Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 162 - 27. august 2005 Týsdagin 23. august fylti Jona Nielsen, fyristøðukvinna á Klaks- víkar Sjúkrahúsi, 60 ár. Jona er dóttir Onnu hjá Victor- inusi og Dánjal Nielsen. Dánjal sum gjørdist ein álitismaður á skrivstovuni hjá Kjølbro kom higar úr Sandavági um krígslok. Seinni gjørdist hann stjóri hjá Føroya Bjór og á Norðoya Samvinnufelag, áðr- enn hann fekk egnu bókhaldstovu »Føroyabók« og handil við skriv- stovulutum og øðrum. Jona fór eftir lokna skúlagongd at útbúgva seg til sjúkrasystir (sum tað tá æt) og fekk arbeiði m.a. á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon var eisini stutt tíðarskeið á røntgen- deildini á Helsingør sjúkrahúsi. Í sjeytiárunum fór hon víðari og lá leiðin aftur til Danmarkar, har hon tók útbúgving í leiðslu og um- siting. Tá Anna Danielsen (frøken Danielsen) legði frá sær sum fyristøðukvinna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi vegna aldur, søkti Jona starvið og fekk tað. Eitt starv, sum hon hevur røkt bæði væl og virði- liga. At vera fyristøðukvinna á einum av sjúkrahúsunum í Føroyum, sum øll eru smá, er neyðugt at síggja viðurskiftini yvirorðnað, sam- stundis sum ein má vera diplomat- iskur, vísa tign og respekt. Hesi evni hevur Jona víst. Jona giftist við Karl Nielsen, sum kom blaðungur til Klaksvíkar av Vatnsoyri at ganga í millum- og realskúla. Hann hevur bókhalds- stovu. Jona og Karl eiga trý børn. Dánj- al Petur, sum er verkfrøðingur og giftur við Charlottu Larsen úr Por- keri. Onnu Mariu, sum er skriv- stovuútbúgvin, hevur tikið táttin upp eftir abba sínum. Samstundis skal sigast, at hon hevur lagt stórt arbeiði í felagið Javna. Anna Maria er gift við Rógva Joensen. Yngsta dóttirin Haldis er útbúgvin heilsu- atstøðingur. Jona og Karl eiga trý barnabørn, Jona, sum er elst og væl kend eitt nú í samband við sera áhugaverdu og frálíku sjónvarpssendingina um seinment børn. Hini eru Rebekka og Karl. Jona og Karl hava í sínum hjúna- lagi sýnt serligt gestablíðni. Hetta hava tey ikki frá fremmandum, men hava fingið tað íborið. Í Betesda hava tey havt sína gongd í mong ár, har tey trúliga bæði hava vitja møtini og altíð verið tilreiðar ar taka eina hond í og annars tá á hevur staðið. Eisini í stóra og virðismikla arbeiðinum í Zarepta hava tey hava lagt eitt stórt og drúgt arbeiði og verið hollir stuðlar. Lat verða sagt um Jonu, nú hon hevur gingið henda teinin, at hon er kend sum ein tignarlig, diplomatisk og dugnalig fyristøðukvinna, sum væl verður talað um. Tað kunnu tey siga, sum í mong ár hava umgingist hana. Hjartaliga tillukku við føðingar- degnum. Harrin signi teg og øll tíni. k. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Jona Nielsen 60 ár Føðingar 17. august fingu Annika Olsen og Jacob Horn, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. langur. 18. august fingu Heiðvík og Ólavur Reinert, Norðra- dalur, eina dóttur. Hon var 59 cm. long og vigaði 4150 gr. 18. august fingu Irene og Símun Hammer, Toftir, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3550 gr. 18. august fingu Gunnleyg Árnafjall og Andrias Hansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 57 cm. long og vigaði 3850 gr. 18. august fingu Kamma H. Pedersen og Peter Krogh, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4050 gr. 19. august fekk Bárður eina lítlasystur, sum var 53 cm. long og vigaði 3500 gr. Foreldrini eru Petra A. G. og Jógvan Marius Hansen, Norðragøta. 20. august fingu Sunfríð Helgadóttur í Gong og Øystein Fossland, Haugesund, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3390 gr. og eitur Even. 21. august fingu Maria N. Gram og Svend Heinesen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3600 gr. 21. august fingu Maria og Gunleiv Joensen, Klaks- vík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4000 gr. 21. august fingu Ingunn Ó. Eriksdóttir og Heini Weihe, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4100 gr. 22. august fingu Tina og Høgni Harryson, Toftir, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3950 gr. 22. august fingu Morid og Magni Mikkelsen, Søldar- fjørður, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3700 gr. 24. august fingu Tóra Simonsen og Herbert í Lon Jacobsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3800 gr. Myndin er av studentum í 3b á Føroya Studentaskúla í Hoydølum í 1980. Tríggir flokkar tóku prógv hetta árið. 3b. Birgit Dam, Bjartur Mortensen, Hentzar Niclasen, Ivan Niclasen, Jórun Olsen, Hervør Petersen, Annika Poulsen, Maiken Poulsen, Jóhanna Rasmussen, Hanna á Reynatúgvu, Annika Simonsen, Halda Tausen, aJaspur Vang, Marjun Ziska, og Marjun Mikkelsen (raðfylgjan er tilvildarlig) Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1980 Fyri 25 árum síðan: Studentar í Hoy- dølum í 1980