Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 162 - 27. august 2005 15 Tøkk Til øll tykkum mongu, sum mintust meg á áttati ára degnum. Tit, sum ringdu, sendu fjarrit og gávur. Øll tit mongu, sum komu og heilsaðu upp á meg. Vita skulu tit, at tit gleddu meg ómetaliga nógv. Harrin signi tykkum. Blíðar heilsanir Halda NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kunngjørt verður at kæra kona mín og mamma okkara Elsuba Jegind, fødd Høgnesen ættað úr Leirvík andaðist í heiminum í Horsens týsdagin 23. august, 58 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Hebron í Leirvík sunnudagin 28. august, kl. 14.00. Familjunnar vegna Keld, Marie og Niels Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at okkara góða kona, mamma, vermamma og omma Oddjó Brekká, Hvalvík, ættað úr Tjørnuvík andaðist í heiminum, hósmorgunin, 63 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Familjunnar vegna, Jákup Martin og Hanus v/familju Jarðarferð Kistan við Tummas Johannesen, Glyvrar, kemur í Glyvra kirkju mánadagin umleið kl. 16.00. Jarðarferðin verður týsdagin kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi, Gunnvør, Rúni og Durita Fríggjadagin 26. august var ein lítil hátíðarløta í Sankta Josefs Barnagarði í Havn í sambandi við at systir Louisa hevði arbeitt 40 ár á stovninum. Louisa visti av ongum hendan morgunin. Starvs- fólkini høvdu lagt hátíðar- løtuna til rættis, uttan at hon visti av. Øll starvs- fólkini vóru savnaði, og borgarstjórin Heðin Mort- ensen kom á vitjan og segði nøkur orð og handaði henni blómur frá Tórshavnar kommunu. Systir Louisa er ættað úr bygdini Westerlo í Norður Belgiu. Hon kom til Føroya í 1965 og byrjaði beinan- vegin í Sankta Josefs Barnagarði, har hon hevur arbeitt síðan. Seinastu 38 árini hevur hon verið leið- ari á stovninum. Sankta Josefs Barnagarð varð stovnaður í 1931 og verður sostatt 75 ár í 2006. Barnagarðurin varð settur á stovn sum ein privatur stovnur, men síðan 1958 hevur hann verið sjálvs- ognarstovnur. Louisa var 27 ár gomul tá hon byrjaði, og er hon í dag 67 ára gomul. Enn trívist hon væl millum tey 80 børnini og 16 starvsfólkini, harav tey 11 eru pedagogar. Sankta Josefs Barnagarður: Systir Louisa 40 ára starvsdag Heðin Mortensen segði nøkur orð og handaði Louisu blómur frá Tórshavnar kommunu Mynd: Jens Kristian Vang VIÐMERKINGAR Luftdálking frá skipum (umrøðan í Kringvarpi Føroya) Sjúrður Guðjónsson Bæði SVF og útvarpið hava í vikuni havt nøkur innleg um luftdálking frá skipum. Onga- staðni í innleggunum verður víst á hvørjar altjóða avtalur regulera nevndu luftdálking, men undirforstaði er ivaleyst, at tað er Kyoto-avtalan sipað verður til, tá tað fyri tað mesta verður víst til koltvíiltudálking. Tá Eyðun Eltør var lands- stýrismaður í olju- og um- hvørvismálum kom fram, at føroyingar fóru at bíða við at ratifisera Kyoto-avtaluna, tí ein komandi frálandavinna fór at økju um koltvíiltu útlátið. Eis- ini var tá nevnt nakað um skip - at ein stórur partur av okkara koltvíiltu útláti stavar í løtuni frá skipum - soleiðis at vit ikki uttan víðari kundu undirskriva avtaluna, sum leggur upp til minking av útlátinum. Sami undirtóni er nú í kjakinum í Kringvarpinum. Kyoto-avtalan áleggur flag- statum at minka um útlátið frá skipum. Men er hetta so....? Havi seinastu dagarnar roynt at kanna hesi viðurskifti. Tað, sum eg fyribils haldi meg hava funnið útav er, at Kyoto avtalan umfatar ikki skip í heilatikið. IMO - altjóða sjóvinnufel- agskapurin undir ST - arbeiðir í løtuni við einari "index- skipan" fyri skip. Hetta fer helst at snúgva seg um nøkulunda somu kvota- skipan sum Kyoto-avtalan áset- ur í samband við t.d. idnaðin á landi, har tey ymisku londini fáa tilluta eina ávísa umsetiliga kvotu av koltvíiltu útláti. Menningarlondini fáa stórar kvotur, meðan ídnaðarlondini fáa eina smærri kvotur. Sum skilst er nevnda arbeiði í IMO nærum uppsteðgað og verður allarhelst ikki liðugt tá Kyoto avtalan verður endur- skoða í 2012. Hinvegin hevur IMO arbeitt við einum nýggjum Annex til MARPOL-konventiónina - Annex VI. Her skulu øll skip (eisini fiskiskip) yvir 400 BT frá 2008 hava útgerð, sum gen- erelt minkar um luftdálkingina. Eisini skulu skipini kunna dokumentera hvussu hetta verður gjørt við m.a. manna- gongdum og skrásetingum. Mín niðurstøða er, at Kyoto- avtalan ongar ásetingar hevur um skip, men at hetta møguliga verður ein partur av endurskoðanini í 2012. Tað kann eisini hugsast at "ískoyti" frá flagstatunum til Kyoto-avtaluna, júst verður tað nýggja Annex VI í MARPOL- konventiónini. Tá skip, serliga handilsskip, verða javnan handlaði millum lond (flag- statir), er væl hugsandi at "dálkingarkvoturnar" verða býttar út á skipini, reiðarnar ella okkurt líknandi. Vil at enda heita á Kring- varpið um at lýsa hetta sera áhugaverda og viðkomandi evni nærri, serliga við atliti til altjóða avtalur og konventiónir. Tórshavn, 26. august 2005