leygardagur 27. august 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 27. august 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Else Kofod, vanliga nevnd Elsa undir Varða, Tórs-
havn andaðist á Lágagarði týsdagin 23. august, 84
ára gomul.
Bønarhald verður á Lágargarði fríggjadagin
klokkan 19.
Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum
leygardagin klokkan 15.
Sungið verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast Elsu, kunnu lata Lágargarði
eina gávu. Konto í peningastovnunum.
Emmely Forná, Tórshavn andaðist á Landssjúkra-
húsinum sunnudagin 21. august, 74 ára gomul.
Bønarhald verður í Havnar kirkju fríggjadagin
klokkan 18.
Jarðarferðin verður leygardagin klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast Emmely, kunnu lata
Krabbameinsfelagnum eina gávu. Konto í pen-
ingastovninum.
Oddjó Brekká, Hvalvík, ættað úr Tjørnuvík,
andaðist í heiminum hósdagin, 63 ára gomul.
Farið verður úr heiminum leygakvøldið klokkan
18. Jarðarferðin verður úr Hvalvíkar kirkju sunnu-
dagin klokkan 15.
Kistan við Elin Frederiksberg, Klaksvík, fer úr
kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í kvøld
klokkan 18.
Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni leygar-
dagin klokkan 13:30.
Brian Vang fer til gravar úr Ringe kirke leygar-
dagin 27. august klokkan 11.00.
Andlát og jarðarferðir
Í dag, leygardagin 27.
august, verður Jógvan Høj í
Klaksvík hálvt hundrað.
Hann hevur mest sum alla
sína tíð búð í Klaksvík, og
hann hevur arbeitt í flaka-
vinnuni øll árini.
Jógvan er sonur Fíu og
John Høj, sum búgva mitt í
býnum. Tey eiga trý børn -
Ebba býr í Havnini og
Jógvan og Joan búgva í
Klaksvík. Systrarnar eru
báðar sjúkrasystrar.
Eftir lokna skúlagongd
arbeiddi Jógvan eitt ár á
Kósini. Í 1973 fór hann
saman við einum vinmanni
til Stavanger, har teir í eitt
ár vóru á Norges Hermetik
fakskole.
Tá ið Jógvan var komin
aftur úr Noregi, keyptu
hann og pápin flakavirkið í
Árnafirði,
Norðurfisk.
Jógvan var stjóri nógvu tey
fyrstu árini, og onkur skifti
hevur hann verið virkis-
leiðari á Kósini. Í Árnafirði
framleiddu teir fyrst og
fremst raspað hýsufløk, og
á Kósini var Jógvan nógv
uppi í menning av nýggjum
vørum.
Í 1997 keypti Jógvan
flakavirkið í Nordepli. Tey
fyrstu árini átti hann tað
saman við spaniumonnum,
og virkið arbeiddi saltfisk
burturav. Seinni keypti
Jógvan partin hjá spaniól-
unum, og virkið, sum eitur
Norðfra, varð bygt um til
vanligt flakavirki.
Flakavirkið í Norðdepli
er størsta arbeiðsplássið í
kommununi, og arbeiðs-
fólkunum hevur dámt væl,
og tey hava verið rættuliga
støðug á virkinum. Tey
seinnu árini hava tey lagt
alt størri dent á at framleiða
til heimamarknaðin. Fiska-
suppan er sera væl umtókt,
og tey selja eisini so
nógvan annan døgurðamat.
Eitt nú ræstan fisk, kjálkar,
lippur og raspað flak. Hetta
verður selt um alt landið.
John Høj var í meiri enn
ein mansaldur sunnudags-
skúlalærari í Betesda, og
Jógvan hevur eisini í hesum
gingið í faðirsins fótaspor-
um. Jógvan er eisini ógvu-
liga áhugaður í sangi. Hann
hevur sungið í Betesda
kórinum síðani 1970, hann
hevur sungið við Seytjan
sangarum øll árini, sum
hetta kórið hevur verið til,
og so er hann við í kvar-
tettini Vitin.
At Jógvan er trúfastur
boðar alt hansara lív og
virki frá. Hann er rólógur
og hóvligur maður, men tað
merkir ikki, at hann ikki
hevur sínar meiningar, og
hann dugir væl at tala fyri
teimum. Jógvan er giftur
við Sonju, fødd Hammer,
og ættað úr Klaksvík. Tey
búgva undir Fossum, og tey
eiga trý børn - Ester fødd í
1979, Fía fødd í 1983 og
Jákup sum er føddur í
1988. Ester og maður henn-
ara Allan Eysturskarð, sum
er ættaður úr Fuglafirði,
arbeiða bæði á virkinum í
Norðdepli.
Føðingardagurin
hjá
Jógvani Høj verður hildin í
matarhøllini í Norðfra.
Mánadagin
29.
august
verður Jóan Jakku Morten-
sen í Havn 80 ár. Hann er
ættaður úr Svínoy, har hann
ofta vitjar, og stóra dagin
eru hann og konan í Svínoy,
har føðingardagurin verður
hildin.
Foreldrini hjá Jóan Jakku
vóru Anna Katrina, sum var
úr Ovasta húsi í Svínoy, og
Elisias, sum var ættaður úr
Húsavík. Tey bæði fingu
fimm børn - Hennelina,
sum býr í Svínoy, Jóan
Jakku, sum býr í Havnini,
Jóhannes Alfred og Hans
Jacob, sum búgva í Klaks-
vík, og Anna, sum búði í
Norðdepli. Hon doyði fyri
nøkrum árum síðani.
Elisias bygdi í Lágbø.
Men Anna Katrina var
nógv plágað at tuberklum,
og hon var tískil nógv á
Sanatorinum.
Børnini
vuksu fyri tað mesta upp í
Ovasta húsi hjá mostrini
Elisabeth. Undir krígnum
hildu
eingilsktmenninir,
sum vóru í Svínoy, til í
Lágbø. Fyri nú fleiri árum
síðani keypti Jóan Jakku
hesi húsini, og sum tann
hegnismaður, ið hann er, so
hevur hann sett tey í sera
góðan stand.
Jóan Jakku, sum avgørt
hoyrir til tey stillu í landin-
um, fór fyrstu ferð til skips
í 1944, tá ið hann var á
Norðfirðinum og róði út.
Næstu árini sigldi hann eitt
nú við Carlton hjá Jóan
Jakku á Viðareiði og sum
Esmar førdi, Atlansfarin-
um, sum Billu Jógvan førdi
og átti saman við Kjølbro
og Svínoyar Bjarna, sum
svínoyingar áttu, og sum
Hans Mellemgaard førdi.
1949-50 gekk Jóan Jakku
upp á skúla í Klaksvík, og
tá ið hann var liðugur á
skúlanum, var hann eitt
skifti bestimaður við Svín-
oynni, sum Jákup hjá Jensi
førdi.
Í 1953 giftist Jóan Jakku
við Annu Helenu í Gong úr
Havn. Hon hevur eisini
ættarbond til Svínoyar. Tey
bygdu í Klokkaragøtu, og
har búgva tey framvegis.
Jóan Jakku gjørdist heima-
maður, eftir at hann var
fluttur til Havnar. Fyrru
árini arbeiddi hann hjá
svágrinum, Peturi í Gong,
og síðani var hann sjálv-
støðugur múrari. Í fleiri ár
arbeiddi hann saman við
einum øðrum svínoyingi í
høvuðsstaðnum,
Hanus
Hansen ella Hanus hjá
Amaliu, sum svínoygar
nevndu hann. Teir báðir
vóru leingi partur av býar-
myndini í høvuðsstaðnum.
Tey í Ovasta húsi vóru
musikalsk.
Dreingirnir
spældu eitt nú á harmon-
iku, og Jóan Jakku var í
mong ár í sangkórinum í
Ebenezer.
Anna Helena og Jóan
Jakku eiga fimm børn -
Helgi føddur í 1954 og Atli
føddur í 1956 búgva í
Havnini, Ragnar føddur í
1961 býr í Esbjerg, Elisa-
beth fødd í 1963 býr í Hoy-
vík, og Sóley fødd í 1966
býr í Noregi.
Abbabørnini eru tólv og
langabbabørnini tvey.
Jóan Jakku Mortensen 80 ár
Jógvan Høj 50 ár
Dagurin
27. august.Gebhardus, deyður í 995. Biskupur í
Konstanz í Týsklandi, liggur grivin í kleystur-
kirkjuni har, sum hann sjálvur sigst at hava latið
byggja.
28. august. Augustinus, deyður ár 430. Føddur í
Tagaste í Norðurafrika. Eftir mongum ymiskum
vegum gjørdist hann kristin og endaði biskupur í
Hippo í Norðurafriku. Hann doyði tá ið vandala-
kongurin Geiserik kringsetti staðin. Augustin var
mætasti kiskjulærarin í fornkirkjuni og hevði tær
komandi øldirnar mikla ávirkan á kristna heimspeki
og guðfrøði.
Navnið Augustus er latínskt og merkir hin hátt
upphevjaði.
29. august. Jóhannes hálshøgdur. Dagurin hildin
til minnis um at Heródes læt Jóhannes Doyparan
hálshøgga.
Samveldissáttmáli varð gjørdur í Bergen millum
Noreg og Danmark hendan dagin í 1450.
75 ár
Mánadagin 29. august verður Petur Midjord, Fugla-
fjørður, 75 ár. Hann er burturstaddur føðingardagin.