Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 162 - 27. august 2005 Í døgunum 30. sep- tember til 2. oktober verður tvørkirkjuliga tiltakið JesusKvinnur hildið í Oasuni í Hoyvík. Stigtakarar eru 9 samkomur í Føroyum saman við Anne Christiansen úr Norra TÍÐINDASKRIV Tvørkirkjuliga tiltakið JesusKvinnur heita á kvinnur í øllum aldri at verða við at byggja Guds ríki; í bý og á bygd, heima og úti, í samfelagnum og í samkomunum. Fyrsta vikuskiftið í oktober vitjar henda skjóttvaksandi rørsl- an Føroyar. Evnið verður "Fyri slíka tíð sum hesa", sum er úr Estersbók í Gamla testa- menti, tá Ester drotning mátti velja um hon við lívinum í vága vildi bjarga fólki sínum, jødunum, úr eini sera hættisligari støðu. Evnið verður viðgjørt við atliti til tíðina í dag. Føroyar er fyrsta landið uttan fyri Noreg, ið JesusKvinnur vitja, og stigtakarin Anne Christian- sen gleðir seg til vitjanina. Málið við JesusKvinn- um, sambært Anne, er at kvinnur úr ymsum trúar- rørslum skulu standa sam- an til tess at byggja Guds ríki og styrkja tey kristnu virðini í landinum. Tá ið vit standa saman hava vit positiva ávirkan. Vit halda, at tað er sera umráðandi at eggja kvinn- um at brúka heim síni sum eitt vælegnað bønarstað, og eisini lata heim síni upp sum eina oasu hjá grannum og vinum, sigur hon. Anne Christiansen byrj- aði JesusKvinnur í 2003 undir eini stevnu í Oslo. Saman við manni sínum er hon leiðari í JesusChurch í Oslo, og reka tey eisini trú- boðaraarbeiðið JesusRevo- lution, eins og tey eisini stovnaðu næminga- og studentafelagsskapin Ny Generasjon. JesusKvinnur hava nú stevnur kring alt Noreg fyri at eggja kvinnum til at tæna har tær eru í dagligdegnum. Arbeiðið miðjar eftir at savna ættarliðini og er hesin felagsskapur tvør- kirkjuligur, á tann hátt er møguligt at fáa íblástur hvør frá øðrum og standa saman í týdningarmiklum tíðum. Jesus hevur leiðir, nýmótans kvinnur kunnu ganga, so vit ikki missa tað undanfarin ættarlið hava bygt upp. Á árligu stevnuni í Oslo vóru umleið 700 kvinnur komnar saman úr øllum landinum. Vit gleða okkum at síggja, at nýggir bólkar verða stovnaðir kring alt Noreg, har kvinnur reglu- liga koma saman. Stevnan í Føroyum í ok- tober hevur eisini eitt JesusGentu skeið fyri gentur millum 13-19 ár. Sunnudagin er morgun- gudstænasta, har øll, eisini menninir, eru vælkomin at hoyra Anne Christiansen eggja til at byggja Guds ríki. Meira fæst at vita á: www.jesuskvinner.no Stevnan verður í Oasuni í Hoyvík frá 30. september til 2 .oktober 2005. Kon- taktpersónar eru: Hjørdis H. Petersen tel. 721612, og Mona Rakul Jacobsen tel. 514067. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra kona, mamma, vermamma, omma, langomma og systur Sonja Michelsen andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Kristnastovu. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Erling, Johan og Eyð Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Jákup Eli Steffensen Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prest, berarar og kirkjutænarar. Tøkk fyri kransar, blómur og gávur til kirkjuna í Árnafirði. Ein serstøk tøkk til KFUM og K og øllum tykkum, ið hjálptu til við jarðarferðini og tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Ingrid Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá okkara elskaða kona, mamma, vermamma, omma og langomma Sára Sofía Magdalena Samuelsen andaðist og varð borin til hvíldar. Tøkk fyri kransar, blómur og peningagávur til Frelsunarherin í Vági. Tøkk til øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serlig tøkk til heimaforbundið hjá Frelsunar- herinum í Vági. Familjunnar vegna Óli NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Nýmótans kvinnur hava røtur í fortíðini Anne Christiansen frá JesusKvinner í Norra Brúdleyp Í dag, 27. august kl. 11.00 giftast í Sandavágs kirkju, Anna Elisabeth Simonsen, Sandavágur og Johnny Petersen, Hósvík. Døgurði verður fyri innbodnum. Vælkomst verður hjá Belindu og Suna Johansen, Traðarvegur 28, Sandavágur, frá kl. 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Í dag, 27. august giftast í Kvívíkar kirkju, Fríðunn Jacobsen úr Leynum og Kári Jacobsen úr Søldarfirði. Brúdleypið verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00 fyri innbodnum. Í dag, 27. august kl. 13.00 giftast í býráðssalinum Rúna Mortensen og Nemus Napoleon Djurhuus. Vælkomst verður í Sjónleikarahúsinum frá kl. 14.00 til kl. 18.00. Í dag, 27. august giftast í Skagen kirkju Karina Vilhelm úr Vági og Erik Andersen úr Skagen. Adr.: Brunebanke 13, DK-9990 Skagen. Lesið -har tað hendir -so eru tit við!