leygardagur 27. august 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 27. august 2005
17
– Føroysk luttøka á
Offshore Europe
hevur 10 ár á baki.
Talið á luttakandi
fyritøkum er í ár er tó
væl minni enn í 1999
og 2001, men tær
flestu av teimum hava
við hepni luttikið á
hvørjum ári. Talan er
um eina miðvísa
langtíðar íløgu hjá
hesum fyritøkum,
sum higartil hevur
borið seg, og sum vit
vænta fer at vísa seg
sum eina góða íløgu
sigur stjórin á
Menningarstovuni,
Kjartan Kristiansen
OLJUMESSA
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Aftur í ár eru Føroyar við á
eini altjóða oljumessu,
hesaferð í Aberdeen í Skot-
landi. Tað er Oljuvinnufe-
lagið, sum stendur á odda
fyri føroysku luttøkuni á
Offshore Europe 2005 í
Aberdeen í tøttum sam-
starvi við bæði Menning-
arstovu og Oljufyrisiting.
Kjartan
Kristiansen,
stjóri á Menningarstovuni,
sum hevur verið við til at
skipa fyri mangari føroysk-
ari luttøku á altjóða vinnu-
framsýningum og ráðstevn-
um er "still going strong"
og hann heldur, at sjálvt um
føroyskar fyritøkur innan
oljuvinnu ikki er nógvar og
heldur ikki stórar, so hava
tær higartil víst ein javnan
vøkstur í beinhørðu altjóða
kappingini. Enn er kolvetni
í rakstrarverdum nøgdum
tó ikki funnið við Føroyar,
og tí hava fyritøkurnar enn
ongan heimamarknað.
Hann vísir á, at oljufeløg-
ini eru í dag rættiliga vón-
rík um møguleikarnar fyri
at finna kolvetni við Før-
oyar, bæði tey, sum skulu
fara undir royndarboringar
komandi ár, og tey, sum eru
byrjað
kostnaðarmiklar
seismiskar kanningar í ár.
Vónbrotini
við
fyrstu
royndarboringarnar hava
fingið oljufeløgini til at
vera serliga varin við at
siga nógv um útlitini fyri
komandi royndarboringar.
Júst tí mugu ætlað tiltøk og
útsagnir metast rættiliga
positiv.
Sum skilst væntar Olju-
vinnufelagið, sum staðiliga
hevur skipað fyri oljumess-
um í Føroyum seinastu
árini, eisini stóra útlendska
luttøku til Offshore Faroes
2006, sum verður hildin í
Tórshavn í januar 2006, og
Oljuvinnufelagið fer tí á
"Offshore Europe 2005" at
luta út atgongumerki, ferð
og uppihald til Offshore
Faroes 2006. Lutakastið fer
fram á føroyska landabás-
inum á OE2005.
Sosialurin veit at siga, at
Oljufyrisitingin væntar eis-
ini stóran útlendskan áhuga
í Faroe Islands Exploration
Conference
2006,
sum
verður hildið í Tórshavn 12.
og 13. september 2006.
Ráðstevnan í 2004 var sera
væleydnað, og luttøka í ár
verður eitt "must" fyri øll,
sum hava áhuga í kolvetni í
føroyskum øki. Oljufyrisit-
ingin fer at geva teimum,
sum koma á føroyska básin
á oljumessuni í Aberdeen
møguleika at verða við í
lutakasti um fría ferð, uppi-
hald og luttøku á Faroe
Islands Exploration Con-
ference 2006.
Umframt tey, sum koma
at hitta føroysku fyritøkur-
nar á básinum, væntar
Kjartan Kristiansen, stjóri á
Faroe Islands Trade Coun-
cil - Menningarstovuni,
sum saman við Oljuvinnu-
felagnum fyriskipar før-
oysku luttøkuna, tí at mong
fara at vitja básin at frætta
um útlitini og um Offshore
Faroes 2006 og Faroe Is-
lands Exploration Confe-
rence 2006. Sostatt er før-
oyska luttøkan á oljumess-
uni í Aberdeen í næsta
mánað eisini ein markn-
aðarføring
av
teimum
ráðstevnunum, sum verða í
Føroyum næsta ár og sum
báðar snúgva seg um eina
framtíðar føroyska olju-
vinnu.
Føroysk luttøka á Off-
shore Europe byrjaði í
1995. Talið á luttakandi
fyritøkum er í ár væl minni
enn í 1999 og 2001, men
tær flestu av teimum hava
við hepni luttikið á hvørj-
um ári. Talan er um eina
miðvísa langtíðar íløgu hjá
hesum
fyritøkum,
sum
higartil hevur borið seg, og
sum vit vænta fer at vísa
seg sum eina góða íløgu.
Føroyar hava eisini luttikið
á oljumessum í Stavanger,
ONS, annaðhvørt ár.
Føroyingar við á altjóða oljumessu í Aberdeen:
Marknaðarføra føroyskar fyri-
tøkur og Offshore Faroes 2006
Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni, sum hevur verið við til at skipa fyri mangari
føroyskari luttøku á altjóða vinnuframsýningum og ráðstevnum er "still going strong" og hann
heldur, at sjálvt um føroyskar fyritøkur innan oljuvinnu ikki er nógvar og heldur ikki stórar, so
hava tær higartil víst ein javnan vøkstur í beinhørðu altjóða kappingini
Sum skilst væntar Olju-
vinnufelagið, sum staðiliga
hevur skipað fyri oljumessum
í Føroyum seinastu árini,
eisini stóra útlendska
luttøku til Offshore Faroes
2006, sum verður hildin í
Tórshavn í januar 2006