til eitt virðiligt lív VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Viðmerking til Gerhard Lognberg Forsorg v.m. Tony í Lon Eg tími illa at blanda meg uppí, tá fundamentalistar við flammisvørði í hendi trína fram í bløðunum, men álvara Gerhard, hví ert tú í Javnaðarflokkinum. Hvi meldar tú teg ikki undir veingjabreiði hjá Jenis, har hoyrir tú heima. Tú dittar tær at taka svenska Javnaðarflokkin upp á tungu, tí loyvi eg mær at taka brotið á heima- síðuni teirra um samkynd og seta tað á prent. Les tað og vónandi eru vit í Før- oyum og Javnaðarflokkin- um so at okkum komin, at vit eisini hava hatta við í okkara endamálsorðing. Alla människor har lika värde och ska bemötas med respekt Varje dag diskrimineras människor på grund av sin sexuella läggning. Det kan vi socialdemokrater aldrig acceptera. Alla människor har lika värde och ska bemötas med respekt. Vi vill skapa ett samhälle utan fördomar och diskriminer- ing, ett samhälle där alla behövs och får plats - där alla har samma rätt och samma värde. Vi vill stoppa diskrimin- eringen av bi-, homosexu- ella och transpersoner. Vi socialdemokrater var med och drev fram lagstiftning- en som ger homosexuella par rätt att ingå så kallat registrerat partnerskap. Registrerat partnerskap ger i dag i princip samma rättigheter som äktenskap. Vi socialdemokrater lade fram förslaget att ge homo- sexuella par som ingått registrerat partnerskap samma möjligheter som heterosexuella par att an- söka om att adoptera barn. Endast barnets bästa ska vara avgörande för när en adoption ska ske, inte föräldrarnas sexuella lägg- ning. Vi har nyligen också lagt förslag att ge lesbiska par möjlighet att skaffa gemensamma barn genom insemination på sjukhus. Turið Jacobsen Var mánakvøldið til tiltakið í Miðlahúsinum, har tveir alternativir løgmenn hildu løgmansrøðu um forsorg. Nógv gott fólk var saman- komið og nógv gott varð sagt. Sum tey flestu, sum høvdu orðið, gjørdu vart við, var nógv av hesum sagt og skrivað fleiri ferðir áður. Sjálv eri eg ergoterapeut- ur, varði av einum við menningartarni, havi sitið í starvsnevndini hjá Javna, verið stuðul hjá barni við breki, arbeitt á Hjálpartóla- miðstøðini (HTM), á ellis- heimi og nú sum økistera- peutur í heimarøktini. Havi stóran áhuga í rehabilitering og habilitering og royni at fylgja við í tí, sum rørist innan økið í londunum rundanum okkum. Haldi meg eisini hava fingið hampiliga gott innlit í nógv av tí, sum fyriferst innan økið her heima hjá okkum. Ein partur av kjakinum mánakvøldið var, at neyðugt er við samskipara - sosi- alráðgevara - sum skal samskipa tilboðini frá tí almenna til fólk við breki. Jú, tað er rætt, hetta hevur fleiri ferðir verið frammi áður. Men her manglar nak- að centralt. Fyri at ein sosi- alráðgevi skal kunna sam- skipa tænasturnar hjá tí almenna, má tað almenna vita, hvat tænasturnar ganga út uppá og hvat endamálið er við teimum. So leingi sum fakfólkini, sum veita tær tænasturnar, sum al- mannaverkið umsitir, ikki starvast innan tað almenna og hava ábyrg fyri tí fakliga innihaldinum, kann tað almenna ikki hava hesa vitanina og sosialráðgevarin kann ikki skapa heildina, sum tørvur er á. Júst hetta skapar ónøgd - serliga innan barnaøkið er ónøgdin stór, hóðast sum er stórar upphæddir verða nýttar til viðgerðir innan- og uttanlands, stuðlar, hjálpartól v.m. Kann hugs- ast, at trupulleikin ikki so nógv stendst av, at hesi ikki sleppa í viðgerð og fáa aðrar tænastur, men kanska heldur mátin tænasturnar verða lætnar uppá ...? Jú, ofta verður kjakast um viðgerðartilboð til fólk við breki og tykist viljin hjá øllum, sum varða av teim- um, vera stórur at bøta um tænasturnar. Ein afturvend- andi forðing fyri, at tørvurin hjá menniskjum við breki verður nøktaður innan tær einkultu skipanirnar, hevur verið, at ávísir fakbólkar í stóran mun hava "átt" ávísar skipanir, onkrastaðni peda- gogar, onkrastaðni sjúkra- røktarfrøðingar og aðra- staðni aðrir fakbólkar. Fólk við breki hava ym- iskar tørvir, tað verði seg kropsligar, sálarligar, peda- gogiskar, sosialar. Tey skulu tí hava atgongd til fakbólkar við vitan innan hesi øki í teimum skipanum, sum varða av teimum, so at hesir fakbólkar eisini skulu kunna samstarva fyri at stuðla teimum í at fáa eina so mennandi, virkna og virði- liga tilverðu sum gjørligt. Hetta er grundarlagið fyri at tryggja eitt nøktandi fakligt støði og breiða fakliga menning innan tær einkultu skipanirnar. Ikki minst er hetta eisini ein fortreyt fyri at vit skulu hava nakran møgulleika at teljast millum fremstu lond í 2015 innan tilboð til fólk við breki.