leygardagur 27. august 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 162 - 27. august 2005
OLJUMESSA
Jan Müller
Árliga og afturvendandi
risastóra oljumessan Off-
shore Europe 2005 verður í
ár hildin í Aberdeen í
døgunum 6. - 9. September.
Millum tey mongu londini,
sum teljast við á messuni,
verða eisini Føroyar.
Føroyska útrásin til fram-
sýningina verður tó ikki so
stór í ár. Har vera m.a. At-
lantic Airways, Beras, PAM
Offshore, Thor Offshore,
Syntesa, Virkisráðgeving,
Vagar Floghavn, Tórshavn-
ar Havn, Runavíkar Havn
og Faroe Ship. Herumframt
verða
Oljuvinnufelagið,
Oljufyrisitingin og Menn-
ingarstovan
við,
og
SINDRI fer at gera vart við
sítt arbeiði á framsýningini.
Vónin hevði boðað frá lut-
tøku, men mátti av øðrum
uppgávum melda avboð.
Á Offshore Europe 2003
varð á føroyska básinum
burturlutað ferð og at-
gongumerki til fótbóltsdyst
Føroyar-Skotland.
Hetta
dró mong fólk til básin. Á
oljumessuni hesaferð er so
ætlanin at luta atgongu-
merki til Offshore Faroes
2006 við ferð og gisting út,
umframt kanska nøkur at-
gongumerki til ráðstevn-
una. Tann ráðstevnan verð-
ur í seinnu helvt av januar.
Føroyar við á altjóða oljumessu
OLJUMESSA Í
ABERDEEN
Jan Müller
Føroyingar verða aftur við
á altjóða oljuframsýning og
oljuráðstevnu í ár, sum
verður hildin annaðhvørt ár
í Stavanger og í Aberdeen.
Hesaferð er oljuframsýn-
ingin í Aberdeen í døgun-
um 6. - 9. september.
Hóast føroyingar hava verið
eitt sindur varnir seinastu
árini við ikki at taka munn-
in ov fullan til slík oljutreff,
nú tað ikki hevur verið so
nógv virksemi á land-
grunninum, so vilja mynd-
ugleikar og vinnan kortini
halda flagginum so mikið
høgt, at vit eru við.
Magni Arge, stjóri í At-
lantsflogi og formaður í
Oljuvinnufelagnum heldur
tað vera rætt, at føroyingar
eru við, hóast vit ikki enn
hava nakrar stórar olju- ella
gasskeldur at vísa á. Hann
er fegin um samstarsvið,
sum hevur verið millum
Oljuvinnufelagið, Menn-
ingarstovuna og so Olju-
fyrisitingina um slíka lut-
tøku. – Eg haldi tað er um-
ráðandi at vera við og vísa
flaggið og ikki minst nú, tí
tað er kanska orsøk til at
vera varin optimistur. Tað
er so eingin orsøk til at
sleppa endanum nú, tá vit
hava hingið í so leingi.
Offshore Faroes
í januar
Magni Arge sigur annars, at
tey fara sum higartil at
skipa fyri tí føroysku olju-
messuni "Offshore Faroes"
eisini eins og undanfarin ár.
Hon verður hesferð aftur í
seinnu helvt av januar og
viðgongur hann, at tað
verða tær spennandi bor-
ingarnar á Føroyaleiðini og
Atlantsmótinum sum heild,
sum fara at vera frammar-
laga á dagsskránni. Hann
vónar eisini, at stóra virk-
semið nettupp í 2006 fer at
fáa eisini nógvar útlending-
ar til Føroya á hesa før-
oysku oljuráðstevnuna tíð-
liga í næsta ár. Hann minnir
í hesum sambandi á tær
spennandi
boringarnar,
sum eru fráboðaðar av bæði
Statoil og Chevron bæði á
føroyskum og bretskum
øki. – Hesar útmeldingar,
sum vit hava sæð umrøddar
í miðlum í seinastuni bera
boð um, at vit møguliga og
vónandi ganga eini bjartari
og spennandi tíð á møti
hvat viðvíkur oljuleiting og
vónandi eisini oljufram-
leiðslu. Helst fara oljuprís-
ir og avleiðingarnar av
teimum eisini at vera ein
týðandi partur av tí før-
oysku oljumessuni í januar.
Magni Arge vónar, at út-
lendingar, sum vitja før-
oyska básin í Aberdeen í
næstum, fara at fáa eyguni
upp fyri tí áhugaverdu
framtíð, sum Atlantsmótið
hevur at bjóða á oljuøkin-
um, og heldur hann, at
"Offshore Faroes" oljuráð-
stevnan verður eitt gott
høvi at fáa innlit í hesa
framtíð. – Útlendingar við
áhuga fyri oljuævintýrinum
í Norðuratlantshavi skulu
vera so hjartaliga vælkom-
nir til Føroyar í januar at
hoyra um møguleikar her
og samtíðis njóta føroysku
náttúruna og gestablídni
her.
– Eg haldi tað er umráðandi at vera við og vísa flaggið og ikki minst nú, tí tað er kanska orsøk
til at vera varin optimistur
Magni Arge varin optimistur:
Føroyingar mugu vísa flaggið
Offshore Europe 2005 verður í ár hildin í Aberdeen í døgunum 6. - 9. September. Millum tey mongu londini, sum teljast við á messuni, verða eisini Føroyar