Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 162 - 27. august 2005 11 VIÐMERKINGAR Av ótta fyri at verða avdúkaðir, valdi tjóðveldið manipulatiónina og heimastýrislógina! Bjarni Djurholm Í bløðunum er formaður tjóðveldisfloksins farin at skriva um falsaða søgu. Tá niðurstøður hansara byggja á sera selektivan (tjóðveld- is)veruleika, er neyðugt at lýsa viðurskiftini í teirra uppruna. Síðani yvirtøkulógin varð avgreidd, hevur tjóð- veldið lagt alla orku í at sáa iva um nýggju sáttmála- gerðina millum Føroyar og Danmark. Sáttmálagerðin, har Føroya Løgting kann gera av, at øll málsøki, und- an-tikið tey, sum eru karm- ar um ríkiseindina, kunnu yvirtakast við teirri fylgju, at Løgtingið rindar fyri tær útreiðslur, ið fylgja við teimum. Eisini ger sáttmálagerðin greitt, at tekur Føroya fólk við fólkaatkvøðu avgerð um, at Føroyar skulu vera fullveldisríki, koma máls- økini, sum eru karmar um ríkiseindina, undir føroyskt málsræði. Harumframt staðfestir sáttmálagerðin, at Føroya fólk varðveitir sín við- fødda, ómissandi og áfram- haldandi sjálvsav-gerðar- rætt á øllum økjum, tað verið seg í innanlendis við- urskiftum eins væl og í al- tjóða høpi sambært al- tjóðarætti. Ella sagt stutt, at vit kunnu fara úr ríkinum tá vit vilja, ella lata vera. Einasta treyt er, at vit gjalda har vit vilja valda. Hesum atkvøddi tjóð- veldið ímóti í vár, skil tað hvør sum vil. Teir valdu heldur heimastýrislógina. Valdu konfrontatiónirnar heldur enn loysnirnar. Óiv- að tí teir eru bangnir fyri tilverugrundarlagnum. Upprunin Men hvaðani hevur so yvirtøkulógin sín uppruna? Jú, tá fyrri samráðingar- leisturin um fullveldi varð sleptur, var politisk semja um at royna aðra leið. Á landsstýrisfundi 9. januar 2002, hetta var undan fyrstu vitjanini hjá Anders Fogh Rasmussen í Føroyum, kunnaði løg- maður um vitjanina hjá for- sætismálaráðharranum og greiddi frá ætlaðu nýggju leiðini mótvegis donsku stjórnini. Í gerðabókini sæst, at leisturin nú var, at "....øll mál kunnu yvirtakst uttan tey, sum eru tengd at fullveldinum....". Á fundi vóru allir lands- stýrismenn tjóðveldisfloks- ins, íroknað formaðurin. Hansara ískoyti, sambært gerðabókini, var, at hvør landsstýrismaður sær skuldi mótvegis forsætismálaráð- harranum taka tey yvirtøku- mál upp, sum viðkomandi arbeiddi við. Sostatt var greið semja um leistin. Hetta kom eisini til sjóndar nakrar dagar seinni, tá løgmaður og forsætis- málaráðharrin settu sítt navn undir felagsyvirlýs- ingina, sum var orðað so- leiðis: 1) "Reg-e-rin-gen er ind- stillet på at samarbejde om Landsstyrets ønsker om overtag-elser af yderligere sagsområder inden for grundloven og rigsen-hedens rammer". 2) "Regeringen og Lands- styret vil efter Lands- styrets ønske indlede forhandlinger om over- tagelse af de sagsområd- er, som hjemmestyrelov- en ikke giver mulighed for, med henblik på pol- itisk stillingtagen. Reg- eringen vil på dette grundlag med-virke til at skabe et lovgrundlag for disse sagsområders overtagelse." Henda yvirlýsing var av formanni tjóðveldisfloksins í fjølmiðlunum upp í saman skýrd 7-mílafet móti full- veldinum. Hon bygdi jú eisini á niðurstøðuna frá landsstýrisfundinum fáar dagar frammanundan, sum var váttað og játtað av sama formanni og hansara floksfeløgum. Tjóðveldið var við At breið semja annars var um henda leist, er sam- gonguskjalið frá juni 2002 besta prógvið um. Har var tjóðveldið eisini við. Í samgonguskjalinum varð ásett, at: "Endamál samgongunnar er, at Føroyar gerast sjálv- bjargnar, so Føroya fólk uttan fíggjarligar og umsit- ingarligar bindingar kann gera av framtíðarstøðu sína. Samgongan hevur sum grundarlag, at Føroya fólk er tjóð við ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerð- arrætti og er samd um í eini tryggari sjálvstýristilgongd í valskeiðnum 2002-2006 at virka fyri: o at tað verður Løgtingið, sum ger av, at øll máls- øki, undantikið tey, sum eru knýtt at suverenitet- inum, kunnu yvirtakast sum sermál, o at har vit valda, skulu vit gjalda." Hetta er júst tað henda samgongan hevur framt í verki og eigur tjóðveldið tí sín fulla lut í teirri sátt- málagerð, sum loksins gjørdist politiska grundar- lagið millum Føroyar og Danmark. Tí er tað einki annað enn manipulatión, nú tjóðveldið tekur frástøðu frá politiska veruleikanum.. Í frustratión um, at við- urskiftini millum Føroyar og Danmark eru komin á slætt, uttan teirra leiklut gjørdi, at panikkur kom í. Tí hevur tað verið um- ráðandi at halda fast við øsingina. At grugga. At luta føroyingar í rættar og so hinar. At pástanda falsan og produsera mytu um kon- spiratión, sum flokkurin kann liva av komandi val- skeiðini. Hin orsøkin Tjóðveldið sat í samgongu til endan av 2003, tá flokk- urin stakk í sekkin. Framm- anundan var búskapar- vøksturin søguligur. Góður fiskiskapur, góðir avreið- ingarprísir, lækkandi rentu- støði, rímiligur orkuprísir osfr. Ja, snøkt sagt sjáld- samt viðrák. Tí var tað sera lagaligt at reka fíggjarpolit- ikk. Tað var lagaligt at sita við ábyrgd. Men broyting var ávegis. Neyðugt var at leggja á annan bógv, at reka varnari fíggjarpolitikk. Hetta visti tjóðveldið full- væl. Umsat jú fíggjarmál, so eingin man ivast í, at flokk- urin visti hvønn veg tað bar. Nú var bara ikki stuttligt at vera við meira. Trúttanin um, at teir vóru upprunin til framgongd og bjartskygni fór at verða avdúkað sum reyp, so nú var annað til ráða at taka. Tí ráddi um at sleppa sær burtur. Og undir valstríðnum í januar 2004 komu so tølina alment undan kavi. Inntøku- metingin fyri fíggjarlógina í 2003, var sett til 3680 mio kr. Við ársenda sama ár gjørdist greitt, at inntøkan var 3.464 mio kr. Tvs. 216 mio kr við síðuna av! Í fíggjarlógaruppskotin- um fyri 2004, sum lá í løg- tinginum, tá valið var út- skrivað í desember, vóru inntøkurnar settar til 3.603 mio kr. Hetta vísti seg at vera útvið 90 mio kr ov høgt sett. Harumframt vóru rakstrarútreiðslurnar 143 mio kr lægri enn endaligi rakstrarroknskapurin fyri 2004 vísti. So yvirskotið í fíggjarlógaruppskotinum hjá tjóðveldislandsstýris- manninum í fíggjarmálum fyri 2004 uppá 100 mió kr gjørdist til eitt reelt hall uppá 152 mió kr. Sostatt var talan um ein mun uppá eina kvart milliard skeiva vegin. Fals undir fríðum skinni Samanumtikið hevur tjóð- veldið tí eitt stórt forklár- ingsproblem, men ístaðin at standa við egnar gerðir, so hevur flokkurin valt undan- støkking og ákærurnar. Onkursvegna livir flokk- urin í guddómiligari sjálvs- mynd, har sannføringin er, at teirra ástøði er ein gáva til fólkið. Hetta politiska tilveru- grundarlag var eisini vanligt onkrastaðni millum Pnom Penh og Tirana í síni tíð. Sjáldsamt, sum stutt er á botn, um man ómakar sær at skava eitt sindur í glas- urin. Tí kunnu vit ásanna gamla orðatakið, at ofta býr fals býr undir fríðum skinni. Bjarni Petersen Eysturgrønland 26.august Eftir drúgva tíð og nógvar umskyldningar og alt á gosi bleiv rækjustuðulin endi- liga játtaður í mai, men hó- ast nú hálvt ár aftaná og bert eitt rækjuskip er eftir, vita teir ikki, hvør skal hava stuðul. Skulu teir, sum liggja við kaj, ella teir sum longu eru farnir á reyvina eisini hava, ella skulu vit sum eru dubultflaggaðir hava eisini?? Tað má sigast at eitt ótrú- ligt ráðaloysi valdar i Før- oyum, nei tað er for simpult at fiska, vit skulu granska, granska hvat? Nei tað veit eingin, vit finna upp á okk- urt, vit skulu jú verða fremsta tjóð í 2015, so vit mugu skunda okkum at finna uppá okkurt. Hví ber onki til at fáa kvotu t. d í Vestgrønlandi hjá føroyingum. Eru vit so ringir diplomatar? Danir fingu i fjør 4000 ts av rækjukvotu i Vestgrøn- landi eftir 0 kvotu at hava havt har. Hetta er nakað, sum teir via ES keyptu, sam- stundis sum teir hava 2000 ts í Eysturgrønlandi OG HETTA ER TIL EITT SKIP. Samstundis minkaði Før- oyska kvotan i Eystgrøn- landi við 10% til ca 100 ts pr skip, av tí man nú skal geva yvirvekt í eskjuni upp, men norska og grønlenska rækjukvotan bleiv kompen- serað fyri hesum, tvs at teir fingu 10% meir. Bleiv tað yvirhøvur spurt um hetta frá føroyskari síðu?? T.v.s. at fyrst hava vit nógv minni kvotu enn hinir i Eystgrønlandi, og so blíva hesi fáu tons ikki ein gang uppdaterað eins og hjá øðrum. Tað mátti borið til at landsstýrið keypti nakað av kvotu i Vesturgrønlandi, tá tað ber til hjá øðrum. Ikki ein gang fáa vit loyvi at keypa óuppfiskaða grøn- lenska kvotu i Eystgrøn- landi undir føroyskum flaggi, vit sum flaggaðu fyri Litavia, eitt land sum ALDRI hevur fiskað i Grønlandi, tá var onki pro- blem hjá okkum at keypa 580 ts av grønlendskari kvotu í Eysturgrønlandi. Nei her er okkurt spinn- andi galið, eru vit ikki í sama ríkisfelagsskapi? Í hvussu so er sýnist tað at verða eitt stórt minus fyri føroyingar. Hvat sigur Føroya fólk at ‘ogn Føroya fólks’ kemur at liggja ófiskað á Flemmish Cap og Svalbard, ein kvota sum vit eiga fyri onki, 100 tals milliónir ligga fyri onki, nei tað ger kanska onki, vit finna uppá okkurt annað. Hví skal tað ikki bera til at hava útlendska bíliga mann- ing við føroyskum skipum? Allir hinir hava bíligari manning umborð t.d. jap- anar hava filipinarar, hol- lendarar og spaniólar og írar hava eystar, ið fiska enntá undir Føroyum við teim, hesir menn fáa enntá eina PHD løn í teirra málistokki. T. v. s. at teir spara 15% ella meir i hýruútreislum = ca 4,5 mill pr skip pr ár. Nógv tos um at skapa karmar, hví ikki seta nýggj- ar karmar her. Nógvir føroyskir yvir- menn sigla við útlenskum skipum, hví ikki royna at fáa hesar dugnaligu menn held- ur til okkum at fiska, heldur enn at teir hjálpa hinum at konkurera okkum sjálvar út. Danir innførdu DIS-skip- an til skip teirra, tá øll farmaferðsla teirra var við at fara á húsagang fyri eini 30 árum síðani ella meir. Úrslitið var, at í staðin fyri ongan farmaflota at hava, eru teir verðsins størstu í dag, og tilføra danska sam- felagnum 10 tals milliardir. Hartil skulu føroyingar gjalda toll av rárækjunum, hvat norðmenn og íslendarir ikki skulu, hetta svarar til ca 2-3 mill minni hjá okkum pr ár pr skip, also meir enn tiltikni rækustuðulin pr ár. Altso vit eru munandi milliónbeløb verri fyri enn teir, sum vit kappast við, hvussu skal hetta kunna ganga i ringum tíðum. Um hesar fortreytir vóru til staðar, so var als ikki neyðugt við stuðli, og før- oysk rækjuskip kundu fram- yvir tilført landi og fólki virðismiklan fremmandan valuta, sum vit fáa fyri púra onki vegna søgulig rættindi av útlendskum grunnum. Okkara egnu hart troyttu grunnar fáa frið fyri okkum. Øll vita, at samtykti stuð- ulin er bert ein lappaloysn sum als ongan mun ger. Men upp á tað aðru síðuna eri eg samdur, tað er ikki serliga ‘fínt’ longur at verða ‘apa’ umborð einum skipi í dag, hvør smádrong- ur ella mamma ynskir syni sínum at verda sjómaður, neyvan nøkur. Kom at hugsa um út- ella sjónvarpskvinnuna í sam- røðu við Jákup Magnussen, at tað skuldi ikki ein stertur nevnast í hennara sending- um, so tað er væl tann vegin rákið er i dag. Nei nú skal eg ikki tala ímóti gransking, tað havi eg als ikki skil fyri, ongantíð betur at okkurt annað betur kom, men hví skulu vit sleppa internationalari fisk- ari sum rækjuveiðan í dag er, tí eg veit at føroyingar eru av dugnaligastu fólki á sjónum og kanska serliga at standa fyri bæði á brúgv og maskin og dekki, hetta prógvar bara mestsum allir yvirmenn á grønlendsku rækjubátunum eru føroyingar, eisini i Canada og Norra eru fleiri, harafturímóti er als ongin av teirra hjá okkum. Haraftrat vunnu føroy- ingar heimsmeistaraheiti i bæði egning og bøting og sjómanstaki, tað sigur væl ikki so lítið. Nei á internationalum øki mugu internationalar for- treytir verða fyri føroying- um eisini, um tað skal bera til. Tá søgan er følsk….?? Rækjucirkus